Havnir - Trongisvágur

 

49  Uppskot til  løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð
J. Álit II
K. Framh. 3. viðgerð
L. Orðaskifti við fr. 3. viðgerð

Ár 2003, 14. januar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at samferðsluhavn við landgongd og farstøð verður bygd eystan fyri Drelnes á Trongisvágsfirði. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 60 mió kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

1.    Endamálið við lógini
Endamálið við lógini er í fyrsta lagi at tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð, áðrenn verkætlanin verður framd. Harumframt er ásett í játtanarskipanini, at tá talan er um størri íløgur, ið ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið. Sambært játtanarskipanini er neyðugt við serstakari verklagslóg, um landsstýrismaðurin skal kunna gera avtalur, sum eisini hava við sær útreiðslur í komandi fíggjarárum.

Í lógartekstinum fær landsstýrismaðurin heimild at byggja nýggja samferðsluhavn eystan fyri Drelnes á Trongisvágsfirði, og kunnu byggiútreiðslurnar í mesta lagi vera 60 mió kr. í alt. Um samlaði løgukostnaðurin er ásettur í lógini, kann landsstýrismaðurin, sambært játtanarskipanini, gera avtalur, sum hava við sær útreiðslur í komandi fíggjarárum, um so er, at hetta er neyðugt fyri at gera skilagóðar sáttmálar og treytað av, at tann samlaði løgukostnaðurin verður hildin. Skuldi tað eftir útbjóðingina víst seg, at sáttmálakostnaðurin verður hægri enn ásett í hesari lógini, verður neyðugt at broyta lógina, áðrenn landið bindur seg í einum sáttmála við privatan arbeiðstakara.

Ein samtykt verklagslóg er tó eingin trygd fyri, at kostnaðurin ikki verður hægri enn ásett í lógartekstinum, um tað, eftir at sáttmáli er undirskrivaður, vísir seg, at umstøðurnar eru øðrvísi í mun til fortreytirnar fyri sáttmálanum. Víst verður til almennu viðmerkingarnar til uppskotið til verklagslóg at gera samferðsluhavn á Syðradali.

Í viðmerkingunum til lógina verður verkætlanin lýst nærri, so Løgtingið verður kunnað um, hvat ætlan landsstýrismansins er.

2.    Gongdin í málinum
Kommunala havnin á Drelnesi, har Smyril í dag leggur at, varð bygd í 1984-88 og tikin í nýtslu í 1989. Nógvir trupulleikar hava verið við vindi og súgi, sum gera, at tað oftani ikki ber til at leggja at og binda skipini. Tekniskt er talan um tveir trupulleikar. Annar stendst av súgi á eysturætt, og hin stendst av vindi av útsynningi.

Arbeitt hevur tí verið við at kanna verandi viðurskifti og at finna eina loysn viðv. atløguviðurskiftunum.

Annars hevur gongdin í málinum verið henda:

Tvøroyrar kommuna hevur í sambandi við viðgerðina av nýggjari samferðsluhavn á Trongisvágsfirði boðað frá, at kommunan ætlar at nýta havnina á Drelnesi til annað virksemi frameftir, og var tí ikki kannað neyvari, um henda havnin kundi gerast egnað við ávísum ábótum.

3.    Um verkætlanina
Verkætlanin fevnir um eitt 200 m langt grótkast, eina ytri og eina innari ferjulegu við føstum betongrampum, tilhoyrandi havnaøki, landgongd til ferðafólk, eina farstøð á landi og íbinding í verandi veganet (sí eisini hjáløgd skjøl).

Tá ferjan liggur í innari leguni (lega A) hevur hon atløgusíðu til kaiøkið, og tá hon liggur í ytru leguni (lega B), liggur hon fram við grótkastinum. Grótkastið hevur ein vinkul upp á 45° í mun til atløgusíðuna fram við kaiøkinum. Ferjan hevur síðuportur í stýriborð, so tá hon liggur í legu B, kann hon nýta bæði hekkuportrið og síðuportrið til at avgreiða akfør, og tá hon liggur í legu A, kann hon nýta hekkuportrið. Hinvegin kann hon bert nýta serligu landgongdina til ferðafólk, tá hon liggur í legu A.

Samferðsluhavnin verður landshavn, og tað fer tí at liggja á landinum at halda hana við líka.

