Sjúkrarøktarfrøðingar

 

17  Uppskot til  løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum

A. Upprunauppskot
B. Tikið aftur

Ár 2002, 6. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum

 

Kapittul 1
Endamál o. a.

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.

§ 2. Landsstýrismaðurin kann skipa útbúgvingina ella partar av henni í samlestri við ella saman við øðrum útbúgvingum.

§ 3. Útbúgvingin hevur m.a. til endamáls,

  1. at tey lesandi eftir lokna útbúgving gerast før fyri at virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar,
  2. at tey lesandi gerast før fyri at virka í einum tvørfakligum samstarvi, og
  3. at tey lesandi vinna sær neyðugar fakligar førleikar innan ástøðiliga og kliniska sjúkrarøktarkunnleikan í samsvari við samfelagsligu, vísindaligu og tøknifrøðiligu menningina og tørvin hjá brúkaranum á sjúkrarøkt.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um endamálið við útbúgvingini. 

§ 4. Útbúgvingin skal skipast soleiðis, at hon lýkur altjóða krøv.
Stk. 2. Eftir lokna útbúgving hava tey lesandi rætt til løggilding.

Kapittul 2
Útbúgvingarskipan

§ 5. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at sínámillum ávirkan verður millum kliniska og ástøðiliga undirvísing í einari samanhangandi útbúgvingartilgongd.
Stk. 2. Sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin er ásett at vara 4 ár og er býtt sundur í lestrarhálvur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, um tørvur er á tí, broyta útbúgvingartíðina.

§ 6. Sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin gevur rætt til bachelorheiti.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um bachelorútbúgvingina.

Kapittul 3
Atgongd til útbúgvingina

§ 7. Atgongd til útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing er treytað av, at umsøkjari

  1. í minsta lagi hevur students-, HF- ella líknandi prógv ella
  2. hevur aðrar royndir og/ella útbúgvingar, ið kunna sammetast við krøvini í nr. 1.

Stk. 2. Leiðsla skúlans ger av, um krøvini eftir stk. 1 eru rokkin.
Stk. 3. Lesandi við serligum útbúgvingar- ella starvsligum fyritreytum kunnu verða frítikin fyri partar av útbúgvingini.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um upptøku til útbúgvingina.

Kapittul 4
Innihald

§ 8. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útbúgvingina, m.a. um innihald, lestrarskipan, próvtøku, kærur um próvtøku, dygdarmenning, eftirmeting, rættindi og skyldur teirra lesandi, sbr. § 2, stk. 4 í kgl. anordning nr. 353 af 21.12.1959 om sygeplejersker.

§ 9. Skúlin skal við støði í teimum reglum, sum ásettar eru, gera eina lesiætlan, sum neyvt lýsir innihald o.a. í útbúgvingini. Lesiætlanin skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Skúlin eigur at fylgja við, um tørvur er á at endurnýggja lesiætlanina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingini.

Kapittul 5
Skúlaskipan o. a.

§ 10. Undirvísingin fer fram í skúla, sum er góðkendur av landsstýrismanninum.

§ 11. Kliniska undirvísingin fer fram á útbúgvingarstøðum, ið eru góðkend av skúlanum.

§ 12. Útreiðslurnar av ástøðiligu og klinisku undirvísingini verða goldnar úr landskassanum.
Stk. 2. Sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin er ókeypis fyri tey lesandi.
Stk. 3. Studningur kann verða veittur til royndar- og menningarvirksemi, víðariútbúgving, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og til faklig skeið.
Stk. 4. Skúlin veitir lesandi ráð, vegleiðing og fakliga hjálp eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

§ 13. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi leiðslu skúlans.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann broyta leiðslubygnaðin, um útbúgvingin verður skipað saman við øðrum skúla ella stovni, sbr. § 2.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleikakrøv til leiðslu og lærarar.

§ 14. Rektarin hevur ta námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av útbúgvingini sambært galdandi ásetingum.

Kapittul 6
Ráðsskipan

§ 15. Landsstýrismaðurin setir eitt ráð, sum í ummælum sínum til landsstýrismannin viðger og gevur ráð í øllum málum um sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina sambært teimum heimildum, tí eru givnar eftir § 16, stk. 6.
Stk. 2. Ráðið hevur eisini til uppgávu at ráðgeva skúlanum.

