ALS - Sjómenn

 

45  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2002, 11. desember, løgdu tingmenninir Henrik Old og Gerhard Lognberg, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001, verður í § 14 sett inn nýtt stk. 4, sum verður soljóðandi: "Stk. 4. Fiskimaður, verður roknaður sum arbeiðsleysur, tá hann missir hýru í meira enn 14 dagar orsakað av, at fiskifarið, hann er við, fer á sleipistøð ella til umvælingar, og hann við váttan frá reiðara prógvar, at so er. Stýrið ger kunngerð um, hvørji krøv verða sett til váttan frá reiðara."

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Viðmerkingar:
Tá arbeiðsloysisskipanin sá dagsins ljós, vóru tað ivamál um, hvussu ávísir bólkar á arbeiðsmarknaðinum kundu koma undir Arbeiðsloysisskipanina. Ein av teimum vóru fiski- og útróðrarmenn, hesir komu tó at gjalda inn í skipanina frá fyrsta degi av. Sagt varð tá, at seinni skuldi finnast fram til, hvussu hesir kundu fáa útgjald úr skipanini, men enn eru treytirnar tær, at fiskimaður skal sigast upp fyri at fáa nakað úr skipanini, og útróðrarmenn mugu selja bátar sínar. Sostatt er enn eingin loysn funnin á hesum trupulleika.

Hetta uppskot gongur út upp á at loysa trupulleikan hjá fiskimonnum við teimum størru skipunum, men framhaldandi liggja útróðrarmenn uttanfyri. Ásannast má, at sera trupult er at gera eina skipan fyri, nær útróðrarmaður er arbeiðsleysur, og tí eigur man at seta ein arbeiðsbólk til at útgreina, hvussu útróðrarmenn skulu viðgerast, og um teir í heila taki skulu gjalda inn í skipanina, um ikki verður funnið fram til ein skipan, sum gevur teimum útgjald uttan at selja bátin.

Ætlanin við hesum uppskoti er, at fiskimenn skulu fáa út úr skipanini, tá skip t.d. eru á sleipistøð í longri tíðarskeið, uttan at menninir skulu sigast upp. Í mongum førum koma óvæntaði óhapp, sum taka bæði tveir og tríggjar mánaðir at fáa í rættlag aftur. Tað er ikki ætlanin, at skipanin skal gjalda út bara fyri vanligt viðlíkahald av skipi, sum tekur nakrar dagar, men at tað veruliga snýr seg um óhapp ella longri yvirhálingar av skipinum. Goldið verður frá tí, at skipið verður tikið úr rakstri, og til skipið aftur fer í rakstur, tó ikki teir fyrstu 14 dagarnar.

Sum fiskimenn eru at skilja øll manning við fiskiskipum, t.v.s. eisini yvirmenn, kokkur o.s.fr.

Møguligar inntøkur t.d. frá aðrari trygging verða mótroknaðar sambært § 16, stk. 5.

Kostnaður
Mett verður, at umleið 5-10 føroysk skip eru á sleipistøð ella til umvælingar árliga. Manningin á hesum skipum er í meðal 10, og teir flestu av hesum fara allarhelst at hava rætt til hægsta útgjald úr skipanini, sum er 521 kr. Eru skipini úr rakstri 2 mánaðir hvørja ferð, verður talan um (252/12*2)-14=28 dagar hvørja ferð. Hetta er grundað á útgjaldsdagar sambært kunngerð fyri 2002 á 252, og á at teir fyrstu 14 dagarnir verða trektir frá. Eitt boð upp á kostnaðin fer sambært hesum at verða 5-10 skip * 10 mans * 28 dagar * 521 kr, ella samanlagt 729.400 – 1.458.800 kr.

Harafturat koma so útlendsk skip.

Ikki ber til at gera eina neyvari meting av kostnaðinum, ella at gera eina meting av, í hvønn mun føroyskir fiskimenn við útlendskum skipum fara at gera brúk av skipanini.

1. viðgerð 17. januar 2003. Málið beint í vinnunevndina,  sum tann 6. februar 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 11. desember 2002, og eftir 1. viðgerð tann 17. januar 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23., 29. og 30. januar og tann 6. februar 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við formannin í Føroya Fiskimannafelag umframt við umboð fyri stýrið og leiðsluna fyri Arbeiðsloysisskipanina.

Frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, hevur nevndin fingið skriv við viðmerkingum, dagfest 27. januar 2003.
Nevndin hevur í síni støðutakan til uppskotið býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen, Niklái Petersen og Heðin Zachariasen) endurtekur sínar viðmerkingar í løgtingsmáli nr. 15/2002 og vísir sostatt einaferð enn á, at landsstýrismaðurin ætlar at seta eina nevnd at endurskoða alla arbeiðsloysisskipanina og heldur tí ikki, at einstakar broytingar eiga at verða gjørdar í skipanini, áðrenn hetta arbeiðið er liðugt. Meirilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin í nevndini (Henrik Old og Gerhard Lognberg) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 11. februar 2003. §§ 1 og 2 fullu 7-1-23. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.