Fyrispurningur um almanna- og heilsuskúlan

100-36 Fyrispurningur til landsstýrismannin í mentamálum viðvíkjandi almanna- og heilsuskúlanum

Orðaskifti

Ár 2003, týsdagin 4. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri?
  2. Nær kann væntast, at uppskúlingin av sjúkrahjálparum * og tann ordineri skúlin til heilsurøktaraútbúgvingina byrjar?

Viðmerkingar:

Ad 1
Á vári 2001 byrjaði almanna- og heilsuskúlin á Tvøroyri. Byrjað varð fyrst við uppskúling av heimahjálparum og síðani tí ordinera heilsuhjálparaútbúgvingini.

Sum fyribilsloysn vóru eini eldri hús sett í stand til skúla. Tann loysnin hevur ikki víst seg at verið tann besta, av tí at tað er sera trongligt á skúlanum, og sum skilst eru eingir møguleikar fyri útbygging og tíverri heldur eingin møguleiki fyri at fáa fleiri útbúgvingar inn á skúlan.

Sagt varð, tá skúlin byrjaði, at henda loysn var bert fyribils, og nýggjur skúli ella, ið hvussu so er, nýggj hølir skuldu finnast um 2 ár. Nú eru 2 ár liðin, og einki er hent. Ei heldur røkist fyri nakrari loysn. Hetta hóast verandi landsstýrismaðurin hevur sagt í einum svari til ein munnligan fyrispurning síðsta heyst, at hølistrupulleikarnir verða loystir.

Ad 2
Fyri meir enn 10 árum síðani byrjaði uppskúlingin av sjúkrahjálparum í Danmark, og í 2004 heldur uppskúlingin uppat. Í hesum tíðarskeiði hava tað verið uml. hálvt hundrað føroyingar í Danmark og fingið sær uppskúling til heilsurøktara.

Í august 1996 setti táverðandi landstýrismaður í mentamálum, Eilif Samuelsen, eina nevnd til at gera uppskot til lóg um almanna – og heilsuútbúgvingar á miðnámsstigi.

Nevndin kom við einum áliti í apríl 1997, sum í høvuðsheitum samsvaraði teimum donsku, men tillagað til føroysk viðurskifti.

Sum áður nevnt, er tann fyrsti parturin til heilsuútbúgvingarnar komin bæði sum uppskúling og tann vanliga útbúgvingin. Tað er at frøast um, at hetta hevur eydnast væl, sjálvt um praktikkvegleiðara útbúgvingin ikki er komin, men sum skilst kann væntast til heystar.

So er spurningurin, nær tann seinri parturin byrjar?

Uppskúlingin til heilsurøktara eftir tí donsku skipanini tekur eitt ár, meðan tann vanliga útbúgvingin tekur eitt ár og átta mánaðir, tvs. at útbúgvingin er longd við tveimum mánaðum, soleiðis at hon gevur atgongd til víðari útbúgving.

Av tí at fleiri av sjúkrahjálparunum hava verið í Danmark til uppskúling, er tørvurin nakað minkaður her, og kann tí væntast, at tað verða einans fýra - fimm hold.

Tað er stórur tørvur á tí vanligu útbúgvingini, tá havast skal í huga, at trýhundrað standa og mangla búpláss á røktarheimum, heimum fyri minnisveik og sambýlum. Harafturat er stórur tørvur á heilsurøktarum til sjúkrahúsverkið, sosial-og økispsykiatriina.

Sum vit jú øll vita, er tíverri ikki nokk av heimum til øll hesi eldru, sum í staðin mugu hava hjálp heima, og er tað eisini stórur tørvur á røktarfólkum í heiminum. Tó er okkurt nýtt sambýli komið og væntandi kemur eitt røktarheim í Norðstreymi fyrsta dagin. Sagt hevur verið í fleiri ár, at heimið er næstan klárt at byrja, og síðst nakað hoyrdist var, at byrjast skuldi um ársskiftið. Tað er av stórum týdningi, at byrjað verður beinavegin við at fyrireika útbúgvingarnar bæði av uppskúlingini og tí vanligu útbúgvingini soleiðis, at tá hølistrupulleikarnir eru loystir, verður eisini klárt at taka næmingar inn.

* (til uppskúlingina, har nevnt er sjúkrahjálparar, eru eisini røktarar (pleygarar) - røktarheimsassistentar og ítrivsvegleiðarar)

Á tingfundi 5. mars varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 27. mars 2003 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Skúlin hevur higartil, síðani mai 2001, útbúgvið 20 heilsuhjálparar og uppskúlað 40 heimahjálparar til heilsuhjálparar. Í løtuni eru 2. vanliga og 3. uppskúlingarholdið í gongd.

Sum spyrjarin vísir á, hava trupulleikar verið við hølisviðurskiftum skúlans. Upprunaliga var mett, at gomlu lærarahúsini við skúlan á Tvøroyri, sum kommunan hevði sett í stand, kundu nøkta hølistørvin til heilsuhjálparaútbúgvingina. Men skjótt var greitt, at ov trongt gjørdist. Skúlin hevur nú útvegað sær fleiri høli nærhendis gomlu lærarahúsunum. Tørvurin á hølum til verandi virksemi – heilsuhjálparaútbúgving og uppskúling av heimahjálparum – er nú rímiliga nøktandi.

Fyrisitingin í Mentamálaráðnum fer nú undir at kanna møguleikarnar fyri at útvega størri høli á Tvøroyri, so pláss verður fyri at víðka virksemið til eisini at fevna um røktaraútbúgvingina. Av tí, at so stórur tørvur er á bygging á øllum skúlaøkinum, er neyðugt at raðfesta. Mett verður ikki, at heilsurøktaraútbúgvingin skal bíða eftir nýggjum skúlabygningi. Tí verður roynt at finna hóskandi høli til endamálið, so byrjast kann í 2004.

Ein annar trupulleiki hevur verið at fáa starvsvenjingina – praktikkina – at virka nøktandi. Hetta lutvíst tí praktikkplássini eru avmarkað í mun til teir nógvu næmingarnar, ið skulu út, og lutvíst tí uppgávan er nýggj og tí krevur tillagingartíð, umframt vegleiðaraupplæring hjá praktikantmóttakarunum. Praktikkviðurskiftini hava tí verið onnur atvoldin til, at neyðugt hevur verið at steðga á við eisini at seta heilsurøktaraútbúgvingina í verk.

Upplæring av vegleiðarum fer í gongd komandi summar. 

Ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur verður ein av fyrstkomandi døgunum settur við umboðum fyri skúlan, røktina, Mentamálaráðið og avvarðandi fakfelag at fyrireika og koma við áliti um heilsurøktaraútbúgvingina. Arbeiðssetningurin verður

    1. at gera uppskot til kunngerð um almanna- og heilsuútbúgvingar við ásetingum um innihald, skipan o.a. fyri heilsurøktaraútbúgvingina
    2. at kortleggja læraratørvin
    3. at gera meting av rakstrarkostnaðinum
    4. at viðgera spurningin um skipan av starvsvenjing/praktikk, praktikkvegleiðing o.t.

Miðað verður eftir at byrja útbúgvingina í august/september 2004.

Málið avgreitt.