Havnir

 

33  Uppskot til  løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Syðradali

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Nevndarskjøl
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 27. november, legði Bjarni Djurholm,  landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Syðradali

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at samferðsluhavn verður bygd á Syðradali. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 21 mió kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.  

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

1.    Endamálið við lógini
Endamálið við lógini er fyri tað fyrsta at tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð, áðrenn verkætlanin verður framd. Harumframt er ásett í játtanarskipanini, at tá talan er um størri íløgur, ið ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið. Sambært játtanarskipanini er neyðugt við serstakari verklagslóg, um landsstýrismaðurin skal kunna gera avtalur, sum eisini hava við sær útreiðslur í komandi fíggjarárum.

Í lógartekstinum fær landsstýrismaðurin heimild at byggja nýggja samferðsluhavn á Syðradali, og kunnu útreiðslurnar hjá landskassanum í mesta lagi vera 21 mió kr. í alt. Um samlaði løgukostnaðurin er ásettur í lógini, kann landsstýrismaðurin sambært játtanarskipanini gera avtalur, sum hava við sær útreiðslur í komandi fíggjarárum, um so er, at hetta er neyðugt fyri at gera skilagóðar sáttmálar og treytað av, at tann samlaði løgukostnaðurin verður hildin. Skuldi tað eftir útbjóðingina víst seg, at sáttmálakostnaðurin verður hægri, enn ásett í hesari lógini, verður neyðugt at broyta lógina, áðrenn landið bindur seg í einum sáttmála við privatan arbeiðstakara.

Hinvegin er møguligt, at tað aftaná, at sáttmáli er undirskrivaður, og arbeiðið er farið í gongd, vísir seg, at kostnaðurin verður størri enn ásett í sáttmálanum. Orsøkin kann vera, at tær fortreytir, sum sáttmálin er grundaður á, vístu seg at vera skeivar, t.d. viðv. grótnøgdunum, ið skulu nýtast. Ein verklagslóg er tá eingin trygd fyri, at útreiðslurnar ikki gerast hægri enn ásett í lógini, tí landið hevur bundið seg í sáttmála at fremja verkætlanina.

Ein háttur at sleppa undan hesari óvissuni er at gera fastpríssáttmálar við arbeiðstakaran, men hetta er sjáldan ein fyrimunur fyri landið, tí arbeiðstakarar eru oftast minni váðafúsir enn landið. Orsøkin er, at um arbeiðstakarin ber fíggjarliga váðan, og kostnaðurin síðani hækkar í stórum, hevur hetta størri fíggjarligar avleiðingar fyri privata arbeiðstakaran, enn tað hevði havt fyri landið, um landið bar fíggjarliga váðan. Avleiðingin er, at arbeiðstakarar sannlíkt taka eitt stórt eyka gjald fyri ta óvissu, sum ein fastpríssáttmáli leggur á teir. Sannlíkt er, at tess minni felagið er, tess hægri verður eyka gjaldið. Av hesi orsøk er vanligt at gera sáttmálar, har gjaldið kann broytast, um fortreytirnar fyri sáttmálanum broytast.

Í viðmerkingunum til lógina verður verkætlanin lýst nærri, so Løgtingið verður kunnað um, hvat landsstýrismaðurin ætlar.

2.    Gongdin í málinum
Uppskot um ferjulegu á Syðradali hevur fleiri ferðir verið til viðgerðar síðani miðskeiðis í áttatiárunum, og nógvar ymiskar loysnir hava verið upp á tal. Miðskeiðis í áttatiárunum varð arbeitt við uppskoti um at gera eina ferjulegu, har ein minni ferja (t.d. Sam) kundi leggja at og fáa bilar í land og umborð, tá ið umstøðurnar eru til tess. Í nítiárunum varð tosað um at gera eina ferjulegu á Syðradali og at fáa regluligan bilflutning við skipum sum Sam og Ternuni. Neyðugt var tí at fara undir at gera nærri kanningar av aldu- og streymviðurskiftunum.

Annars hevur gongdin í málinum verið hendan:

3.    Um verkætlanina
Verkætlanin fevnir um eitt norðara og eitt sunnara grótkast, ferjulegu við bilbrúgv, atløgusíðu og tilhoyrandi havnaøki. Eisini verður neyðugt at breiðka verandi veg oman móti havnaøkinum, og er hetta partur av verkætlanini (sí eisini hjáløgd skjøl). Samferðsluhavnin verður landshavn, og tað fer tí at liggja á landinum at halda hana viðlíka.

4.    Tíðarætlan
Um verklagslógin verður samtykt, kann arbeiðið bjóðast út í ár ella fyrst í 2003. Arbeiðið kann so byrja á vári 2003 og væntandi vera liðugt á sumri 2004.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1.    Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið

Íløgukostnaður:
Byggiútreiðslurnar verða sambært nýggjastu kostnaðarmetingini uml. 21 mió kr., og sambært uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg verða 14 mió kr. játtaðar í 2003. Neyðugt verður tí helst at játta uml. 7 mió kr. í 2004. Torført er tó at meta um kostnaðin, fyrr enn tilboðini upp á arbeiðið eru komin inn.

