Vágs havn

 

3  Uppskot til  løgtingslóg um útbygging av havnini í Vági

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Tikið aftur

Ár 2002, 3. september, løgdu tingmenninir Johan Dahl og Henrik Old fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um útbygging av havnini í Vági

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur við Vágs kommunu um felags verkætlan til útbygging av havnini í Vági.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin stendur fyri arbeiðnum sum byggiharri.

§ 2. Landið kann bera helvtina av øllum kostnaðinum av verkætlanini, tó í mesta lagi 18,5 mió kr.
Stk. 2. Játtanin til landsins útreiðslur av verkætlanini verður ásett á fíggjarlóg yvir eitt 3 ára skeið, fyrstu ferð í 2002 við 500 tús. kr.
Stk. 3. Fíggjarligi váðin av verkætlanini er hjá landinum sum byggiharri. Í avtalu við Vágs kommunu skal landsstýrismaðurin tó tryggja, at kommunan ber helvtina av einum møguligum meirkostnað.

§ 3. Tá útbyggingin er liðug, verður alt verklagið eftir avtalu og uttan viðurlag avhendað Vágs kommunu til ognar. Tað er tó ein treyt, at Vágs kommuna átekur sær at halda verklagið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal tryggja Strandfaraskipum Landsins nýtslurætt til verklagið fyri vanligan kostnað.
Stk. 3. Løgtingslóg nr. 42 frá 24.03.2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður, er ikki galdandi fyri farleiðina á Vág.

§ 4. Vágs kommuna stendur fyri og ber kostnaðin av avleiddum broytingum í veganetinum.

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis verður løgtingslóg nr. 45 frá 26. mars 2002 um stuðul at útbýggja havnina í Vági sett úr gildi.

Almennar viðmerkingar

Í mars í ár samtykti Løgtingið løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági. Fyri at landsstýrismaðurin, samsvarandi viðmerkingunum til stuðulslógina, skal kunna átaka sær ábyrgdina av verkætlanini sum byggiharri, herundir fíggjarliga váðan, verður við hesum sett fram uppskot um verklagslóg, sum skal koma í staðin fyri omanfyrinevndu stuðulslóg, sum sostatt verður sett úr gildi.

Við tað at endamálið við hesum lógaruppskotinum er óbroytt í mun til endamálið við stuðulslógini, eru almennu viðmerkingarnar niðanfyri ein endurtøka av almennu viðmerkingunum, ið vóru settar fram í sambandi við framløguna av uppskotinum til løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági (lm.nr. 102/2001). Fortreytirnar í uppskotinum eru tó nakað broyttar, umframt at hálvt ár er liðið, síðani hesar viðmerkingarnar vóru skrivaðar, og skulu viðmerkingarnar tí lesast við hesum fyrivarni.

Serligu viðmerkingarnar eru hinvegin orðaðar av nýggjum.

Samstundis verður sett fram uppskot um verklagsjáttan, ið skal koma í staðin fyri stuðulsjáttanina ið løgtingið samtyktið farna mánað. Hervið verða eisini misskiljingarnar, ið komu fram í álitinum hjá fíggjarnevndini til hesa stuðulsjáttan, ruddaðar av vegnum.

"Endamálið við lógini
Endamálið við lógini er í fyrra føri at geva Løgtinginum innlit í málið og at tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð, áðrenn avgerðin um at fremja verkætlanina verður tikin.

Í øðrum føri er ásett í játtanarskipanini, at tá talan er um størri íløgur, ið ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið. Sambært játtanarskipanini er neyðugt við serstakari lóg um byggingina, um landsstýrismaðurin skal kunna gera avtalur, sum hava við sær byggiútreiðslur í komandi fíggjarárum eisini.