4.    Tíðarætlan
Um verklagslógin verður samtykt áðrenn jól, kann arbeiðið bjóðast út í januar 2003. Sáttmáli kann skrivast við ein arbeiðstakara medio februar, soleiðis at verklagið kann verða liðugt til september 2004. Tó kann havnin væntandi takast í nýtslu medio 2004.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar

A.    Fyri landið
Íløgukostnaður:
Byggiútreiðslurnar verða sambært nýggjastu kostnaðarmetingini uml. 55 mió kr. Skuldi tað eftir útbjóðingina víst seg, at kostnaðurin verður størri enn mett, ber til at bíða við at liðugtgera atløgusíðu B. Harumframt verða útreiðslur til at byggja landgongd og fyribils farstøð, ið eru mettar at vera uml. 5 mió kr. Stór óvissa er tó á kostnaðarmetingini av landgongd og farstøð.

Tilsamans fer arbeiðið tí væntandi at kosta uml. 60 mió kr., tó er torført at meta um kostnaðin, fyrr enn tilboðini upp á arbeiðini eru komin inn. Sambært uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2003 verða 25 mió kr. játtaðar í 2003. Neyðugt verður tí at játta 30 mió kr. í 2004, um havnin skal vera klár at taka í nýtslu, tá nýggja suðuroyarskipið væntandi verður latið landinum í oktober 2004. Støða verður tikin til farstøðina seinni.

Rakstrarkostnaður:
Kostnaðurin av at reka og viðlíkahalda samferðsluhavnina er mettur at vera uml. 150 tús. kr. árliga.

Endurgjald til kommununa:
Sbrt. løgtingslóg nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir til kommunalar havnir verða lagdar niður, hevur Tvøroyrar kommuna rætt til endurgjald fyri mista inntøku, av tí at farleiðin verður flutt til eina landshavn. Endurgjaldið verður goldið í einum, og verður roknað sum miðal árliga havnagjaldið seinastu trý árini faldað við fimm. Um gjaldið verður óbroytt í mun til tað, sum Strandfaraskip Landsins gjalda í dag, verður samlaða landskassaútreiðslan av hesum tí uml. 3,5 mió kr.

B.    Fyri kommunurnar
Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri Tvøroyrar kommunu, tí siglingin til kommunalu havnina verður niðurløgd. Tvøroyrar kommuna missir gjaldið, ið Strandfaraskip Landsins rindar fyri at nýta verandi havn, tí samferðsluhavnin verður landshavn. Gjaldið er í løtuni 58 tús. kr. um mánaðin. Tað skal tó viðmerkjast, at Tvøroyrar kommuna nýliga hevur kravt eitt gjald, ið er uml. 152 tús. kr. um mánaðin. Spurningurin er ikki endaliga avgreiddur millum SL og Tvøroyrar kommunu.

Hinvegin hevur Tvøroyrar kommuna sbrt. lóg rætt til endurgjald, ið er uml. 3,5 mió kr., um havna- og brúgvagjaldið verður óbroytt í mun til í dag. Sí eisini viðmerkingarnar undir A.

C.    Fyri vinnuna
Uppskotið hevur positivar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna. Ætlanin er at bjóða arbeiðið út millum privatar arbeiðstakarar, og tað verður tí ein fíggjarligur fyrimunur fyri tann arbeiðstakaran ella teir arbeiðstakarar, ið vinna útbjóðingina.

Eisini má roknast við, at suðuroyarøkið fær búskaparligar fyrimunir, tí havnin á Drelnesi verður tøk til onnur endamál, eitt nú vinnulig.

2.    Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur smávegis umsitingarligar avleiðingar, tí Landsverkfrøðingsstovnurin skal reka havnina og halda hana við líka.

3.    Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar umhvørvisavleiðingar.

4.    Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

5.    Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar sosialar avleiðingar.

    Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

      Fyri landið/
    landsmyndug-
    leikar
    Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
    Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

    Ja

    Ja

    Ja

    Nei

    Ja

    Umsitingarligar avleiðingar

    (Ja)

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Umhvørvisligar avleiðingar

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Sosialar avleiðingar    

    Nei

    Nei

     

6.    Ummæli
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Landsverkfrøðingsstovninum og hjá Strandfaraskipum Landsins. Landsverkfrøðingsstovnurin hevði smávegis ritstjórnarligar viðmerkingar. Strandfaraskip Landsins viðmerkti, at viðurskiftini á landi at avgreiða ferðafólk, bilar og farm skuldi vera nøktandi. Samstarv er millum Strandfaraskip Landsins og Landsverkfrøðingsstovnin um henda spurning. 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til § 1:
Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at skipa so fyri, at samferðsluhavn við landgongd og farstøð verður bygd eystan fyri Drelnes á Trongisvágsfirði, og at byggiútreiðslurnar fyri verkætlanina í mesta lagi kunnu vera 60 mió kr. Við byggiútreiðslur er at skilja tær samlaðu ódiskonteraðu útreiðslurnar til arbeiðið, t.e. sáttmálakostnaður, eftirlit v.m. Útreiðslurnar til forkanningar og prosjektering eru ikki partur av byggiútreiðslunum.

