Fyrispurningur um meirvirðisgjald

100-33 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi løgtingslógini um meirvirðisgjald

Orðaskifti

Ár 2003, týsdagin 4. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Nær kann roknast við at eitt uppskot um endurskoðan av mvg-lógini verður lagt fyri tingið?
  2. Hvussu stór er samlaða eftirstøðan hjá teimum, sum skylda landskassanum meirvirðisgjald?
  3. Hvørjar fylgjur fær tað fyri virkir og fyritøkur, um tey skylda meirvirðisgjald?
  4. Hvussu stóran part av eftirstøðuni av meirvirðisgjaldi metir landsstýrið, at møguleiki er fyri at fáa inn?

 Viðmerkingar:
Lógin um meirvirðisgjald (tann sokallaða mvg-lógin) er broytt við ikki færri enn 21 løgtingslógum og 15 kunngerðum, síðani hon varð sett í gildi í 1992. Úrslitið av hesum er, at vit í dag hava eina ógvuliga fløkta og útholaða lóg, sum treingir harðliga til at verða endurskoðað.

Upprunaliga var ætlanin við lógini, at eingi undantøk skuldu gerast, men sum árini eru gingin, eru undantøkini bara blivin fleiri og fleiri.

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur havt ta prinsippiellu støðu, at hann hevur verið ímóti, at fleiri undantøk verða gjørd í mvg-lógini. Tá uppskot hava verið løgd fyri tingið um fleiri undantøk, hevur hann mælt tinginum frá at samtykkja tey, og hevur víst á, at øll lóggávan eigur at verða endurskoðað. Tó gekk Karsten Hansen sjálvur beint í móti hesi prinsippiellu støðu, tá hann í november 2002 legði fyri tingið uppskot um at geva P/f Vágatunlinum undantaksloyvi frá at skula gjalda meirvirðisgjald av ferðaprísinum undir Vestmannasund.

Tað kann vera skilagott at endurskoða alla mvg-lógina, men so er eisini neyðugt at eitt ítøkiligt uppskot kemur í tingið um hetta.

Í samgonguskjalinum stendur, at meirvirðisgjaldskipanin skal endurskoðast, men hetta stóð eisini í samgonguskjalinum frá 1998, og tá hendi einki.

Nógv hevur verið tosað um hesa endurskoðan í fleiri ár, serliga tá andstøðuuppskot um meirvirðisgjald hava verið viðgjørd í tinginum. Tá hevur mangan verið ført fram, sum ein afturvendandi grundgeving fyri at fella málið, at rættast var at endurskoða alla mvg-lógina. Men enn hevur einki verið at sæð til nakað uppskot hesum viðvíkjandi, og tí verður nú spurt, um nakað uppskot er á veg.

Ein møguleiki hevði verið at gjørt eina líknandi skipan sum Ísland hevur, har meirvirðisgjaldskipanin eingi undantøk hevur, men allar vørur verða býttar í tveir bólkar (vanligar vørður og neyðsynjarvørur). Pengakassarnir í handlunum eru programmeraðir soleiðis, at teir automatiskt skilja ímillum hesar vørubólkar. Á tann hátt er lógin munandi lættari at umsita enn okkara lóg.

Fyri fáum døgum síðani bórust tíðindini um, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ætlar at biðja Løgtingið um loyvi til at strika skuld fyri fleiri hundrað milliónir krónur, sum tað almenna eigur til góðar úti í samfelagnum. Ein partur av hesum milliónum er meirvirðisgjald, sum virkir og fyritøkur hava kravt inn frá sínum kundum, men tó ongantíð goldið víðari til landskassan.

Talan kann neyvan vera um virkir, sum ikki eru til longur, tí í slíkum føri hevði ikki verið neyðugt at biðið Løgtingið um heimild til at strika skuldina.

Tí verður spurt, hvussu stór samlaða eftirstøðan er hjá teimum, sum skylda landskassanum meirvirðisgjald, hvørjar fylgjur fær tað fyri hesi, at meirvirðisgjaldið ikki er goldið, og hvussu stóran part av eftirstøðuni av meirvirðisgjaldi metir landsstýrið, at møguleiki er fyri at fáa inn?

Á tingfundi 5. mars varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 1. apríl 2003 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

Ad 1: Løgtingslógin um meirvirðisgjald kom í gildi 1. januar 1993 og var ein fylgja av, at Føroyar høvdu gjørt nýggja handilsavtalu við ES. Flestu punktgjøld vórðu samstundis tikin av, soleiðis at tollverjan hjá fyritøkum, ið framleiddu til heimamarknaðin, varð burtur. Nú skuldu føroyskar fyritøkur klára seg í kapping við útlendskar fyritøkur.

Vinnan fekk nú eina nýggja lóggávu at virka undir, og var hetta hildið at vera ein stórur fyrimunur, tí meirvirðisgjaldslóg er skrúvað soleiðis saman, at vinnan í veruleikanum framleiðir avgjaldsfrítt. Av tí at vinnan dregur avgjaldið á keyptum vørum og tænastum frá, veksur avgjaldið ikki við talinum av søluliðum. Avgjaldsgrundarlagið er sostatt samlaða søluavgjaldið minus keypsavgjaldið í øllum liðum, og talan verður tí um eitt avgjald á virðisøkingina í hvørjum einstøkum søluliði.