Nýggja suðuroyarskipið, sum Løgtingið hevur samtykt skal verða bygt, og sum væntandi verður latið landinum medio 2004, ger tað alneyðugt við útbyggingum í Havn, á Trongisvágsfirði og í Vági. Henda verklagslóg snýr seg bert um havnaviðurskiftini í Vági, tí fyrireikingarnar av verkætlanini á Trongisvágsfirði eru enn ikki komnar so mikið áleiðis, at tað ber til at gera eina verklagslóg fyri hetta arbeiðið eisini. Vinnumálastýrið hevur fingið umsókn frá Tórshavnar kommunu um fíggjarligan stuðul til útbyggingar í Havn, og hevur Landsverkfrøðingsstovnurin ummælt umsóknina. Enn er eingin endalig avgerð tikin í hesum máli.

Ætlanin er at gera eina bindandi avtalu við Vágs kommunu um felags verkætlanina, og er tað ein fortreyt fyri at binda landið fíggjarliga í fleiri ár í einari slíkari avtalu, at ein verklagslóg er samtykt. Harafturat er neyðugt við fíggjarligari heimild í játtanarlóg. Eingin peningur er játtaður til hetta endamál á løgtingsfíggjarlógini fyri 2002, og tí er neyðugt, at Løgtingið samtykkir eina eykajáttanarlóg, um arbeiðið skal byrja í ár.

Í viðmerkingunum til lógina verður verkætlanin lýst gjøllari, so Løgtingið verður kunnað um, hvat ætlan landsstýrismansins er.

Stuðul til kommunalar havnir
Í seinnu helvt av 20. øld var vanligt, at landið stuðlaði kommunalari havnagerð, og bar landið oftast meginpartin av kostnaðinum. Hetta varð gjørt við havnaætlanum, ið vórðu samtyktar av Løgtinginum, og har stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan var ásett. Seinasta havnaætlanin var samtykt í 1988, men er nú farin úr gildi sambært sínum innihaldi. Tá búskaparkreppan byrjaði fyrst í nítiárunum, vórðu pengar samsvarandi havnaætlanini ikki játtaðir á løgtingsfíggjarlógini, og fíggjarliga heimildin fylgdi tí ikki við materiellu heimildini í havnaætlanini.

Síðan fyrst í nítiárunum hevur landið bara játtað pening til íløgur í samferðsluhavnir og -lendingar, tó við undantaki av Fuglafjarðar havn, ið varð stuðlað við 6 mió kr. til útbygging í 1998 og 1999. Til tess at greiða skuldi fáast á, hvør politikkur skuldi førast á økinum frameftir, gjørdi landsstýrismaðurin í vinnumálum eitt uppskot til stuðulspolitikk. Uppskotið bygdi á, at eitt greitt ábyrgdarbýti skuldi vera millum land og kommunur, og at ábyrgd og fígging í mest møguligan mun skulu fylgjast. Eisini varð staðfest, at landið hevur til uppgávu at tryggja, at samferðsluviðurskiftini eru nøktandi. Uppskotið varð viðgjørt á landsstýrisfundi, og tók landsstýrið undir við orðaða politikkinum.

Grundað á prinsipp, nevnt omanfyri, varð ein politikkur orðaður, har innihaldið í stuttum er, at landsstýrið sum høvuðsregla fer ikki at virka fyri, at fíggjarligur stuðul verður latin til kommunala havnabygging. Tó kann stuðul verða latin til útbyggingar, sum eru neyðugar til tess at skapa nøktandi umstøður hjá samferðsluni millum oyggjarnar. Um slíkur stuðul verður latin, eigur landið at tryggja sær nýtslurættin til havnina til samferðsluendamál.

Í løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning er ásett, at siglast skal á Vág, og tað liggur tí á landsstýrismanninum at skipa so fyri, at havnaviðurskiftini í Vági eru nøktandi hjá nýggja suðuroyarskipinum. Tí er neyðugt at stuðla kommunalu havnagerðini í Vági.

Gongdin í málinum
Vinnumálastýrið fekk í brævi, dagfest 25. januar 2001, umsókn frá Vágs býráð um, at landið var við í einari felags verkætlan við Vágs kommunu um at umbyggja havnina í Vági, so landið fekk bøtt um samferðsluviðurskiftini, og Vágs havn fekk bygt aftur at vinnuhavnini.

