Skattur av kapitalvinningi

 

31  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 12. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av kapitalvinningi 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
  2. "Fyri vinningsbýti verður roknað alt, ið felag útlutar partabrævaeigara, lutahavara o.ø.l. Útlutan av frípartabrøvum, frílutaprógvum eins og útlutanir, sum fara fram í tí inntøkuári, tá felag verður endaliga avtikið, eru ikki at rokna sum vinningsbýti. 1. pkt. er ikki galdandi, tá eitt felag heldur uppat sambært lóg um skattafríar samanleggingar."

  3. § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis:
  4. "Útlutanir í tí inntøkuári, tá eitt felag verður endaliga avtikið, verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending."

  5. Í § 1 verður sum nýtt stk. 4 sett:
  6. "Toll- og skattaráð Føroya kann loyva, at útlutanir í sambandi við niðurskriving av partapeningi verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending."

  7. §1, stk. 4 og 5 verða hereftir stk. 5 og 6.
  8. § 10, stk. 2, nr. 2 verður orðað soleiðis:
  9. "Renta av ov nógv goldnum skatti og avgjøldum."

  10. Í § 13, stk. 7 verður "5" broytt til "6"

§ 2

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at lógin er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2003.

Kap. 1 Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum leggur við hesum fram broytingaruppskot til Kapitalvinningsskattalógina.

Kapitalvinningsskattalógin varð samtykt fyri jól í fjør sum ein liður í Vinnuskattareforminum. Høvuðsendamálið við lógini er, at skattingin av kapitalvinningi ikki virkar vinnuliga avlagandi, og at avkast av øllum íløgum verður skattað eins (symmetriskt).

Harumframt var eitt av endamálunum, at reglurnar um skatting av kapitalvinningi skuldi verða lættari at skilja og umsita, og tí varð nýggja lógin eisini ein samanskriving av Rentuskattalógini, Virðisbrævaskattalógini og ávísum ásetingum úr Skattalógini. Hetta endamálið tykist eisini vera rokkið, tó at nýggj og umfatandi lóggáva sjáldan er lýtaleys.

Mælt verður tí til at gera hesar broytingar í serliga § 1 í Kapitalvinningsskattalógini:

  1. Nágreining av, hvat skal skiljast við útlutan úr feløgum. Skotið verður upp, at alt, sum verður útlutað einum partabrævaeigara ella lutahavara, skattliga skal viðgerast sum vinningsbýti. Orðingin í galdandi lóg kann skiljast soleiðis, at talan bert er um vinningbýti, um tað, sum útlutað verður, er avlop av rakstrinum ella avlop við sølu ella uppskriving av felagsins ognum. Tvs. at uttan mun til skattliga úrslitið í felagnum annars, so verða allir fríir ágóðar, sum felagið útlutar partaeigarunum, viðgjørdir sum vinningsbýti.

  2. Skotið verður eisini upp, at tað beinleiðis kemur at standa í lógini, at útlutan av frípartabrøvum og frílutaprógvum ikki er at meta sum vinningsbýti, men sum søla.

    Og nágreinað verður, at tað bert eru tær útlutanir, sum fara fram í tí inntøkuári, tá felagið er endaliga tikið av, sum ikki skulu metast sum vinningsbýti.

  3. Fyri at byrgja fyri mistnýtslu av reglunum um útlutanir í sambandi við, at eitt felag verður tikið av, verður skotið upp, at útlutanir, ið fara fram í tí kalendaraári, tá eitt felag verður endaliga tikið av, verða síðustillaðar við avhendingarupphædd. Tað vil siga, at skattliga viðgerðin verður eins og skatting við sølu av partabrøvum.
  4. Tá partapeningur verður lækkaður er útgangsstøðið, at hendan útlutan verður viðgjørd sum vinningsbýti. Skotið verður upp, at Toll- og skattaráð Føroya sum nakað nýtt kann loyva, at skattliga viðgerðin av útlutanum í sambandi við, at partapeningur verður lækkaður, fer fram eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending. Tá metast skal, um slíkt loyvi skal gevast, fer m.a. at verða mett, um útlutanin bert er eitt alternativ til vanliga útlutan av vinningsbýti. Loyvi kann tí bert gevast, um niðurskrivingin er grundað í felagsins vinnuligu viðurskiftum.

Eisini verður skotið upp, at renta av ov nógv goldnum avgjøldum ikki skal roknast við í skattskyldugu inntøkuna, tá hendan verður gjørd upp eftir Kapitalvinningsskattalógini.

Annars verður greitt nærri frá tilmæltu broytingunum í viðmerkingunum til tær einstøku broytingarnar.

