Eykajáttan mars 2003-2

 

1-8  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2003-2

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi   

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri mars 2003-2

Innihald

Almennar viðmerkingar *

Høvuðsyvirlit *

§6.Vinnumál *

6.37.2. Ymiskur studningur *
6.37.2.02. Vinnuframagrunnurin *

6.38.2. Samferðsla *
6.38.2.02. Strandfaraskip landsins (Løgujáttan) *

§7. Útbúgving og gransking *

7.23.2. Fólkaskúlin v.m. *
7.23.2.05. Eftirskúli (Løgujáttan) *

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar *
7.23.3.06. Miðnámsskúlin í Suðuroy (Løgujáttan) *

7.24.3. Mentanararvur *
7.24.3.02. Bókasøvn (Løgujáttan) *

§ 9. Oljumál *

9.32.2. Jarðfrøði o.a. *
9.32.2.01. Jarðfrøðisavnið (Rakstrarjáttan) *

§ 11. Familju- og heilsumál *

11.11.1. Fyrisiting *
11.11.1.24. Familju- og heilsumálaráðið (Rakstrarjáttan) *
11.11.1.38. Familjuøki *

11.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m. *
11.20.3.08. Landssjúkrahúsið, útbygging (Løgujáttan) *
11.20.3.15. Suðuroyar sjúkrahús (Rakstrarjáttan) *
11.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan) *

20. Inntøkur *

20.52.1. Skattainntøkur *
20.52.1.01. Vanligur landsskattur *

20.52.3. Ymsar inntøkur *
20.52.3.01. Útluting frá Fíggingargrunninum frá 1992 *

Almennar viðmerkingar 

Hjálagt er fyrsta eykajáttanaruppskot frá landsstýrinum, sum lagt verður fyri Løgtingið fyri fíggjarárið 2003. Samlaði kostnaðurin av hesum uppskoti er 49,8 mió kr.

Eykajáttanirnar kunnu eisini greinast soleiðis:

Íalt …………………………………………. 49.800 tús. kr.

Í sambandi við avtøku av Vinnuframagrunninum verður ogn grunsins upp á 51 mió kr. tilførd landskassanum. Hetta verður roknskaparliga gjørt yvir fíggjarstøðu landsins.

Samlaða úrslitið fyri landskassan verður sostatt eitt avlop á 1,2 mió kr. 

Niðanfyri er útgreining av eykajáttanarumbønunum:

Á § 6 verður biðið um 4,2 mió kr. til Vinnuframagrunnin, sum skal nýtast til at rinda skyldugan stuðul, sum landið yvirtekur í sambandi við avtøkuna av grunninum. Eisini verður fyri Strandfaraskip landsins biðið um heimild til at selja Ternuna I fyri mettar 0,3 mió kr. í sambandi við niðurleggingina av skálafjarðarleiðini.

Á § 7 verður biðið um 2,5 mió kr. til bygging av Eftirskúla til ung menningartarnað. Mælt verður til, at hetta verður fíggjað við at lækka játtanina til Miðnámsskúlan í Suðuroy við 2 mió kr. og játtanina til Bókasøvn við 0,5 mió kr., tí byggingin av miðnámsskúla og meginbókasavni í Suðuroy dregur nakað út.

Á § 9 verður biðið um 5,1 mió kr. til Jarðfrøðisavnið til at gera jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við landgrunskrøv sambært havrættarsáttmálanum.

Á § 11 verður biðið um 0,7 mió kr. Familju- og heilsumálaráðið til at gera trivnaðarkanningar, sum verða fíggjaðar við, at játtanin til Familjuøki verður lækkað við 0,7 mió kr. Til Suðuroyar sjúkrahús verður biðið um 50 tús. kr. at gjalda útlendskum serlækna í ortopædi at koma til Føroya at skurðviðgera 8 sjúklingar. Hetta verður fíggjað við, at játtanin til Serviðgerð uttanlands verður lækkað við 50 tús. kr. Til Landssjúkrahúsið, útbygging, verður biðið um 13,3 mió kr., so arbeiðið ikki steðgar upp, men verður gjørt liðugt í summar. Fyri Serviðgerð uttanlands verður harumframt biðið um heimild til, at játtanin eisini fevnir um at keypa tænastur frá útlandinum fyri serligar viðgerðir soleiðis, at til ber at viðgera sjúklingarnar í Føroyum, ístaðin fyri at senda sjúklingarnar uttanlands, um hetta hevur við sær sparingar í sjúkrahúsverkinum.