§ 16. Ráðslimirnir verða valdir fyri fýra ár. Fyri hvønn ráðslim verður ein tiltakslimur valdur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur formannin.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir limir, ið skulu hava fakligt innlit í tey viðurskifti, sum sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin fevnir um.
Stk. 4. Umframt ráðslimirnar taka rektarin, deildarleiðarin fyri sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina og eitt umboð frá Mentamálaráðnum lut í fundum ráðsins.
Stk. 5. Ráðið kann eftir tørvi innkalla serkøna hjálp til at møta á ráðsfundum.
Stk. 6. Gjøllari reglur viðvíkjandi ráðnum verða ásettar av landsstýrismanninum.

Kapittul 7
Kærur

§ 17. Avgerðir, sum skúlin tekur, kunnu kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast kann í seinasta lagi 4 vikur eftir, at tann, sum kærir, hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann síggja burtur frá kærufreistini, tá serlig viðurskifti tala fyri tí.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um kærumøguleikarnar.

§ 18. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin eftir § 17 kann leggjast til kærunevnd. 

Kapittul 8
Gildissetan o.a.

§ 19. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri lesandi, sum fara undir útbúgvingina eftir 1. februar 2003.
Stk. 2. Reglurnar í Bekendtgørelse nr. 653 af 17. juli 1992 for Færøerne om sygeplejeuddannelsen eru tó galdandi fyri lesandi, sum eru byrjað sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina áðrenn 1. februar 2003.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um ískoytisútbúgving fyri sjúkrarøktarfrøðingar útbúnir eftir eldri lógum. Ískoytisútbúgvingin gevur sama førleika og rættindi sum útbúgvingin eftir hesi lóg 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar 

Tað eru tvær høvuðsorsøkir til, at uppskotið verður sett fram. Í fyrra lagi at skúlamál endaliga eru yvirtikin sum føroyskt sermál. Hetta ger tað í sjálvum sær neyðugt við føroyskari lóggávu á økinum. Í øðrum lagi er sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin í Danmark broytt, soleiðis at støðið undir donsku løggildingini (autorisatiónini) er munandi broytt. Hetta merkir, at føroysku reglurnar skulu endurskoðast, innihaldið nútímansgerast og støðið hækkast, soleiðis at vit framhaldandi kunnu fáa løggilding. Endamálið er eisini at broyta útbúgvingina soleiðis, at hon er fult á hædd við samsvarandi útbúgvingar í Evropa. Tað skal tryggja, at sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava prógv frá Sjúkrasystraskúla Føroya, eisini fáa løggilding, sum hevur altjóða gildi.

Galdandi lóggáva
Lógargrundarlagið undir Sjúkrasystraskúla Føroya og føroysku sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingini er konglig fyriskipan nr. 353 frá 21. desember 1959, sum seinast er broytt við kongligari fyriskipan nr. 217 frá 6. apríl 1988. Fyriskipanin setir í gildi "Lov nr. 127 af 25. maj 1956 om sygeplejersker" fyri Føroyar. Lógin um sjúkrarøktarfrøðingar ásetir m.a., hvør ið hevur rætt at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur, og annars inniheldur lógin skyldur, eftirlit og ásetingar um revsing. § 2 í lógini hevur serligan týdning fyri føroysku sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina, tí her verða rætturin til løggilding og heimild til at áseta reglur fyri útbúgvingina staðfest. Reglurnar um verandi útbúgving eru ásettar við heimild í § 2, stk. 4 í "Bekendtgørelse nr. 653 af 17. juli 1992 for Færøerne om sygeplejerskeuddannelsen".

Eftir at skúlamál eru yvirtikin 1. januar 2002, er uppskot um broyting av § 2 í "lov om sygeplejersker" ávegis í tingið frá Almanna- og heilsumálastýrinum. Sambært tí broytingaruppskotinum er tað nú landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, sum ásetir reglur fyri útbúgvingina, og fer hetta fram í samráð við danska heilsumálaráðið. Av tí at heilsumál ikki eru yvirtikin, verður tað danska Heilsustýrið (Sundhedsstyrelsen), sum framhaldandi sambært nevndu fyriskipan gevur sjúkrarøktarfrøðingum við prógvi frá Sjúkrasystraskúla Føroya løggilding. Hetta heldur fram til málsøkið heilsumál verður yvirtikið, helst í 2006.

