Fyrispurningur um Ytra Ringveg í Havn

100-39 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi Ytra Ringvegi í Havn

Orðaskifti

Ár 2003, fríggjadagin 14. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu stór er dagliga ferðslan til og úr Havnini eftir Hvítanesvegnum?
  2. Nær er ætlanin um Ytra Ringveg upprunaliga stungin út í kortið, og hvussu er hendan loysnin komin í lag?
  3. Heldur landsstýrismaðurin júst hesa loysnina vera ta bestu fyri landið og Havnina?
  4. Hevur landsstýrismaðurin gjørt nakrar útrokningar um kostnað av tunnilsgerð ístaðin fyri ætlaða ringvegin ella landsins part av Ytra Ringvegi?
  5. Um ikki, fer landsstýrismaðurin at taka stig til slíka kanning?
  6. Sær landsstýrismaðurin nakrar fyrimunir við tunli heldur enn vegi, tá hugsað verður um íløgu, viðlíkahald, trivnað og umhvørvi fyri verandi og komandi býlingar í hesum økinum?
  7. Fer landsstýrismaðurin at taka upp málið um Ytra Ringveg í Havn av nýggjum við kommunala myndugleikan við tí fyri eyga at endurskoða ætlanina?
  8. Ella er hetta strekkið partur av teirri endurskoðan av samferðslukervinum, sum landsverkfrøðingurin er farin undir, sum boðað varð frá í tinginum, og sum tí er orsøkin til, at verklagslógin ikki kom í hesi tingsetuni?

Viðmerkingar:
Í viðmerkingunum til § 6 í fíggjarlógini, har ein av postunum er nýggir landsvegir, stendur soleiðis: "Sum er fer ferðslan til og úr Tórshavn eftir Hvítanesvegnum gjøgnum Hoyvík. Orsakað av vaksandi fólkatalinum í høvuðsstaðnum, og vaksandi ferðsluni í samfelagnum sum heild, fer trýstið á hetta vegastrekkið, sum longu er mest trafikeraði landsvegur, væntandi at vaksa komandi árini. Fyri í størri mun at leiða ferðsluna uttanum bygt øki, verður nýggjur vegur gjørdur úr Sandvíkum gjøgnum Hoyvíkshagan til íbinding við Oyggjarvegin.

Verkætlanin verður framd í samstarvi við Tórshavnar kommunu, og verður landsins partur av samlaðu verkætlanini framdur í tveimum stigum. Fyrsta stig verður ætlandi frá Oyggjarvegnum til á leið Millum Gilja, og kommununnar partur verður víðari frá Millum Gilja til Sandvíkar. Henda verkætlanin ger tað møguligt at taka vegin í nýtslu í 2006-2007. Landið kann so, tá rúm er á íløguætlanini, fara undir næsta byggistig frá Millum Gilja til íbinding í landsvegin millum Havnina og Kollafjarðartunnilin. Tá verður alt vegastrekkið vanligur landsvegur, og kommunali parturin av upprunaligu verkætlanini verður tá ein vanlig kommunal íbinding í landsvegin.

Kostnaðurin av fyrsta stigi verður væntandi uml. 30-35 mió kr. Verður avgerð tikin um at fremja næsta byggistig eisini, verður kostnaðurin av hesum uml. 35-40 mió kr. Samlaði kostnaðurin av verkætlanini verður tá 65-70 mió kr."

Harafturat sigur landsstýrismaðurin í somu omanfyri nevndu viðmerkingum, at "játtaðar verða 1 mió kr. í ár, so farast kann undir verkætlanina í 2003, og at ætlanin er at leggja verklagslóg fyri tingið í hesi tingsetuni, har greitt verður frá verkætlanini."

Í flestu londum er stórt ferðslutrýst á høvuðsstaðirnar. Havnin er einki undantak í so máta. Tvørturímóti man trýstið á Havnina vera lutfalsliga størri í mun til støddina enn nógva aðrastaðni. Tað eru longu nógv ár síðan, at menn komu eftir, at tunnil man vera frægasta, munabesta og minst órógvandi loysnin til tess at leiða ferðslu gjøgnum býir. Hetta síggja vit allastaðni, og ikki er neyðugt at fara víða um fyri at sannføra okkum um, at so er. Framkomin tøkni og amboð hava gjørt tað munin lættari og helst eisini bíligari at bora tunlar, enn tað var fyri bara fáum árum síðani.