Eftir ætlan verður arbeiðið bjóðað út millum privatar arbeiðstakarar.

Til § 2:
Ongar serligar viðmerkingar.

Hjáløgd skjøl:
Tekningar av ætlaðu samferðsluhavnini eystan fyri Drelnes.

1. viðgerð 21. januar 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 9. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 14. januar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 21. januar 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. og 29. januar, 13. februar, 6., 11., 13., 18., 20. og 27. mars, 1., 3., 4. og 8. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin verið á landsverkfrøðingsstovninum, har greitt varð frá kanningum, gongdini í málinum og verkætlanini annars. Harumframt hevur nevndin havt fund við umboð fyri Tvøroyrar og Hvalbiar kommunur, umboð fyri fylgibólkin viðv. samferðsluhavn í Suðuroynni, umboð fyri NCC, umboð fyri Havnanevndina hjá Tórshavnar kommunu, umboð fyri Jarðfrøðisavnið, fleiri fundir við landsverkfrøðingin og við landsstýrismannin í vinnumálum.

Frá landsverkfrøðinginum hevði nevndin fingið nýggjar yvirlitsætlanir yvir samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði við broytingunum, ið eru gjørdar, síðani málið varð lagt fram. Nýggj yvirlitsætlan er viðløgd álitinum.

Frá umboðunum fyri Tvøroyrar býráð fekk nevndin yvirlitsætlan viðvíkjandi tunlum til gróttøku oman fyri havnarlagið á Drelnesi.

Landsverkfrøðingurin gav nevndini tvey avrit av skrivum, hann hevði sent Vinnumálaráðnum, bæði dagfest 7. mars 2003, annað viðvíkjandi tíðarætlanini fyri verkætlanina, og hitt viðvíkjandi tunlinum millum Øravík og Hov, sum NCC hevur skotið upp, viðlagt upprit í málinum frá O. T. Blindheim AS.

Landsstýrismaðurin hevur givið nevndini avrit av brævaskifti mánaðarskiftið mars-apríl millum landsverkfrøðingin og NCC um spurningar viðvíkjandi einum tunli millum Øravík og Hov.

Eisini hevur nevndin fingið sendandi tilgjørdar myndir av samferðsluhavnini, har ætlanin er at leggja hana, og av samferðsluhavnini, um hon varð flutt soleiðis, at innaru hólmar verða leysir av havnini.

Á fundi við havnanevndina hjá Tórshavnar kommunu kom fram, at viðurskiftini hjá Smyrli at leggja at í Havn ikki eru heilt greið. Tað fer at bera til hjá Smyrli at leggja at, tá Norrøna ikki er í Havn, men eingin endalig loysn er fyri, hvat gerast skal, tá Norrøna og Smyril eru í Havn samstundis.

Viðgerðin av málinum í vinnunevndini hevur verið nógv merkt av, at NCC, eftir áheitan frá fólki í Suðuroynni og eftir, at uppskotið varð lagt fram, er komið við uppskoti um eina øðrvísi tunnilsloysn millum Øravík og Hov enn ta loysn, ið landsverkfrøðingurin hevur skotið upp. Tunnilsloysnin, ið NCC hevur skotið upp, ger tað møguligt og bendir enntá á, at tað er óforsvarligt ikki at knýta verkætlanina, ið fevnir um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, og verkætlanina, ið fevnir um ein tunnil millum Øravík og Hov, saman í eina verkætlan.

Verður grótið til samferðsluhavnina tikið frá tunlinum, heldur enn at keypa tað frá einum grótbroti, kunnu umleið 15 mió kr. verða spardar upp á grót í fíggjarætlanini fyri samferðsluhavnina. Harumframt kann nógv verða spart í koyring í sambandi við tunnilsverkætlanina, um grótið verður koyrt beinleiðis frá tunlinum til samferðsluhavnina, heldur enn at skula koyra grótið frá tunlinum til goymslu.