Nýskipan við uppskotinum
Við nýggja uppskotinum verður skúlin og útbúgvingin skipað eftir føroyskari lóg, og innihaldið í undirvísingini verður ásett við kunngerð við heimild í lógini. Innihaldið og krøvini í nýggju útbúgvingini fara at líkjast teimum, sum eru í øðrum norðurlondum. 

Sum nakað nýtt verður nú ásett í lógini, at sjúkrarøktarfrøðingur eftir lokið prógv fær bachelorheiti í røktarfrøði (Bachelor of Science in Nursing). Í Danmark fáa sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava fingið útbúgving eftir nýggju lógini, heitið Professions Bachelor, í Íslandi fáa tær heitið Bachelor of Science in nursing og í Svøríki kandidatsheiti. Hetta merkir í stuttum, at førleikakrøvini verða økt, og at skúlin fær støðu sum hægri lærustovnur. Sum hægri lærustovnur kann skúlin fáast við vísindaliga gransking í granskingarevnum, sum hava við heilsuvísindi at gera. Hetta merkir eisini, at neyðugt verður við einari kunngerð um bachelor. 

Hugsað hevur verið um at knýta føroyskar lærustovnar, ið geva prógv á akademiskum støði sum t.d. bachelor og harvið kunnu granska, til Fróðskaparsetur Føroya. Við hesum í huga er sett í lógaruppskotið, at skúlin kann samstarva við aðrar skúlar/stovnar, og at landsstýrismaðurin fær heimild at knýta skúlan til aðrar skúlar/stovnar, ella um faklig fyrilit tala fyri hesum, kunna skúlarnir/stovnarnir leggjast saman.

Skiftisskipan
Í Danmark kom nýggja kunngerðin um sjúkrarøktarfrøðingaútbúgving í gildi 1. september 2001. Sjúkrasystraskúli Føroya hevur fingið loyvi frá danska heilsustýrinum, soleiðis at tey lesandi, ið byrjaðu útbúgvingina í september 2001, kunnu fáa danska løggilding. Umráðandi er, at føroyska lóggávan verður dagførd nú, soleiðis at tey, ið byrja 1. februar 2003 ella seinni, kunnu vera vís í at fáa løggilding og eina útbúgving, sum er dagførd samanborin við onnur norðurlond.

Samandráttur
Uppskot um løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum ásetir í høvuðsdráttum endamál, útbúgvingarskipan, upptøkutreytir og innihald í útbúgvingini. Uppskotið skipar skúlaviðurskiftini, gevur landsstýrismanninum heimild at seta eitt ráðgevandi ráð og ásetir reglur um kæruviðurskifti. Løggildingin av útbúgvingini krevur, at útbúgvingin altíð eigur at laga seg eftir sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingum í útlondum, og uppskotið ásetir tí í nógvum førum bert karmar fyri útbúgvingina. Fakliga innihaldið, próvtøka o.a. verða ásett við kunngerðum, sum eru lættari at laga til komandi broytingar í útbúgvingini. Eftir uppskotinum fáa tey lesandi bachelorheitið eftir lokna útbúgving.

Ummæli
 Uppskotið hevur verið til ummælis hjá:

  1. Almanna- og heilsumálastýrinum
  2. Fíggjarmálastýrinum
  3. Sjúkrasystrafelagi Føroya
  4. Landslæknanum
  5. Lærararáðnum á Sjúkrasystraskúla Føroya

Tá hoyringsfreistin var farin, vóru viðmerkingar komnar frá:

  1. Almanna- og heilsumálastýrinum
  2. Sjúkrasystrafelag Føroya
  3. Landslæknanum
  4. Lærararáðnum á Sjúkrasystraskúla Føroya

Viðvíkjandi 1
Ongar viðmerkingar til lógaruppskotið, men Almanna- og heilsumálastýrið ynskir ávirkan á kunngerðararbeiði í sambandi við lógina. Heilsumálaráðið hevur fingið ein lim í arbeiðsbólkin, sum skal gera kunngerðirnar.