Í brævi dagfest 8. august 2001, fekk kommunan tað svar frá Vinnumálastýrinum, at tað sambært lóg skuldi siglast á Vág, og skotið varð tí upp, at kommunan og Vinnumálastýrið/ Landsverkfrøðingsstovnurin samstarva um eina felags verkætlan, ið kann lúka tørvin hjá kommununi á atløgubryggju til vinnulig endamál, og sum samstundis kann tryggja, at nýggja suðuroyarskipið fær lagt at í Vági. Vágs kommuna og Vinnumálastýrið kundu síðani samráðast um ein býtislykil at býta allan kostnaðin eftir.

Vinnumálastýrið heitti síðani á Landsverkfrøðingsstovnin um at kanna møguleikarnar fyri eini felags verkætlan umframt at kostnaðarmeta alla verkætlanina.

Á fundi millum Landsverkfrøðingsstovnin og Vágs býráð 13. september 2001 varð síðan avtalað, at ymiskir møguleikar fyri einari samferðsluhavn skuldu kannast, og at stovnurin síðani skuldi gera eitt tilmæli um, hvussu samferðsluviðurskiftini kunnu verða loyst á frægasta hátt.

Fyrst í desember 2001 fekk Vinnumálastýrið eina frágreiðing við einari niðurstøðu frá Landsverkfrøðingsstovninum um havnaviðurskiftini í Vági, og síðan hevur eitt ávíst samskifti verið millum Vinnumálastýrið og Landverkfrøðingsstovnin um ávísar ískoytiskanningar.

Á landsstýrisfundi fyrst í februar 2002 fekk landsstýrismaðurin undirtøku fyri at søkja um játtan til at fremja ta loysn, har atløguplássið hjá nýggja suðuroyarskipinum verður gjørt sum ein partur av einari heildarhavnaloysn í samstarvi við Vágs kommunu, tó at kostnaðurin í mesta lagi skuldi vera helvtin av øllum kostnaðinum og ikki meiri enn 18,5 mió kr.

Um verkætlanina
Landsverkfrøðingsstovnurin hevur biðið Landsbyggifelagið kanna tveir møguleikar fyri útbyggingum til samferðsluendamál í Vági (sí eisini hjáløgdu tekning av uppskotunum, skjal 1):

  1. Uppskot, har rampan verður løgd sum ein partur av komandi bryggju, ið Vágs kommuna ætlar at byggja framman fyri frystigoymsluna hjá Faromar.
  2. Uppskot, har rampan verður løgd innan fyri pierin á Oyrunum. Talan er tá um eina samferðsluhavn burturav.

Bæði uppskotini vórðu gjørd eftir teirri fortreyt, at høvuðssamferðsluhavnin verður á Trongisvágsfirði, men at einstakir túrar verða gjørdir á Vág.

Fyrimunir og vansar vóru við báðum uppskotum. Í talvuni niðanfyri eru báðir møguleikarnir bornir saman í stuttum:

 

Uppskot 1

Uppskot 2

Kostnaðarmeting Landsins partur (samferðsluhavn): 18,5 mió kr.

Heildarverkætlan: 37,5 mió kr.

15,2 - 23,25 mió kr.
Fyrimunir
  • Meginparturin av trailaraflutninginum til ferjuna og frá ferjuni er fiskur og fiskaúrdráttir til og frá virkjunum á havnaøkinum við Tjørn.
  • Um komandi tunnilin millum Øravík og Hov ger tað, at tað í framtíðini bara verður siglt á nýggju samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði, fær Vágs kommuna eitt størri havnaøki til vinnulig endamál. Eisini verður møguligt at avgreiða Ro-ro ferjur.
  • Umstøðurnar á havnaøkinum verða munandi høgligari.
  • Loysnin er lættari at framtíðartryggja, um ætlanin er at halda fram at sigla á Vág.
Vansar
  • Talan er um eina fyribilsloysn, sum tað er torført at bøta nevnivert um.
  • Umstøðurnar hjá ferðsluni á havnalagnum verða tvørligar, og harafturat gongur ferðslan til ferjuna og frá ferjuni at kalla øll gjøgnum arbeiðsøkið hjá teimum matvøruvirkjum, ið nýta havnaøkið.
  • Neyðugt verður at koyra eftir smala vegnum gjøgnum bygdina.
  • Verður í framtíðini bara siglt á Trongisvágsfjørð, fæst minni burtur úr íløguni enn við loysn 1. "

