Fyrispurningur um revsi- og rættargangslóg

100-28 Fyrispurningur til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, viðvíkjandi hernaðarligu revsi- og rættargangslógini

Orðaskifti

Ár 2003, týsdagin 11. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Kann ríkisumboðsmaðurin greiða Løgtinginum frá, hví løgtingsmál nr. 14/2001  (uppskot til  ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógini) ikki er avgreitt av donsku ríkismyndugleikunum?
  2. Kann ríkisumboðsmaðurin geva Løgtinginum eina frágreiðing um, hvat endamálið er við ikki at avtaka lógina um deyðarevsing í krígstíð fyri Føroyar?
  3. Nær kunnu vit rokna við av løgtingsmál nr. 14/2001 verður avgreitt av donsku ríkismyndugleikunum?
  4. Hvussu nógvar áheitanir hava ríkismyndugleikarnir fingið frá Føroya Landsstýri um at fáa hetta fyri føroyingar so týdningarmikla mál avgreitt sum skjótast ?

Viðmerkingar:
Tann 22. november 2001 samtykti eitt samt Løgting við 3. viðgerð ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógunum. Men nú, meira enn eitt ár seinni, er lógin framvegis ikki sett í gildi fyri Føroyar. Sostatt er deyðarevsing í krígsstøðu framvegis í gildi í Føroyum.

Krígsstøða hóttir í hesum døgum allan heim, og sum partur av bæði ST og NATO eru Føroyar við í altjóða samfelagnum. Sostatt kann tað vera ein tulkingarspurningur, um Føroyar um stutta tíð verða í krígsstøðu, og harvið eisini ein tulkingarspurningur, um deyðarevsing er aktivt galdandi í Føroyum.

Tað er als ikki nøktandi, at deyðarevsing er galdandi í Føroyum, og tað er heldur ikki nøktandi, at so mikið sum ivi kann vera um, at deyðarevsing møguliga er galdandi. Tí eigur danska stjórnin at greiða okkum frá, hví løgtingsmál nr. 14/2001 (uppskot til  ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógini) framvegis ikki er avgreitt av donsku ríkismyndugleikunum, og nær vit kunnu rokna við, at málið verður avgreitt.

Eingin ivi kann vera um, at landsstýrið fleiri ferðir, síðani ríkislógartilmælið var samtykt á Løgtingi, hevur heitt á ríkismyndugleikarnar um at fáa málið avgreitt, serliga síðani hóttanir um krígsstøðu gjørdust dagligur kostur. Tí verður spurt, hvussu nógvar áheitanir ríkismyndugleikarnir hava fingið frá Føroya Landsstýri um at fáa hetta fyri føroyingar so týdningarmikla mál avgreitt sum skjótast.

Á tingfundi 25. mars 2003 svaraði Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til brug for besvarelsen har jeg indhentet følgende udtalelse fra Statsministeriet:

"På Færøerne gælder fortsat militær straffelov fra 1937. Efter denne kan der i krigstid idømmes "livsstraf".

I Danmark blev der vedtaget en ny militær straffelov i 1973, hvorved 1937-loven blev ophævet. Ved en ændring i 1978 af den militære straffelov fra 1973 blev dødsstraf afskaffet. Den nævnte lovgivning blev ikke kundgjort på Færøerne. I 1990 forelagde rigsmyndighederne spørgsmålet om ikraftsættelse for Færøerne af 1973-loven med senere ændringer for Færøernes landsstyre. I 1992 meddelte landsstyret, at man ikke kunne anbefale en ikraftsættelse for Færøerne.

Lagmandskontoret rettede den 4. december 2001 henvendelse til rigsmyndighederne vedrørende Lagtingets beslutning om ophævelse af den militære straffelov og militære retsplejelov for Færøerne uden at ny lovgivning blev sat i stedet. Det færøske Justitsministerium har den 10. februar 2003 rettet henvendelse til rigsmyndighederne om sagen. Herudover ses Forsvarsministeriet ikke at have modtaget nogen skriftlig henvendelse fra de færøske myndigheder i sagen.

Regeringen ønskede fortsat en ajourføring af den militære lovgivning på Færøerne og ønskede tillige forud for ikrafttræden at orientere landsstyret om, hvilke love m.v. ud over den militære straffe- og retsplejelovgivning, der skulle sættes i kraft for Færøerne.

Efter udskrivelsen den 26. marts 2002 af valg til Lagtinget og dannelsen af nyt landsstyre den 6. juni 2002 aflagde forsvarsministeren officielt besøg på Færøerne i juli 2002 og drøftede i denne forbindelse den forestående ajourføring af den militære lovgivning på Færøerne med lagmanden. Efterfølgende fremsendtes på lagmandens anmodning yderligere materiale i sagen.

Når regelgrundlaget på Færøerne fortsat indeholder bestemmelse om dødsstraf, er dette en konsekvens af, at den i Danmark gældende lovgivning ikke er ikraftsat for Færøerne.

Forsvarsministeriet har taget skridt til en snarlig ikrafttræden af den i Danmark gældende militære straffe- og retsplejelovgivning m.v. på Færøerne, hvorved den for Færøerne gældende lovgivning på området ophæves.

Hermed vil regelgrundlaget for Færøerne med hensyn til den militære lovgivning, herunder den militære straffe- og retsplejelovgivning være ført a jour med den i Danmark gældende lovgivning."

Málið avgreitt.