Viðvíkjandi 2
Felagið vísir á smærri málsligar og tekniskar broytingar, sum ikki vóru tiknar til eftirtektar.
Felagið vísir á, at tað, sum spart verður í næmingalønum, eigur at verða lagt oman á lønina hjá limum felagsins.

Annars er felagið væl nøgt við uppskotið.

Viðvíkjandi 3
Ongar viðmerkingar.

Viðvíkjandi 4
Lærararáðið metir, at tað ikki er samsvar millum heitið og innihaldið í bachelor. Ikki tikið til eftirtektar.

Víst verður á tvær "málsligar" dagføringar. Tikið til eftirtektar og lógaruppskotið broytt í samsvar við ynskið.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum 

a) Fíggjarligar avleiðingar 
Í eini skiftistíð (5-6 ár) fer Sjúkrasystraskúla Føroya at tørva fígging til umleggingarvirksemi, ið fevnir um:

  1. víðariútbúgving av lærarum til kandidat ella masterstøði, ið tekur millum 2 og 3 ár.
  2. eftirútbúgving av praktikkvegleiðarum
  3. skipan av nýggjum størvum (praktikk koordinatorar) innan klinisku undirvísingina (starvsvenjingina).

Sambært uppskotinum fara lesandi, ið fylgja tí nýggju útbúgvingarskipanini, at fáa útbúgvingarstuðul (ÚS) og ikki løn, sum tær fáa undir verandi skipan. Verandi sjúkrarøktarfrøðingaútbúgving tekur 3 ár og 9 mánaðir, og í 2002 verða lønarútreiðslurnar til tey lesandi umleið 10.033.000 kr. Nýggja sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin tekur 4 ár, og av tí at tey lesandi sambært uppskotinum fáa útbúgvingarstuðul, so verður útreiðslan uml. 6 mió kr.

Umleggingin kann annaðhvørt fíggjast við eykajáttan ella við rakstaravlopinum, ið kemur av, at lønarútreiðslurnar til lesandi stigvíst minka, so hvørt sum verandi útbúgvingarskipan fellur burtur. Fíggjarjáttanin hjá Sjúkrasystraskúla Føroya verður sambært hesum óbroytt í skiftistíðini og verður endurskoðað og dagførd aftaná, at umleggingin er framd.

Á niðanfyri standandi talvu síggjast fíggjarligu avleiðingarnar fyri Sjúkrasystraskúla Føroya. Útrokningargrundarlagið er, at lesandi, ið fylgja nýggju sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingini, fáa útbúgvingarstuðul ístaðin fyri løn (lønarupphæddirnar eru ásettar við støði í fíggjarætlan skúlans fyri 2002).

Sjúkrasystraskúli Føroya hevur í fíggjarætlanini fyri 2002 tikið við útreiðslur til víðariútbúgving. Hetta, saman við tí, at lesandi eftir nýggju skipanini byrja 1. februar 2003, ger, at fíggjarætlanin hjá Sjúkrasystraskúla Føroya fyri 2002 verður óbroytt, og fíggjarárið 2002 er tískil ikki tikið við í talvuni.

 

b) Umsitingarligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri land ella kommunur.

c) Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna
Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

d) Avleiðingar fyri umhvørvið
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

e) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

f) Avleiðingar fyri ávísar felagsskapir
Tey lesandi eru í dag limir í Sjúkrasystrafelag Føroya (nú broytt til "Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar") og fáa sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Sjúkrasystrafelag Føroya løn í lestrartíðini. Eftir uppskotinum fara tey lesandi at fáa útbúgvingarstuðul á sama hátt sum onnur lesandi.

g) Avleiðingar fyri millumtjóða sáttmálar
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

h) Avleiðingar í talvu:

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar  Ja Nei Nei Ja Nei
Umsitingarligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur  Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar    

 

 

  Nei

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar 

Til § 1.
Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri og bera útreiðslurnar til at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar. Landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina og eftirlitið við útbúgvingini.

