Blokkstuðul

Viðgerðin av uppskotinum á fólkatingi

 

39  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í fildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes Hjemmestyre for 2003-2006"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2002, 3. desember, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-2006" 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-2006".

Viðmerkingar
Sambært skrivum millum landsstýrið og donsku stjórnina, dagfest 20. september 2002 og 24. oktober 2002, er tað ein avtala, at ríkisstuðulin verður 615,5 mió. kr. nominelt um árið í tíðarskeiðunum frá 2003 til og við 2006, men at yvirtøkur av málsøkjum, sum eru fevnd av heildarveitingini, hava við sær samsvarandi minking í heildarveitingini.

Sostatt verður ríkisstuðulin tann sami í tíðarskeiðunum 2003-2006, sum hann var í 2002, nevnliga 615,5 mió. kr.

Skjalayvirlit:
Skjal 1: "Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-2006" , viðmerkingar til lógaruppskotið og framløguskriv.
Skjal 2: Skriv dagfest 20. sept. 2002 frá Thor Pedersen, fíggjarmálaráðharra til løgmann um at gera nýggja avtalu um heildarveitingina.
Skjal 3: Svar frá Anfinn Kallsberg, løgmanni og Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum uppá skjal 3.
Skjal 4: Skriv dagfest 22. nov. 2002 frá Thor Pedersen, fíggjarmálaráðharra til Karsten Hansen, landsstýrismann, formlig framsending av lógaruppskotinum um heildarveitingina.

1. viðgerð 6. desember 2002. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 16. desember 2002 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. desember 2002, og eftir 1. viðgerð tann 6. desember 2002 er málið beint fíggjarnevndini. 

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 13. desember 2002. Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Óli Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristina Háfoss og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Vilhelm Johannesen) førir fram:
Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Johan Dahl og Lisbeth L. Petersen) ásannar og tekur til eftirtektar, at ein meiriluti á Løgtingi og Fólkatingi hevur samtykt, at heildarveitingin úr ríkiskassanum frá 1. januar 2002 varð skerd við 366 mió kr. og sett til 615,5 mió kr. um árið.

Í ríkislógini, sum var galdandi í 1999, 2000 og fram til endan av 2001, var grein 2 soljóðandi: "Tilskuddet reguleres i 2000 og 2001 med en procent, der svarer til den gennemsnitlige pris- og lønregulering på statens driftsbudget for det pågældende år". Henda ásetingin er nú tikin burtur. Tað merkir, at heildarveitingin í veruleikanum minkar ár um ár.

Í tíðarskeiðnum frá 2003 til og við 2006 merkir hetta, at heildarveitingin fer at lækka við 18,7 mió kr. Í 2004 verður lækkingin slakar 6,2 mió kr., í 2005 verður lækkingin stívliga 6,2 mió kr., og í 2006 verður lækkingin 6,3 mió kr. Soleiðis sum fíggjarliga støðan er nú, og soleiðis sum framtíðarútlitini eru, heldur minnilutin tað ikki vera rætt at fastfrysta heildarveitingina. Hesar 18,7 mió kr. kundu um ikki annað verið nýttar til at goldið niður uttanlandsskuldina.

Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið gremur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum seg um, at íløgukarmurin á fíggjarlógini er sera trongur. Í álitinum hjá meirilutanum í fíggjarnevndini verða játtanirnar til bæði almanna- og heilsumál skerdar við stórum upphæddum. Í hesum sambandi vísir minnilutin til viðmerkingar sínar í álitinum í løgtingsmáli nr. 1-1/ 2002: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2003.

Ruðuleikin og ábyrgdarloysið í arbeiðnum við at fáa fíggjarlógina at hanga saman prógvar, at samgongan tók alt ov rívan til, tá heildarveitingin varð skorin við 366 mió kr. Framlagda fíggjarlógaruppskotið minti mest um eina vánaliga kladdu, har útreiðslur fyri einar 200 mió kr. ikki vóru tiknar við. Ruðuleikin í fíggjarnevndararbeiðnum seinastu vikurnar og álitið hjá meirilutanum benda á, at vit fáa eitt stórt tal av eykajáttanarlógum við ókendum upphæddum.

Tað, sum sermerkir uppskotið til fíggjarlóg fyri 2003, er, at heildarveitingin úr ríkiskassanum frá 1. januar í ár varð skerd við 366 mió kr., uttan at føroyska samfelagið hevur aðrar inntøkur at seta í staðin, og at hetta varð gjørt ,áðrenn samfelagið er nóg væl útbygt á eldraøkinum, á heilsuøkinum, á útbúgvingarøkinum og á samferðsluøkinum. Nú kenna vit so sviðan av skerdu heildarveitingini - ein skerd heildarveiting og ein sperd fíggjarlóg.

M. a. síggja vit í álitinum frá meirilutanum í fíggjarnevndini í løgtingsmáli nr. 1-1/2002: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2003, at játtanin til sjúkradagpening verður skerd við 11 mió kr. Viðmerkingin til broytingina er soljóðandi: "Lógin verður broytt soleiðis, at dagpeningur ikki verður goldin frá fyrsta sjúkradegi." Tað vil siga, at hart vunnin rættindi hjá útróðrarmonnum, fiskimonnum og tímaløntum nú verða afturtikin. M. a. hesi skulu nú gjalda prísin fyri skerdu heildarveitingina.

Í viðmerkingunum til uppskotið í løgtingsmáli nr. 39 sigur landsstýrið m.a.: "Sambært skrivum millum landsstýrið og donsku stjórnina, dagfest 20. september 2002 og 24. oktober 2002, er tað ein avtala, at ríkisstuðulin verður 615,5 mió. kr. nominelt um árið í tíðarskeiðnum frá 2003 til og við 2006, men at yvirtøkur av málsøkjum, sum eru fevnd av heildarveitingini, hava við sær samsvarandi minking í heildarveitingini."

Minnilutin roknar við, at avtalan frá 24.oktober 2002, er treytað av, at Løgtingið tekur undir við ríkislógartilmælinum. Tað framgongur eisini av málinum, at 3. viðgerð í Fólkatinginum er útsett til 7. januar 2003, og kemst hetta sjálvandi av, at Fólkatingið ynskir at kenna støðuna hjá Løgtinginum, áðrenn málið kemur til 3. og endaligu viðgerðina á Fólkatingi.

Út frá hesum viðmerkingum setir minnilutin fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

1) Som ny § 2 indsættes:
"§ 2. Tilskuddet reguleres i 2004, 2005 og 2006 med en procent, der svarer til den gennemsnitlige pris- og lønregulering på statens driftsbudget for de pågældende år."

2) "Herefter bliver § 2 til § 3 og § 3 til § 4." 

Harumframt hava Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl hesar viðmerkingar:
Rætta loysnin hevði verið at tikið upp samráðingar um heildarveitingina av nýggjum.
Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) ásannar tó, at sitandi samgonga, sum hevur biðið um og samráðst seg til ein niðurskurð upp á uml. 1/3 í heildarveitingini fyri 2002, ið longu merkist, og nú eina "fastfrysting" av írestandi 615,5 mió kr. komandi 4 árini, er ikki rætta umboðanin at samráðast um eina nýggja skipan millum Føroyar og Danmark.

2. viðgerð 18. desember 2002. Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini til §§ 2, 3 og 4 fall 12-0-15. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt  21-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 19. desember 2002. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-7. Málið avgreitt.