Fyrispurningur um ferðslulóg

100-32 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi ferðslulógini

Orðaskifti

Ár 2003, týsdagin 25. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Heldur landstýrismaðurin, at broytingarnar, ið gjørdar vóru í ferðslulógini viðvíkjandi eftiransandi koyriroynd, virka eftir ætlan?
  2. Um ikki: Er ætlanin at endurskoða lógina?
  3. Hevur landstýrismaðurin ítøkiligar ætlanir um broytingar, hvørjar eru tær, og hvussu skjótt kunnu tær verða veruleiki?

Viðmerkingar:
Í bløðunum hava fólk, sum hava verið fyri ferðsluóhappi vegna brot á treytaleysa víkiskyldu, gjørt vart við ta órættvísu skipan, ið á hesum øki er galdandi í ferðslulóg okkara.

Tey, sum koma fyri tí vanlagnu at koyra út frá hávatonnum og bera við annað akfar, kunna rokna við at verða noydd at fara upp til nýggja teori- og koyriroynd, umframt at fáa stóra bót. Harumframt kunnu tey rokna við at fáa treytaðan dóm í trý ár, t. v. s. somu revsing sum tey, íð eftir okkara tykki fremja nógv størri brot á ferðslulógina.

Spyrjaranum er upplýst, at sera sjáldan hendir likamligur skaði av ferðsluóhappum fyri brot á víkiskyldu, men talan er mest um materiellan skaða.

Kemur ein út fyri slíkari hending, er eingin trupulleiki, um tú og mótparturin í óhappinum eru samdir um ábyrgdarspurningin, og óhappið ikki verður meldað til løgregluna, tí tá verður einans talan um fíggjarligan miss.

Dømi eru eisini um, at fólk á sama arbeiðsplássi hava verið úti fyri líknandi hendingum við ymiskum avleiðingum. Onkur er frídømdur fyri hálku ella vánaligt sýni, men annar hevur fingið stranga revsing fyri sama lógarbrot, tí ymiskar fortreytir tykjast hava verið til staðar.

Tað tykist meiningsleyst, at tilkomið fólk við fleiri árum á baki í ferðsluni, hevur víst nærlagni og ansni og ongantíð brotið ferslulógina, men ger tað mistak at koyra eitt lítið petti ov langt út á vegin og ber við annað akfar, sum fær eina skeinu, skal fáa so harða revsing. Høvuðsatvoldin til óhappið kann vera vánaligt sýni, at hitt akfarið hevur brotið ferðslulógina við at koyra ov skjótt ella koyrt tvørtur um skákateig, sum sambært lærubókunum ikki er loyvt. Hesin er sostatt atvoldin til, at óhappið hendir; men tann, sum koyrir ov langt fram, fær skyldina og treytaða dómin hangandi yvir sær í trý ár.

At talan er um nógvar bilførarar, sum skulu upp til eftiransandi koyriroynd, vísa tølini á koyriroyndunum. Hesar eru øktar úr 526 í 1996 til stívliga 1500 í fjør, og av teimum snúgva uml. 300 seg um nevnda trupulleika.

Eg trúgvi ikki at løgtingsmenn, sum einmælt atkvøddu fyri at seta hesa donsku lógina eisini at galda fyri Føroyar, vóru greiðir yvir tær óhepnu avleiðingar, sum hon fekk fyri eitt stórt tal av bilstjórum.

Tað má geva einum bilførara, sum hevur verið úti fyri slíkari hending, kensluna av ótta, vónloysi og órættvísi, tí revsingin tykist fullkomiliga meiningsleys sammett við lógarbrotið.

Á tingfundi 26. februar 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 26. mars 2003 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar 

Til 1:
Við Løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000 varð ferðslulógin broytt, so førari, ið verður frádømdur koyrirættin treytað, harumframt skal til eftiransandi koyriroynd. Stendur viðkomandi ikki royndina, verður koyrirætturin tikin. Endamálið við hesari áseting var sambært viðmerkingunum til lógina at tryggja, at førari, sum hevur ført eitt akfar á ein slíkan hátt, at koyrirætturin er frádømdur treytað, hevur nóg mikið av kunnleika til ferðslureglurnar og nóg mikið av koyridugnaskapi.

Í mun til endamálið virka ásetingarnar um eftiransandi koyriroynd eftir ætlan. Bileftirlitið fremur í dag eftiransandi koyriroyndir fyri bilførararar, sum eru frádømdir koyrirættin treytað, og verður í eftiransandi royndini kannað, um bilførararnir hava nóg mikið av kunnleika til ferðslureglurnar og nóg mikið av koyridugnaskapi.

Tað sæst tó á viðmerkingunum, at tað, sum spyrjarin serliga sipar til við spurningi sínum, er, um tað er rættvíst, at bilførarar, sum bróta treytaleysa víkiskyldu sína, eisini skulu til eftiransandi koyriroynd. Brot á treytaleysa víkiskyldu, har viðkomandi hevur volt skaða á annan persón ella lut, verður revsað við frádøming av koyrirættinum, um ikki serligar linnandi umstøður eru. Frádømingin verður treytað, um ikki serligar umstøður gera seg galdandi, t.d. at førarin áður er frádømdur koyrirættin treytað, og nýggja brotið er framt í royndartíðini. Verður førari frádømdur koyrirættin treytað, skal viðkomandi upp til eftiransandi koyriroynd, líka mikið um talan er um brot á ferðmarkið, víkiskyldureglur ella promillumarkið.

Spurningurin, hvørt tað er rættvíst at revsa brot á treytaleysa víkiskyldu í sambandi við ferðsluóhapp við treytaðari frádøming av koyrirættinum, og harvið eisini kravi um eftiransandi koyriroynd, er torførur at svara. Eg havi tí heitt á arbeiðsbólk um m.a. at hyggja eftir frádømingarreglunum í verandi lóg og viðgera tørvin á broytingum, si eisini svarið til 2 og 3.

Til 2 og 3:
Tørvur er á at dagføra fleiri øki í verandi ferðslulóg. Eg havi tí sett ein arbeiðsbólk at gera uppskot til eina nýggja, dagførda ferðslulóg. Arbeiðsbólkurin skal endurskoða teir partarnar av ferðslulógini, sum ikki verða mettir at hóska nóg væl til ferðslutrupulleikarnar í dag, og gera uppskot til nýggjar reglur. Eisini skulu lógartekniskar broytingar gerast.

Enn er ov tíðliga at siga, hvørjar broytingar verða gjørdar, men arbeiðsbólkurin skal m.a. kanna frádømingarreglurnar, til tess at vita, um tørvur er á at broyta ella gera tillagingar í skipanini. Talan er um eitt sera umfatandi arbeiði, og enn er ov tíðliga at siga við vissu, nær eitt nýtt uppskot verður klárt at leggja fyri Løgtingið. Tað verður tó helst ikki klárt at leggja fyri Løgtingið fyrr enn í tingsetuni 2004/2005.

Málið avgreitt.