Til § 2.
Landsstýrismaðurin kann skipa útbúgvingina ella partar av henni í samlestri við ella saman við øðrum útbúgvingum. Samstarv millum t.d. Sjúkrasystraskúlan, Læraraskúlan og Fróðskaparsetrið kundi givið øllum pørtum fyrimunir og nýggjan íblástur. Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta, hvussu víðfevnandi samstarvið skal vera, og hann kann eisini skipa alla útbúgvingina saman við øðrum stovni/ skúla.

Til § 3.
Endamálið við útbúgvingini er at gera tey lesandi før fyri at virka á sjúkrahúsi, í primeru røktini, á ellis- og røktarheimum og øðrum stovnum eftir lokna útbúgving. Útbúgvingin skal lagast til tørvin í Føroyum, men samstundis geva útbúnu sjúkrarøktarfrøðingunum møguleika at virka uttanlands og at fara undir framhaldslestur.

Landsstýrismaðurin útgreinar endamálið við útbúgvingini í kunngerð.

Til § 4.
Sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingarnar í grannalondum okkara eru umskipaðar seinastu árini soleiðis, at støðið er hækkað, og sjúkrarøktarfrøðingarnir hava atgongd til at taka hægri útbúgving ínnan ávís øki. Ætlanin við uppskotinum er at geva føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum sama møguleika fyri arbeiði og framhaldsútbúgving á hægri lærustovnum, sum sjúkrarøktarfrøðingar útbúnir í útlondum. Tað er ásett í § 4, at útbúgvingin til einhvørja tíð skal lúka somu krøv, sum altjóða samfelagið herímillum eisini ES setir til útbúgvingina. Innihaldið skal tí dagførast, tá altjóða krøv til útbúgvingina verða broytt. Krøvini til útbúgvingina verða ásett í samráð við løggildingarmyndugleikan.

Til § 5
Í mun til verandi útbúgving er útbúgvingartíðin longd við 3 mánaðum og er soleiðis ásett at vara 4 ár. Útbúgvingin er býtt sundur í lestrarhálvur, og skúlin hevur ábyrgdina av at samskipa kliniska og ástøðiliga partin av undirvísingini í eina samanhangandi útbúgvingartilgongd. Útbúgvingin verður skipað soleiðis, at krøvini til tey lesandi eru hækkandi ígjøgnum útbúgvingartilgongdina. Innihald og krøv verða ásett sambært galdandi ES krøvum, og øll útbúgvingin skal samsvara 240 ECTS-stigum (European Credit Transfer System). Eitt lestrarársverk er 60 ECTS-stig.

Til § 6
Bachelor heitið hevur týdning fyri og lýsir støði í útbúgvingini. Bachelor heitið gevur teimum útbúnu sjúkrarøktarfrøðingunum størri møguleika í sambandi við framhaldsútbúgvingar. Bachelor heitið hevur m. a. við sær,

Føroyar eru tað seinasta av norðurlondum, sum skipa sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina eftir nýggju krøvunum. 

Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvørji krøv verða sett til bachelor heitið.

Til § 7.
Formliga upptøkukravið til umsøkjara er prógv á studenta-, HF- ella líknaði støði, men umsøkjarar, sum hava annað prógv ella hava vinnulívsroyndir o.t., kunnu verða tiknir upp eftir regluni sbrt. § 7, stk. 1 nr. 2. Í ítøkiligum málum er tað leiðsla skúlans, sum við grundarlagi í reglum landsstýrismansins ger av, um krøvini til upptøku eru rokkin.

Til § 8
Ein høvuðskunngerð skal skipa viðurskiftini viðvíkjandi innihaldi, próvtøkuskipan, viðurskifti teirra lesandi, kærumøguleikum o.ø.

Útbúgvingin er í 8 lestrarhálvum, og mælt verður til, at tey lesandi fáa stuðul frá Stuðulsstovninum undir allari útbúgvingini. Hetta er ein staðfesting av, at bæði í kliniska og ástøðiliga partinum eru tey lesandi undir útbúgving og eru ikki ein normeraður partur av arbeiðsorkuni á praktikkstaðnum.

Til § 9
Við støði í kunngerðum o.ø. skal skúlin gera eina lesiætlan, sum ítøkiliga lýsir innihaldið og onnur viðurskifti í útbúgvingini. Landsstýrismaðurin góðkennir lesiætlanina. Skúlin hevur skyldu at fylgja við í neyðugum dagføringum og broytingum í útbúgvingum av sjúkrarøktarfrøðingum í útlondum.