Á landsstýrisfundi 5. februar 2002 var undirtøka fyri at arbeiða víðari við uppskoti 1, og at landið kundi stuðla Vágs kommunu við upp í helvtina av øllum kostnaðinum, tó í mesta lagi 18,5 mió kr. Hetta er metti kostnaðurin av tí partinum av útbyggingini, sum er tengdur at nýggja suðuroyarskipinum.

Við tí loysn, ið er skotin upp, verður djúpvatnsbryggjusíðan uml. 100 m, og er hetta 30 m longri, enn upprunaliga ætlanin hjá Vágs kommunu var. Orsøkin til hesa leinging í mun til upprunaligu verkætlanina er, at neyðugt er við meira plássi á havnaøkinum til at avgreiða ferðsluna til ferjuna og frá ferjuni. Landsverkfrøðingsstovnurin metir, at um djúpvatnsbryggjusíðan var 70 m, hevði havnin verið nærum ónýtilig til samferðsluendamál.

Ætlanin er, at Landsverkfrøðingsstovnurin skal vera byggiharri í verkætlanini, hóast Vágs kommuna skal eiga lidnu havnina. Endamálið er at tryggja, at tá stuðul verður latin til slíka verkætlan, skal landið eisini hava eftirlit við, at dygdin er í lagi. Ætlanin er eisini at tryggja landinum nýtslurættin til samferðsluendamál í avtalu við Vágs kommunu.

Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar

Fyri landið
Fíggjarligu avleiðingarnar fyri landið av hesum lógaruppskoti eru mettar at verða í mesta lagi 18,5 mió kr.

Í byggiverkætlanum er tó altíð ein natúrlig óvissa á kostnaðarmetingum, og tí er møguligt, at allur kostnaðurin verður hægri enn tær 37,5 mió kr. tilsamans, um viðurskiftini av onkrari orsøk vísa seg at verða truplari enn upprunaliga hildið. Skuldi tað, eftir at sáttmáli er undirskrivaður, víst seg, at tann parturin av verkætlanini, sum er tengdur at samferðsluviðurskiftunum, verður dýrari enn hildið, kann landskassans partur tó gerast størri enn tær 18,5 mió kr., ið eru ásettar í lógini. Hevur landið bundið seg til at fremja verkætlanina í einari avtalu, og arbeiðið er farið í gongd, vendist neyvan aftur, og kommuna/entreprenørur kunnu gera endurgjaldskrav galdandi móti landskassanum, verður sáttmálin ikki hildin.

Spurningurin er so, um talan er um brot á hesa verklagslóg, um tað aftaná, at sáttmáli er undirskrivaður um at fremja verkætlanina, vísir seg, at viðurskiftini eru so mikið trupul, at allur kostnaðurin gerst størri enn ásett í verklagslógini.

Fyri at sleppa undan hesari støðu er møguligt at lata entreprenørin taka allan váðan upp á seg við at krevja ein fastan prís frá honum, men hetta er ikki altíð ein skilagóð loysn fyri landskassan. Serliga tá tað snýr seg um størri verkætlanir, er entreprenørurin oftast ikki áhugaður í at taka ov stóran váða upp á seg og fer tí at krevja stórt eyka gjald fyri hetta. Tí kann verkætlanin gerast dýrari fyri landið enn ætlað. Tað kann ikki vera ætlanin við ásetingunum í játtanarskipanini, at landið altíð skal biðja um ein fastan prís frá entreprenørinum, sjálvt tá hetta eftir bestu sannføring ikki loysir seg.

