Troling innan fyri 12 fjórðingar

 

6  Uppskot til  samtyktar um troling innan fyri 12 fjórðingar úr strondum Føroya

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2002, 24. september, legði Henrik Old,  løgtingsmaður,  vegna seg sjálvan fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Heitt verður á landsstýrið um at kanna, hvørjar avleiðingarnar troling innan fyri 12 fjórðingar hevur fyri veiðiumstøðurnar hjá útróðarflotanum, og greiða Løgtinginum frá, hvørji tiltøk kunnu verja hetta lívsgrundarlagið undir bygdalívinum í Suðuroynni.

Viðmerkingar:
Í sjeyti árunum tók troling innan fyri 12 fjórðingar á landgrunninum rættiliga dik á seg, eftir at friður hevði verið á hesum øki, aftaná at fiskimarkið var flutt út á 12 fjórðingar í 1964. Økið vestan fyri Suðuroynna slapp heldur ikki undan hesi troling. Sí skjal no. 1.

Hettar var fiskileið, sum útróðrarbátar høvdu roynt á í mannaminni, og sum var komin rættiliga fyri seg aftur, eftir at útlendingar vóru riknir longur út at royna.

Tað tók ikki nógv ár hjá okkara egnu at trola so harðliga á hesi gomlu útróðrarleið, at skótt fekst einki við húkinum har.

Í seinnu helvt av áttatiárunum eydnaðist tað at avmarka trolingina vestan fyri Suðuroynna heilt munandi. Sí skjal no. 2.

Og skjótt sást úrslit av hesi avmarking. Teir smærru útróðrarbátarnir fingu aftur fisk á teirra aldargomlu útróðrarleið.

Fram til 1997 var einans loyvt at trola nakrar dagar á smærru økjunum inn móti 8 fjórðingum úr grundlinjuni. Sí skjal no. 3.

Men summari 1997 hendi so tann stóra broyting, har aftur var givið leyst at trola fram við allari vestursíðuni av Suðuroynni, heilt inn at 5 fjórðingum alt summarið. Sí skjal no. 4.

Hettar hevur staðið við síðani, og farna summar hevur ein støðug troling verið á útróðrarleiðini vestan fyri Suðuroynna. Eisini sunnudagar, tá smærru útróðrarbátarnir, sum vanliga royna á hesi leið, ikki hava loyvi at royna.

Tað er lítil meining í at tosa um bygdamenning, tá tað, sum skal vera lívsgrundarlagið undir bygdalívinum, verður máað burtur á ein slíkan hátt. Tí verður heitt á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um, áðrenn troling byrjar aftur innan fyri 12 fjórðingar næsta summar, at kanna, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri veiðiumstøðurnar hjá útróðrarflotanum, og greiða Løgtinginum frá, hvørji tiltøk eru møgulig í hesum sambandi.

Skjal 1: Kort 1979
Skjal 2: Kort 1989
Skjal 3: Kort 1996
Skjal 4: Kort 1997

1. viðgerð 15. oktober 2002. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 29. november 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Henrik Old, løgtingsmaður, hevur lagt málið fram tann 24. september 2002, og eftir 1. viðgerð tann 15. oktober 2002 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 31. oktober og 21. og 28. november 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum saman við Fiskiveiðieftirlitinum og við umboð fyri Færøernes Komando.

Frá landsstýrismanninum hevur nevndin fingið yvirlit yvir veiðu innan fyri 12 fjórðingar í 2000, 2001 og 2002.

Ein samd nevndin tekur undir við uppskotinum, men mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

Orðið "Suðuroynni" verður broytt til "landinum".

Nevndin vísir í hesum sambandi á, at tey øki, har loyvt er at trola innan fyri 12 fjórðingar, í einstøkum førum eru á somu leiðum, har vanligt er at reka útróður við smærri bátum. Hetta er tó ikki bara galdandi vestan fyri Suðuroynna.

2. viðgerð 3. desember 2002. Broytingaruppskot til uppskotið til samtyktar frá samdari vinnunevnd samtykt 29-0-0. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.