Kap. 2 Avleiðingar av lógaruppskotinum

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur við sær stórvegis fíggjarligar avleiðingarnar fyri landið. Tá partapeningur verður lækkaður, kann tó verða talan um eina ávísa minni inntøku fyri landið við tað, at skotið verður upp, at tað skulu vera reglurnar um sølu, ið verða galdandi. Í mun til reglurnar um vinningsbýti er tað tá møguligt at draga útveganarvirði av partabrøvunum frá. Broytingin kann vera fyrimunur fyri vinnuna og partabrævaeigarar. Torført er tó at meta um hesa upphæddina. Somuleiðis er torført at meta um fíggjarliga fyrimunin fyri landið av, at nágreinað verður, at øll útlutan úr feløgum skal viðgerast sum vinningsbýti.

Lógaruppskotið hevur ta fyrisitingarligu avleiðing við sær, at nágreining og dagføring av skattalóggávuni ger tað lættari hjá skattaborgaranum at skilja og lættari og greiðari hjá skattamyndugleikunum at umsita skattalóggávuna.

Mett verður ikki, at lógaruppskotið hevur avleiðingar við sær fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur. Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar.  

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

(Ja)

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

Til § 1:

Nr. 1
Vinningsbýti er við hesi orðing øll útlutan til luttakarar í feløgum, líka mikið á hvønn hátt útlutanin fer fram. "Feløgum" merkir øll feløg, sum eru at meta sum sjálvstøðug skattasubjekt eftir reglunum í § 1 í skattalógini.

Ætlanin við broytingini er at nágreina, at øll útlutan til partabrævaeigarar v.m. skattliga er at meta sum vinningsbýti, hetta antin talan er um vanligt vinningsbýti, sum verður útlutað eftir reglunum í partafelagslógini, ella talan er um útlutan, sum fer fram á annan hátt. Allir fíggjarligir fyrimunir eru tí at meta sum vinningsbýti, bert talan er um útlutanir, sum falla til partabrævaeigarar v.m. í teirra eginleika sum partabrævaeigarar.

Eftir orðingini í núverandi lóg kann ásetingin skiljast soleiðis, at talan bert er um vinningsbýti, um tað, sum útlutað verður, er avlop av rakstrinum hjá felagnum ella avlop við sølu ella uppskriving av felagsins ognum. Eitt nú kann orðingin skiljast soleiðis, at um partabrævaeigari fær pening ella onnur virðir úr felagnum, og tað ikki kann vísast til, at talan er um avlop hjá felagnum, so kann útlutanin ikki skattliga verða viðgjørd sum vinningsbýti. Hetta hevur ikki verið meiningin við lógini, og tí verður orðingin við lógarbroytingini nágreinað soleiðis, at alt, sum verður útlutað einum partabrævaeigara ella lutahavara, skattliga skal viðgerast sum vinningsbýti.

Sum nakað nýtt verður beinleiðis ásett í lógini, at útlutan av frípartabrøvum og frílutaprógvum ikki er at meta sum vinningsbýti. Frípartabrøv eru partabrøv, sum frítt verða tillutað partabrævaeigarum í mun til teirra partabrævaogn í felagnum. Tá frípartabrøv ikki skulu metast sum vinningsbýti, er hetta grundað á, at talan ikki er um ein fíggjarligan fyrimun, sum verður tillutaður partabrævaeigaranum, hetta grundað á, at verandi partabrøv í felagnum minka í virði í sama mun, sum virðið á frípartabrøvunum.

Við seinni sølu av einum frípartabrævi verður vinningurin gjørdur upp út frá einum útveganarvirði, sum er 0 kr., sambært § 4, stk. 4.

Útlutanir í tí inntøkuári, tá felagið er endaliga avtikið, verða eisini undantiknar frá at verða roknaðar sum vinningsbýti. Útlutanir, tá felag verður avtikið, kunnu ikki metast sum leypandi avkast av partabrævinum, og mett verður tí, at hendan útlutan ikki skal verða skattað sum vinningsbýti, har øll útlutanin verður tikin við í skattskyldugu inntøkuni eftir Kapitalvinningsskattalógini.

Fyri at tað ikki skal verða møguligt at koma uttan um reglurnar um vinningsbýti við eini likvidasjón, sum kann sigast at vara í fleiri ár, eru tað bert tær útlutanir, sum fara fram í tí inntøkuári, tá felagið er endaliga avtikið, sum ikki eru at meta sum vinningsbýti.

Nr. 2
Útlutanir, sum fara fram í tí kalendaraári, tá eitt felag verður endaliga avtikið, verða við ásetingini í stk. 3 javnsettar við avhendingarupphædd. Tað vil siga, at skattliga viðgerðin verður eins og skatting við sølu av partabrøvum. Hetta merkir, at um útlutanin til partbrævaeigaran er minni enn útveganarupphæddin, hevur partabrævaeigarin eitt hall, sum kann takast við í uppgerðini eftir § 14. Um felagið verður avtikið við konkurs, so er ongin útlutan til partabrævaeigararnar, og tá verða partabrøvini roknað sum avhend fyri 0 kr.