Á § 20 verður biðið um, at játtanin til Vanligan landsskatt verður lækkað við 52 mió kr. í sambandi við, at uppskot til skattalætta er lagt fyri Løgtingið. Eisini verður biðið um, at játtanin til Útluting frá Fíggingargrunninum verður hækkað við 24,5 mió kr. í sambandi við, at Føroya Banki hevur almannakunngjørt roknskapin fyri 2002.

Høvuðsyvirlit

§6.Vinnumál

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

4.200

4.200

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-300

-

300

 

Handil og vinna annars

4.200

-

6.37.2. Ymiskur studningur

4.200

-

Samferðsla og samskifti

-

300

6.38.2. Samferðsla

-

30

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

6.37.2. Ymiskur studningur

6.37.2.02. Vinnuframagrunnurin

J

7.852

-

EYJ

4.200

-

6.38.2. Samferðsla

6.38.2.02. Strandfaraskip landsins (Løgujáttan)

J

107.000

-

EYJ

-

300

Viðmerkingar

6.37.2. Ymiskur studningur

6.37.2.02. Vinnuframagrunnurin

Søkt verður um eina eykajáttan upp á 4,2 mió kr. til Vinnuframagrunnin.

Vinnuframagrunnurin verður eftir ætlan avtikin sum grunnur við lóg. Virksemi grunsins er í staðin tikið við á fíggjarløgtingslógini fyri 2003. At Vinnuframagrunnurin verður avtikin sum eksternur grunnur merkir, at landskassin yvirtekur ogn, skuld og eventualskyldur grunsins pr. 31. desember 2002. Ogn grunsins upp á umleið 51 mió kr. verður tilført landskassanum í hesum sambandi (stovnsfæ umleið 43 mió kr.). Av hesum er tøkur peningur umleið 46 mió kr. og bygningur umleið 5 mió kr. Skuld grunsins við árskiftið fevnir um skyldugan stuðul upp á umleið 4,2 mió kr. Eginognin var sostatt umleið 47 mió kr. um ársskiftið.

Játtanin til virksemi grunsins á fíggjarlógini á høvuðskontu 6.37.2.02. Vinnuframagrunnurin er 7,9 mió kr., sum er ætlað til ávís endamál í ár sambært viðmerkingunum á fíggjarlógini. Av tí at landskassin er rættarliga bundin til at gjalda áður játtaðan stuðul og til verkætlanir hjá tí almenna, sum eru settar í verk, er ongin peningur tøkur til privat vinnuframaendamál í ár, uttan so at eykajáttan verður veitt til høvuðskontuna.

Sum tilskilað, verður ogn grunsins upp á 51 mió kr. tilførd landskassanum. Hetta verður roknskaparliga gjørt yvir fíggjarstøðu landsins. Hetta merkir ein stóran nettovinning fyri landskassan.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslur

7.852

4.200

12.052

01. Stuðul

     
       

Útreiðslur

7.852

4.200

12.052

53. Stuðul til vinnu

4.552

2.200

6.752

71. Innanh. flyt. millum almennar stovn.

3.300

2.000

5.300

 6.38.2. Samferðsla

6.38.2.02. Strandfaraskip landsins (Løgujáttan)

Skálafjarðaleiðin er júst niðurløgd, og røkir Ternan I, sum er umleið 42 ára gomul, ikki longur nakra farleið hjá Strandfaraskipum Landsins. Mælt verður tí til at selja skipið sum skjótast. Um heimild fæst fyri søluni verður skipið boðið alment út til sølu og selt til hægstbjóðandi. Tá skrivað verður í ætlanarsundurgreiningini, at skipið verður selt fyri 300 tús. kr., er hetta bert ein leyslig meting, tí ilt er at siga, hvat fæst fyri skipið.