Meirvirðisgjaldið verður tí rindað av ikki meirvirðisgjaldsskrásettum keyparum, sum keypa vørur og tænastur uttan at kunna draga keypsavgjaldið frá. Hetta er í høvuðsheitinum privat nýtsla, men eisini annað virksemi, sum ikki er meirvirðisgjaldsskyldugt og tí ikki er meirvirðisgjaldsskrásett.

Næstan allar vørur og tænastur eru meirvirðisgjaldsskyldugar. Í § 2, 3. stk. í meirvirðisgjaldslógini er ásett, hvørjar tænastur eru undantiknar avgjaldsskyldu. At tænastur eru undantiknar avgjaldsskyldu merkir, at tænasturnar verða seldar uttan meirvirðisgjald. Seljarin av hesum tænastum kann harafturímóti ikki draga meirvirðisgjaldið av keyptum vørum og tænastum frá. Talan er tí um ikki meirvirðisgjaldsskrásett virksemi.

Herumframt er sambært § 12 í meirvirðisgjaldslógini í nøkrum førum eisini talan um meirvirðisgjaldsskrásett virksemi, har sølan er frítikin fyri meirvirðisgjald. Hetta merkir við øðrum orðum, at meirvirðisgjaldssatsurin viðvíkjandi søluni er null. Seljarin skal í hesum førum ikki leggja meirvirðisgjald afturat søluni, men kann draga meirvirðisgjaldið av keyptum vørum og tænastum frá. Í hesum førum virkar meirvirðisgjaldslógin sum ein stuðulslóg til vinnuna.

Upprunaliga varð § 12 í meirvirðisgjaldslógini kallað útflutningsgreinin, tí hon var ætlað fiskivinnuni, sum flytur næstan alla sína framleiðslu út. Hetta var fyri at sleppa undan, at fiskivinnan bant ov nógvan kapital, tí útflutningsvinnan fær meirvirðisgjaldið endurgoldið kortini. Meirvirðisgjald verður vanliga avroknað við landskassan kvartalsvís, og fiskivinnan kundi sostatt komið at bundið kapital upp í 3 mánaðir. Meirvirðisgjaldslógin varð sett í gildi, tá búskaparkreppan var ringast, tí var hetta serliga atlitið tikið at fiskivinnuni.

Síðan 1993 eru fleiri undantøk komin undir § 12 í meirvirðisgjaldslógini, sum einki hava við útflutning at gera, og hvørt ár koma fleiri uppskot í Løgtingið um fleiri undantøk undir hesa grein. Tað eru serliga hesi undantøkini, sum úthola merivirðisgjaldsskipanina.

Tað er rætt, sum spyrjarin vísir á í viðmerkingunum til spurningin, at eg prinsipielt eri ímóti, at fleiri undantøk verða gjørd í meirvirðisgjaldslógini. Tað er eisini rætt, at eg sjálvur eigi uppskotið um at frítaka bummgjaldið undir Vestmannasund fyri merivirðisgjald. Hetta uppskotið varð gjølla viðgjørt og umhugsað, áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið.

Undirsjóvartunnilsverkætlanirnar eru skipaðar soleiðis, at tað eru almenn partafeløg, sum standa fyri verkætlanunum. Tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum, líka til lánið í tunlinum er afturgoldið. Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum.

Bummgjaldið er tí í veruleikanum ein eykaskattur til at fíggja eina ávísa løguverkætlan, sum annars hevði verið fíggjað beinleiðis í løgtingsfíggjarlógini. Landsstýrið vil hava lánini í undirsjóvartunlunum afturgoldin yvir so stutt áramál sum gjørligt, soleiðis at undirsjóvartunlarnir verða partar av restini av vegakervinum, sum landið rekur.

Við lógaruppskotinum um at frítaka bummgjaldið fyri meirvirðisgjald, samstundis sum partafeløgini, ið standa fyri undirsjóvartunlunum, fáa inngangandi meirvirðisgjaldið endurgoldið úr landskassanum, verða lánini til undirsjóvartunlarnar skjótari afturgoldin, og bummgjaldið verður eitt brúkaragjald, sum fer beinleiðis til at fíggja tunlarnar.

Føroyska meirvirðisgjaldslógin er beinleiðis avskrift av donsku meirvirðisgjaldslógini frá 1993, sum er tann sama sum í restini av ES, har meirvirðisgjaldslóggávan í dag er harmoniserað soleiðis, at tað bert eru møguleikar fyri smærri frávikum í einstøku londunum. Føroyar og Danmørk eru einastu londini, har sami merivirðisgjaldssatsur, sum er 25%, verður nýttur til allar vørur. Í øðrum londum eru ymiskir satsir fyri ymiskar vørur.

