Meirvirðisgjald

 

30  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 12. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

§ 1

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 25. februar 2002, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
    "Avgjaldsøkið fevnir um føroyskt landøki, sjóumveldið og loftrúmið yvir nevndu økjum."
  2. Í § 3, stk. 2 verða orðini "nevndina, sum er umrødd í § 35" strikað, og í staðin verða sett orðini "skatta- og avgjaldskærunevndina."
  3. Í § 5 verður stk. 7 strikað.
  4. Í § 23 a, stk. 4, 3. pkt. verða orðini "§ 4 a, stk. 2-4 í virðisbrævaskattalógini" strikað, og í staðin verða sett orðini "§ 29 í kapitalvinningsskattalógini."
  5. Í § 27, stk. 7 verða orðini "nevndina, ið er umrødd í § 35" strikað, og í staðin verða sett orðini "skatta- og avgjaldskærunevndina."
  6. § 35 verður strikað.
  7. Í § 38, stk. 1, 1. pkt. verða orðini "tí í § 35 nevndu nevndini," strikað, og í staðin verða sett orðini "skatta- og avgjaldskærunevndini."

§ 2

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2003.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við hesum lógaruppskotið er at gera nakrar dagføringar í meirvirðisgjaldslógini. Dagføringarnar skulu gerast, tí broytingar eru gjørdar í øðrum lógum og reglum, sum hava beinleiðis ávirkan á ásetingarnar í meirvirðisgjaldslógini.

Fyrsta broytingin snýr seg um at áseta avgjaldsøkið í meirvirðisgjaldslógini, eins og tað verður ásett í aðrari lóggávu og reglum, sum fingu gildi 1. juni 2002 um føroyska avgjaldsøkið á landi, sjógvi og í loftrúminum.

Hinar broytingarnar snúgva seg um at strika ásetingina um, nær virki skuldu verða skrásett í sambandi við, at meirvirðisgjaldslógin kom í gildi 1. januar 1993, og at broyta ymsar ásetingar í meirvirðisgjaldslógini, ið vísa til virðisbrævaskattalógina og meirvirðisgjaldskærunevndina, tí hesar eru tiknar av.

Ásetingin um, nær virki eiga at verða skrásett, hevur ongan týdning longur, og kapitalvinningsskattalógin og skatta- og avgjaldskærunevndin eru komin ístaðin fyri virðisbrævaskattalógina og meirvirðisgjaldskærunevndina. Tilvísingingin er tí broytt til kapitalvinningsskattalógina og skatta- og avgjaldskærunevndina.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Hetta lógaruppskotið er millum annað fylgja av, at ásetingar í toll- og skattafyrisitingarlógini verða broyttar. Vísandi til viðmerkingarnar í lógaruppskotinum um broytingar í toll- og skattafyrisitingarlógini verður mett, at fíggjarligu avleiðingarnar av samanleggingini av fleiri kærunevndum til skatta- og avgjaldskærunevndina verða ein árlig sparing fyri landskassan upp á umleið 100 tkr. Mett verður eisini, at samanleggingin fer at lætta um fyrisitingina av kæruøkjunum.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær nakrar avleiðingar fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.

Mett verður heldur ikki, at lógaruppskotið hevur við sær nakrar sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagskapir.

 

Fyri landið/
landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
Felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun
til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

     

Nei

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1

  1. Tann 1. juni 2002 varð lov nr. 200 af 7. april 1999 om afgrænsning af søterritoriet sett í gildi fyri Føroyar. Samstundis varð bekendtgørelse nr. 306 af 16. maj 2002, sum greidliga setur upp tær grundlinjur, sum avmarka sjóumveldið, sett í gildi.

    Lóg nr. 200 frá 7. apríl 1999 hevur við sær, at sjóumveldið við Føroyar økist úr 3 upp í 12 sjómíl (t.e. úr umleið 1.720 upp í umleið 6.520 ferkilometrar), og merkir hetta samstundis, at Føroyar fáa lógsókn yvir einum munandi størri øki enn áður.

    Endamálið við hesum uppskoti er, umframt at dagføra avgjaldsøkið, at broyta skipanina í § 1, stk. 2 í meirvirðisgjaldslógini soleiðis, at avgjaldsøkið í meirvirðisgjaldslógini frameftir endurspeglar økið, ið Føroyar, eftir aðrari lóggávu, hava ræðið yvir.
  2. Víst verður til pkt. 7.
  3. Í § 5, stk. 7 er freist ásett fyri, nær virki eiga at verða skrásett, í sambandi við at meirvirðisgjaldslógin kom í gildi 1. januar 1993. Henda áseting hevur ongan týdning í dag, og tað verður tí skotið upp at strika ásetingina.
  4. Talan er her bert um eina fylgibroyting, í sambandi við at virðisbrævaskattalógin varð tikin av, samstundis sum at kapitalvinningsskattalógin kom í gildi 16. november 2001. § 29 í kapitalvinningsskattalógini samsvarar við § 4 a, stk. 2-4 í gomlu virðisbrævaskattalógini.
  5. Víst verður til pkt. 7.
  6. § 35 ásetur virksemi hjá og samanseting av meirvirðisgjaldskærunevndini. Ásetingin verður strikað í sambandi við, at merivirðisgjaldskærunevndin, tollkærunevndin og landsskattakærunevndin verða lagdar saman í eina nevnd. Ásetingar um nýggju skatta- og avgjaldskærunevndina verða gjørdar í lóg um toll- og skattafyrisiting.
  7. Í § 38 eru ásetingar um tagnarskyldu, sum eisini vísa til limir í meirvirðisgjaldskærunevndini. Tá meirvirðisgjaldskærunevndin verður tikin av, og nýggj nevnd sett eftir reglum í lóg um toll- og skattafyrisiting, verður í staðin víst til limir í nýggju skatta- og avgjaldskærunevndini.

Til § 2

Lógin hevur virknað frá 1. januar 2003.

1. viðgerð 20. november 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 22. november 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 12. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 20. november 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. november 2002.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 27. november 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 29. november 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 94 frá 05.12.2002