So leingi landið eigur skipið, skal SL gjalda havnagjald og hava eitt ávíst eftirlit við skipinum, sum eisini kostar pening. Virðið á skipinum lækkar fyri hvønn dag, sum gongur. Samanumtikið kann roknast við, at landskassin stendur seg best við at selja skipið beinanvegin.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

107.000

-

107.000

Inntøkujattan

-

300

300

03. Suðuroyarskip

     
       

Útreiðslur

107.000

-

107.000

31. Bygging og løguframleiðsla

107.000

-

107.000

       

10. Ternan I

     
       

Inntøkur

-

300

300

42. Søla av løgu o.ø.

-

300

300

       

 

§7. Útbúgving og gransking 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-

-

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Útbúgving og gransking

500

-

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.

2.500

-

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar

-2.000

-

Mentan

-500

-

7.24.3. Mentanaravur

-500

-

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.

7.23.2.05. Eftirskúli (Løgujáttan)

J

800

-

EYJ

2.500

-

7.23.3. Miðnámsútbúgvingar

7.23.3.06. Miðnámsskúlin í Suðuroy (Løgujáttan)

J

9.700

-

EYJ

-2.000

-

7.24.3. Mentanararvur

7.24.3.02. Bókasøvn (Løgujáttan)

J

2.000

-

EYJ

-500

-

Viðmerkingar

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.

7.23.2.05. Eftirskúli (Løgujáttan)

Játtanin verður hækkað við 2,5 mió kr. til bygging av einum eftirskúla til ung menningartarnað.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

800

2.500

3.300

10. Eftirskúli

     
       

Útreiðslur

800

2.500

3.300

31. Bygging og løguframleiðsla

800

2.500

3.300

       

 7.23.3. Miðnámsútbúgvingar

7.23.3.06. Miðnámsskúlin í Suðuroy (Løgujáttan)

Tað dregur nakað út við byggingini av nýggjum miðnámsskúla í Suðuroy, tí verður játtanin lækkað við 2 mió kr.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

9.700

-2.000

7.700

10. Míðnamsskúlin í Suðuroy

     
       

Útreiðslur

9.700

-2.000

7.700

31. Bygging og løguframleiðsla

9.700

-2.000

7.700

       

7.24.3. Mentanararvur

7.24.3.02. Bókasøvn (Løgujáttan)

Av tí at tað dregur út við byggingini av nýggjum miðnámsskúla í Suðuroy, verður ikki øll avsetta játtanin nýtt í ár til meginbókasavn. Játtanin er tí lækkað við 500 tús. kr.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

2.000

-500

1.500

10. Bókasøvn

     
       

Útreiðslur

2.000

-500

1.500

31. Bygging og løguframleiðsla

2.000

-500

1.500

       

§ 9. Oljumál 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

5.100

5.100

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

Ráevnisvinna

5.100

-

9.32.2. Jarðfrøði o.a.

5.100

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

9.32.2. Jarðfrøði o.a.

9.32.2.01. Jarðfrøðisavnið (Rakstrarjáttan)

J

7.570

-

EYJ

5.100

-

Viðmerkingar

9.32.2. Jarðfrøði o.a.

9.32.2.01. Jarðfrøðisavnið (Rakstrarjáttan)

Undirkonta 9.32.2.01.22. Vísindaligar kanningar

Tá henda kontan varð sett á fíggjarlógina fyri nøkrum árum síðani, vórðu serliga 3 grundir nevndar. Tann týdningarmesta av hesum var „Botnkanningar við beinleiðis atliti at møguligum krøvum um havbotnsrættindi uttan fyri 200 fjórðingamarkið".

