Oljudálking - sátmáli um tilbúgving og atgerđir

 

9  Uppskot til  samtyktar um Altjóđa sáttmálan um Oljudálkingartilbúgving, Atgerđir og Samstarv, 1990

A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ
C. Orđaskifti viđ 1. viđgerđ
D. Nevndarskjřl
E. Álit
F. 2. viđgerđ (Einki orđaskifti)

Ár 2002, 24. september, legđi Hřgni Hoydal, varalřgmađur, vegna landsstýriđ fram soljóđandi  

Uppskot

til

samtyktar

Lřgtingiđ góđkennir Altjóđa Sáttmálan um Oljudálkingartilbúgving, Atgerđir og Samstarv, 1990. 

ALMENNAR VIĐMERKINGAR
Altjóđa Sáttmálin um Oljudálkingartilbúgving, Atgerđir og Samstarv, 1990, eisini nevndur OPRC sáttmálin (International Convention on Oil Pollution Preparedness, Response and Co-operation, 1990), er gjřrdir innan karmarnar av Altjóđa Sjóferđslufelagsskapinum (IMO) aftaná stóru oljudálkingarvanlukkuna í Alaska, tá iđ risatangaskipiđ Exon Valdez rendi á land.

Endamáliđ viđ sáttmálanum er at skapa střđi fyri einum alheimssamstarvi um tilbúgving og hjálp landanna millum í sambandi viđ oljudálkingarvanlukkur. Sáttmálin setur eina rřđ av treytum fyri skipan, samskifti og samstarvi hjá avvarđandi londum.

Sáttmálin bindur sáttmálapartarnar til at veita vissu fyri, at skip teirra hava eina neyđćtlan fyri oljulekar umframt frábođanarmannagongdir fyri lekar. Ađalreglan er, at nćsta strandaland verđur frábođađ í sambandi viđ lekar.

Harumframt eiga sáttmálapartarnir at fremja neyđugar atgerđir heruppií at seta á stovn eina skipan fyri tilbúgving og atgerđum, og at rřkta hana. Sáttmálapartarnir binda seg eisini til at samstarva í altjóđa hřpi, í řkishřpi, í tvítjóđahřpi og í Altjóđa Sjóferđslufelagsskapinum (IMO).

Sáttmálin bindur sáttmálapartarnar til at veita hvřr řđrum hjálp, tá iđ oljudálkingarvanlukkur eru. Tískil eiga sáttmálapartarnir at stuđla hvřr řđrum til tess at basa slíkum vanlukkum. Viđvíkjandi Fřroyum verđur serstakliga hugsađ um grannalondini Bretland, Noreg og Ísland.

Sáttmálin hevur veriđ til ummćlis hjá Fiskimálaráđnum, Vinnumálaráđnum og Oljumálaráđnum, iđ mćla til, at hann verđur settur í gildi í Fřroyum. Harumframt hevur Heilsufrřđiliga Starvsstovan ummćlt sáttmálan. Hon hevur somuleiđis mćlt til, at hann verđur settur í gildi í Fřroyum.

Sáttmálin krevur ikki lógarbroytingar til tess at verđa útintur. Sostatt eru heldur ongar fíggjarligar avleiđingar av sáttmálanum.

Skjalayvirlit
International Convention on Oil Pollution Preparedness, Response and Co-Operation, 1990

1. viđgerđ 16. oktober 2002. Máliđ beint í uttanlandsnevndina, sum tann 8. november 2002 legđi fram soljóđandi

Álit 

Landsstýriđ hevur lagt máliđ fram tann 24. september 2002, og eftir 1. viđgerđ tann 16. oktober 2002 er tađ beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundi tann 6. november 2002.

Nevndin hevur fingiđ til vega dagfřrdan lista yvir, hvar sáttmálin er komin í gildi. Hesin er hjálagdur. Eisini hevur nevndin fingiđ upplýst, at fyrivarniđ hjá Argentina í sambandi viđ ígildiskomu framvegis er galdandi.

Ein samd nevnd tekur undir viđ málinum og mćlir Lřgtinginum til at samtykkja uppskotiđ.

2. viđgerđ 13. november 2002. Uppskotiđ til samtyktar samtykt 28-0-0. Máliđ avgreitt.