Upp á fyrispurning frá nevndini hevur NCC harumframt ført fram, at teir kunnu gera ein tunnil millum Øravík og Hov við eini linjuføring, ið fólk á staðnum verða nøgd við, við tað at hon liggur munandi lægri í landslagnum enn tann, ið landsverkfrøðingurin hevur skotið upp, og øravíkarmegin kemur út nógv nærri ætlaðu samferðsluhavnini á Trongisvágsfirði. Harafturat er greitt, at hesin tunnil kann gerast munandi bíligari enn tunnilin, ið landsverkfrøðingurin hevur skotið upp at gera. Tá vegagerðin á umleið 3 km verður íroknað, gerst hetta á leið 30 mió kr. bíligari. Sostatt kunnu á leið 45 mió kr. sparast við at knýta hesar báðar verkætlanir saman. NCC sigur seg kunna byrja arbeiðið upp á tunnilin uttan stórvegis forkanningar, og at arbeiðið kann gerast við eini fastprísavtalu, um landið ikki er til reiðar at átaka sær vandan fyri, at arbeiðið verður dýrari enn væntað orsakað av væntandi forkanningum. Hetta merkir so sjálvsagt eisini, at landið ikki fær fyrimunin, um arbeiðið verður bíligari enn væntað. Verður farið undir arbeiðið alt fyri eitt, kann tunnilin vera komin ígjøgnum og vera fult tryggjaður áðrenn næsta summar. Møguleiki er so eisini fyri at bíða við at gera tunnilin lidnan (t.e. alfaltering, ljós og trygdarútgerð), til játtan fyriliggur til hetta. Hervið kunnu á leið 20 mió kr. sparast fyribils.

Hvat viðvíkur spurninginum um møguleikan at fíggja tann partin av verkætlanini, ið ikki kann fíggjast við verandi játtan í ár, ætlandi játtan í 2004 og sparingum í játtanini til samferðsluhavnina, hava ymiskir møguleikar verið umrøddir bæði við NCC og umboð fyri Vinnumálaráðið og landsverkfrøðingin. Harumframt vísir nevndin á møguleikan at nýta ein fíggingarhátt, sum inniber, at arbeiðið kann gerast yvir eitt stutt tiðarskeið, meðan fíggingin verður strekt yvir longri tíð.

Við hesum upplýsingum kann vinnunevndin ikki góðtaka, at grótið til samferðsluhavnina verður tikið úr einum grótbroti, tá tað ikki kann staðfestast, at tað ikki loysir seg at knýta verkætlanirnar saman. Í spurninginum um, hvørt tað loysir seg at knýta verkætlanirnar saman, metir nevndin tað ikki hava avgerandi týdning, at samferðsluhavnin verður nakrar mánaðir seinkað, í mun til nær nýggi Smyril væntandi kemur til landið og kann setast í sigling.

Tá nevndin í álitinum nevnir serstakt felag í sambandi við gerð av tunli millum Øravík og Hov, skal hetta á ongan hátt skiljast soleiðis, at arbeiðið ikki kann verða boðið út.

Við alstórum denti á hesar viðmerkingar tekur ein meirluti í nevndini (Henrik Old, Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen, Olaf í Garði Joensen og Gerhard Lognberg) undir við málinum, men mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

1) Í § 1 verður soljóðandi áseting sett inn sum nýtt stk. 2: "Stk. 2. Grótið til samferðsluhavnina verður tikið úr tunlinum Øravík - Hov".

Ein minniluti í nevndini (Heðin Zachariasen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið uttan broytingar.

2. viðgerð 11. apríl 2003. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Heini O. Heinesen, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen, Olaf í Garði Joensen og Gerhard Lognberg, til § 1 samtykt 19-0-6. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. apríl 2003. Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 30-0-0. Málið beint aftur í vinnunevndina, sum tann 30. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit II

Løgtingið beindi við 3. viðgerð 22. apríl 2003 málið aftur í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 24., 28., 29. og 30. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.