Hjá okkum hevur kjakið um tunnilsgerð mótvegis vegagerð umsíðir veruliga tikið seg upp. Í løtuni eru verkætlanir um tunnil millum Øravík og Hov og við Leirvík. Tó er henda seinna verkætlanin meira sambærlig við tað, hesin fyrispurningurin snýr seg um.

Tað er sera umráðandi, at íløgur landsins eru so væl umhugsaðar, sum yvirhøvur til ber. At vit í allari fyrireiking bera so í bandi, og at hesar, sum frá líður, gerast dygdargóðar bæði fíggjarliga, umhvørvisliga og trivnaðarliga. Tað er einki at taka seg aftur í, at serliga fyrsta byggistig av Ytra Ringvegi, sum landið við tað fyrsta skal fara undir, átti at verið kannað nærri. Tað at gera ein ringveg kring alla Havnina, skal hesin ganga eftir lendinum, er í sjálvum sær ivasamt, havandi í huga, hvussu lítið uppland er eftir kring høvuðsstaðin, og hvussu trongt tað er frá fjalli til fjøru sæð í mun til samlaðu ferðsluna.

Varð so stórur partur, sum til ber, lagdur í tunnil av teininum frá Oyggjarvegnum ella Marknagili til Millum Gilja og kanska til Sandvíkar við, hevði tað, eins og í Leirvík, spart okkum fyri at tikið av avmarkaða lendinum, og ferðslan í størri mun verið leidd uttan um bygt øki, sum endamálið jú er sambært viðmerkingunum í fíggjarlógini. Ferðslan hevði órógvað minni, viðlíkahald verið ódýrari, og vit høvdu sloppið undan kavarudding. Grótið úr tunlinum høvdu vit spart til ta rest, sum varð av vegagerð. Spurningurin er, um vit í longdini ikki høvdu vunnið inn aftur slíka íløgu, heldur enn at leggja nýggjan stóran landsveg so ovarlaga og so skemmandi fyri umhvørvið.

Tá spurningurin um fast samband um Skopunarfjørð var umrøddur í tinginum herfyri, segði landsstýrismaðurin, at landsverkfrøðingurin er farin at endurskoða alt samferðslukervið bæði á landi og undir sjónum.

Tá eingin verklagslóg fyri Ytra Ringveg kom í hesi tingsetuni, sum lovað varð í viðmerkingunum til fíggjarlógina, og einki frættist um hetta málið yvirhøvur, verða hesir spurningar settir. Kann vera, at orsøkin er hon, at henda verkætlan telist millum teirra, sum landsstýrismaðurin og landsverkfrøðingurin eru farnir at umhugsa av nýggjum.

Á tingfundi 17. mars 2003 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. apríl 2003 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar 

Til 1
Ársmiðalferðslan á Hvítanesvegnum var á teljistaðnum við Hoydalsá 7192 akfør um samdøgrið í 2001, sum sostatt er mest trafikeraði landsvegur í landinum. Ein partur av hesum akførum er lokal ferðsla í høvuðsstaðarøkinum. Ársmiðalferðslan í Kollafjarðartunlinum, sum so at siga einans er ferðsla til Havnar og úr Havn, var í 2001 4411 akfør um samdøgrið.

