ALS

 

15  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um arbeišsloysistrygging og arbeišsįvķsing

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Nevndarskjųl
E. Įlit
F. 2. višgerš
G. Oršaskifti viš 2. višgerš
H. 3. višgerš
I. Oršaskifti viš 3. višgerš
J. Įlit II
K. Framhaldandi 3. višgerš
L. Oršaskifti viš framhaldandi 3. višgerš

Įr 2002, 6. november, legši Kristian Magnussen, lųgtingsmašur, vegna Javnašarflokkin fram soljóšandi  

U p p s k o t
til
lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um arbeišsloysistrygging og arbeišsįvķsing

§ 1.

  1. Ķ lųgtingslóg nr. 113 frį 13. juni 1997 um arbeišsloysistrygging og arbeišsįvķsing, sum broytt viš lųgtingslóg nr. 12 frį 9. februar 2001, veršur %-satsurin ķ § 16, stk. 1 og stk. 2 hękkašur frį 70% til 80%.

§ 2.

Henda lóg kemur ķ gildi 1. januar 2003. 

Višmerkingar:
Tį ALS fór at virka ķ 1992, var taš ein stórur fķggjarligur bati fyri nógvar lųntakarar, iš frammanundan bara hųvdu forsorgarlógina at dśva uppį, um inntųkugrundarlagiš hvarv orsakaš av arbeišsloysi. Kreppan var tį longu byrjaš at gera um seg, og fleiri og fleiri gjųrdust arbeišsleys. Skjótt gjųrdist greitt, at ALS-skipanin ikki megnaši at halda sķnar skyldur mótvegis teimum, iš lśkašu treytirnar fyri at fįa arbeišsloysisstušul, og nógv tiltųk vóršu sett ķ verk fyri at tryggja teimum śtgjaldiš. Partarnir į arbeišsmarknašinum mįttu rinda munandi meir, enn upprunaliga ętlaš, og landskassin lęt milliónaupphędd ķ skipanina, umframt at politisk avgerš varš tikin um at lęna skipanini av fęnum hjį arbeišsmarknašareftirlųnargrunninum.

Soleišis hutlaši ALS seg gjųgnum tey fyrstu įrini, og skipanin gjųrdi sķtt til, at katastrofala stųšan, iš tį var ķ samfelagnum, ikki gjųrdist uppaftur verri fyri mong, iš vóru arbeišsleys. Seinastu įrini er stųšan ķ samfelagnum batnaš munandi. Arbeišsloysi hevur veriš stųšugt minkandi, og ALS hevur megnaš at leggja munandi til sķšis, samstundis sum gjaldiš frį pųrtunum į arbeišsmarknašinum er minkaš. Stżriš ķ ALS hevur bošaš frį, at gjaldiš frį hvųrjum av pųtunum frį 1. januar 2003 veršur 0,5%.

Frį byrjan ķ 1992 og til 1996 vóru śtgjaldingarnar hjį ALS stųrri enn inntųkurnar. Frį 1996 og til dagin ķ dag hava inntųkurnar veriš vęl stųrri enn śtreišslurnar, og roknaš veršur viš, at ALS hevur lagt uml. 470-480 milliónir til sķšis tann 31. desember ķ įr.

Hóast góšar tķšir seinastu įrini og rśmar fķggjarligar ręsur hjį ALS, er śtgjaldiš ikki hękkaš yvirhųvur og er enn į sama stųši, sum tį skipanin fór at virka ķ 1992. Taš skuldi ikki veriš neyšugt įt vķst į, hvussu nógv skal til ķ dag fyri at svara hvųrjum sķtt, og at fólk, iš missa arbeiši, verša straffaši dupult. Fyrst eina ferš viš at missa arbeiši og inntųkugrundarlagiš, fyri sķšan bara at kunna fįa 70 % av eini arbeišaralųn ķ arbeišsloysisstušli. Arbeišsloysisstušulin er eisini avmarkašur viš taš, at śtgjaldiš ķ mesta lagi er 70 % av tķ, iš veršur goldiš tķmalųntum fyri fulla starvstķš ķ normalarbeišstķšini vanligar arbeišsdagar. Taš, iš lųntakarar harumframt hava roynt at forvunniš viš mųguligum yvirarbeiši į kvųldi og ķ vikuskiftum, ella fįa ķ hęgri lųn, fįa teir einki endurgjald fyri, og er tķ veruligi inntųkumissurin hjį nógvum, iš gerast arbeišsleys, nógv stųrri enn tann upphędd, iš arbeišsloysisstušulin veršur roknašur av.

Javnašarflokkurin heldur ikki, at taš er sųmiligt, at munur veršur gjųrdur į fólki, iš eru foraši ķ at vera į arbeišsmarknašinum, og at tķšin nś er komin til at bųta um fķggjarligu korini hjį arbeišsleysum. Sjśkradagpeningahįmarkiš er 80% av eini arbeišaralųn, og tey, iš eru foraši ķ at arbeiša orsakaš av sjśku ella barnsburši, kunnu fįa upphędd svarandi til 80 % av eini arbeišaralųn ķ forsorgarveiting. Tķ skjóta vit upp, at ALS-śtgaldiš veršur hękkaš śr 70 % til 80 %. Veršur uppskotiš samtykt, hękkar śtgjaldshįmarkiš, iš kann veitast ķ forsorgarhjįlp orsakaš av arbeišsloysi, samsvarandi.