Eitt av høvuðsendamálunum við meirvirðisgjaldslóggávu er, at lond ikki skulu kunna nýta avgjaldslóggávu til at verja egna framleiðslu. Meirvirðisgjaldssatsurin kann tí vera ymiskur fyri ymiskar vørur, men tað kunnu ikki vera fleiri satsir fyri somu vøru alt eftir, hvar hon er framleidd, og hvør hevur framleitt hana. Meirvirðisgjaldslógin skal við øðrum orðum ikki vera kappingaravlagandi. Støddin á meirvirðisgjaldssatsinum ella -satsunum er tí ein politiskur spurningur, men tað er lítið at ivast í, at tað framhaldandi verður eitt krav í sambandi við altjóða handilssamráðingar, at Føroyar hava meirvirðisgjaldslóggávu eins og í øðrum londum.

Undir seinastu samgongu legði eg uppskot fyri hinar landsstýrisflokkarnar um at strika fleiri undantøk undir § 12 í meirivirðisgjaldslógini, samstundis sum nøkur punktgjøld, ið eftir eru, vórðu strikað. Undirtøka var ikki fyri hesum millum landsstýrisflokkarnar, og tí varð einki uppskot lagt fyri Løgtingið í sambandi við eina endurskoðan av meirvirðisgjaldslógini.

Eg fari í summar at leggja eitt upprit við einari endurskoðan av meirvirðisgjaldslógini fyri landsstýrisflokkarnar. Stevnumiðið er framvegis at strika undantøk í meirvirðisgjaldslógini, samstundis sum aðrar punktgjaldslógir verða strikaðar, soleiðis at loysnin verður útreiðsluneutral fyri landskassan. Miðað verður eins og í øðrum londum eftir at hava so breiða meirvirðisgjaldslóggávu sum gjørligt, soleiðis at ikki verður neyðugt við so nógvum øðrum avgjaldslógum. Aðrir spurningar og trupulleikar viðvíkjandi meirvirðisgjaldslógini verða eisini tiknir við í endurskoðanina av meirvirðisgjaldslógini. Taka landsstýrisflokkarnir undir við tilmælunum í sambandi við endurskoðanina, verður uppskot um lógarbroytingarnar lagt fyri Løgtingið í heyst.

Ad 2: Viðvíkjandi samlaðu eftirstøðuni hjá teimum, sum skylda landskassanum meirvirðisgjald, er svarið, at 31. desember 2002 var samlaða meirvirðisgjaldsáognin hjá landskassanum 47,9 mió kr.

Ad 3: Meirvirðisgjald verður vanliga avroknað við landskassan kvartalsvís, og skal gjaldast í seinasta lagi 1 mánað og 10 dagar aftan á endan á avgjaldstíðarskeiðnum. Verður avgjaldið ikki goldið til tíðina, skal 1,0% gjaldast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá og við gjaldkomumánaðinum at rokna. Fær Toll- og Skattstova Føroya onga uppgerð fyri eitt avgjaldstíðarskeið, kann Toll- og Skattstovan fyribils áseta avgjald hjá virkinum út frá einari meting. Toll- og Skattstovan kann eisini stytta avgjaldstíðarskeiðið niður í 1 mánað, har avgjaldið skal rindast í seinasta lagi 15 dagar aftaná hvønn mánað, tá ið virki ikki hevur rindað avgjald rættstundis, og tá ið virki er í eftirstøðu við avgjaldinum. Viðmerkjast skal eisini, at um virki ikki rindar avgjaldið eftir at hava fingið fyrsta rykkjaran, verður kravið fyrireikað til innkrevjingina hjá Toll- og Skattstovuni til innheintingar.

Ad 4: Av meirvirðisgjaldsáognini á 47,9 mió kr. verður mett, at 25,2 mió kr. fáast inn uttan stórvegis trupulleikar. Hinar 22,7 mió kr. eru meira ivasamar, og stavar ein stórur partur av hesari skuld frá tíðini beint eftir, at meirvirðisgjaldslógin kom í gildi. Tað er lutfalsliga lítið av nýggjari meirvirðisgjaldsskuld, sum er vónleys at krevja inn.

Ein trupulleiki við útistandandi áogn landskassans hevur í nógv ár verið, at ein partur av áognini er vónleys at krevja inn. Talan er í høvuðsheitinum um fleiri ára gamla skuld hjá einstaklingum, ið langt síðan eru farnir úr vinnuni, men ongan møguleika hava at sleppa burtur úr skuldini, sum verður rentað á hvørjum ári. Frægasta loysnin hevði verið at umskipa hesa áogn soleiðis, at ein partur verður niðurskrivaður, og gjaldsavtalur gjørdar um tað, sum er gjørligt at krevja inn.

Eg meti tí, at ein skipan eigur at fáast til vega, soleiðis at landskassin kann viðgera ítøkilig mál, eins og aðrir kravánarar, og fáa sum mest burturúr peningaliga ístaðin fyri í nógvum førum einki at fáa burturúr, orsakað av vantandi heimild at luttaka í skuldarumskipanum. Hetta er endamálið við lógaruppskotinum um at umskipa skuld til landskassan.

Málið avgreitt.