Skattur

 

28  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Fleiri broytingar)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 12. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommuskatt 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 26. mars 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 25a, stk. 5 verða ístaðin fyri orðini "A-inntøka sambært § 60, stk. 1, nr. 9)" sett orðið: "veiðiinntøka".
  2. Í § 25a, stk. 6 verða ístaðin fyri orðini "§ 60, stk. 1, nr. 9)" sett orðini: "§ 33, nr. 17".
  3. Í § 33 verður eftir nr. 16 sum nýtt nummar sett:
    "17) 15% av veiðiinntøkuni o.a.m. gjørd upp eftir § 25a, stk. 3-7. Landsstýrismaðurin kann tó í kunngerð áseta, at tann parturin av inntøkuni frá fiskiskapi, sum er hægri enn kr. 500.000, ikki verður lækkaður. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis í kunngerð áseta, at reglan í 2. pkt. einans er galdandi fyri fiskimenn, sum eru mynstraðir við fiskifari, sum ikki er skrásett í Føroyum."
  4. Í § 38 verður eftir "inntøkuni" sum nýtt pkt. sett:
    "Renta av ov seint goldnum tolli og avgjaldi verður viðgjørd eins og renta av útistandandi og ov seint goldnum skatti".
  5. Í § 55 verður verður 2. pkt. strikað.
  6. Í § 60, stk. 1 verður nr. 9 strikað.
  7. Í § 63, stk. 2 verður 4. pkt. strikað.
  8. Í § 139A verður stk. 4 strikað.
  9. Í § 139B verður sum nýtt stykki innsett:
    "Stk. 2. Er brotið framt av stórum gáloysni, er revsingin sekt."
  10. Í § 141, stk. 1, nr. 2 verða orðini "ikki rættstundis heldur eftir og avroknar avgjald í vinningsbýti sambært § 30 og" strikað.

§ 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2003.

Kap. 1 Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir við hesum lógaruppskotinum til at gera nakrar broytingar og nágreiningar í Skattalógini.

Í fyrsta lagi verður skotið upp at gera eina broyting í Skattalógini, ið viðvíkur uppgerð av veiðiinntøkuni hjá sjómonnum, jbr. § 25a.

Í øðrum lagi verður skotið upp, at felagsáseting um rentur av skatta- og avgjaldskuld verður sett í § 38 í Skattalógini. Samstundis verður skotið upp, at § 30a, stk. 2 í Tolllógini verður strikað.

Í triðja lagi verður skotið upp at gera fylgibroytingar, sum eisini eru nágreiningar av galdandi reglum, avleiddar av omanfyri nevndu broyting í uppgerðini av veiðuinntøkuni hjá sjómonnum.

Skatting av veiðiinntøku hjá sjómonnum, jbr. § 25a
Við løgtingslóg nr. 168 frá 30.12.1997 varð givin fiskimonnum ein skattalætti upp á 15% av inntøkuni soleiðis, at 85% av veiðiinntøkuni verða roknað sum A-inntøka. Mannagongdin var tann, at reiðaravirkini ávístu 85% av veiðiinntøkuni gjøgnum afturhaldsskipanina. Hesi 85% vórðu so roknað sum skattskylduga inntøkan.

Í omanfyri nevnda lógaruppskoti varð tó eisini ásett, at landsstýrismaðurin í skattamálum í kunngerð kundi áseta, at tann parturin av inntøkuni frá fiskiskapi, sum var hægri enn 500.000 kr., ikki skuldi verða lækkaður.

Tá henda avmarkingin varð sett í verk, kundu reiðaravirkini ikki longur ávísa 85% av inntøkuni sum A-inntøka um afturhaldsskipanina, tí tey ikki høvdu upplýsingar um, nær inntøkan fór upp um 500.000 kr., og avmarkingin tískil tók við.

Í staðin varð álagt teimum at ávísa alla veiðiinntøkuna um afturhaldsskipanina. Toll- og skattstovan hevur síðani lagt 15% av veiðiinntøkuni upp til 500.000 kr. sum ein inntøkufrádrátt í skipanina. Henda mannagongd órógvar ikki talið av teimum, sum sleppa frá at lata inn sjálvuppgáva, og sum fáa avrokning eftir teimum upplýsingum, ið T&S hevur við endan av inntøkuárinum. Heldur ikki gevur mannagongdin nakran skeivleika í skattaútrokningini, sum ávirkar, hvørt skattgjaldarin fær avlops- ella írestandi skatt.

Í galdandi lóggávu er eingin frádráttarregla fyri fiskimenn, men í § 60, nr. 9 í Skattalógini verður sagt, at 85% av veiðiinntøkuni eru A-inntøka. Ætlanin við regluni var upprunaliga, at einans 85% av veiðiinntøkuni skuldu verða skattskyldug, og verður hendan ætlan eisini framd í verki við núverandi mannagongd við at leggja 15% inn í avrokningarskipanina sum ein frádrátt upp til 500.000 kr.

Tey 100% av hýruni, sum reiðaravirkið ávísir gjøgnum afturhaldsskipanina sum A-inntøka, samsvara tó ikki við regluna í § 60, nr. 9, tí sambært hesi reglu eru 85% av hýruni A-inntøka. Úrslitið er, at Arbeiðsloysisskipanin og Barsilsskipanin verða avroknaðar av allari hýruni, tí sambært teirra lóggávu skal gjaldið til hesar skipanir roknast av A-inntøkuni.

