Skattur

 

27  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Realurin og Íleggingargrunnurin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 12. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommuskatt

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 26. mars 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 1 verður eftir nr. 16 sum nýtt nummar innsett:
    "17) Føroya Realkreditstovnur og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar."

§ 2

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá inntøkuárinum 2002.

§ 3

Fyri Føroya Realkreditstovn og Íleggingargrunnin fyri Føroyar, ið nevndir eru í § 1, nr. 17, eru hesar skiftisreglur galdandi:

  1. Tað skattaár, sum teir fyrstu ferð verða skattskyldugir eftir reglunum í hesi lóg, verður nevnt skiftisskattaárið.
  2. Fyri skiftisskattaárið verða maskinur, innbúgv og líknandi rakstrargøgn, sum teir eiga við byrjan inntøkuársins, settar til saldovirðið, sbr. lóg um skattligar avskrivingar v.m., við tí virðinum, sum tey eru sett til í almenna roknskapinum fyri tað seinasta árið frammanundan skiftisskattaárinum, t.e. roknskapurin, sum fellur saman við ella endar í 2001. Henda upphædd verður hækkað við útveganarupphæddini fyri rakstrargøgn, sum eru útvegað í inntøkuárinum, og lækkað við upphædd, sum í sama tíðarskeiði er vunnið við sølu av rakstrargøgnum, alt sambært reglunum í avskrivingarlógin.
  3. Fyri bygningar, sum kunnu verða avskrivaðir sambært avskrivingarlógini, ella innleggingar í hesum bygningum, og sum eru ognaðir ella liðugtbygdir áðrenn byrjanina av tí inntøkuári, sum er grundarlagið fyri skattaásetingini fyri skiftisskattaárið og fylgjandi skattaár, verður avskrivað fyri skiftisskattaárið og fylgjandi skattaár við prosentparti av útveganarvirðinum. Støðið verður tikið í teimum veruligu útveganarárunum.
  4. Í sambandi við uppgerð av vinningi ella tapi av teimum í kapitalvinningsskattalógini/ virðisbrævaskattalógini nevndu virðisbrøvum verður útgangsstøðið tikið í kursvirðinum ultimo inntøkuárið 2001.
  5. Fyri Føroya Realkreditstovn og Íleggingargrunnin fyri Føroyar fer skatting fram, sum fyriskrivað er í § 5, stk. 3 í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan, við skattagrundarlagi uppgjørt eftir reglunum, sum galdandi eru fyri aðrar skattskyldugar vinnurekandi grunnar og tryggingarfeløg, og við sama prosenti, sum galdandi eru fyri hesi.


Kap. 1 Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur við hesum fram lógaruppskot, hvørs endamál er at Føroya Realkreditstovnur og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verða skattskyldugir eins og vinnurekandi grunnar o.a.

Tað merkir, at Føroya Realkreditstovnur og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fyri roknskaparárini, ið enda í 2002 og frameftir, skulu rinda 20% í skatti av skattskylduga úrslitinum.

Mett verður, at rættast er, at hesir grunnar, ið virka á føroyska lánimarknaðinum í kapping við aðrar lániveitarar, verða skattaðir eins og teir.

Grunnarnir hava síðani 1. juli 1992 og fram til 16. november 2001 goldið rentuskatt sambært Rentuskattalógini. Hendan varð tikin av í sambandi við nýggju Kapitalvinningsskattalógina.

Løgfrøðiliga verður nú mett, at nevndu grunnar eru skattskyldugir eftir § 1, stk. 1, nr. 14 í Skattalógini.

Um omanfyri nevnda broyting ikki varð gjørd, høvdu hesir báðir grunnar komið at goldið 49% í skatti sambært § 5, stk. 1 í Ásetingarlógini.

Fyrstu skattagjøldini falla til gjaldingar í oktober, november og desember 2003.

Í sambandi við omanfyri nevndu broytingar verður eisini mælt til at gera nakrar broytingar í Ásetingarlógini (sí uppskot).

Kap. 2 Avleiðingar av lógaruppskotinum

Mett verður, at fíggjarligu avleiðingarnar fyri landið í 2003 av hesum lógaruppskoti verða ein meirskattainntøka upp á 10 mió. kr.

