Meirvirðisgjald

 

22  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2002, 6. november, legði Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 25. februar 2002, verður framd henda broyting:

Í § 12, stk. 1 verður litra l orðað soleiðis:
"Lønir til bygging og umvæling av egnum bústaði ella bústøðum hjá føroyskum sjálvsognarstovnum, ið hava til endamáls almentgagnligt at byggja ella á annan hátt útvega íbúðir til útleigan í Føroyum."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar

Almennar viðmerkingar
Tað eigur ikki at vera munur á, um fólk búgva í sethúsum ella í leiguíbúð. Øll eiga at vera líka fyri lógini og fáa somu kor frá tí almenna.

Nøkur, serliga fólk í bestu árum og við góðari inntøku, ynskja at búgva í sethúsum. Hesi fáa í dag ein fittan part av byggi- ella umvælingarútreiðslunum endurgoldnar.

Onnur fólk ynskja heldur at búgva í leiguíbúð. Hetta kann vera, tí tey einans eru fyribils á einum plássi fyri at nema sær útbúgving, arbeiða í styttri tíðarskeið, ella tí tey enn ikki hava stovnað familju.

Uppaftur onnur hava einki annað í at velja enn at leiga. Tað eru serliga tey, sum ikki hava ráð til útgjaldið til eini sethús ella eigaraíbúð. Hetta eru ofta einligar mammur, einlig eldri fólk, fólk við lágum inntøkum ella fólk, ið á annan hátt ikki hava umstøður at gjalda tey ovurhondshøgu lánsgjøld, sum í dag krevjast fyri at fáa tak yvir høvdið.

Tað løgna við mvg-aftuberingini er, at hon bara verður latin teimum í tí fyrsta bólkinum. Hurð um hurð kunnu búgva eini hjún, ið fáa tíggjutúsundtals krónur í mvg-afturbering, og so ein einlig mamma, ið leigar í einum kjallara, men ikki fær eitt oyra í almennum íbúðarstuðli.

Til tess at bøta um henda mismun verður ásett, at eisini sjálvsognarstovnar, ið byggja íbúðir til almentgagnlig endamál, kunnu fáa ein stuðul, ið svarar til tann, ið sethúsaeigarar fáa.

Serligar viðmerkingar

Til § 1.
Broytta orðingin ger, at eisini sjálvsognarstovnar, ið útvega íbúðir til almentgagnliga útleigan fáa mvg-afturbering.

Orðið almentgagnligt skal skiljast soleiðis, at sjálvsognarstovnur skal hava íbúðarútleigan sum sítt høvuðsendamál, og eingin vinningur skal fara til onnur endamál enn at halda við líka íbúðirnar, gjalda aftur lánini ella útvega fleiri íbúðir. Í orðinum liggur eisini, at íbúðirnar skulu vera til taks hjá øllum fólki undir somu treytum, ella serliga vera ætlaðar ávísum bólkum við serligum tørvi, eitt nú eldri fólki, einligum ella brekaðum. Í slíkum føri mugu eingi ósaklig fyrilit vera tikin ella vanbýti fara fram til frama fyri fólk í ætt við stovnararnar ella limir í ávísum trúarbólki ella øðrum felagskapi.

Fíggjarligar avleiðingar
Sera trupult er at meta um fíggjarligu avleiðingarnar, tí sjálvsognarstovnar hava higartil ikki bygt slíkar íbúðir, sum eru ætlaðar at fáa stuðul eftir hesum uppskotinum. Landsstýrismenninir í fíggjar- og almannamálum fáa høvi undir viðgerðini at siga sína hugsan um tann spurningin. Greitt er tó, at talan kann verða um munandi upphæddir, um endamálið við uppskotinum verður nátt. Sum dømi kann nevnast, at ítøkilig ætlan hjá Íbúðargrunninum, Húsalánsgrunninum og Tórshavnar kommunu hevði havt við sær mvg-endurgjald upp á umleið 3 milliónir krónur í sambandi við byggingina og 1 millión krónur árliga í rentustuðli. Men samstundis fær landskassin tó eisini aðrar inntøkur av økta byggivirkseminum.

1. viðgerð 13. november 2002. Tingmálini 21 og 22/2002 vórðu viðgjørd undir einum. Bæði beind í fíggjarnevndina, sum tann 6. februar 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 6. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 13. november 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið saman við løgtingsmáli nr. 21/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul, og hava málini fingið somu viðgerð. Víst verður á álit í tingmáli nr. 21/2002.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Rúni Hentze og Poul Michelsen) vísir á viðmerkingarnar í tingmáli nr. 21/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul. Meirilutin setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot sambandsfloksins.

Minnilutin (Mamy Dahl Sørensen) vísir á viðmerkingarnar í tingmáli nr. 21/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.

2. viðgerð 11. februar 2003. §§ 1 og 2 fullu 7-7-17. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.