Dagpeningur vegna sjúku

 

36  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. Nevndarskjøl
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 27. november, legði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m. verður gjørd henda broyting:
Í § 3, stk. 1 og § 6, stk. 3 verða orðini "eru mynstraðir" broytt til orðini "hava hýru".

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2003.

Almennar viðmerkingar
Tann 1. juni 2001 kom í gildi løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m.

Grein 3, stk. 1 í lógini ásetur: "Dagpeningur kann veitast til løntakarar, herundir sjómenn, sum eru mynstraðir við føroyskum ella útlendskum fari." Í § 6, stk. 3 er ásett: "Landsstýrismaðurin kann áseta serligar reglur um rættin til dagpening fyri persónar, sum ikki lúka treytirnar í stk. 1, men sum eru mynstraðir við einum skipi, ið er skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni."

Orðingin í gomlu lógini var: "Som lønmodtagere anses også personer, der er forhyret med færøske fiskefartøjer, herunder beskæftiget ved hjemmefiskeri med egen eller andres båd." Gamla lógin hevði ikki nakra serstaka áseting um FAS-skipanina.

Nevnast kann eisini her, at í 1995 varð gjørd ein lógarbroyting við løgtingslóg nr. 94 frá 13. juni 1995, har eitt nýtt stk. 3 varð sett inn í grein 2, sum ásetti: "Fyri persónar, sum hava hýru við útlendskum skipi ella fyribils arbeiða uttanfyri Føroyar, men sum hava fastan bústað í Føroyum og eru heilt ella partvíst skattskyldugir í Føroyum, verður hýra við útlendskum skipi og tilhald uttanlands javnt stillað við tilhald í Føroyum." Soleiðis verður orðið hýra nú nýtt í dagpeningalógarinnar høpi.

Munurin millum orðini "forhyret" og "mynstraður" kemur til sjóndar í eini kærunevndaravgerð frá 28. august 2002 frá Kærunevndini í almannamálum. Her staðfestir kærunevndin, at: "tá tygum ikki høvdu mynstrað við….. eru tygum ikki fevndur av tí persónsskara, sum kann fáa dagpening eftir dagpeningalógini."

Sostatt eru nakrar broytingar gjørdar í dagpeningalógini í mun til sjófólkið. Ein broyting er, at persónsskarin er víðkaður til ikki bert at fevna um persónar á føroyskum fiskiførum, men eisini at fevna um sjómenn við føroyskum ella útlendskum fari. Hinvegin er tann broytingin eisini gjørd, at har kravið fyrr var, at viðkomandi var "forhyret", er kravið nú, at persónurin er "mynstraður". Viðmerkingarnar siga einki til hesa broyting. Men tað er greitt, at meðan tað kanska ber til at kjakast eitt sindur um, hvat "forhyret" merkir, so er "mynstring" eitt fast hugtak, jbr. nærri Ll. nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring. Við heimild í hesi lóg er kunngerð nr. 2 frá 4. januar 1994 um mynstring gjørd, har millum annað verður sagt, at "á fiskiskipum verður mynstrað fyri hvønn túr sær."

Landsstýrismaðurin metir, at tá nýggja dagpeningalógin varð gjørd, varð hugt at orðingini í gomlu lógini, og "forhyret" er so vorðið til "mynstraður", uttan at hugsað hevur verið um, at ein munur er á orðinum innihaldsliga. Heldur ikki hevur verið hugsað um lógarbroytingina frá 1995, har orðið hýra er brúkt. Tað er tí ikki nøkur tilvitað ætlan við at nýta orðið mynstring.

Undir øllum umstøðum kann staðfestast, at tá nýggja dagpeningalógin varð samtykt, so var tann politiski viljin, at eingin skuldi gerast verri fyri enn eftir gomlu lógini. Í hesum føri er so talan um ein bólk, sum er dottin niður ímillum, nevniliga tey, sum verða sjúk millum tveir túrar. Hesi sleppa ikki við næsta túrin og hava sostatt ein inntøkumiss, men fáa ongan dagpening orsakað av, at tey ikki eru mynstrað, tá ið tey verða sjúk.

