Fyrispurningur um lívfiskavirksemi

100-35 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi lívfiskavirksemi í Sandoynni

Orðaskifti

Ár 2003, týsdagin 4. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Rúna Hentze, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at flyta alt føroyskt lívfiskavirksemi í Sandoynna?
  2. Nær kann væntast, at byrjað verður at flyta føroyska lívfiskavirksemið í Sandoynna?
  3. Nær kann væntast, at alt føroyskt lívfiskavirksemi fer fram í Sandoynni?

Viðmerkingar:
Sandoyggin hevur átikið sær ein berandi samfelagsligan leiklut innan føroyska alivinnu. Í Sandoynni er í dag eingin vinnulig aling, hóast áhugin hevur verið stórur fyri at fara undir vinnuliga aling í oynni. Landsmyndugleikarnir hava gjørt av, at í og kring oynna skal eingin vinnulig aling vera. Hinvegin er avgjørt frá landspolitiskari síðu, at Sandoyggin skal skipast, sum lívfiskaøki, og samgonguskjalið leggur upp til, at virkast skal fyri, at oyggin verður ment sum slík.

Sandoyggin sum lívfiskaøki er í alihøpi og føroyskum samfelagshøpi trygd mótvegis ES-alikrøvum, og trygd móti sjúkum í alivinnuni. Við at nýta Sandoynna sum lívfiskaøki, byggir føroyska samfelagið sær ein alivinnuligan verjugarð. Men fyri Sandoynna hevur hesin verjugarður júst øvugtan týdning. Hann er ein forðan fyri alivinnuligum framtøkum í oynni, tí at alivinna ikki kann fara fram í økinum.

Hetta kostar oynni stóran miss av alternativari vinnu til fiskivinnuna, sum umboðar heili 73% av arbeiðsmarknaðinum í oynni, og økisfíggjarliga tapið er stórt. Eitt minsta krav má tí vera, at alt lívfiskaarbeiði og lívfiskagransking miðvíst verða skipað og flutt í Sandoynna frameftir, sum samgonguskjalið eisini leggur upp til. Slík flyting krevur fyrireiking, men enn sæst lítið ítøkiligt til hesa politisku ætlan.

Higartil hava kommunalir myndugleikar í økinum víst samstarvsvilja undir júst umrøddu fortreytum, men ivasamt er, hvussu leingi ein jaligur vilji finst í økinum, um ikki landið kennir sína skyldu í sera viðkvæma málinum.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í alimálum, Bjarna Djurholm.

Á tingfundi 5. mars varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 1. apríl 2003 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

Til 1 og 2.
Lívfiskavirksemi á Sandoynni í dag fevnir um virksemi, sum er á lívfiskastøðini í Skopun og tað virksemi, sum P/F Fútaklettur hevur á Sandsvág.

Løgtingið stuðlar lívfiskaarbeiðnum gjøgnum almenna partafelagið Fiskaaling, og ein av høvuðsuppgávunum hjá landsstýrismanninum í hesum sambandi er at áseta karmar fyri hesum virksemi, og er hetta m.a. gjørt við, at Sandoyggin er løgd av til lívfiskavirksemi. Tær meira ítøkiligu ætlanirnar um, hvussu lívfiskaarbeiðið annars skal útinnast í verki, og hvussu og til hvørja tíð møguligar útbyggingar skulu gerast, eiga at verða gjørdar m.a. í samstarvi við vinnuna.

Hvat viðvíkur Sandoynni sum øki fyri framleiðslu av lívfiski kann sigast, at sjúkustøðan í alivinnuni í dag vísir, at tørvur er á, at framleiðsla av lívfiski fer fram á einum øki, har onnur aling ikki fer fram.

Landsdjóralæknin arbeiðir í løtuni við at orða kunngerð um almenn veteriner krøv til staðseting, innrætting og rakstur av m.a. lívfiskastøðum.

Kunngerðin kemur m.a. at snúgva seg um:

Vísandi til omanfyristandandi kann sigast, at ávíst arbeiði er í gongd, sum miðar eftir at savna lívfiskaarbeiðið í Sandoynni.

Sum nevnt omanfyri, eigur tað tó í stóran mun at vera vinnan sjálv, sum tekur sær av teimum meira ítøkiligu ætlanunum um møguligar útbyggingar innan lívfiskaarbeiði og gransking á Sandoynni.

Alivinnan hevur sum kunnugt í løtuni stórar sjúkutrupulleikar at dragast við, og hevur hetta samstundis við sær versnandi fíggjarligar umstøður fyri alivinnuna. Hetta viðførir aftur, at møguleikarnir hjá vinnuni at byggja út í løtuni eru avmarkaðir, og harundir eisini møguleikarnir fyri útbyggingum innan lívfiskaframleiðslu.

Ávísar ætlanir eru tó á P/F Fiskaaling um útbyggingar á støðini í Skopun, og koma hesar útbyggingar m.a. at snúgva seg um at leggja ein størri part av lívfiskavirkseminum hjá felagnum í Skopun.

Málið avgreitt.