Fyrispurningur um vandamiklan farm

100-34 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi flutningi av vandamiklum farmi

Orðaskifti

Ár 2003, týsdagin 4. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Er nøkur serstøk lóggáva galdandi viðvíkjandi flutningi av vandamiklum farmi eftir føroysku vegunum?
  2. Um so er, hvussu gomul er lógin, sum verður nýtt?
  3. Hvørji krøv setir lógin til bilar og bilførarar, sum koyra við vandamiklum farmi?
  4. Hvussu leingi skal ein bilførari hava havt koyrikort, áðrenn hann kann taka sær av flutningi av vandamiklum farmi?
  5. Hvørji frámerki skulu bilar hava, sum koyra við vandamiklum farmi?
  6. Er ADR-millumtjóðasáttmálin viðvíkjandi flutningi av vandamiklum farmi eftir vegum galdandi fyri Føroyar?

Viðmerkingar:
Nógvur flutningur við vandamiklum farmi fer dagliga eftir føroysku vegunum. Bilar við gassfløskum, bensini, dynamitti o.ø. koyra hvør um annan, og neyvan dugir nakar at ímynda sær, hvat hevði hent, um til dømis ein bilur fullur av dynamitti og ein tangabilur við bensini rendu saman inni í einum tunli.

Tað er av størsta týdningi, at vit hava dagførda lóggávu á økinum, bæði hvat viðvíkur akførum og bilførarum, fyri at trygdin kann vera nøktandi.

Av trygdarávum verða dynamittskúrar altíð bygdir langt burtur frá sethúsum. Men hvørji krøv verða sett teimum, sum flyta dynamittið til staðið, har tað skal brúkast? Kunnu til dømis fólk, sum júst hava fingið koyrikort, koyra ein bil, sum er fullur av vandamiklum farmi, og hvørji krøv verða annars sett teimum, sum koyra slíkar bilar, og hvørji krøv verða sett til bilin?

Flestu lond í ES hava ein millumtjóðasáttmála viðvíkjandi flutningi av vandamiklum farmi eftir vegum (tann sokallaða ADR-sáttmálan). Hesin sáttmáli er galdandi fyri Danmark, og áhugavert hevði verið at fingið at vita, um hann eisini er galdandi fyri Føroyar.

Grundað á hesar viðmerkingar, verður fyrispurningurin settur.

Á tingfundi 5. mars varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 26. mars 2003 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

Til spurning 1.
Løgtingslóg nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu heimilar í § 36, stk. 5 landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um flutning av hættisligum farmi. Ongin rættarregla er tó gjørd við heimild í hesi áseting.. Sostatt er ongin serstøk føroysk lóggáva galdandi fyri flutning av vandamiklum farmi eftir føroysku vegunum.

Til spurning 2.
Sí svar til spurning 1.

Til spurning 3.
Ongi krøv verða sett til bilar og bilførarar, sum koyra við vandamiklum farmi, av tí at heimildin í § 36, stk. 5 í ferðslulógini til at seta onnur krøv enn tey vanligu skynsemiskrøvini, ið ferðslulógin annars áleggur bilførarum, ið koyra við farmi í Føroyum, ikki er nýtt til at áseta nærri reglur á økinum.

Til spurning 4.
Sum er, eru ongi krøv, ið krevja, at bilførari skal hava havt koyrikort í eitt ávíst tíðarskeið, áðrenn hann kann taka sær av flutningi av vandamiklum farmi.

Til spurning 5.
Av tí at ongar rættarreglur eru, sum regulera økið í Føroyum, eru ongi krøv til, hvørji frámerki bilar, sum koyra við vandamiklum farmi, skulu hava. Fleiri av fyritøkunum, sum flyta vandamiklan farm í Føroyum, m.a. oljufeløgini, hava tó av sínum eintingum valt í stóran mun at fylgja ásetingunum í ADR-millumtjóðasáttmálanum um frámerki, tá koyrt verður við vandamiklum farmi í Føroyum.

Til spurning 6.
Danmark hevur 1. juli 1981 staðfest ADR-millumtjóðasáttmálan viðvíkjandi flutningi av vandamiklum farmi eftir vegum uttan at taka fyrivarni fyri Føroyum. Hesin sáttmálin er tí eisini beinleiðis galdandi í Føroyum. Sáttmálin regulerar bert flutning av vandamiklum farmi millum lond, og er tí ikki uttan víðari galdandi fyri flutning av vandamiklum farmi innlendis í Føroyum.

Málið avgreitt.