Fyrispurningur um útreiðslubýti land-kommunur

100-42 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi útreiðslubýtinum millum land og kommunur

Orðaskifti

Ár 2003, fríggjadagin 4. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Kann landsstýrismaðurin vátta fyri tinginum, at landsstýrið í framtíðini ikki fer at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot, har álagt verður føroysku kommununum útreiðslur, sum tær onga ávirkan hava á, eftir at kommunurnar hava gjørt fíggjarætlan fyri árið, sum útreiðslurnar eru galdandi fyri ?
  2. Kann landsstýrismaðurin vátta fyri tinginum, at landsstýrið í framtíðini ikki fer at leggja fyri Løgtingið uppskot, har álagt verður føroysku kommununum fleiri útreiðslur, uttan so at hetta verður gjørt í neyvum samstarvi við kommunurnar ?
  3. Kann landsstýrismaðurin vátta fyri tinginum, at landsstýrið í framtíðini ikki fer at at leggja fyri øgtingið uppskot, har álagt verður føroysku kommununum fleiri útreiðslur, uttan so at skattalykilin samstundis verður broyttur, so fíggjarliga býtið millum land og kommunur verður greitt saman við ábyrgdini ?
  4. Hvussu langt er landsstýrið komið við tíðarætlanini fyri staðfesting og raðfesting av uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur, sum boðað varð frá í ólavsøkurøðu løgmans í 2002 ?

Viðmerkingar:
Hóast landsstýrið í fleiri ár hevur ført fram, at greiður skilnaður skal vera millum land og kommunur, kemur landsstýrið áhaldandi í Løgtingið við uppskotum, sum ávirka fíggjarstøðuna hjá kommununum skeiva vegin. Ofta verða hesi tiltøk sett í verk, eftir at kommunurnar hava lagt eina fíggjarætlan fyri árið, sum tiltøkini eru galdandi fyri.

Hetta er ein framferðarháttur, sum eingin kommuna við ábyrgd kann góðtaka.

Sum dømi um útreiðslur, ið kommunurnar onga ávirkan hava á, kunnu nevnast:

Í ólavsøkurøðu løgmans í 2002 varð millum annað sagt, at Løgmálaráðið fór at leggja stóra orku í at fremja eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, og hetta skuldi gerast í neyvum samstarvi við kommunurnar. Ein tíðarætlan fyri hetta arbeiðið skuldi gerast á heysti 2002.

Í somu ólavsøkurøðu varð eisini sagt, at skjótast gjørligt skuldi farast undir at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Leisturin skuldi vera at gera eina "rammulóg" við minstukrøvum, og samstundis skuldi skattalykilin broytast, so fíggjarliga býtið varð greitt saman við ábyrgdini.

Grundað á hesar viðmerkingar verður fyrispurningurin settur.

Á tingfundi 8. apríl 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 29. apríl 2003 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Í viðmerkingunum til fyrispurningin nevnir spyrjarin fleiri dømi, har Løgtingið eftir uppskoti frá landsstýrinum hevur broytt lógir, sum hava ávirkan á kommunurnar, eftir at kommunurnar hava gjørt sínar fíggjarætlanir.

Slíkt er helst komið fyri í øllum valskeiðum og er altíð óheppið. Grundgevingarnar kunnu vera sera ymsar, og í teimum ítøkiligu málunum kann verða spurt nærri eftir grundgevingum, fíggjarligum avleiðingum o.ø.

Landsstýrismaðurin kann sjálvsagt ikki vátta fyri tinginum, at undantøk ikki fara at koma fyri frameftir, tí tað er sjálvsagt Løgtingið, sum er lóggevandi myndugleiki. Politiskar avtalur millum flokkar, uttanhýsis umstøður o.a. kunnu gera, at ætlaðar meginreglur ikki verða fylgdar.

Ein orsøkin til, at slík mál koma fyri, er eftir mínum tykki, at tað greiða uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur enn ikki er framt í verki. Á teimum økjum, har bæði landsmyndugleikarnir og kommnurnar umsita, er størsti vandi fyri, at ósemjur og ógreiður kunnu stinga seg upp.

Endamálið er tí at fremja eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti og hava greiðar reglur fyri, hvussu farið verður fram millum land og kommunur.

Greiðar meginreglur – eitt framstig
Eg kann tí vátta fyri tinginum, at arbeitt verður áhaldandi við at fremja hetta, og at stig eru tikin, har kommununurnar eru við frá byrjan í tilrættisleggingini av lógarbroytingum.

Landsstýrið hevur herfyri samtykt at brúka ávísan leist í sambandi við, at øki verða løgd út til kommunurnar. Hesin leistur fevnir um tríggjar meginreglur.

