Fólka- og farmaflutningur

 

40  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Vestmannasund)

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Nevndarskjųl
E. Įlit
F. 2. višgerš
G. Oršaskifti viš 2. višgerš
H. 3. višgerš (einki oršaskifti)

Įr 2002, 6. desember, legši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi  

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um fólka- og farmaflutning

§ 1.

Ķ lųgtingslóg nr. 82 frį 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. Ķ § 2, stk. 2 verša oršini "Vestmanna – Oyragjógv," strikaš.
  2. Ķ § 4, stk. 2 verša oršini "Vestmanna – Oyragjógv," strikaš.

§ 2.

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

Višmerkingar til lógaruppskotiš 

Kap. 1: Almennar višmerkingar
Endamįliš viš lógaruppskotinum er at strika lógarįsetta kraviš um, at landiš hevur skyldu at rųkja sjóvegis farleišina millum Vestmanna og Oyragjógv, tķ undirsjóvartunnilin veršur tikin ķ nżtslu ķ nęstum, og siglingin veršur tķ stešgaš.

Kap. 2: Avleišingar av uppskotinum

1. Fķggjarligar avleišingar
A. Fyri landiš
Taš hevur alla tķšina veriš ętlanin, at siglingin um Vestmannasund skuldi stešga, tį tunnilin veršur tikin ķ nżtslu, so landiš ikki skal rųkja tvęr parallellar flutningsleišir. Hóast siglingin veršur stešgaš, veršur ein ųking ķ rakstrarhallinum hjį SL, iš er 0,3 mió kr., tį fasta sambandiš veršur tikiš ķ nżtslu, tķ eitt lķtiš rakstraryvirskot er ķ dag į sjóvegis farleišini um sundiš. Um man hugsar sęr, at undirsjóvartunnilin veršur tikin ķ nżtslu, uttan at siglingin um Vestmannasund veršur stešgaš, veršur rakstrarhalliš munandi stųrri, tķ lķtlar ella ongar inntųkur hųvdu veriš į sjóvegis farleišini.

Sbrt. ll. nr. 42 frį 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur ķ sambandi viš, at sjóvegis farleišir hjį Strandfaraskipum Landsins verša lagdar nišur, skal landiš gjalda endurgjald til Vestmanna kommunu. Endurgjaldiš veršur goldiš ķ einum, og veršur roknaš sum mišal įrliga havnagjaldiš seinastu trż įrini faldaš viš fimm. Endurgjaldiš til Vestmanna kommunu veršur tķ uml. 3 mió kr.

B. Fyri kommunurnar
Uppskotiš hevur fķggjarligar avleišingar fyri Vestmanna kommunu. Kommunan missir inntųkurnar frį havnagjųldunum, men fęr endurgjald, iš samsvarar viš fimm įra havnagjųld, grundaš į mišal įrliga havnagjaldiš seinastu trż įrini. Vestmanna kommuna fęr tķ uml. 3 mió kr. (sķ eisini višmerkingarnar undir A).

C. Fyri vinnuna
Uppskotiš hevur lķtlar ella ongar fķggjarligar avleišingar fyri vinnuna, tķ tunga feršslan fer at nżta undirsjóvartunnilin, har nżtslugjaldiš um sundiš ķ flestu fųrum veršur lęgri enn feršasešlaprķsurin ķ dag. Hjį bussum hękkar nżtslugjaldiš tó nakaš, men hinvegin veršur nógv tķš spard viš at nżta undirsjóvartunnilin. Taš veršur eisini munandi meira smidligt hjį vinnulķvinum at leggja arbeišiš til ręttis, tį man ikki er bundin av įvķsari feršaętlan.

Samanumtikiš veršur mett, at fasta sambandiš veršur ein fķggjarligur fyrimunur fyri vinnulķviš.

D. Fyri įvķsar samfelagsbólkar
Fķggjarliga įvirkar taš ikki fólk ķ persónbili stórvegis, at siglingin veršur lųgd nišur. Tó veršur ein lķtil meirkostnašur fyri fólk, sum uttan avslįttur feršast einsamųll ķ persónbilum.

Enn er ikki greitt, hvat kostnašurin veršur fyri at feršast viš bussi til Vįgar og śr Vįgum.

Umsitingarligar avleišingar
Uppskotiš hevur lķtlar ella ongar umsitingarligar avleišingar.

Umhvųrvisavleišingar
Uppskotiš hevur lķtlar ella ongar umhvųrvisavleišingar.

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur
Uppskotiš hevur ongar avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur.

Sosialar avleišingar
Uppskotiš hevur lķtlar ella ongar sosialar avleišingar.

Talva 1: Yvirlit yvir avleišingar

  Fyri landiš/
landsmyndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri plįss/ųki ķ landinum Fyri įvķsar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fķggjarligar/ bśskaparligar avleišingar

Ja, positivar

Ja, negativar – fyrsta įriš tó meirinntųka

Nei

(Ja)

(Nei)

Umsitingarligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleišingar    

Nei

Nei

 

6. Ummęli
Uppskotiš er ikki sent til ummęlis.

Kap. 3: Višmerkingar til einstųku lógargreinarnar

Til § 1:
Ķ nr. 1 veršur skotiš upp at strika įsetingina, sum įleggur landsstżrismanninum at skipa fyri sjóvegis flutningi millum Vestmanna og Oyragjógv.

Ķ nr. 2 veršur skotiš upp at strika įsetingina um, at sjóvegis farleišin millum Vestmanna og Oyragjógv ikki kann bjóšast śt. Hetta er ein avleišing av broytingini, iš er skotin upp ķ nr. 1.

Til § 2:
Skotiš veršur upp, at lógin kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er lżst. Hetta merkir tó ikki, at landsstżrismašurin skal stešga siglingini į hesari farleiš tann dagin, lógin kemur ķ gildi. Strandfaraskip Landsins kann vegna landsstżrismannin framvegis reka siglingina, so leingi peningur veršur jįttašur til endamįliš. Vęntandi veršur siglingin um Vestmannasund stešgaš tann dagin, undirsjóvartunnilin veršur tikin ķ nżtslu.

1. višgerš 11. desember 2002. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum tann 17. januar 2003 legši fram soljóšandi

Įlit

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 6. desember 2002, og eftir 1. višgerš tann 11. desember 2002 er taš beint vinnunevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi tann 9. januar 2002.

Vinnunevndin hevur kannaš og fingiš upplżst, at ósemja er millum Vestmanna kommunu og Strandfaraskip Landsins um havnagjųld. Av tķ at havnagjaldiš inngongur ķ śtrokningina av endurgjaldinum samb. lųgtingslóg nr. 42 frį 24. mars 2000, skal vinnunevndin tķ gera vart viš, at fortreytirnar, iš landsstżrismašurin hevur lagt til grund fyri śtrokningini av fķggjarligu avleišingunum av fyriliggjandi uppskoti, mųguliga ikki koma at halda.

Ein samd nevnd tekur viš hesum višmerkingum undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 21. januar 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 28. januar 2003. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 29-0-0. Mįliš avgreitt.

Ll. nr. 40 frį 12. februar 2003.