Til tess at vita, um sparingar kunnu gerast, ætlar Landsverkfrøðingsstovnurin at bjóða eina avmarkaða verkætlan út, har atløgusíðan er stytt úr 40 til 35 m, og har eingin stabbi verður gjørdur fyri endan á gamla piri. Tó verður eisini biðið um eykatilboð, um hesi arbeiði skulu takast við í verkætlanina. Tá tilboðini eru komin inn, ber til at meta um, hvørt tað loysir seg at gera 40 m atløgusíðu og stabba á gamla pir í mun til tann eyka kostnað, ið verður av hesum. Um avmarkaða verkætlanin verður framd, væntar Landsverkfrøðingsstovnurin, at tað viðførir eina sparing upp á uml. 4 mió kr.

Rakstrarkostnaður:
Kostnaðurin av at reka og viðlíkahalda samferðsluhavnina er mettur at vera uml. 350 tús. kr. árliga, harav 250 tús. kr. verða nýttar til rakstur og ábøtur av ferjurampa.

Endurgjald til kommununa:
Sbrt. løgtingslóg nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir til kommunalar havnir verða lagdar niður, hevur Húsa kommuna rætt til endurgjald fyri mista inntøku, av tí at farleiðin verður flutt til eina landshavn. Endurgjaldið verður goldið í einum, og verður roknað sum miðal árliga havnagjaldið seinastu trý árini faldað við fimm. Samlaða landskassaútreiðslan av hesum verður tí 45 tús. kr.

B. Fyri kommunurnar
Húsa kommuna missir gjaldið, ið Strandfaraskip Landsins rindar fyri at nýta verandi pir, tí samferðsluhavnin verður landshavn. Gjaldið er 750 kr. um mánaðin.
Hinvegin hevur Húsa kommuna sbrt. lóg rætt til endurgjald, ið er 45 tús. kr. Sí eisini viðmerkingarnar undir A.

C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur positivar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna. Ætlanin er at bjóða arbeiðið út millum privatar arbeiðstakarar, og tað verður tí helst ein fíggjarligur fyrimunur fyri tann arbeiðstakaran, ið fær sáttmálan. Eisini verður tað helst ein búskaparligur fyrimunur fyri vinnulívið í Kalsoynni, at atløguviðurskiftini á Syðradali verða betrað, so bilferja kann sigla upp á havnina.

2.    Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur smávegis umsitingarligar avleiðingar, tí Landsverkfrøðingsstovnurin skal reka havnina og halda hana viðlíka.

3.    Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar umhvørvisavleiðingar.

4.    Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

5.    Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur væntandi positivar sosialar avleiðingar fyri íbúgvarnar á Kalsoynni.

    Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

      Fyri landið/
    landsmyndug-
    leikar
    Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
    Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

    Ja

    Ja

    Ja

    Nei

    Ja

    Umsitingarligar avleiðingar

    (Ja)

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Umhvørvisligar avleiðingar

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Sosialar avleiðingar    

    Ja

    Nei

     

6.    Ummæli
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Landsverkfrøðingsstovninum og hjá Strandfaraskipum Landsins. Landsverkfrøðingsstovnurin hevði smávegis ritstjórnarligar viðmerkingar. Einki ummæli er komið frá Strandfaraskipum Landsins. 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1:
Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at skipa so fyri, at samferðsluhavn verður gjørd á Syðradali, og at byggiútreiðslurnar fyri verkætlanina í mesta lagi kunnu vera 21 mió kr. Við byggiútreiðslur er at skilja tær samlaðu ódiskonteraðu útreiðslurnar til arbeiðið, t.v.s. sáttmálakostnaður, eftirlit, v.m. Útreiðslurnar til forkanningar og prosjektering eru ikki partur av byggiútreiðslunum.

Eftir ætlan verður arbeiðið bjóðað út millum privatar arbeiðstakarar.

Til § 2:
Ongar serligar viðmerkingar.

Hjáløgd skjøl:
Tekningar av ætlaðu samferðsluhavnini á Syðradali.

1. viðgerð 29. november 2002. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 6. februar 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 27. november 2003, og eftir 1. viðgerð tann 29. november 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 5. desember 2002, 9. og 23. januar og 6. februar 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum, umboð fyri landsverkfrøðingsstovnin umframt við umboð fyri Húsar og Mikladals bygdarráð.

Frá landsverkfrøðinginum fekk nevndin útflýggjað yvirlitsplan yvir ferjuleguna, dagfest 2. desember 2002, og yvir grótbrot Norði á Dal, dagfest 2. desember 2002, ið er ætlaða økið til gróttøku.

Nevndarviðgerðin hevur sannført nevndina um, at talan er um eina væl fyrireikaða verkætlan.

Ein samd nevnd tekur sostatt undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 11. februar 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 13. februar 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 15 frá 20.02.2003