Danmark fer í næstum at staðfesta ST havrættarsáttmálan frá 1982, og løgmaður mælir Løgtinginum til, at sáttmálin eisini verður galdandi fyri Føroyar. Tí verður nú neyðugt at fáa til vega próvgrundir, ið stuðla undir føroysku landgrunskrøvini. Umframt Hatton-Rockall økið í ein útsynning kann gerast talan um at krevja landgrunsøki uttan fyri 200 fjórðingamarkið norðan fyri Føroyar.

Á donsku fíggjarlógini fyri 2003 eru góðar 20 mió kr. settar av til jarðfrøðiligar kanningar, sum mugu gerast nú havrættarsáttmálin verður staðfestur. Upphæddin skal býtast nøkulunda javnt millum Føroyar og Grønland, sum eisini kann krevja landgrunn uttan fyri 200 fjórðingar.

Landsstýrið ætlar, at føroyskir myndugleikar fíggja helvtina av kanningunum, sum hava við føroysku krøvini at gera, og at føroyskir myndugleikar hava munandi ávirkan á tað arbeiðið, sum skal gerast í sambandi við landgrunskrøvini. Í ár verður føroyski parturin góðar 5 mió kr., og tilsamans verður roknað við, at føroyski parturin verður einar 15-20 mió kr. yvir komandi 4-6 árini.

Løgmansskrivstovan og Oljumálaráðið eru umboðað í einum samskipanarbólki, sum danska stjórnin hevur sett til at hava yvirskipaðu ábyrgdina fyri kanningunum. Skipanin av jarðfrøðiliga arbeiðinum viðvíkjandi føroysku landgrunskrøvunum er lagt í hendurnar á einum stýrisbólki við 4 umboðum úr Føroyum umframt umboðum fyri fleiri viðkomandi danskar stovnar og myndugleikar. Formaður í stýrisbólkinum er Martin V. Heinesen, stjóri á Jarðfrøðisavninum. Jarðfrøðisavnið skal eisini standa fyri einum parti av jarðfrøðiliga arbeiðinum, sum skal gerast í sambandi við kanningarnar.

Mælt verður til, at tær 5,1 mió kr., sum biðið verður um, verða býttar soleiðis, at 4 mió kr. eru til keyp av vørum og tænastum, meðan 1,1 mió kr. er til lønir. Upphæddin á 4 mió kr. skal í høvuðsheitum brúkast til seismiskar kanningar, 3,25 mió kr., umframt til keyp av data, keyp av serligum forriti v.m. Viðvíkjandi lønum er at viðmerkja, at neyðugt verður at skipa eitt serligt starv við ábyrgd fyri jarðfrøðiligu kanningunum, tulkingunum v.m., og umframt hetta verður roknað við, at serfrøðingar, jarðfrøðilesandi o.o. verða knýtt at verkætlanini ávís tíðarskeið.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

7.570

5.100

12.670

Útreiðslur

8.570

5.100

13.670

Inntøkur

1.000

-

1.000

20. Jarðisfrøðisavnið

     
       

Nettoútreiðsla

7.270

-

7.270

       

Útreiðslur

8.270

-

8.270

11. Lønir v.m.

5.148

-

5.148

14. Keyp av vørum og tænastum

1.947

-

1.947

15. Keyp av útbúnaði, netto

400

-

400

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

600

-

600

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

175

-

175

       

Inntøkur

1.000

-

1.000

21. Søla av vørum og tænastum

1.000

-

1.000

       

22. Vísindaligar kanningar

     
       

Nettoútreiðsla

300

5.100

5.400

       

Útreiðslur

300

5.100

5.400

11. Lønir v.m.

150

1.100

1.250

14. Keyp av vørum og tænastum

150

4.000

4.150

       

§ 11. Familju- og heilsumál  

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-

-

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

13.300

13.300

-

 

Felagsútreiðslur

-

-

11.11.1. Fyrisiting

-

-

Heilsumál

13.300

-

11.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.