Vinnumálastýrið heldur, at heimild er fyri at binda landskassan yvir fleiri fíggjarár, um so er, at beinasta kostnaðarmetingin, ið tað ber til at gera, áðrenn landið bindur seg fyri kommunu ella entreprenøri, ikki er hægri enn tað talið, ið er ásett í lógartekstinum. Hetta merkir, at um beinasta metingin av útreiðslum landskassans, ið tað ber til at gera við tí vitan, ið tá er tøk, er 18,5 mió kr. ella minni, kann sáttmáli undirskrivast, sum bindur landskassan í fleiri fíggjarár, hóast ávís óvissa er um hesa kostnaðarmeting, og tað síðan vísir seg, at landskassaútreiðslurnar gerast størri enn ásett í verklagslógini.

Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur bert smávegis fíggjarligar avleiðingar fyri Vágs kommunu í mun til ta verkætlan, ið kommunan sjálv ætlaði at fara undir. Kostnaðarmetingin av tí verkætlanini var 19 mió kr., sum eisini verður parturin, ið kommunan skal gjalda av felags verkætlanini. Tó verður neyðugt at broyta vegin niðan frá havnini sum ein avleiðing av ferðsluni til suðuroyarskipið og frá skipinum. Vágs kommuna hevur sagt seg vera sinnaða at gera hetta arbeiðið.

Verður lógaruppskotið ikki samtykt, missir kommunan inntøkurnar frá havnagjøldum, sum Strandfaraskip Landsins í løtuni gjalda, tí havnin í Vági kann tá ikki nýtast til samferðsluendamál. Hinvegin kann kommunan tá hava rætt til endurgjald fyri henda inntøkumissin, sbr. løgtingslóg nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at farleiðir sjóvegis hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.

Fyri vinnuna
Uppskotið hevur helst positivar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnulívið í Vági. Verður uppskotið samtykt, verður møguligt hjá virkjunum at flyta farmin beinleiðis úr Vági, heldur enn at koyra til samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði. Við verandi ferðaætlan siglir Smyril á Vág ein dag um vikuna. Tann eina dagin, nýggja suðuroyarskipið siglir á Vág, verður vinnuliga virksemið á havnalagnum tó eisini nógv darvað av ferðsluni til skipið og frá skipinum.

Umsitingarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar týðandi umsitingarligar avleiðingar. Verkætlanin hevur nakað av umsiting við sær á Landsverkfrøðingsstovninum, sum skal vera byggiharri.

Umhvørvisavleiðingar
Umhvørvisavleiðingarnar av lógaruppskotinum verða lítlar ella ongar.

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Lógaruppskotið hevur positivar avleiðingar fyri sunnaru helvt í Suðuroynni.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri landið/
landsmyndug-
leikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

kr. 18,5 mió

(Nei)

Nei

Nei

(Ja)

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar    

(Ja)

Nei

 

Serligar viðmerkingar

Ad. § 1) Fyri at sameina tann tørv, ið Vágs kommuna hevur á havnaútbygging til vinnuligt endamál, við tann tørv, ið landið hevur á havnaútbygging til samferðsluendamál, verður heimilað landsstýrismanninum at gera avtalu við Vágs kommunu um felags verkætlan til útbygging av havnini í Vági. Við avtaluni fær kommunan tryggja sær, at tann verkætlanin, ið kommunan sjálv ætlaði at fara undir, verður fevnd av felags verkætlanini, og at áhugamálini hjá kommununi annars verða vard (sí eisini ad. § 3).

Tá avtalan er gjørd, er tað landsstýrismaðurin, ætlandi landsverkfrøðingurin, ið skal standa fyri arbeiðnum sum byggiharri. Hervið fær landið við serkunnleika tryggjað at dygdin er í lagi. Sum byggiharri er her at skilja tann, fyri hvørs rokning arbeiðið verður gjørt. Spurningurin um gjaldsbýti skal sostatt avgreiðast í avtaluni millum landsstýrismannin og kommununa, meðan tað er landið, ið einsamalt kemur at standa við ábyrgdini mótvegis teimum, ið avtala verður gjørd við.

Tørvur verður ikki fyri ognartøku.

