Fyrispurningur um veišiloyvir

100-29 Fyrispurningur til landsstżrismannin ķ fiskivinnumįlum višvķkjandi samanlegging av veišiloyvum hjį partrolara og lemmatrolara

Oršaskifti

Įr 2003, tżsdagin 11. februar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Rśna Hentze, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur

  1. Viš hvųrji heimild ķ lógini kunnu veišiloyvi hjį partrolara og lemmatrolara leggjast saman?
  2. Eftir hvųrjum reglum veršur veišiorkan hjį partrolara og lemmatrolara roknaš śt?
  3. Hvųr er heimildin fyri hesum reglum, tį įsetingin ķ lógini um, at ein kunngerš veršur śtvegaš um, hvussu veišiorkan veršur roknaš śt, enn ikki er gjųrd?
  4. Hvųr mannagongd veršur brśkt fyri samanlegging av partrolarum og lemmatrolarum
  5. Hvussu leingi eftir, at eitt fiskifar er lagt med alla, kann landsstżrismašurin eftir umsókn veita tilsųgn um veišiloyvi til annaš fiskifar ķstašin, sum sķšan skal verša skrįsett innan 2 įr eftir, at tilsųgnin er givin, jfr. § 8, stk. 4?

Višmerkingar
Ķ lógini um vinnuligan fiskiskap stendur ķ § 8, at loyvt er at flyta veišiloyvi frį einum fiskifari, sum er lagt med alla, yvir į innflutt fiskifar viš minni ella somu orku.

Ķ stk. 3 stendur, at veišiloyvi frį tveimum fiskifųrum, iš eru lųgd med alla, kunnu verša flutt yvir į annaš far svarandi til, at fiskiorkan ikki veršur stųrri enn fiskiorkan tilsamans hjį fiskifųrunum, sum veišiloyvini verša flutt frį.

Ķ stk. 4 stendur, at veršur fiskifar lagt med alla, kann eigarin fįa tilsųgn um veišiloyvi til annaš far ķstašin innan 2 įr frį tķ degi, tilsųgnin er givin.

Ķ stk. 7 veršur sagt, at landsstżrismašurin įsetir ķ kunngerš reglur um, hvussu fiskiorka veršur roknaš śr, og um mannagond fyri samanlegging. Henda kunngerš er ongantķš gjųrd.

Ķ § 5, stk. 12 stendur, at: Fiskifųr kunni ikki skifta hųvušsbólk.

Fyri stuttum vóru tveir partrolarar skiftir śt viš tveir stųrri innfluttar bįtar. Fyri at javna munin į veišiorkuni hjį gamla og nśyggja parinum veršur veišiloyvi hjį lemmatrolara, sum er lagdur med alla fyri 4 –5 įrum sķšani, innroknaš.

Śt frį hesum vea hesir spurningar settir.

Į tingfundi 12. februar 2003 var samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 25. mars 2003 svaraši Jacob Vestergaard, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis

Svar:

Til spurning 1
Heimildin at leggja veišiloyvi hjį partrolara og lemmatrolara saman er ķ § 8, stk. 2 ķ lųgtingslóg nr. 28 frį 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap viš seinni broytingum.

Landsstżrismanninum er heimilaš at lata eigara av fiskifari, sum veišiloyvi veršur flutt į, at njóta ręttindi svarandi til, at fiskiorkan ikki veršur stųrri enn fiskiorkan tilsamans hjį fiskifarinum frammanundan, og fiskifarinum, sum veišiloyvi veršur flutt frį.

Til spurning 2
Ķ įseting og samanbering av fiskiorku hjį fųrum, iš royna viš troli, hevur Fiskimįlarįšiš brśkt "skipastųdd (BRT, BT ella LxBxD) x maskinorku (HK ella kW) sum grundarlag.

Hóast fiskiorka er eitt fjųltįttaš fyribrigdi, og at taš eru nógv višurskifti, iš hava tżdning fyri fiskiorkuna hjį einstųkum fiskifari, veršur mett, at nevnda mįt fyri fiskiorku hjį trolarum er nųktandi.

Til spurning 3
Ķ § 8, stk. 7 ķ lųgtingslóg nr. 28 frį 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, viš seinni broytingum, er heimild hjį landsstżrismanninum ķ kunngerš at įseta reglur um, hvussu fiskiorka veršur roknaš śt, og mannagongdir fyri samanlegging og umsiting av reglununum ķ § 8 ķ lógini.

Henda kunngerš er ikki lżst enn.

Til spurning 4
Veišiloyvi hjį partrolara og lemmatrolara kunnu leggjast saman viš heimild ķ § 8, stk. 2.

Dųmi er um, at veišiloyvi hjį lemmatrolara er lagt saman viš partrolara. Śrslitiš av hesi samanlegging er, at partrolarin fęr dupult veišiloyvi, umframt fiskiloyvi sum partrolari, (fiskidagar) og fiskiloyvi sum lemmatrolari (egna hjįveišikvotu).

Til spurning 5
Tį fiskifųr verša tikin śr vinnuligum fiskiskapi undir fųroyskum flaggi, kann landsstżrismašurin, viš heimild ķ § 8, stk. 4 ķ lógini, veita eigaranum tilsųgn um veišiloyvi til annaš fiskifar ķstašin, sum skal vera skrįsett innan tvey įr eftir, at tilsųgnin er givin.

Sambęrt § 8, stk. 5 er heimild hjį landsstżrismanninum ķ serligum fųrum at vķkja frį tķšarfreistini.

Mįliš avgreitt.