Fyrispurningur um Hjálpartólamiðstøðina

100-40 Fyrispurningur til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, viðvíkjandi einfaldgering av virkseminum á Hjálpartólamiðstøðini

Orðaskifti

Ár 2003, fríggjadagin 14. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Andrias Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

Fer landsstýrismaðurin at skipa so fyri, at veitingar frá Hjálpartólamiðstøðini verða umskipaðar soleiðis, at øll smá hjálpartól verða løgd út til heimarøktina til útflýggjan uttan umsókn, og at sjónshjálpitólini á sama hátt verða løgd til blindastovnin?

Viðmerkingar
Sum nú er, umsitur Hjálpartólamiðstøðin øll hjálpartól í Føroyum, og hesi verða útflýggjað eftir umsókn og læknaváttan og ofta eftir langari bíðitíð. Nógv av hesum hjálpartólum eru vanlig arbeiðsamboð hjá heimarøktini. Heimarøktin er væl skipað kring alt landið, býtt upp í seks økir við leiðandi starvsfólki í hvørjum øki og vælkvalifiseraðum sjúkrasystrum og heimahjálpum á øllum økjum. Hesar duga væl at meta um tørvin á hjálpartólum, og undirritaði veit ikki um, at umsóknir um smá hjálpartól verða noktaðar.

Tí metir undirritaði, at skipanin er óneyðuga bureaukratiskt uppbygd og lítið vinarlig mótvegis brúkarunum og heimarøktini. Tí er spurningurin, um ikki skilabest er, at landsstýrismaðurin letur hvørt øki sær í heimarøktini umsita smáu hjálpartólini og meta hesi sum neyðug vanlig arbeiðstól hjá skipanini og brúkarunum. Við hesi skipan fær Hjálpartólamiðstøðin orku til at taka sær av tí veruliga hjálpartólaøkinum og taka sær av støðutakan til umbygging, avlamisbil og meira kostnaðarmikil hjálpartól, har tað veruliga stendst kostnaður av.

Blindastovnurin verður mettur mest kompetentur til umsiting av hjálpartólum, sum hava við blind og sjónveik at gera, og tí er rættast at leggja hesi hjálpartól undir hendan stovn.

Kostnaðurin av hesi skipan verður ikki størri enn núverandi skipan, og fyrimunirnir fyri brúkararnar og heimarøktina verða eyðsýndir.

Á tingfundi 17. mars 2003 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 1. mai 2003 svaraði Páll á Reynatúgvu fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Almannamálaráðið kannar í løtuni bygnaðin á HTM fyri at staðfesta, hvar broytingar skulu gerast fyri at bøta um tænastustøðið á stovninum.

Landsstýrismaðurin fer, við støði í uppleggi frá starvsfólkinum á HTM og álitinum "Hjálpartólaveiting, trupuleikar og loysnir", at arbeiða fyri, at hjálpartólatænastan verður betra munandi í framtíðini.

Játtanarheimildin at útflýggja hjálpartól uttan umsókn
Játtanarheimildin til hjálpartól liggur í dag á Almannastovuni. Men sambært § 33, stk. 4 í forsorgarlógini verður staðfest, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at avgerðir eftir § 18 í forsorgarlógini kunnu takast av øðrum myndugleikum enn teimum, sum í dag taka avgerðir.

("Landsstyret kan fastsætte regler om, at afgørelser om hjælp efter § 18 træffes af andre myndigheder end de i stk. 1-3 nævnte).

T.v.s., at landsstýrismaðurin kann við kunngerð leggja játtanarheimildina til hjálpartól til annan myndugleika enn Almannastovuna t.d. Heimarøktina og Blindastovnin.

Landsstýrismaðurin er sinnaður at hyggja nærri upp á henda spurning við tí fyri eyga, at útflýggjanin av hjálpartólum gerst betri og meiri brúkaravinarlig. Endalig avgerð verður tikin í næstum um hesar møguleikar.

Landsstýrismaðurin í almannamálum arbeiðir somuleiðis við at seta á stovn økisterapitænastu í landinum. Ætlanin var upprunaliga at gera eina royndarskipan við økisterapi í einum avmarkaðum øki í landinum, men henda avgerð er nú broytt. Økisterapiin skal setast á stovn sum ein varandi skipan við virknaði í øllum landinum samstundis. Fyrstu økisterapeutarnir kunnu tí vónandi fara til verka í summar.

Økisterapiin skal skipast undir Heimarøktini og økisterapeutarnir skulu arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkini í Heimarøktini.

Ætlanin er eisini, at økisterapeutarnir skulu hava eina avmarkaða goymslu av smáhjálpartólum til nýtslu uttan tunga málsviðgerð. Á henda hátt vóna vit at bøta um mannagongdina, tá ið hjálpartól skulu útflýggjast heimabúgvandi brúkarum.

Fundur hevur verið millum Heimarøktina og Almannamálaráðið, har hesi viðurskifti vóru viðgjørd. Semja var um, at økisterapeutarnir skulu hava sæti á økisskrivstovunum hjá Heimarøktini kring landið, og at Heimarøktin arbeiddi víðari við teimum ítøkiligu viðurskiftunum, sum skulu til fyri at skipa eina økisterapi.

Málið avgreitt.