Nevndin hevur í sínum viðmerkingum, síni støðutakan og í sínum tilmæli til Løgtingið býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen og Gerhard Lognberg) viðmerkir, at tað á fundinum við landsstýrismannin m.a. varð umrøtt, hví stig ikki eru tikin at byrja royndarboringarnar í sambandi við alternativu tunnilsloysnina, tá so stórur dentur verður lagdur á, at hesar verða gjørdar, áðrenn støða verður tikin til, hvør tunnilsloysn er tann rætta. Landsstýrismaðurin upplýsti, at hann ynskti at fáa eina greiða útmelding og støðutakan til, um tað av teimum 7 milliónunum, ið eru avsettar til verkætlanina Øravík – Hov, kann nýtast peningur til royndarboringar í sambandi við alternativa tunnilsuppskotið. Meirilutin heldur, at um landsstýrismaðurin metir tað vera rættast at gera umrøddu royndarboringar, eiga hesar at verða byrjaðar beinanvegin, og eigur arbeiðið at verða gjørt so skjótt, hetta letur seg gera.

Hvat viðvíkur spurninginum um, hvar grótið til samferðsluhavnina skal koma frá, skal broytingaruppskotið, sum ein meirilutin í vinnunevndini kom við í fyrra álitinum frá nevndini og sum Løgtingið hevur samtykt við 2. viðgerð, sjálvsagt ikki skiljast soleiðis, at tað ikki skal bera til, at útvega grót, sum ikki fæst út tunlinum, aðrastaðni frá. Ber sostatt ikki til at fáa neyðugu mongdirnar av deksgrótið úr tunlinum, skal hetta sjálvsagt kunna útvegast aðrastaðni frá.

Meirilutin kann als ikki góðtaka pástandin um, at nýggi Smyril ikki kann liggja í Suðuroynni, um so skuldi verið, at havnin ikki er liðug til tíðina, og kann meirilutin av hesi orsøk sostatt ikki góðtaka, at havnaútbygggingin og tunnilsgerðin verður atskild við tí fylgju, at ikki fæst tann stóra sparing upp á 10 tals mió, sum nevndin í sínum fyrra áliti vísir á, umframt at tunnilsgerðin Øravík – Hov verður útsett.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið soleiðis, sum tað varð samtykt við 2. viðgerð.

Ein minniluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen) viðmerkir, at tað á fundinum við landsstýrismannin m.a. varð umrøtt, hví stig ikki eru tikin til at byrja royndarboringarnar í sambandi við alternativu tunnilsætlanina, sum er tengd upp í málið, eftir at tað var lagt fram hin 14. januar 2003. Stórur dentur hevur verið lagdur á, at royndarboringar eru neyðugar, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvar tunnilin endaliga skal leggjast. Minnilutin heldur tað vera rætt, at landsstýrismaðurin brúkar ein part av teimum 7 mió kr., sum settar eru av til tunnilsgerðina Øravík-Hov, til hesar royndarboringarnar og mælir til, at farið verður undir hetta arbeiðið skjótast gjørligt soleiðis, at ein møgulig tunnilsgerð eftir tí alternativu linjuføringini kann fyrireikast og bjóðast út. Verður tað mett at vera tøkniliga møguligt at gera alternativa tunnilin, tá er minnilutin av tí avgjørdu áskoðan, at hetta er rættara loysnin. Eisini heldur minnilutin, at tað er røtt leið at ganga at taka meginpartin av grótinum, sum skal brúkast til samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði, úr tunlinum. Neyðugt verður somuleiðis hjá landsstýrismanninum at koma í Løgtingi við eini verklagslóg fyri tunnilsarbeiðið á ólavsøku soleiðis, sum longu er niðurfelt í viðmerkingarnar í verandi fíggjarlóg.

Hvat viðvíkur spurninginum um, hvar grótið til samferðsluhavnina skal koma frá, heldur minnilutin, at broytingaruppskotið, sum varð samtykt við 2. viðgerð, læsir málið meira fast enn gott er. Kanska somikið, at gongd ikki kann koma á verkætlanina, sum uppskotið snýr seg um, fyri enn einaferð seint í heyst ella fyrst í komandi ári. Og eyðvita er hetta ein bági, tá ið nýggja suðuroyarskipið longu kann fara í sigling á heysti 2004.

Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið soleiðis, at arbeiðið upp á samferðsluhavnina kann verða boðið út skjótast gjørligt soleiðis, at arbeiðið upp á samferðsluhavnina ikki verður seinkað. Minnilutin hevur hetta

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Stk. 2. Grótið til samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði verður í mest møguligan mun tikið úr Øravíkar – Hov tunlinum".

Framhaldandi 3. viðgerð 2. mai 2003. Broytingaruppskot frá minnilutanin í vinnunevndini, Heina O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen til § 1 samtykt 17-0-15. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 83 frá 08.05.2003