Ársroknskapurin hjá Realinum fyri 2001/02 vísir eitt avlop áðrenn rentuskatt upp á góðar 25 mió. kr. Harumframt er ikki staðfest kurstap av lánsbrævaognum beinleiðis ført á eginognina við 1,1 mió. kr. Um ikki staðfesta kurstapið varð rakstarført, hevði avlopið áðrenn rentuskatt verið góðar 24 mió. kr. Fyri at koma fram til skattskyldugu inntøkuna hevði bert verið talan um smávegis javningar av avskrivingum upp á bygningar og kursjavningar v.m. Skatturin av frammanfyri nevndu skattskyldugu inntøku, sum verður goldin í seinnu helvt av 2003, verður mettur til knappar 5 mió. kr. Ársúrslitini hjá Realinum fyri roknskaparárini 1997/98 fram til 2001/02 hava verið millum 22 og 28 mió. kr. ella í meðal góðar 24 mió. kr. Realurin hevur seinastu fimm árini rindað knappar 20 mió. kr. í rentuskatti. Eginognin í Realinum í roknskapinum fyri 2001/02 er 534 mió. kr.

Ársroknskapurin hjá Íleggingargrunnin fyri 2001 vísir eitt avlop upp á góðar 25 mió. kr. Ársúrslitini hjá Íleggingargrunninum fyri roknskaparárini 1997 fram til 2001 hava ligið millum 22 og 28 mió. kr. ella í meðal knappar 25 mió. kr. Mett verður, at avlopið fyri 2002 verður á leið tað sama. Skatturin fyri roknskaparárið 2002, sum verður goldin seinnu helvt av 2003, verður mettur til umleið 5 mió. kr. Íleggingargrunnurin hevur árini 1997-2001 rindað knappar 20 mió. kr. í rentuskatti ella knappar 4 mió. um árið. Eginognin í Íleggingargrunninum í roknskapinum 2001 er 693 mió. kr.

Mett verður, at lógaruppskotið ongar fyrisitingarligar avleiðingar hevur við sær.

Mett verður, at lógaruppskotið ongar avleiðingar hevur við sær fyri umhvørvið. Somuleiðis verður mett, at ongar sosialar avleiðingar verða av lógaruppskotinum ella í mun til altjóða avtalur og reglur.  

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelags-
bólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

 

 

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

Til § 1:
Realkreditstovnur Føroya og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar eru eftir galdandi reglum einans skattskyldugir í tann mun, teir hava inntøku av vinnu, jbr. § 1, nr. 14 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.

Við broytingini verður lagt upp til, at Realkreditstovnur Føroya og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verða skattskyldugir av øllum inntøkum sínum eins og vinnurekandi grunnar.  

Til § 2:
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum skjýtur upp, at Realkreditstovnur Føroya og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verða settir í skatt frá inntøkuárinum 2002. Hetta merkir fyri Realin, at allar inntøkur, ið verða vunnar frá 1. apríl 2001, verða skattaðar við 20%. Fyri Íleggingargrunnin merkir hetta, at allar inntøkur, ið verða vunnar frá 1. januar 2002, verða skattaðar við 20%.

Til § 3:
Fyrsta árið er skiftisskattaðárið, og verður skatturin í hesum ári roknaður av inntøkuni í tí inntøkuári, sum fellur saman við ella endar í 2002.

§ 3, 2) ásetur reglurnar fyri byrjunarsaldovirðið á innbúgvi og rakstargøgnum annars. Her verður roknskapurin, sum fellur saman við ella endar í 2001, nýttur, og verða reglurnar í Avskrivingarlógini síðani nýttar.

§ 3, 3) ásetur reglurnar fyri avskriving av bygningum. Her snýr tað seg um allar bygningar, sum eru liðugtbygdir áðrenn byrjanina av tí inntøkuári, sum er grundarlagið fyri skattaásetingini fyri skiftisskattaárið og fylgjandi skattaár. Vanligu reglurnar í Avskrivingarlógini fyri avskrivingar upp á bygningar verða annars nýttar, og verður støðið tikið í teimum veruligu útveganarárunum.

§ 3, 4) snýr seg um uppgerð av vinningi ella tapi av teimum í § 1, 1) - 4) í Kapitalvinningsskattalógini/virðisbrævaskattalógini umrøddu virðisbrøv. Her verður útgangsstøði tikið í kursvirðinum ultimo inntøkuárið 2001.