13.300

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

11.11.1. Fyrisiting

11.11.1.24. Familju- og heilsumálaráðið (Rakstrarjáttan)

J

16.336

-

EYJ

700

-

11.11.1.38. Familjuøki

J

1.700

-

EYJ

-700

-

11.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.

11.20.3.08. Landssjúkrahúsið, útbygging (Løgujáttan)

J

40.000

-

EYJ

13.300

-

11.20.3.15. Suðuroyar sjúkrahús (Rakstrarjáttan)

J

33.469

-

EYJ

50

11.20.3.20. Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan)

J

70.000

-

EYJ

-50

-

Viðmerkingar

11.11.1. Fyrisiting

11.11.1.24. Familju- og heilsumálaráðið (Rakstrarjáttan)

Landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at seta í verk kanningar av trivnaðarstøðuni hjá børnum, ungum og familjuni sum heild, og síðani at seta ein arbeiðsbólk at útgreina barna-, ungdóms- og familjupolitikk, sum við støði í m.a. kanningarúrslitum skal gera frágreiðing og koma við tilmæli um møgulig tiltøk, sum kunnu bøta um familjutrivnaðin. Í viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2003 er hendur ein umsitingarligur feilur soleiðis, at hetta er sett undir játtanarslagið stuðulsjáttan. Mett verður at hetta er ein rakstrarjáttan, og søkir landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum um at flyta 700 tús. kr. av høvuðskontuni 11.11.1.38. Familjuøki til høvuðskontuna 11.11.1.24. Familju- og heilsumálaráðið, undirkontu 24. Trivnaðarkanningar. Hetta er útreiðsluneutralt fyri landskassan.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

16.336

700

17.036

Útreiðslur

16.336

700

17.036

20. Vanligt virksemi

     
       

Nettoútreiðsla

10.854

-

10.854

       

Útreiðslur

10.854

-

10.854

11. Lønir v.m.

7.257

-

7.257

14. Keyp av vørum og tænastum

1.735

-

1.735

15. Keyp av útbúnaði, netto

710

-

710

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

1.152

-

1.152

       

21. Ráð og nevndir

     
       

Nettoútreiðsla

167

-

167

       

Útreiðslur

167

-

167

11. Lønir v.m.

167

-

167

       

22. AHS-netið

     
       

Nettoútreiðsla

3.700

-

3.700

       

Útreiðslur

3.700

-

3.700

14. Keyp av vørum og tænastum

2.100

-

2.100

15. Keyp av útbúnaði, netto

1.600

-

1.600

       

23. Tilbúgvingin fyri Føroyar

     
       

Nettoútreiðsla

1.615

-

1.615

       

Útreiðslur

1.615

-

1.615

11. Lønir v.m.

515

-

515

14. Keyp av vørum og tænastum

1.100

-

1.100

       

24. Trivnaðarkanningar

     
       

Nettoútreiðsla

-

700

700

       

Útreiðslur

-

700

700

14. Keyp av vørum og tænastum

-

700

700

       

11.11.1.38.    Familjuøki

Í viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2003 er hendur ein umsitingarligur feilur soleiðis, at tann parturin av játtanini, sum skal verða nýttur til at gera kanningar og seta ein arbeiðsbólk, er settur undir játtanarslagið stuðulsjáttan. Mett verður, at hetta er ein rakstrarjáttan, og søkir landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum um at flyta 700 tús. kr. av høvuðskontuni 11.11.1.38. Familjuøki til høvuðskontuna 11.11.1.24. Familju- og heilsumálaráðið, undirkontu 24. Trivnaðarkanningar. Hetta er útreiðsluneutralt fyri landskassan.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

1.700

-700

1.000

01. Familjuøki

     
       

Útreiðslur

1.700

-700

1.000

54. Stuðul til annað virksemi

1.700

-700

1.000

       

 