Kostnašur
Veršur śtgjaldshįmarkiš ķ lógini um ALS hękka viš 10 %, merkir hetta, at vųksturin ķ śtgjaldinum frį 70 % til 80 % veršur 14,3%. Ķ 2001 vóru 60 mió śtgoldnar arbeišsleysum, og roknaš veršur viš įleiš somu upphędd ķ įr. Veršur śtgjaldiš hękkaš viš 10%, ųkir hetta um śtreišslurnar hjį ALS viš uml. 8,6 mió ķ 2003, um tališ į arbeišsleysum veršur óbroytt.

Harumframt verša śtreišslurnar til forsorgarhjįlp ųktar viš ķ mesta lagiš 1,7 mió ķ 2003.Ķ fķggjarlógaruppskotinum fyri 2003 metir landsstżriš, at śtreišslurnar til forsorgarhjįlp vegna arbeišsloysi verša 12 mió.

1. višgerš 12. november 2002. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum tann 29. november 2002 legši fram soljóšandi

Įlit

Javnašarflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 6. november 2002, og eftir 1. višgerš tann 12. november 2002 er taš beint vinnunevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 21. og 28. november 2002.

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš umboš fyri stżriš og leišsluna fyri Arbeišsloysisskipanina.

Nevndin hevur ķ sķni stųšutakan til uppskotiš bżtt seg ķ ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin ķ nevndini (Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen, Tórbjųrn Jacobsen og Hešin Zachariasen) vķsir į, at landsstżrismašurin ętlar at seta eina nevnd at endurskoša alla arbeišsloysisskipanina og heldur tķ ikki, at einstakar broytingar eiga at verša gjųrdar ķ skipanini, įšrenn hetta arbeišiš er lišugt. Meirilutin tekur tķ ikki undir viš uppskotinum og męlir Lųgtinginum frį at samtykkja uppskotiš.

Minnilutin ķ nevndini (Henrik Old og Gerhard Lognberg) tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš. Minnilutin leggur dent į, at umbošiš fyri Fųroya Arbeišarafelag ķ stżrinum fyri Arbeišsloysisskipanina į fundi ķ vinnunevndini tók undir viš, at śtgjaldiš śr skipanini veršur hękkaš.

2. višgerš 3. desember 2002. Uppskot frį tingmonnunum Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen og Heina O. Heinesen um at beina mįliš aftur ķ nevnd fall 9-1-20. §§ 1 og 2 samtyktar 16-1-13. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 11. desember 2002. Uppskot frį Kaj Leo Johannesen  um at beina mįliš aftur ķ nevnd samtykt 25-0-7. Mįliš beint aftur ķ vinnunevndina, sum tann 14. januar 2003 legši fram soljóšandi

Įlit II

Lųgtingiš beindi viš 3. višgerš 11. desember 2002 mįliš aftur ķ vinnunevndina.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi tann 9. januar 2003.

Fyri at fįa stašfest, um taš nś er ętlanin at endurskoša alla arbeišsloysisskipanina sum eina heild, ella um ętlanin er at gera einstakar broytingar, t.e. višvķkjandi Als-inngjaldinum, įšrenn hetta arbeišiš er lišugt, hevur nevndin havt fund viš umboš fyri stżriš fyri Arbeišsloysisskipanina og viš landsstżrismannin ķ vinnumįlum. Nevndin hevur eisini fingiš avrit av samskiftinum millum lųgmann og landsstżrismannin ķ vinnumįlum višvķkjandi Als-inngjaldinum og av skrivum, iš stżriš fyri Arbeišsloysisskipanina hevur sent Vinnumįlastżrinum višvķkjandi hesum og višvķkjandi endurskošan av Arbeišsloysisskipanini.

Vinnunevndin hevur fingiš stašfest, at ętlanin er at endurskoša alla arbeišsloysisskipanina sum eina heild.

Meirilutin ķ nevndini (Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen, Tórbjųrn Jacobsen og Hešin Zachariasen) vķsir til sķnar višmerkingar ķ fyrra įlitinum ķ mįlinum. Meirilutin tekur ikki undir viš uppskotinum og męlir Lųgtinginum frį at samtykkja uppskotiš.

Minnilutin ķ nevndini (Henrik Old og Gerhard Lognberg) tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš. Minnilutin vķsir til sķnar višmerkingar ķ fyrra įlitinum ķ mįlinum, men leggur afturat, at hevur taš veriš neyšugt at hękka śtgjaldiš frį Als, er taš uppaftur meira neyšugt nś, tį eyka skattur er lagdur į ųll, viš m.a. 500 kr. ķ sjórvarpsghjaldi, umframt 1. kr. pr. litur mjųlk. Hetta eru upphęddir, iš eisini tey, iš eru arbeišsleys skulu gjalda frį nś av, og tķ er uppaftur meira neyšugt at hękka śtgjaldiš.

Framhaldandi 3. višgerš 15. januar 2003. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, fall 6-0-23. Mįliš sostatt falliš. Mįliš avgreitt.