Til 2
Málið byrjar miðskeiðis í 80-árunum, tá ætlanin var at gera tunnil úr Kaldbaksbotni til Kollafjarðar, og høvuðsinnkomuvegurin til Tórshavnar fór at verða fluttur frá Oyggjarvegnum til Hvítanesvegin. Høvuðsferðslan skuldi sostatt oman gjøgnum Hoydalar, og hetta varð ikki mett at vera nøktandi í longdini. Tí gjørdi Landsverkfrøðingsstovnurin (LV) eitt uppskot um at gera ein nýggjan innkoyringarveg frá landsvegnum norðan fyri Hvítanes, gjøgnum Hoyvíkshagan og í Oyggjarvegin. Endamálið við verkætlanini var, at Kollafjarðartunnilin ikki skuldi broyta ferðslumynstrið fyri Havnina, í mun til støðuna, har ferðslan til Havnar og úr Havn var eftir Oyggjarvegnum. Í tí sambandi var í 1987 gjørd ein semja millum landstýrismannin, LV og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu um, at hesin vegur skuldi gerast fyri landskassans rokning alt eftir, hvussu fíggjarvánirnar fóru at verða. Um býráðið vildi medvirka fíggjarliga, kundi hetta skunda undir verkætlanina. Málið tikið uppaftur í 2001 og endurskoðað í samráð við Tórshavnar kommunu.

Til 3
Eftir drúgvar samráðingar við Tórshavnar kommunu er funnið fram til eina loysn, sum báðir partar halda vera góða, og er ikki funnið fram til nakra betri loysn, tá atlit verður tikið til funksjón, estetik, kostnað v.m. Ferðslan til Havnar og úr Havn, sum ikki skal heilt inn í býin, kann eftir hesi ætlan fara av og á vegin miðskeiðis á vegastrekkinum, og fólk frá býlingunum í Hoyvík og teimum komandi býlingunum í Hoyvíkshaganum, kunnu gera nyttu av innkomuvegnum.

Í mun til støðuna í dag, har øll ferðslan kemur inn til Havnina á einum vegi og í einum umhvørvi, sum ikki er egnað til so nógva og tunga ferðslu, er talan um eina munandi betri loysn.

Til 4
Neyvar útrokningar eru ikki gjørdar fyri tunnilsgerð, men roknast kann við, at hvør metur av tunli er 2½ til 3½ ferðir dýrari enn hvør metur av vegi. Ein tunnil skal tí vera munandi styttri enn ein vegur, áðrenn hetta verður ein bíligari loysn. Av tí, at einki uppskot er gjørt um, hvar ein slíkur tunnil kundi verið gjørdur, og hvussu langur hann hevði verið, ber ikki til at siga nágreiniliga, hvussu nógv dýrari tunnilsloysnin hevði verið í mun til vegaloysnina.

Til 5
Landsverkfrøðingsstovnurin ætlar ikki at kanna tunnilsloysnina nærri, tí bæði LV og Tórshavnar kommuna eru samd um, at ein vegur í hesum føri er ein bíligari og samanumtikið betri loysn. Sí eisini svarið til sp. 3.

Til 6
Rakstur og viðlíkahald er 2-3 ferðir størri fyri hvønn metur av tunli í mun til hvønn metur av vegi, og íløgukostnaðurin pr. metur er sum nevnt eisini størri. Bæði viðvíkjandi íløgu og viðlíkahaldi eru tað tí stórir fyrimunir við einum vegi, um hesin ikki er munandi longri enn ein tunnil. Í mun til trivnað er vegurin ein stórur fyrimunur fyri tann ferðandi, meðan tað kann vera ein ampi hjá fólki, sum býr ov nær. Hinvegin liggur ætlaði vegurin munandi longri burtur frá húsum, enn aðrir vegir í Havn við nógv størri ferðslu. Stórur partur av teininum er óbygt lendi, so har ber til at planleggja soleiðis, at ampin verður so lítil sum gjørligt. Í mun til umhvørvið kann ein vegur vera eitt misprýði fyri náttúruna, men um rætt verður atborið, kann hann lagast til landslagið og samvirka við tey náttúrugivnu viðurskiftini. Harumframt gevur ein vegur eisini atgongd til náttúruna.

Til 7
Sum nevnt, eru kommunan og landsmyndugleikarnir samdir um, at verandi loysn er ein góð loysn, og tí er ikki ætlanin at taka málið uppaftur.

Til 8
Vegateinurin er partur av endurskoðanini av landsferðslukervinum og inngongur sum partur av ætlanini.

Málið avgreitt.