§ 3, 5) ásetur, at Føroya Realkreditstovnur og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verða settir í skatt eftir reglunum í § 5, stk. 3 í Ásetingarlógini, sum galdandi eru fyri skattskyldugar vinnurekandi grunnar v.m.

1. viðgerð 20. november 2002. Tingmálini nr. 27, 28 og 29/2002 vórðu viðgjørd undir einum. Øll beind í fíggjarnevndina, sum tann 6. februar 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 12. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 20. november 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið saman við løgtingsmáli nr. 29/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Realurin, Íleggingargrunnurin og aðrar broytingar), og hava málini fingið somu viðgerð.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálaráðið, Toll- og Skattstovu Føroya, Realin og Íleggingargrunnin.

Í uppskotinum mælir landsstýrið til, at lógin verður galdandi frá inntøkuárinum 2002. Nevndin hevur umrøtt, um hetta lógaruppskot er samsvarandi stýrisskipanarlógini § 41, stk. 2 um, at beinleiðis ella óbeinleiðis skattur kann ikki verða álagdur fyri inntøkur, innflutning, útflutning, sølu, gjald ella tílíkt, sum er farið fram í tíðini, áðrenn løgtingslógaruppskot um hetta varð lagt fyri Løgtingið. Roknskaparárið hjá Realinum gongur frá 1. apríl til 31. mars. Spurningurin varð umrøddur á fundinum, sum nevndin hevði við landsstýrismannin í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálaráðið, Toll- og Skattstovu Føroya, Realin og Íleggingargrunnin, eins og nevndin hevur sett skrivligan fyrispurning til Toll- og Skattstovu Føroya hesum viðvíkjandi. (Sí nevndarskjølini A og B).

Fíggjarmálaráðið sigur í skrivi til fíggjarnevndina m.a.:

"Sum tað framgongur av almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið, metir Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at Realurin og Íleggingargrunnurin eftir galdandi rætti eru skattskyldugir eftir § 1, nr. 14 í skattalógini. § 1, nr. 14 í galdandi lóg svarar til § 14, nr. 5, litra d í skattalógini frá 1963.

Grunnarnir hava í tíðarskeiðnum frá 1. juli 1992 til 16. november 2001 goldið rentuskatt (35% ) eftir rentuskattalógini, og kemst hetta av, at § 25, nr. 3 skattalógin fram til 16. november 2001 m.a segði, at renta av innstandandi peningi í føroyskum peningastovnum og postgiro varð skattað sambært rentuskattalógini.

Rentuskattalógin varð tikin av við løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin)

Frá 16. november 2001 at rokna hava Realurin og Íleggingargrunnurin tí havt skyldu til at rinda skatt eftir § 5, stk. 1 í ásetingarlógini, jbr. nýggju orðingina í § 25, nr. 3 í skattalógini. Skattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 14, er í § 5, stk. 1 í ásetingarlógini ásettur til 49%. Um løgtingsmál nr. 27/2002 ikki vinnur frama, skulu Realurin og Íleggingargrunnurin gjalda 49% í skatti frá 16. november 2001 at rokna.

Tá støða skal takast til, um lógaruppskotið er í stríð við § 41, stk. 2 í stýrisskipanarlógini - herðir skattin afturvirkandi - er neyðugt at hava ásetingina í § 5, stk. 1 í ásetingarlógini í huga.

Hóast Fíggjarmálaráðið framhaldandi metir, at § 2 í lógaruppskotinum ikki er í stríð við § 41, stk. 2 í stýrisskipanarlógini, fer Fíggjarmálaráðið at heita á Fíggjarnevndina um at seta fram soljóðandi broytingaruppskot til § 2 í lógaruppskotinum í sambandi við 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 27/2002:

"Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 16. november 2001"."

Nevndin tekur undir við hesum sjónarmiðum, og mælir til at broyta gildiskomuna soleiðis, at lógin er galdandi frá 16. november 2001.

Samsvarandi hesum mælir ein samd nevnd Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 2 verður soljóðandi: "Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 16. november 2001".

2. viðgerð 11. februar 2003. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 2 samtykt 31-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 13. februar 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 16 frá 20.02.3003