Bummgjald mvg-frítt

 

14  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 23. oktober, legði Karsten Hansen,  landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald  

§ 1

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 25. februar 2002, verður henda broyting gjørd:

Í § 12, stk. 1 verður sett sum litra o: "Gjald fyri ferðing og flutning gjøgnum tunlar, eftir brúgvum og vegum, sum hava samband við almenna vegakervið"

§ 2

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá framløgudegnum.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Endamálið við hesum lógaruppskotinum er at frítaka bummgjaldið í sambandi við ferðing og flutning gjøgnum tunlar, brúgvar og aðrar vegir í sambandi við almenna vegarkervið fyri meirvirðisgjald. Í dag verður einki bummgjald kravt fyri at nýta almenna vegakervið, men frameftir fer tað at verða kravt bummgjald fyri at nýta teir komandi undirsjóvartunlarnar.

Støðan viðvíkjandi undirsjóvartunlum í dag er tann, at tunnilin millum Streymoynna og Vágoynna verður tikin í nýtslu um heilt stutta tíð, og fyrireikingar eru longu farnar í gongd at bora undirsjóvartunnilin millum Eysturoynna og Borðoynna. Undirsjóvartunnilsverkætlanirnar eru skipaðar soleiðis, at tað eru almenn partafeløg, sum standa fyri verkætlanunum, P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin. Ongar ítøkiligar ætlanir eru um fleiri undirsjóvartunlar í løtuni.

Tá ein undirsjóvartunnil so verður tikin í nýtslu, stendur viðkomandi partafelag fyri rakstrinum, líka til lánið í tunlinum er aftrugoldið. Tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum. Støða verður tá eisini tikin til, um skipanin við bummgjaldinum skal halda fram.

Bummgjaldið er tí í veruleikanum ein eykaskattur til at fíggja eina ávísa løguverkætlan, sum annars hevði verið fíggjað beinleiðis í løgtingsfíggjarlógini. Landsstýrið vil hava lánini í undirsjóvartunlunum afturgoldin yvir so stutt áramál sum gjørligt, soleiðis at undirsjóvartunlarnir verða partar av restini av vegakervinum, sum landið rekur.

Við hesum lógaruppskotinum verður bummgjaldið frítikið fyri meirvirðisgjald, samstundis sum partafeløgini, ið standa fyri undirsjóvartunlunum, fáa inngangandi meirvirðisgjaldið endurgoldið úr landskassanum. Á henda hátt verða lánini til undirsjóvartunlarnar skjótari afturgoldin, og bummgjaldið verður eitt brúkaragjald, sum fer beinleiðis til at fíggja tunnilin.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Í 2002 og 2003 verður tað bert undirsjóvartunnilin millum Streymoynna og Vágoynna, sum verður fevndur av lógaruppskotinum. P/F Vágatunnilin skal reka meirvirðisgjalds skrásett virksemi, har søluavgjaldið er null. Umsitingarliga hevur uppskotið ongar avleiðingar.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir ella fyri kommunur.

Fíggjarliga verður mett, at tey, ið nýta tunnilin, sleppa undan at rinda 416 t.kr. í ár og 5 mió kr. í 2003 í meirvirðisgjaldi. Mett verður eisini, at landskassin skal endurrinda 78 t.kr. í ár og 938 t.kr. í 2003 til P/F Vágatunnilin í negativum meirvirðisgjaldi. Hevði bummgjaldið ikki verið frítikið fyri meirvirðisgjald, skuldi P/F Vágatunnilin rindað landskassanum munin millum sølu-mvg og keyps-mvg, t.e. (416-78) = 338 t.kr. í ár og (5.000-938) = 4.062 t.kr. í 2003.

 

Fyri landið/
landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

Ja

Nei

(Ja)

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

§ 1
Við hesi lógarbroyting verður eitt nýtt undantak sett inn í § 12 í meirvirðisgjaldslógini. Ætlanin við lógaruppskotinum er at frítaka bummgjald fyri meirvirðisgjald. Við hesum verða øll gjøld, sum verða kravd fyri koyring gjøgnum tunlar, ella koyring eftir brúgvum og vegum, sum hava samband við tað almenna vegakervið undantikin frá meirvirðisgjaldi.

§ 2
Lógin er galdandi frá framløgudegnum.

1. viðgerð 25. oktober 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 6. november 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 23. oktober 2002, og eftir 1. viðgerð tann 25. oktober 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið saman við løgtingsmáli nr. 13/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, og hava bæði málini fingið somu viðgerð.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur m.a.: "Endamálið við hesum lógaruppskotinum er at frítaka bummgjaldið í sambandi við ferðing og flutning gjøgnum tunlar, brúgvar og aðrar vegir í sambandi við almenna vegarkervið fyri meirvirðisgjald. Í dag verður einki bummgjald kravt fyri at nýta almenna vegakervið, men frameftir fer tað at verða kravt bummgjald fyri at nýta teir komandi undirsjóvartunlarnar."

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri P/F Vágatunnilin.

Umboðini fyri P/F Vágatunnilin upplýstu nevndini, at felagið enn ikki hevur ásett gjaldið fyri at koyra í gjøgnum tunnilin. Upplýst varð, at í 1999 er ein kanning gjørd millum ferðafólkini á leiðini um Vestmannasund um, hvussu tey fóru at nýta tunnilin. Út frá hesi kanning hevur P/F Vágatunnilin roknað seg fram til, at tað í miðal dagliga fara at koyra 350 akfør í gjøgnum tunnilin. Upplýst varð, at tað bert skal gjaldast fyri akfør, ið koyra í gjøgnum tunnilin, ikki fyri fólkini í akførunum, tí innkrevjingin verður automatisk. Eisini varð upplýst, at avsláttur fer at verða givin til tey, ið koyra nógv í gjøgnum tunnilin, og søgdu umboðini fyri P/F Vágatunnilin, at hesin avsláttur í prosentum verður hægri enn avslátturin, sum í dag verður givin við ferjuni.

Umboðini fyri P/F Vágatunnilin upplýstu, at byggingin av tunlinum er fyri ein part fíggjað við láni úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar. Endaliga lánsupphæddin verður ikki uppgjørd, fyrrenn arbeiðið er liðugt, men upplýst varð, at lánið fer at verða umleið 120 mió kr. Lánið skal afturgjaldast yvir 15 ár, og rentan er 5%. P/F Vágatunnilin roknar við eini árligari rakstrarútreiðslu upp á 19 mió kr., harav útreiðslan til rentur og avdrátt verður umleið 12 mió kr.

Frá Strandfaraskipum Landsins hevur nevndin fingið upplýst, at í 2001 flutti strandferðslan í miðal 270 akfør um dagin um Vestmannasund. 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 8. november 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 12. november 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Lm.nr. 86 frá 18.11.2002