Fyrispurningur um hjálp til irakiska fólkið

100-41 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi hjálp til irakiska fólkið

Orðaskifti

Ár 2003, fríggjadagin 21. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

Kann løgmaður taka stig til at kanna á hvønn hátt, føroyingar best kunnu hjálpa irakiska fólkinum, nú kríggið har er byrjað, og serliga á hvønn hátt vit kunnu hjálpa teimum líðandi, tá kríggið vónandi skjótt fær ein enda.

Viðmerkingar
Vit vita øll, at í einum kríggi verða tað mong ósek menniskju, ið koma at líða, og mangan tykist tað sum, at long tíð gongur, til tann lovaða hjálpin kemur vegin fram. Tað síggja vit best eftir kríggið í Afganistan, har mong menniskju enn mangla so at siga alt, ið hugsast kann.

Skulu vit verða við til at hjálpa irakiska fólkinum, tað veri seg við pengum, mati ella á annan hátt, so er neyðugt, at onkur tekur stig til at finna besta háttin at veita hjálp uppá.

Løgmansskrivstovan hevur møguleika gjøgnum sítt samskifti bæði innan- og uttanlands at finna og vísa á tann besta og skjótasta háttin, vit kunnu hjálpa irakiska fólkinum uppá.

Vónandi kann løgmaður svara hesum fyrispurningi sum skjótast.

Á tingfundi mánadagin 24. mars 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 9. apríl svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Eins og aftaná kríggið í Afganistan, meti eg tað vera rætt, at Føroyar veita irakiska fólkinum hjálp, nú kríggj herjar í landinum. Føroyar lótu 2,8 milliónir krónur til World Food Programme, sum er stovnur undir ST, til bráðfeingis hjálp í Afganistan aftan á kríggið. Av hesum pengum vóru 100.000 krónur tiknar av játtanini til menningarhjálp, og 2,7 milliónir krónur vóru eykajáttan úr Løgtinginum.

Av játtanini til menningarhjálp í ár upp á 300.000 krónur eru 50.000 krónur brúktar. Um undirtøka fæst fyri tí í Løgtinginum, eri eg sinnaður til at nýta sama leist, sum varð nýttur til hjálp til afganska fólkið. Uttan mun til upphædd eiga Føroyar at rætta irakiska fólkinum eina hjálpandi hond. Løgmansskrivstovan kannar í løtuni, hvussu hetta best kann gerast.

Málið avgreitt.