Fyrispurningur um bussleið Sandoy

100-45 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, um sparingar á bussleiðini 600 og 601 í Sandoynni og 101 Tórshavn- Gamla Rætt

Orðaskifti

Ár 2003, týsdagin 8. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Kann landsstýrismaðurin forða fyri, at hetta stóra afturstigið á samferðsluøkinum fyri Sandoynna verður sett í verk?

Viðmerkingar
Mín greiða fatan er, at har sund og firðir skilja økir, er neyðugt, at tænastan á samferðsluøkinum er á hægsta støði. Uppskotið til ferðaætlan ber ikki bráð av hægri støði, men av at sparingarnar á fíggjarlógini koma til sjóndar sum versnandi ferðasamband. Í samgonguskjalinum stendur undir økismenning: "Miðað verður ímóti, at allir borgarar landsins fáa nøktandi tænastustig innan vinnu, telesamskifti, samferðslu, heilsu-, almanna- og menta- og skúlamál." 

  1. Verður fyriliggjandi uppskot til ferðaætlan samtykt, fer tað at fáa álvarsligar avleiðingar fyri Sandoynna og Skúvoynna. Uppskotið inniber ein niðurskurð, ið svarar til 20 túrar á leiðini millum Gomlu Rætt til Havnar og umleið 10 túrar í bussleiðini á Sanoynni um vikuna.
  2. Umframt sparingar, framgongur eisini av uppskotinum til ferðaætlan, at sambandið millum bussar og bátar er burtur í fleiri førum. Hetta ger tað ómøguligt hjá fólki í Sandoynni og Skúvoynni at ferðast til og frá. Vert er her at leggja sær í geyma, at Gamla Rætt liggur í óbygdum øki.
  3. Uppskotið til ferðaætlan ger tað nærum ómøguligt at taka lut í t.d. ítróttarkappingum um summarið. Børn, ið fara til Havnar tíðliga á morgni at kappast, sleppa ikki aftur á Gomlu Rætt fyrr enn í fyrsta lagi kl. 16.40. Í vikuskiftinum, tá ið kappingarnar fara fram, eru 4 túrar tiknir burtur.
  4. Eisini mugu fólk í Sandoyar sýslu kunna taka lut í teimum mentanartiltøkum, ið fara fram í høvuðsstaðnum. Sum er liggur sera illa fyri, og verður fyriliggjandi uppskot samtykt, fer als ikki at bera til.

Á tingfundi 24. apríl 2003 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

Orsøkin til, at Strandfaraskip Landsins hava gjørt sparingar á Bygdaleiðum yvir alt landið, er, sum øllum kunnugt, at SL hava fingið álagt at spara pening á fíggjarætlanini 2003. Neyðugt hevur tí verið m.a. at hugt eftir, hvar bussarnir koyra við lágum nýtslukapasiteti. Hædd hevur eisini verið tikin fyri, hvussu nógvir íbúgvar eru á teimum økjum og tørvin hjá tí einstaka, har sparingar hava verið framdar, og mett hevur verið í hvørjum einstøkum føri um, hvørjir aðrir túrar eru á leiðini, sum tey ferðandi kunnu nýta.

 Í Sandoynni er túratalið skorið niður við uml. 3 %. Túrarnir, sum eru skornir burtur á leið 600 (Skálavík - Skopun - Skálavík) og 601 (Dalur - Skopun - Dalur), eru skornir burtur út frá teimum hagtølum Strandfaraskip Landsins hava.  

Á leið 600 er síðsti túrur fríggjakvøld og sunnukvøld um summarið tikin burtur. Orsøkin til, at hesin túrur er tikin burtur, er, at hagtølini vísa, at í miðal ferðast minni enn 1 fólk við hesum túri. 

Á leið 601 er túrurin kl. 07.05 í vikuskiftunum broyttur til bert at vera um summarið, og túrurin úr Dali kl. 19.05 fríggjadag og sunnudag er tikin burtur. Orsøkin til, at hesir túrar eru tiknir burtur, er, at hagtølini vísa, at í miðal ferðast væl minni enn 1 fólk við hesum túrum (kl. 19.05 eru í miðal 0,1 fólk við á túrinum). 

Á leið 101 (Tórshavn - Gamlarætt (Kirkjubø) - Tórshavn) er túratalið skorið niður við uml. 20 %.

Hagtølini hjá Strandfaraskipum Landsins vísa, at á hesum túrum eru í miðal millum 2 og 5 fólk við. Strandfaraskip Landsins meta, at av tí at sambandið til og frá Gomlurætt er so gott aðrar tíðir á degnum, at tá átti einki at verið til hindurs fyri, at fólk valdu sær ein annan túr.

Sparingin á leið 101 verður mett at vera umleið ½ mió kr árliga. Ein tilkalliskipan ein túr hvønn dag í viku alt árið verður leysliga mett at kosta einar 100.000 kr.

Undirritaði hevur biðið SL kanna, hvussu ein slík skipan kann setast í verk í staðin fyri niðurløgdu túrarnar.

Málið avgreitt.