Umsitingarnar á ALS og Barsilsskipanini (T&S) verða tí noyddar at rinda út aftur tann partin av gjaldinum til ALS og Barsil, sum svarar til gjaldið, ið er lagt á tey 15% av hýruni. Tað eru ikki stórar upphæddir, ið tað snýr seg um fyri hvønn persónin, og útrokningarnar av útgjaldinum verða gjørdar manuelt. Orsøkin til, at man hevur valt ikki at framleiða eina telduavrokningarskipan til at gera hesar útrokningarnar, er, at tað hevði verið alt ov kostnaðarmikið og orkukrevjandi, sæð í mun til tær lutfalsliga smáu upphæddirnar, tað snýr seg um verða rætt álíknaðar.

Skotið verður tí upp, at tað í § 33, nr. 17 í Skattalógini verður sett, at 15% av veiðiinntøkuni verða roknað sum frádráttur í inntøkuni, og § 60, nr. 9 verður strikað.

Automatiska sjálvuppgávan verður ikki órógvað skeiva vegin við manuellum útrokningum, og talið av teimum, sum kunnu fáa beinleiðis og endaliga avrokning verður økt, tí færri rættingar verða í avroknaðum hýrum. Hartil kemur, at gjøldini til ALS og Barsilsskipanina kunnu verða avroknað rætt beinanveg av A-inntøkuni uttan manuellar rættingar.

Gjøldini hjá sjómonnunum, ið koma inn undir regluna í § 25a í Skattalógini, til ALS og Barsil verða sostatt frameftir roknað av 100% av A-inntøkuni (sí eisini niðanfyri).

Í sambandi við omanfyri tilmæltu broytingar í sjómansskattingini verður eisini mælt til at gera nakrar broytingar í Ásetingarlógini (sí uppskot).

Kap. 2 Avleiðingar av lógaruppskotinum

Fíggjarliga hevur lógaruppskotið við sær, at sjómenn, ið koma undir regluna í § 25a í Skattalógini, frameftir rinda til ALS og Barsil av allari inntøkuni, tvs. áðrenn hon verður lækkað við 15%. Forvinnur ein sjómaður td. 500.000 kr. um árið, kemur hann komandi ár at rinda 375 kr. um árið meira til ALS og 188 kr. meira til Barsil. Forvinnur sjómaðurin 250.000 kr., verður meirgjaldið helvtina av ávikavist 375 og 188 kr., og øvugt, um inntøkan er tann tvífalda. Leysliga verður mett, at samlaða inngjaldið til ALS og Barsil frá sjómannainntøkum veksur við ávikavist 800.000 kr. og 400.000 mió. kr. Útrokningarnar eru grundaðar á, at lønarútgjaldingarnar til uml. 4.300 sjómenn í 2001 vóru knappar 1,05 mia. kr.

Fyrsitingarliga hevur lógaruppskotið við sær, at tað verður munandi lættari hjá Toll- og skatt og ALS at umsita inngjaldskipanirnar, tí neyðugt verður ikki frameftir at gera manuellar útrokningar og útgjaldingar av einum parti av inngjaldinum. Harumframt hava hinar nágreiningarnar av skattalóggávuni í síni heild tað við sær, at tað verður lættari og greiðari hjá skattamyndugleikunum at umsita og hjá skattaborgarunum at skilja skattalóggávuna.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur avleiðingar við sær fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.

Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar.  

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar 

Til § 1:

Nr. 1, 2, 3, 6 og 7
Talan er um eina nágreining av galdandi reglum orsakað av broytingini í reglunum um uppgerð av veiðiinntøkuni hjá sjómonnum. Víst verður til almennu viðmerkingarnar.

Nr. 4
§ 30a, stk. 2 í Tolllógini ásetir, at renta av ov seint goldnum tolli og avgjaldi og renta av ov nógv goldnum tolli og avgjaldi ikki kann roknast við, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp.

Eftir § 38 í Skattalógini kunnu rentur av útistandandi skatti og ov seint goldnum skatti annars, ið nevndar eru í § 78 og § 135 í skattalógini, ikki dragast frá tí skattskyldugu inntøkuni.

Skotið verður upp, at felagsáseting um rentur av skatta- og avgjaldskuld verður sett í § 38 í Skattalógini. Samstundis verður skotið upp, at § 30a, stk. 2 í Tolllógini verður strikað.

Nr. 5 og 10
Galdandi § 55, 2. pkt. og § 141, stk. 1, nr. 1 vísa til § 30, sum varð sett úr gildi 16. november 2001. Talan er sostatt um eina dagføring av galdandi reglum.

Nr. 7, 8 og 9
§ 139 A, stk. 4 í galdandi lóg sigur, sum er, tað, sum fyri alt kapitli verður sagt í § 150.

Í § 139B, sum vísir til § 139 A, manglar ein áseting um stórt gáloysni.

1. viðgerð 20. november 2002. Tingmálini nr. 27, 28 og 29/2002 vórðu viðgjørd undir einum. Øll beind í fíggjarnevndina, sum tann 22. november 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 12. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 20. november 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. november 2002.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 27. november 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 29. november 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 93 frá 05.12.2002