Endamálið við hesum meginreglum er, at tær skulu vera grundarlagið undir tí framhaldandi arbeiðinum at fáa eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur. Mælt verður til, at land og kommunur í felag ráðleggja og raðfesta, hvussu viðurskiftini teirra millum verða skipað við tí í huga, at loysnirnar eru so einfaldar og gjøgnumskygdar sum gjørligt. Tað merkir eisini, at kommunurnar verða tiknar við upp á ráð frá byrjan, tá ið arbeitt verður við lóggávu, ið viðvíkur kommununum.

Meginreglur

  1. Fíggjarliga ábyrgdin skal fylgja avgerðarrættinum

  2. Hetta merkir, at er ein uppgáva kommunal, so skal kommunan fíggja uppgávuna; men er hon landsuppgáva, so skal landið fíggja. Hetta hevur við sær, at bara tey, ið taka avgerðir, kunnu áleggja sær sjálvum fíggjarligu ábyrgdina av avgerðunum. Tryggjast skal, at tey, ið hava ábyrgdina, ikki kunnu sleppa sær undan við onki at gera, ei heldur at leggja útreiðslur á onnur við at lata standa til.
     
  3. Uppgávurnar verða loystar, so tær eru fullgóðar samfelagsbúskaparliga, men so nær borgarunum, sum til ber

  4. Hetta merkir, at burðardyggar loysnir skulu finnast so nær borgarunum, sum til ber. Hetta merkir eisini, at neyðugt er at nýta ta tíð, ið er neyðug fyri at finna tær bestu loysnirnar.
     
  5. Uppgávur, ið verða lagdar til kommunurnar, skulu kommunurnar vera førar fyri at røkja sjálvstøðugt ella í samstarvi við aðrar í nærøkinum, og tað skal bera til at laga uppgávurnar til tann staðbundna tørvin

  6. Hetta merkir, at tað skulu vera uppgávur, ið eru egnaðar at leggja til kommunurnar, tað veri seg um kommunurnar loysa tær sjálvstøðugar, ella tær loysa tær í samstarvi við aðrar kommunur í nærøkinum. Samstundis merkir hetta eisini, at kommunurnar skulu hava rúm innan fyri teir karmar, sum verða ásettir at tillaga uppgávurnar, sum teimum tykir best fyri teirra borgarar.

At enda verður spurt, hvussu langt landsstýrið er komið við tíðarætlanini fyri staðfesting og raðfesting av uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur, sum boðað varð frá í ólavsøkurøðu løgmans í 2002.

Til hetta er at siga, at heldur enn at gera eina fullfíggjaða tíðarætlan fyri raðfestingina av uppgávu- og ábyrgdarbýtinum, er ætlanin, at eldraøkið skal verða fyrsta økið, sum verður lagt til kommunurnar eftir hesum nýggja leisti. Hetta er eitt stórt øki, sum fer at krevja samstarv millum kommunur, uppbygging av fíggjarligum og fyristingarligum amboðum, avtalu um býti í skattalyklinum og eina útjavningarskipan.

Royndirnar av at leggja eldraøkið út fara eftir mínum tykki at geva okkum eitt heilt nýtt grundarlag, har tað verður munandi lættari at viðgera onnur økir. Tí við eldraøkinum verða praktiskar skipanir bygdar upp, sum kunnu nýtast til at viðgera onnur øki, ið kunnu leggjast til ábyrgd kommunanna.

Arbeiðið verður framt við einum embætismannabólki, har bæði kommunufeløgini eru umboðað, og við einum politiskum stýrisbólki, har avvarðandi landsstýrismenn og formenninir í Kommunusamskipan Føroya og í Føroya Kommunufelag sita.

Arbeiðið er farið í gongd, og fyrstu fundirnir hava verið. Ætlanin er, at tær royndir, sum gjørdar verða í sambandi við hetta arbeiðið, skulu verða grundarlag undir framhaldandi arbeiðinum við uppgávu- og ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur.

Umframt hetta verður nú farið undir arbeiðið við fíggjarskipanum hjá kommununum. Fyri at leggja ein størri part av uppgávum og harvið landsbúskapinum til kommunurnar, er ein grundleggjandi fyritreyt, at roknskaparverkið - bæði tann formligi, fyriskipanarligi og tøkniligi parturin - er minst á sama støði, sum rokskaparverk landsins so skjótt, sum til ber.

Tørvur er á, at eintýddar reglur verða ásettar fyri kommunurnar, hetta bæði fyri at tryggja gjøgnumskygni og samanberingargrundarlag millum kommunurnar. Harumframt hevur landið eisini tørv á at fáa neyv og álítandi tøl viðvíkjandi kommunala geiranum.

Eyðsýnt er eisini, at tørvurin á eini útjavningarskipan gerst alt størri jú fleiri økir verða løgd til kommunurnar at umsita og harvið eisini at fíggja. Tað er alneyðugt at hava eina eintýdda og rætta skráseting av fíggjarviðurskiftunum hjá kommunum sum grundarlag undir einhvørjari útjavningarskipan.

Arbeiðið við eini útjavningarskipan millum kommunurnar verður eisini byrjað í ár.

Málið avgreitt.