Ad. § 2) Avtalan um felags verkætlan skal gerast við atliti til ein samlaðan kostnaðarkarm, á 37,5 mió kr. Ætlanin er, at landið skal seta í mesta lagi 18,5 mió kr. av til verkætlanina og kommunan 19 mió kr. Verður útbyggingin dýrari enn ætlað, er tað landið sum byggiharri, sum í fyrstu atløgu rindar meirkostnaðin. Landsstýrismaðurin skal tí í avtaluni, nevnd í § 1, tryggja sær, at kommunan átekur sær at afturrinda landinum helvtina av einum møguligum meirkostnað.

Ad. § 3) Vágs kommuna eigur verandi havn í Vági, og Vágs kommuna skal eisini vera eigari av nýggju útbýgdu havnina, tá hon er liðug. Ongar lógarásetingar eru gjørdar um ognarviðurskiftini, meðan verkætlanin verður framd. Tað avgerandi í hesum sambandi er, at tað er landsstýrismaðurin, ið hevur allar heimildir at fremja verkætlanina, men at hetta skal gerast í samsvari við ta avtalu, ið er gjørd við kommununa. Tað er tí neyðugt, at kommunan tryggjar øll síni áhugamál í avtaluni við landsstýrismannin, herundir síni áhugamál sum eigari og møgulig áhugamál, ið hon hevur skyldu at tryggja, t.d. sum útleigari av havnaøki. Eisini eigur kommunan í avtaluni at tryggja síni rættindi sum byggiharri, hóast hon av formligum orsøkum ikki hevur beinleiðis heimildir og ábyrgd sum byggiharri.

Fyri at tryggja, at fortreytirnar fyri avtaluni um yvirføring av ognarrættinum eru greiðar frá byrjan av, hevði tað verið rættast, at avtala hesum viðvíkjandi verður ein partur av verkætlanaravtaluni jbr. § 1. Fortreytirnar, ið lógin nevnir, eru viðvíkjandi rakstri av verklagnum og viðvíkjandi nýtslurættinum hjá Strandfaraskipum Landsins. Nýtslurætturin hjá Strandfaraskipum Landsins skal ikki verða ókeypis, men til tann kostnað (t.e. tey havnagjøld) ið landið kann avtala seg fram til, á jøvnum føti við arðir ið skulu nýta havnina.

Í viðmerkingunum til Ll. nr. 42 frá 24.03.2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður, stendur skrivað, at: "Landsstýrið heldur, at tað skal bera til at rinda kommunum endurgjald í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá SL verða lagdar niður, tí kommunurnar hava gjørt íløgur í havnirnar oftast eisini við tí fyritreyt, at kommunan fær inntøkur av siglingini hjá SL til kommununa." Við tað at tað í hesum føri ikki er kommunan ið hevur útreiðslurnar av tí partinum av útbyggingini, ið er til samferðsluendamál, verður ásett, at hendan lógin ikki skal vera galdandi fyri farleiðina hjá SL á Vág.

Ad. § 4) Neyðugt verður at broyta vegin niðan frá havnini sum ein avleiðing av ferðsluni til suðuroyarskipið og frá skipinum. Vágs kommuna hevur sagt seg vera sinnaða at gera hetta arbeiðið. Eisini her hevði tað tó verið ein fyrimunur, at hesi viðurskifti vóru avtalað frammanundan í verkætlanaravtaluni soleiðis, at óvæntaði ivamál ikki skulu stinga seg upp.

Ad. § 5) Hendan verklagslógin kemur í staðin fyri ta heimildina, ið fyrr í ár varð givin landsstýrismanninum at veita stuðul at útbyggja havnina í Vági.

Hjáløgd skjøl:

Tekningar av tveimum av kannaðu útbyggingarmøguleikunum (uppskot 2 og uppskot 4).

1. viðgerð 24. september 2002. Tingmálini nr. 3 og 1-3/2002 vórðu viðgjørd undir einum. Hetta beint í vinnunevndina.

Á tingfundi 19. desember 2002 boðaði løgtingsformaðurin frá, at uppskotssetararnir við skrivi, dagfest 19. desember 2002, hava tikið málið aftur.