11.20.3.    Sjúkrahúsverkið v.m.

11.20.3.08. Landssjúkrahúsið, útbygging (Løgujáttan)

Arbeiðið við útbyggingini á Landssjúkrahúsinum hevur gingið væl, og møguleiki er fyri, at tað verður liðugt á sumri í 2003, um ikki neyðugt verður at steðga arbeiðinum vegna fíggjartørv. Samlaði fíggjartørvurin til at gera nýggja sjúkrahúsbygningin lidnan er 53,3 mió kr. Á fíggjarlógini fyri 2003 eru 35 mió kr. settar av sambært langtíðar løguætlanini og 5 mió kr. til medicotekniskan útbúnað í nýbygninginum. Fyri at arbeiðið ikki skal steðga upp, er neyðugt við einari eykajáttan á 13,3 mió kr.

Viðmerkjast skal, at løgmaður hevur avgjørt eftir áheitan frá landsstýrismanninum í familju- og heilsumálum og í samráð við landsstýrismannin í vinnumálum, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur ræðisrættin á hesi høvuðskontuni, til útbyggingin verður liðug.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

40.000

13.300

53.300

10. Landssjúkrahúsið

     
       

Útreiðslur

40.000

13.300

53.300

31. Bygging og løguframleiðsla

40.000

13.300

53.300

       

11.20.3.15. Suðuroyar sjúkrahús (Rakstrarjáttan)

Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum søkir um at flyta 50 tús. kr. frá høvuðskontuni 11.20.3.20. Serviðgerð uttanlands til høvuðskontuna 11.20.3.15. Suðuroyar Sjúkrahús. Peningurin skal verða nýttur til at gjalda einum serlækna í ortopædi fyri skurðviðgerðir og fyri ferðaútreiðslur. Viðkomandi serlækni kann skurðviðgera 8 sjúklingar, sum annars máttu verða sendir til Danmarkar at skurðviðgerast fyri umleið 35 tús. kr. fyri hvønn. Játtanin er útreiðsluneutral fyri landskassan.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

33.469

50

33.519

Útreiðslur

46.027

50

46.077

Inntøkur

12.558

-

12.558

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

33.469

50

33.519

Útreiðslur

46.027

50

46.077

11. Lønir v.m.

35.891

-

35.891

14. Keyp av vørum og tænastum

7.555

50

7.605

15. Keyp av útbúnaði, netto

1.339

-

1.339

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

763

-

763

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

479

-

479

Inntøkur

12.558

-

12.558

21. Søla av vørum og tænastum

395

-

395

29. Ymsar rakstrarinntøkur

57

-

57

76. Innanh. flyt. millum almennar stovn.

12.106

-

12.106

 

11.20.3.20.    Serviðgerð uttanlands (Rakstrarjáttan)

Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum søkir um at flyta 50 tús. kr. frá høvuðskontuni 11.20.3.20. Serviðgerð uttanlands til høvuðskontuna 11.20.3.15. Suðuroyar Sjúkrahús. Peningurin skal verða nýttur til at gjalda einum serlækna í ortopædi fyri skurðviðgerðir og fyri ferðaútreiðslur. Viðkomandi serlækni kann skurðviðgera 8 sjúklingar, sum annars máttu verða sendir til Danmarkar at skurðviðgerast fyri umleið 35 tús. kr. fyri hvønn. Játtanin er útreiðsluneutral fyri landskassan.

Samstundis fer landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum at søkja um at broyta viðmerkingarnar til høvuðskontuna 11.20.3.20. Serviðgerð uttanlands til eisini at fevna um at keypa tænastur frá útlandinum fyri serligar viðgerðir, soleiðis at til ber at viðgera sjúklingarnar í Føroyum, ístaðin fyri at senda sjúklingarnar uttanlands, um hetta hevur við sær sparingar í sjúkrahúsverkinum.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

