Loðsskylda

 

50  Uppskot til  løgtingslóg um loðsskyldu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2003, 14. januar, legði Johan Dahl, løgtingsmaður, vegna seg sjálvan fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um loðsskyldu

§ 1. Øll skip, sum eru yvir 50 BRT/GT, skulu nýta loðs, tá siglt verður inn og út av havnum í Føroyum.

§ 2. Skip, sum hava skipara ella stýrimann umborð, ið hevur siglt somu havn 3 ella fleiri ferðir seinastu 5 árini, nýtast ikki loðs, tá siglt verður inn og út av hesi havn.

§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.  

Viðmerkingar
Á flestu firðum og havnum í Føroyum eru nógvar broytingar farnar fram seinastu árini, sum t.d. útbyggjan av atløguplássum, nýggir bátahylar, nýggj alibrúk og flytan av verandi alibrúkum.

Hesar umstøður kunna hava álvarsligar umhvørvisligar ella aðrar vannlukkur við sær (olju- ella aðrar dálkingar), tá fremmand skip nýta firðir í Føroyum.

Sambært løgtingslóg nr. 165 frá 21.12.2001 um trygd á sjónum kann landsstýrismaðurin áseta reglur um brúk av loðsi í innanoyggjasigling. Hendan lóg er bara galdandi fyri føroysk skip, men kann við kunngerð setast í gildi fyri skip, ið ikki eru føroysk, á føroyskum sjó-, fiski- og landgrunsøki. Fyri her- og herflutningsskip eru tó serligar reglur galdandi.

Ætlanin við hesum lógaruppskoti er ikki at gera broytingar í ásetingum og heimildum, ið givnar eru við løgtingslóg um trygd á sjónum. Endamálið við uppskotinum er hinvegin bara at lógarfesta loðsskylduna fyri skip yvir 50 BRT/GT, tá siglt verður inn og út av havnum í Føroyum. Harumframt verður loðsskyldan avmarkað til bara at vera galdandi, tá tann, ið førir skipið, er ókendur við farvatnið. Dentur er í hesum sambandi lagdur á títtleikan, siglt hevur verið á viðkomandi havn innan fyri eitt áramál.

Reglurnar eru galdandi fyri øll skip, men við undantakinum í § 2 verða tað serliga útlendsk skip, ið verða ávirkað av loðsskylduni.

Landsstýrismaðurin hevur framvegis, við heimild í løgtingslógini um trygd á sjónum, møguleika at víðka um loðsskylduna hjá hesum skipum og til, at hon eisini kann fevna um onnur skip, og til at seta aðrar treytir hesum viðvíkjandi.

Reglur um, hvussu farast skal fram viðvíkjandi loðsi, eru at finna í lov nr. 131 af 17. april 1916 om lodsvæsenet, sum seinast broytt við lov nr. 155 af 14. apríl 1920.

1. viðgerð 22. januar 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 21. februar 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Johan Dahl hevur lagt málið fram tann 14. januar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 24. januar 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 29. januar og 20. februar 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Reiðarafelag, samstarvsnevndina fyri føroyskar havnir og við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Meirilutin (Henrik Old, Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen, Gerhard Lognberg og Heðin Zachariasen) í nevndini er samdur við uppskotssetaran um, at tað er av stórum týdningi, at stig skjótast gjørligt verða tikin til at fyribyrgja vandanum fyri umhvørvisvanlukkum og øðrum vanlukkum, ikki bara tá skip við vandamiklari last nýta firðir í Føroyum, men eisini í innanoyggjasigling sum heild.

Sum nevnt í viðmerkingunum til uppskotið, hevur landsstýrismaðurin longu heimild at áseta reglur um brúk av loðsi í innanoyggjasigling. Hendan heimild er at finna í § 31 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001.

Fyri at tryggja, at ásetingarnar, ið gjørdar verða, fevna um júst tær sjóleiðir og júst tey skip, ið neyðug eru at ansa eftir, uttan at skapa óneyðuga umsiting og óneyðugar trupulleikar og útreiðslur fyri skip, ið ikki eru til nakran vanda, tá tey eru í føroyskum sjógvi, mælir meirilutin til, at nýggi landsstýrismaðurin, við heimild í § 31, fær stundir at viðgera málið og taka tey stig, ið neyðug eru, eitt nú til at verja sjógvin kring Føroyar móti álvarsligum umhvørvisvanlukkum. Hetta vil eisini geva landsstýrismanninum møguleika til samstundis at fyrireika seg og møguliga onnur til at taka sær av eini slíkari skipan.

Meirilutin mælir tí uppskotssetaranum til at brynja seg við toli fram til byrjanina av næstu tingsetu, soleiðis at landsstýrismaðurin fær ein møguleika at taka málið upp, sum eisini umrøtt á fundi í vinnunevndini. Meirilutin tekur tí, sum nú er, ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Alfred Olsen og Kaj Leo Johannesen) heldur ikki, at spurningurin um fyrisitingina av uppskotnu ásetingunum er ein so stórur trupulleiki, at hann ikki kann loysast. Hinvegin heldur minnilutin, at uppskotið eigur at verða avmarkað soleiðis, at tað ikki fevnir um føroysk skip, sum ikki verða hildin at vera til nakran vanda fyri føroyskar havnir. Eisini eiga brot á ásetingarnar at verða revsað. Mælt verður til, at revsireglurnar verða samsvarandi teimum í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum. Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við uppskotinum, men mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

1) Í § 1 verða orðini "øll skip" broytt til "øll skip, ið ikki eru skrásett í Føroyum".

2) § 3 verður orðað soleiðis: "§ 3. Brot á hesa lógina verða revsað eftir reglunum í kap. 11 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum.", og § 3 verður hereftir § 4.

2. viðgerð 5. mars 2003. Uppskot frá Johan Dahl um at beina málið aftur í nevnd fall 13-0-15. Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Alfred Olsen og Kaj Leo Johannesen, fall 7-1-20. §§ 1, 2 og 3 fullu 7-0-21. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.