Siðvenjan við gomlu lógini var tann, at váttaði reiðaríið, at sjómaður skuldi avstað aftur, so fekk hann dagpening frá tí degi, hann skuldi verið farin avstað aftur. Sum dømi kann nevnast, at um ein sjómaður bleiv sjúkur millum tveir túrar 1. august, har arbeiðsgevarin síðani váttaði, at sjómaðurin skuldi avstað aftur 10. august, so hevði sjómaðurin fingið dagpening frá 10. august at rokna.

Fiskimannafelagið hevur mælt til, at í fyrsta umfari eiga upprunaorðingarnar í lógini frá 1995 at verða settar í verandi dagpeningalóg.

Landsstýrismaðurin metir, at tað er rættast at nýta orðið "hýra", tí tað sigur nakað um serligu arbeiðsviðurskiftini hjá sjófólki okkara. Neyðugt er, at viðkomandi sjómaður, sum skal hava dagpening, kemur við eini váttan frá arbeiðsgevaranum/reiðarínum/skiparanum um, at hann skuldi byrja nýggjan túr. Á henda hátt skuldi verið møguligt hjá Almannastovuni at avmarka seg frá at veita dagpening, tá skip t.d. fer á sleipistøð ella liggur av aðrari orsøk. Í hesum føri hevur sjómaðurin ikki rætt til dagpening, tí her er eingin inntøkumissur. 

Fíggjarligar avleiðingar

  Fyri landið/
landsmyndug-
leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Ja

 

Fíggjarligar avleiðingar standast av lógarbroytingini, men peningur er avsettur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003. Hetta kemst av, at tá fíggjarlógaruppskotið bleiv gjørt av Trivnaðarmálaráðnum, var fyritreytin fyri fíggjarligu avleiðingunum tann, at sjómenn høvdu rætt til dagpening, um teir gjørdust sjúkir millum túrar. Almannastovan hevur eisini umsitið lógina soleiðis heilt til september mánað í ár. Síðani kærunevndaravgerðina í september hevur Almannastovan avvíst at gjalda dagpening til umleið 40 persónar, orsakað av at hesir ikki hava verið mynstraðir.

Umsitingarligar avleiðingar
Lógarbroytingin hevur umsitingarligar avleiðingar við sær. Talið av persónum, sum fær dagpening í 2002, er lækkað orsakað av kærunevndaravgerðini í september. Við lógarbroytingini hækkar hesin persónsskari aftur í 2003. Tó verður ikki neyðugt við fleiri starvsfólkum, tí hetta er ein uppgáva, tey hava røkt frammanundan.

Hoyring
Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Føroya Fiskimannafelag, Vinnuhúsinum og Almannastovuni.

Serligar viðmerkingar

Ad § 1
Orðini "eru mynstraðir" verður broytt til "hava hýru".

Hýra sigur nakað um serligu arbeiðsviðurskiftini. Neyðugt er, at viðkomandi sjómaður, sum skal hava dagpening, kemur við eini váttan frá arbeiðsgevaranum/reiðarínum/skiparanum um, at hann skuldi byrja nýggjan túr. Á henda hátt skuldi verið møguligt hjá Almannastovuni at avmarka seg frá at veita dagpening, tá skip t.d. fer á sleipistøð ella liggur av aðrari orsøk. Í hesum føri hevur sjómaðurin ikki rætt til dagpening, tí her er eingin inntøkumissur.

Ad § 2
Gildiskomuregla

Skjøl:
Skjal 1. Hoyringssvar frá Føroya Fiskimannafelag.
Skjal 2. Hoyringssvar frá Vinnuhúsinum.
Skjal 3. Hoyringssvar frá Almannastovuni.

1. viðgerð 29. november 2002. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 4. desember 2002 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 27. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 29. november 2002 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 4. desember 2002.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, og Óla Jacobsen, fiskimannafelagsformann.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men hon heldur tó, at gildiskomudagurin skal vera frá gildiskomudegi dagpeningalógarinnar tann 1. juni 2001. Samsvarandi hesum verður sett fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 2 í uppskotinum verður orðað soleiðis:
"Løgtingslógin fær virknað frá 1. juni 2001."

2. viðgerð 11. desember 2002. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 23-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 13. desember 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 101 frá 20.12.2002