Til § 10
Eingin viðmerking.

Til § 11
Endamálið við klinisku undirvísingini er at fáa samband millum praktiska og ástøðiliga partin av útbúgvingini. Kliniska undirvísingin fer fram á góðkendum útbúgvingarstøðum innan almanna- og heilsuverkið og øðrum góðkendum støðum innan- og uttanlands. Undirvísingin, sum tann lesandi fær á útbúgvingarstaðnum, skal veitast av starvsfólki, ið hevur neyðugan førleika. Skúlin vegleiðir útbúgvingarstøðini um tilrættaleggingina av undirvísingini. Tey klinisku útbúgvingarstøðini gera í samráð við skúlan eina undirvísingarætlan. Sjúkrasystraskúlin samskipar klinisku undirvísingina og góðkennir útbúgvingarstøðini.

Til § 12
At landskassin ber útreiðslurnar av sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingini merkir, at undirvísingin er ókeypis fyri lesandi.

Skúlanum er heimilað at bera útreiðslur til víðariútbúgving, eftirútbúgving, skeið og útbúgving av lestrarvegleiðarum. Komandi árini er stórur tørvur á at menna førleikan hjá leiðslu, starvsfólki og lestrarvegleiðarum, í sambandi við at fakliga støðið er munandi hækkað eftir nýggju lógini. Tað er neyðugt at nýta lutvíst stóra játtan til hesi endamálini komandi árini.

Til § 13
Við leiðslu skúlans er her at skilja rektarin og deildarleiðarin fyri sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina.

Landsstýrismaðurin ásetir førleikakrøvini til leiðslu og lærarar. Í reglunum verður ásett ein skiftistíð, har lærarar hava møguleika at taka neyðugar víðariútbúgvingar og eftirútbúgvingar fyri at lúka endaligu førleikakrøvini.

Til § 14
Rektarin hevur ábyrgd av virkseminum mótvegis landsstýrismanninum.

Til §§ 15 og 16
Ráðið skal í virki sínum ráðgeva, koma við nýggjum íblástri til útbúgvingina, og sum heild vera við til at menna skúlan. Tað skal fylgja við í tí, sum fyriferst á útbúgvingarøkinum, og vera ein stuðul fyri skúlan og landsstýrismannin. Skúlans leiðsla kann heita á ráðið um at viðgera ávísar spurningar í sambandi við útbúgvingina. Ráðið hevur ikki fyrisitingarlig rættindi.

Til §§ 17 og 18
Kærur um avgerðir skúlans í málum viðvíkjandi útbúgvingini, undirvísingini, próvtøkunum og øðrum skúlaviðurskiftum skulu sendast til rektaran, sum beinanvegin sendir kæruna til landsstýrismannin saman við egnum viðmerkingum ella til eina kærunevnd, um so er, at landsstýrismaðurin sbrt. § 18 í lógaruppskotinum hevur lagt avgerðir í kærumálum til slíka kærunevnd.

Til § 19
Lógin fær sambært uppskotinum gildi dagin eftir, at hon er lýst, men fær bara virknað fyri lesandi, sum fara undir útbúgvingina eftir 1. februar 2003. Lesandi á sjúkrasystraskúlanum, ið eru tikin inn áðrenn 1. februar 2003, ganga eftir gomlu skipanini, sum er skipað sambært kunngerð nr. 653 frá 17. juli 1992, sum hevur heimild í "kgl. anordning nr. 353 fra 21.12.1959 om sygeplejersker". Landsstýrismaðurin kann víkja frá kunngerð nr. 653 frá 17. juli 1992, tá talan er um skúlaviðurskifti, sum eru ásett í hesi lóg.

Fyri eisini at geva Sjúkrarøktarfrøðingum, sum hava fingið útbúgving eftir eldri reglum, møguleika at dagføra sína útbúgving, er ásett, at landsstýrismaðurin skal hava møguleika til at gera reglur um og seta í verk slíka ískoytisútbúgving/eftirútbúgving.

Á tingfundi 12. november 2002 boðaði formaðurin frá, at uppskotssetarin, Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, við skrivi, dagfest 12. november 2002, hevur tikið málið aftur.