Eftir orðingini í galdandi lóg eru útlutanir í tí inntøkuári, tá felagið verður endaliga avtikið, roknaðar sum vinningsbýti, tó bert tað, sum verður útlutað partabrævaeigarum meira enn av inngoldnum partapeningi. Um talan er um útlutan, sum er størri enn útveganarvirðið fyri partabrævið, er eingin munur á skattingini eftir uppskotinum og skattingini eftir núverandi lóg, men í teimum førum, tá útlutanin er minni enn útveganarvirðið fyri partabrøvini, er stórur munur á, tá tað við núgaldandi orðing ikki er møguligt at draga hall frá. Við nýggju orðingini verður útlutanin viðgjørd eftir reglunum um sølu og aðra avhending, og tá kann møguligt hall dragast frá, eins og talan í nøkrum førum kann verða um skattafrían vinning, um partabrævið er útvegað áðrenn 16. november 2001 og harvið kemur undir skiftisreglurnar í Kapitalvinningsskattalógini.

Eftir núgaldandi orðing er møguleiki at koma uttan um vinningsbýtisskattskylduna við at selja partabrøvini til felagið, áðrenn felagið verður avtikið. Fer henda avhending fram í tí kaldendaraári, tá felagið er endaliga avtikið, so verður avhendingarupphæddin viðgørd eftir vanligu reglunum um sølu.

Nr. 3
Útlutanir, í sambandi við at partapeningurin verður lækkaður, skulu sum útgangsstøði viðgerast sum vinningsbýti. Tó kann Toll- og skattaráð Føroya sum nakað nýtt loyva, at viðgerðin fer fram eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending.

Lækking av partapeningi kann verða gjørd við, at øll partabrøv verða áteknað tað nýggja lægra virðið, ella at felagið keypir egin partabrøv og fær hesi ógildað. Í seinna førinum skal útlutanin viðgerast eftir § 5 um sølu til tað felag, sum hevur útgivið partabrøvini.

Um niðurskriving av partapeninginum fer fram, uttan at felagið keypir egin partabrøv, men við at hvørt partabræv verður áteknað eitt lægri virði, móti at partabrævaeigarin fær útlutað eina upphædd úr felagnum, so er øll tann útlutaða upphæddin sum meginregla at meta sum vinningsbýti.

Toll- og skattaráð Føroya kann loyva, at útlutanin verður viðgjørd eftir reglunum um sølu og aðra avhending. Um slíkt loyvi fæst, verður útlutanin mett sum partvís avhending av partabrævinum. Tann lutvísi parturin, sum verður niðurskrivaður, er at meta sum realiseraður. Vinningurin ella tapið verður tá gjørt upp sum munurin millum útlutanina og tann lutvísa partin av útveganarvirðinum fyri partabrøvini. Tá partabrævið seinni verður selt, verður vinningur ella hall gjørt upp út frá einum útveganarvirði, sum er tann eftirverandi parturin av upprunaliga útveganarvirðinum.

Tá avgerast skal, um undantaksloyvi skal gevast, skal dentur verða lagdur á, at útlutanin ikki bert er eitt alternativ til vanliga útlutan av vinningsbýti. Undantak skal tí bert gevast, um niðurskrivingin bert er grundað í felagsins vinnuligu viðurskiftum, t.d. um felagið hevur minkað um virksemið soleiðis, at partapeningurin ikki longur svarar til felagsins veruliga fíggjarliga virksemi. Vanliga skal vera talan um eina ávísa niðurgongd i virkseminum og ikki bert ein broyttan rakstur. Tað verður gjørd ein samlað metan av øllum umstøðum í málinum, har tað millum annað skal takast atlit til, um lækkingin fer fram stutt eftir, at virksemið er minkað, vanliga ikki longur enn 1 ár, um útlutanin á leið samsvarar við upphæddirnar, sum eru innkomnar við einari sølu, og um tað framvegis er eitt týðandi virksemi í felagnum. Tað er eisini ein treyt fyri at fáa undantaksloyvi, at lækkingin ávirkar partaeigararnar lutfalsliga líka soleiðis, at sínámillum býtið millum partaeigararnar ikki verður broytt.

Nr. 4
Henda broyting er bert ein fylgibroyting av, at eitt nýtt stk. 4 verður sett inn í § 1.

Nr. 5
Undantakið verður víðkað til eisini at fevna um rentur av ov nógv goldnum avgjøldum. Eitt nú í Tolllógini er ein áseting, sum gevur tí, sum hevur goldið ov nógvan toll og avgjøld, rætt til 1 % í rentu um mánaðin. Skotið verður upp, at rentuinntøka av øllum skatti og avgjøldum ikki skal roknast við, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp eftir Kapitalvinningsskattalógini.

Nr. 6
Henda broyting er bert ein rætting av tilvísingini í núverandi § 13, stk. 7 til ásetingarnar í stk. 5. Tilvísingin eigur at vera til stk. 6.

1. viðgerð 20. november 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 16. desember 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 12. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 20. november 2002 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann, umboð fyri Fíggjarmálaráðið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 18. desember 2002. §§ 1 og 2 samtyktar 29-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 19. desember 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-1-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 109 frá 20.12.2002.