70.000

-50

69.950

Útreiðslur

70.477

-50

70.427

Inntøkur

477

-

477

20. Vanligt virksemi

Nettoútreiðsla

50.198

-50

50.148

Útreiðslur

50.198

-50

50.148

14. Keyp av vørum og tænastum

50.198

-50

50.148

22. Flutningur og uppihald

Nettoútreiðsla

9.815

-

9.815

Útreiðslur

9.815

-

9.815

14. Keyp av vørum og tænastum

9.815

-

9.815

23. Sjúklingahotellið Tórshavn

Nettoútreiðsla

9.987

-

9.987

Útreiðslur

10.464

-

10.464

11. Lønir v.m.

5.083

-

5.083

14. Keyp av vørum og tænastum

1.950

-

1.950

15. Keyp av útbúnaði, netto

102

-

102

16. Leiga, viðlíkahald og skattur

3.299

-

3.299

19. Ymsar rakstrarútreiðslur

30

-

30

Inntøkur

477

-

477

21. Søla av vørum og tænastum

477

-

477

20. Inntøkur 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-

-

-

Skattur o.t. (ætlan)

27.500

-

-27.500

Løguætlan

-

-

-

 

Skattir og avgjøld

-

-27.500

20.52.1. Skattainntøkur

-

-52.000

20.52.3. Ymsar inntøkur

24.500

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

20.52.1. Skattainntøkur

20.52.1.01. Vanligur landsskattur

J

-

1.545.500

EYJ

-

-52.000

20.52.2. Ymsar inntøkur

20.52.3.01. Útluting frá Fíggingargrunninum frá 1992

J

-

47.500

EYJ

-

24.500

Viðmerkingar

20.52.1. Skattainntøkur

20.52.1.02.    Vanligur landsskattur

Uppskot er lagt fyri Løgtingið, har mælt verður til, at ávísar broytingar verða gjørdar í Ásetingarlógini, sum hava við sær ein skattalætta á mettar 52 mió kr. Hesar broytingar eru ein samanseting av lækking av skattastigum og hækking av inntøkumørkum.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Inntøkujáttan

1.545.500

-52.000

1.493.500

01. Vanligur landsskattur

     
       

Inntøkur

1.545.500

-52.000

1.493.500

61. Skattur og avgjøld

1.545.500

-52.000

1.493.500

       

 20.52.3. Ymsar inntøkur

20.52.3.01. Útluting frá Fíggingargrunninum frá 1992

Sambært kunning frá Føroya Banka um roknskapin fyri 2002, so verður útlutingin frá Fíggingargrunninum 24,5 mió kr. hægri enn mett.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Inntøkujáttan

47.500

24.500

72.000

01. Útluting

     
       

Inntøkur

47.500

24.500

72.000

67. Rentuinntøkur og vinningsbýti

47.500

24.500

72.000

       

1. viðgerð 21. mars 2003. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 2. mai 2003 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4.mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2003 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 26. og 31 mars, 2., 9.,14., 16, 23. og 30. apríl 2003.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við løgmann og landsstýrismenninar Karsten Hansen og Bill Justinussen.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Óli Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristina Háfoss og Kári P. Højgaard) førir fram

Viðvíkjandi § 6. Vinnumál
6.37.2.02 Vinnuframagrunnurin.
Umsóknin um eykajáttan var tengd at løgtingsmálið nr. 110/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um vinnuframagrunn. Løgtingið feldi hetta uppskot við 2. viðgerð 9. apríl 2003, og við støði í tí verður mælt til at strika eykajáttanina, og verður sett fram broytingaruppskot samsvarandi.

Viðvikjandi § 7. Útbúgving og mentan
Landsstýrismaðurin í mentamálum søkir um at fáa broytt eykajáttanina á konto 7.23.2.05 soleiðis, at tkr. 800 av teimum tkr. 2.500, sum søkt er um til útvegan av hølum, verður til rakstur ístaðin, so at virksemið kann fara í gongd í heyst. Viðmerkingarnar koma tí at vera hesar:

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.
7.23.2.05. Eftirskúli (Løgujáttan)
Játtanin verður hækkað við 1,7 mió kr. til útvegan av hølum til ein eftirskúla til ung menningartarnað.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

     
 

