Meirvirðisgjald

 

56  Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (mjólk)

A. Upprunauppskot
B. Tikið aftur

Ár 2003, 4. februar, legði Andrias Petersen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi  

U p p s k o t

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992
um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg. nr. 100 frá 20. desember 2002, verður í § 12, stk. 1 sett sum nýtt litra p: "P. Mjólk og mjólkaúrdráttir av teim sløgum, sum nevnd eru í vøruskránni 0401.10.10.- 0401.20.99."

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi frá tí fyrsta ársfjórðingi eftir, at hon er kunngjørd. 

Viðmerkingar:

Nú landsstýrið lækkaði landbúnaðarstuðulin, samstundis sum avrokningarprísurin við bóndurnar frá mjólkavirkinum hækkaði, er mjólkin vorðin lítla krónu dýrari liturin, samstundis sum staðfestast má, at mjólkin í Føroyum, sum nú kostar uml. 10 kr. liturin, er nógv dýrari enn í teimum londum, vit vanliga samanbera okkum við.

Mjólk er ein av týdningarmestu føðivørum bæði fyri børn, tað uppvaksandi ættarliðið og fólk flest. Tá mjólkin nú er vorðin so dýr, serliga sammet við aðrar leskidrykkir, sum ikki metast at vera heilsugóðir, metir Javnaðarflokkurin tað umráðandi, at mjólkaprísirnir lækka soleiðis, at t.d. barnafamiljurnar hava betur ráð at keypa mjólk.

Tí skjóta vit upp at taka mvg-gjaldið av vanligari drekkimjólk. Vit meta hetta vera fyrisitingarliga lætt, av tí at tað bara er ein veitari av mjólk í Føroyum, nevniliga Mjólkavirki Búnaðarmanna.

Seldir verða 5,7 mió litrar av mjólk fyri 57 mió kr. um árið í Føroyum, og gevur hetta eina mvg-inntøku upp á 11,4 mió kr., og fær hetta sjálvandi fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan samsvarandi.

Á tingfundi 12. februar 2003 boðaði løgtingsformaðurin frá, at uppskotssetarin við skrivi, dagfest 12. februar 2003, hevur tikið málið aftur.