Forsorgarlógin

 

48  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 14. januar, legði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg 

Henda lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne".

§ 1

Í lov for Færøerne om offentlig forsorg sbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 17. mai 2000, verður í § 17 sum nýtt stk. 2 sett:
"Stk. 2. Almannastovan kann játta stuðulsfólk til heimabúgvandi børn við serligum tørvi vegna sálarligt ella likamligt brek."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2003 og fer úr gildi 31. desember 2004.

Almennar viðmerkingar
Ein stuðulsfólkaskipan er ein fyriskipan, har sosialu myndugleikarnir eftir sosiallóggávuni seta fólk í starv fyri at røkja eina uppgávu í mun til ein persón ella eina familju við ávísum trupulleikum, sum teimum tørvar hjálp til at loysa - hjálp sum ikki kann veitast í øðrum skipanum.

Stuðlarnir hava verið veittir eftir § 12a í lógini um almannapensjónir, § 17 í forsorgarlógini og § 22 í barnaforsorgarlógini, alt eftir hvønn bólk tosað verður um. Ivi hevur verið um heimildirnar, og tað hevur viðført, at ein nýggj grein 12a varð sett inn í lógina um almannapensjónir, eftir at kærunevndin hevði avgjørt, at heimild ikki var til staðar í núverandi § 12 í lógini. Ætlanin er eisini, at stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin verður løgd undir Serforsorgina/Heimarøktina sum ein rakstrarjáttan frá 1. januar 2003, og heimildin, sum liggur undir § 12a i almannapensjónslógini, verður ístaðin løgd undir forsorgarlógina.

Eftir § 22 í barnaforsorgarlógini hevur ongin ivi verið um, at heimildin um at játta stuðlar er til staðar, meðan ivi hevur verið um heimildina eftir § 17 í forsorgarlógini. Børn, sum eru undir barnaforsorgarlógini, eru børn, har barnaverndin er komin inn, tí familjan/barnið av einhvørji orsøk ikki trívast. Børn, sum verða viðgjørd eftir § 17, eru børn við sálarligum ella likamligum breki. Børnini eru í aldrinum 0-18 ár.

Landsstýrismaðurin leggur tí nú fyri Løgtingið eitt uppskot til broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin), har heimild fæst til vega fyri eini komandi stuðulsfólkaskipan fyri børn. Talan er um áleið 100 stuðlar. Ætlanin er, at henda heimild skal koma í gildi 1. januar 2003.

Orsøkin er, at landsstýrismaðurin sjálvur hevur ivast í, um verandi stuðulsskipanir kunnu játtast eftir § 17 í forsorgarlógini sum ein neyðug meirútreiðsla. Hetta hevur landsstýrismaðurin eisini víst á í einum svari til landsstýrismálanevndina um stuðulsfólkaøkið.

Mælt verður til, at henda heimild verður galdandi í tvey ár. Í hesum tíðarskeiði er ætlanin at kanna nærri m.a., hvar heimildin frameftir skal verða, um talan skal vera um eina rakstrarjáttan ella eina lógarbundna játtan, hvør stovnur frameftir skal taka sær av stuðlunum, viðurskiftini millum land og kommunu á dagstovnaøkinum og viðurskiftini millum almannaøkið og skúlaøkið, eftir at børnini eru farin í skúla. Neyðugt verður eisini, eins og á almannapensjónsøkinum, tá talan er um heimildina í § 12a í almannapensjónslógini og § 32 a í forsorgarlógini við stuðlum til vaksin, at hava eina dupulta heimild í eitt tíðarskeið.

Ummælir
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá:
Almannastovuni
Heimarøktini og Serforsorgini
MBF, Meginfelag teirra brekaðu
Ráðnum fyri Brekað

Ummælir eru komin frá Ráðnum fyri Brekað, MBF og Almannastovuni.

Avleiðingarnar av uppskotinum
Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær umsitingarligar avleiðingar, tí talan er bert um at veita lógarheimild til eina skipan, sum longu er fram til 31. desember 2004.

  Fyri landið/
landsmyndug-
leikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Nei

 

Serligar viðmerkingar

Til § 1:
Her verður staðfest, at Almannastovan fær heimild til at játta stuðlar til heimabúgvandi børn við serligum tørvi vegna likamligt ella sálarligt brek.

Til § 2:
Her verður ásett, at lógin kemur í gildi 1. januar 2003, men at hon er tíðaravmarkað og fer úr gildi aftur 31. desember 2004.

Hjáløgd skjøl
Skjal 1: Ummæli frá Ráðnum fyri Brekað.
Skjal 2: Ummæli frá MBF.
Skjal 3: Ummæli frá Almannastovuni.

1. viðgerð 22. januar 2003. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 30. januar 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 14. januar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 22. januar 2003 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 29. januar 2003 og hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri MBF, ráðið fyri brekað og landsstýrismannin í almannamálum.

Uppskotið er eftir nevndarinnar tykki bert ein formlig broyting, sum ikki kemur at broyta skipanina soleiðis, sum hon hevur verið praktiserað tey seinastu árini.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 4. februar 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 6. februar 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 11 frá 10. februar 2003