Almannapensjónir

 

20  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 8. november, legði Páll á Reynatúgvu,  landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 149 frá 17. desember 2001, verður aftaná § 12 sett:


12a. Almannastovan kann játta at veita persónligan stuðul í heiminum til fyritíðarpensjónistar við serligum tørvi."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. desember 2002 og fer úr gildi 1. august 2003.

Almennar viðmerkingar
Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin hevur higartil veitt stuðlar til fyritíðarpensjónistar í egnum heimi. Hetta hevur fram til desember 2001 verið gjørt eftir § 12 í lógini um almannapensjónir.

§ 12, stk. 1 í pensjónslógini er soljóðandi:
"Persónlig viðbót kann verða veitt einum pensjónisti, sum hevur serliga trupul kor."

Kærunevndin í almannamálum kom í ár 2000 til ta niðurstøðu, at heimild ikki var í verandi lóggávu at veita stuðlar til fyritíðarpensjónistar í egnum heimi.

Eftir hesa avgerð kundi Almannastovan ikki framhaldandi játta stuðlar til fyritíðarpensjónistar í heiminum eftir § 12 í pensjónslógini, men hinvegin bar heldur ikki til at steðga stuðli til allar teir fyritíðarpensjónistar, sum tá fingu stuðul og høvdu stuðul fyri neyðini.

Landsstýrismaðurin avgjørdi at biðja Løgtingið um at fáa til vega heimild at halda fram við táverandi skipan til 1. desember 2002 soleiðis, at táverandi skipanir vórðu lógarheimilaðar, og at heimild fekst fyri at játta nýggjar stuðlar ella at víðka um verandi skipanir (løgtingsmál 15/2001).

Heimildin at halda fram við verandi skipan kom í gildi í desember 2001 sum § 12a í løgtingslóg um almannapensjónir. Greinin var soljóðandi:
"§ 12a. Almannastovan kann játta at veita persónligan stuðul í heiminum til fyritíðarpensjónistar við serligum tørvi."

Í viðmerkingunum til uppskotið til lógarbroyting frá desember 2001 stóð, at landsstýrismaðurin hevði avgjørt at biðja Løgtingið um at fáa til vega heimild at halda fram við verandi skipan í eitt ár, m.a. meðan arbeitt varð við at skipa betri viðurskifti á økinum. Almanna- og heilsumálastýrið hevði fingið eitt álit um skipan av stuðulsfólkaøkinum fyri vaksin, men hevði ikki havt stundir at viðgera álitið. Almanna- og heilsumálastýrið metti tí, at tað var rættast at biðja um so rúmsátt skotbrá, so stýrið ikki kom í tíðarneyð. Hinvegin lá so í tíðaravmarkingini, at samtykti Løgtingið lógarheimildina fyri tað árið, so var hon bert galdandi í nevnda tíðarskeiði. Tí álegði Løgtingið Almanna- og heilsumálastýrinum at hava eina skipan klára í seinasta lagi 1. december 2002.

Landsstýrismaðurin leggur tí nú fyri Løgtingið eitt uppskot til broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin), har heimild fæst til vega fyri eini komandi stuðulsfólkaskipan fyri vaksin. Ætlanin er, at henda heimild skal koma í gildi 1. januar 2003, sum ein nýggj grein, §32b. Sí viðmerkingarnar til uppskot til broyting í lóg um almenna forsorg.

Samstundis verður hetta uppskot til broyting í løgtingslóg um almannapensjónir lagt fyri Løgtingið, har heimildin í § 12a verður longd til 1. august 2003. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at heimild er fyri verandi stuðulsfólkaskipan, so leingi sum uppsagnartíðin hjá stuðulsfólkunum varir. Uppsagnartíðin í verandi stuðulsfólkaskipan er í mesta lagi 6 mánaðir.

Neyðugt er at hava tvær heimildir í hesum tíðarskeiði. Í verandi skipan eru stuðlarnar settir eftir almannapensjónslógini, sum verður umsitin av Almannastovuni. Sambært nýggju skipanini skulu stuðlarnir setast aftur eftir forsorgarlógini, sum ætlandi skal verða umsitin av Heimarøktini og Serforsorgini. Á henda hátt er trygd fingin fyri, at ongin brúkari stendur uttan stuðul í hesum tíðarskeiði.

Orsøkin til, at landsstýrismaðurin hevur valt at gera nýggja heimild til stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin í lóg um almenna forsorg heldur enn í lóg um almannapensjónir, er, at pensjónslógin helst ikki skal fevna um rakstur av eini fyriskipan. Pensjón er ein ávís upphædd til ein persón, um hann lýkur ávís krøv, sum eru ásett í lógini. Í forsorgarlógini er heimild at seta á stovn stovnar og fyriskipanir á almannaøkinum, og heimildin til heimarøkt er eisini ásett í hesi lóg.

Umframt avgerðina um at flyta skipanina frá Almannastovuni til Heimarøktina/Serforsorgina at umsita, varð avgjørt at leggja játtanina um frá lógarbundnari játtan til rakstrarjáttan.

Tað er í hesum umfari ikki ætlanin at gera aðrar broytingar enn tær, ið eru nevndar omanfyri, og sum viðvíkja fyrisiting og fígging.

Víst verður annars til viðmerkingarnar til uppskotið til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg, sum verður framlagt samstundis sum hetta uppskotið.

Ummælir
Uppskotið hevur verið til ummælis á Almannastovuni og Heimarøktini og Serforsorgini.

Avleiðingarnar av uppskotinum
Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær umsitingarligar avleiðingar, tí talan er bert um at veita lógarheimild til eina skipan, sum longu er, fram til 1. august 2003.

Sí viðmerkingarnar til uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.

  Fyri landið/
landsmyndug-
leikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

nei

nei

nei

nei

Umsitingarligar avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiðingar

     

nei

 

Serligar viðmerkingar

Ad § 1:
Heimildin í verandi lóggávu, sum fer úr gildi 1. desember 2002, verður longd til 1. august 2003.

Til § 2:
Her verður ásett, at lógin kemur í gildi 1. desember 2002, men at hon er tíðaravmarkað og fer úr gildi aftur 1. august 2003.

Fylgiskjøl:
Skjal 1: Ummæli frá Meginfelag Teirra Brekaðu (MBF)
Skjal 2: Ummæli frá Almannastovuni

1. viðgerð 13. november 2002. Tingmálini 19 og 20/2002 vórðu viðgjørd undir einum og bæði beind í trivnaðarnevndina, sum tann 20. november 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 13. november 2002 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 20. november 2002.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 22. november 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 21-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 27. november 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 91 frá 03.12.2002