Yrkisútbúgvingar

 

23  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2002, 12. november, legði Annlis Bjarkhamar,  landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

um

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002 verður gjørd henda broyting:
§ 33, stk. 4 verður orðað soleiðis: "Stk. 4. Landskassin endurrindar læruplássinum lønina, sum tað hevur goldið lærlingi, meðan hann hevur tikið ta til læruna hoyrandi skúlagongd. Endurgjaldið er 75% av ásettu minstulønini sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfeløg."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2003. 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

Landskassin hevur nú í fleiri ár endurrindað læruplássum lærlingalønina, meðan lærlingarnir fáa ta til læruna hoyrandi skúlagongd. Endurgjaldið hevur gjøgnum árini verið ymiskt. Við løgtingslóg nr. 25 frá 6. mars 1998 er ásett, at landskassin skal veita læruplássunum fult endurgjald. Henda lógin avloysti aðra lóg, sum ásetti, at landskassin skuldi endurrinda læruplássunum 75%.

Undir fíggjarligu kreppuni fyrst í 90 árunum vóru nógvir handverksmeistarar hart fyrispentir, av tí at sera lítið byggivirksemi og sera lítið virksemi sum heild var í landinum. Færri og færri lærlingar vóru tiknir í læru, og mitt í 90 árunum vóru nærum eingir nýggir sáttmálar skrivaðir. Fyri at stimbra meistarunum at taka lærlingar, var lønarendurgjaldið, fyri tað tíðarskeiðið lærlingurin var í skúla, hækkað til 100% í 1998.

Hesar umstøður eru tíðanbetur broyttar, nú búskaparligu viðurskiftini í samfelagnum sum heild og eisini hjá vinnuni eru munandi betrað. Tey seinastu árini hevur lærlingatilgongdin verið støðugt veksandi soleiðis, at tað í 2001 vóru skrivaðir 306 nýggir lærusáttmálar. Nógv virksemi er í handverksvinnuni í dag, og hon hevur tí ikki tørv á stuðli í tann mun, sum talan var um í kreppuárunum.

Mett verður, at rættari er at laga stuðulin til ta búskaparligu gongdina í samfelagnum.

Uppskotið ásetir, at lærupláss fáa 75% endurgoldið av tí løn, sum lærupláss gjalda lærlingi undir skúlagongdini.

Uppskotið er sent til hoyringar hjá:

  1. Føroya Handverksmeistarafelag
  2. Føroya Handverkarafelag
  3. Landsfelag handverkaranna
  4. Vinnumálaráðnum

Hoyringsfreistin er sett til 7. nov. 2002, og einki ummæli er komið inn enn.

Kapittul 2. Avleiðingar av uppskotinum

a) Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur
Við verandi lærlingatali er fíggjarliga avleiðingin fyri landskassan ein sparing upp á uml. 3,875 mió kr., sum er 25% av teimum uml. 15,5 mió kr., sum verða endurrindaðar læruplássunum í verandi fíggjarári. Ongar fíggjarligar avleiðingar eru fyri kommunurnar.

b) Umsitingarligar avleiðingar
Ongar umsitingarligar avleiðingar eru fyri land og kommunur.

c) Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna
Lógaruppskotið hevur ein meirkostnað upp á 3,875 mió kr. fyri vinnuna. Avleiðingin av meirkostnaðinum kann vera, at lærupláss aftra seg við at taka nýggjar lærlingar inn. Tað kann tí gerast torførari hjá ungum fólki at finna lærupláss, men havandi verandi fíggjarligu gongd í landinum í huga, verður hetta ikki mett at hava avgerandi týdning. Mett verður, at ongar umsitingarligar avleiðingar eru fyri vinnuna.

d) Umhvørvisligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

e) Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

f) Avleiðingar í sambandi við millumtjóða sáttmálar
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar í sambandi við millumtjóða sáttmálar.

g) Avleiðingar settar í talvu:

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar  Ja Nei Nei Nei Ja
Umsitingarligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar  Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur  Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar    

 

 

  Nei

 

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

Endurrindan/endurgjald er galdandi fyri allar lærlingar. Sambært stk. 6 ásetir landsstýrismaðurin nærri reglur um mannagongd í sambandi við útgjaldingina.

1. viðgerð 19. november 2002. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 16. desember 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 9. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 19. november 2002 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 26. november og 3., 9. og 12. desember 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við skúlastjórarnar fyri teknisku skúlarnar í Havn og í Klaksvík og hevur undir viðgerðini fingið felagsskriv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Prentmiðjufelag og frá Landsfelag Handverkaranna. Eisini hevur nevndin havt fund við umboð fyri tey seinast nevndu.

Ein meiriluti (Annita á Fríðriksmørk, Jógvan Arge, Jákup Mikkelsen og Kári P. Højgaard) tekur undir við uppskotinum vísandi til viðmerkingar landsstýrisins og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

Ein minniluti (Katrin Dahl Jakobsen, Andrias Petersen og Heðin Mortensen) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir frá at samtykkja tað. Undir nevndarviðgerðini er komið fram, at vandi er fyri, at uppskotið kann fara at hava negativt árin á lærlingatilgongdina. Minnilutin óttast fyri, at fylgjan verður, at okkum, sum frá líður, fer at mangla handverkarar, og fer hetta at hava óheppið árin á okkara búskap.

Tá landsstýrið áleggur meistaranum at gjalda 25% av lærlingalønini í skúlatíðini, frásigur landsstýrið sær ávirkan á ætlan og tilrættisleggjan á skúlanum.

2. viðgerð 18. desember 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 16-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 19. desember 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-14. Málið avgreitt.

Ll.nr. 107 frá 20.12.2002