J

EYJ

J

Útreiðslujáttan

800

1.700

2.500

10. Eftirskúli

     
       

Útreiðslur

800

1.700

2.500

31. Bygging og løguframleiðsla

800

1.700

2.500

       

7.23.2.06. Eftirskúli (Rakstarjáttan)
Játtanin skal nýtast til løn og annan rakstur av eftirskúla fyri ung menningartarnað, sum ætlanin er skal fara í gongd í heyst.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

     
 

J

EYJ

J

Nettoútreiðslujáttan

0

800

800

Útreiðslur

0

800

800

20 Vanligt virksemi

     
       

Nettoútreiðsla

 

800

800

       

Útreiðslur

 

800

800

11. Løn

0

400

400

14. Keyp av vørum og tænastum

0

100

100

15. Keyp av útbúnaði

0

300

300

Meirilutin tekur undir við hesi broyting og setir fram broytingaruppskot.

Viðvíkjandi § 11, løgujáttan til Landssjúkrahúsið
Ein eykajáttan upp á 13,3 mió kr. uttan samsvarandi inntøku hóvar ikki meirilutanum.

Men talan er um tann "positiva" trupulleika, at nýbyggingin á landssjúkrahúsinum hevur gingið skjótari enn væntað, og at kostnaðurin hevur verið sum upprunaliga mett. Tí er veruliga talan um at játta pening í ár, sum annars fellur til gjaldingar komandi ár.

Við at játta hesa upphædd nú, meðan byggingin er í gongd, slepst undan, at arbeiðið verður lagt niður og tikið uppaftur næsta ár sum nýggjar og ivaleyst dýrari entreprisur.

Haraftrat hevur Løgtingið júst í eini verklagslóg játtað pening til installatiónir, medioteknisk tól o.a. útgerð, so samráðingar og keyp kunnu fara fram sum skjótast og nýbygningurin gerast liðugur uttan drál og forðingar.

Tað, sum eisini talar fyri at mæla til hesa eykajáttan, er, at hon er til eingangs íløgu og ikki til rakstur. Meirilutin mælir tískil til at játta umbidna peningin.

Viðvíkjandi § 20
Landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur sent fíggjarnevndini skriv, har upplýst er, at tann meirútluting frá Fíggjargrunninum, sum er tikin við á inntøkusíðuni í hesi eykajáttanarlóg er ein misskiljing og biður fíggjarnevndina gera broytingaruppskot hesum viðvíkjandi. Víst verður til skjal í málinum. Meirilutin tekur undir við hesum, og setir fram broytingaruppskot samsvarandi.

Við hesum broytingum mælir meirilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins, og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 6. Vinnumál

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

6.37.2. Ymiskur studningur

6.37.2.02. Vinnuframagrunnurin

J

7.852

-

EYJ

0

-

§ 7. Útbúgving og mentan

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

7.23.2. Fólkaskúlin v.m.
7.23.2.05. Eftirskúli (Løgujáttan)

J

800

-

EYJ

1.700

-

7.23.2.06. Eftirskúli (Rakstrarjáttan) Nýggj høvuðskonto

J

0

EYJ

800

-

§ 20.Inntøkur

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

20.52.2. Ymsar inntøkur
20.52.3.01. Útluting frá Fíggingargrunninum frá 1992

J

-

47.500

EYJ

-

0

 Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) hevur onga viðmerking til uppskotið og tekur støðu í tingsalinum.

2. viðgerð 2. maj 2003. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristinu Háfoss og Kára P. Højgaard, til § 6 samtykt 31-0-0. § 6 soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristinu Háfoss og Kára P. Højgaard, til § 7 samtykt 31-0-0. § 7 soleiðis broytt samtykt 31-0-0. § 9 samtykt 31-0-0. § 11 samtykt 31-0-0. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristinu Háfoss og Kára P. Højgaard, til § 20 samtykt 31-0-0. § 20 soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið soleiðis broytt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. mai 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 86 frá 08.05.2003