59 Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki
orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki
orðaskifti)
Ár 2003, 4. februar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
Uppskottil
løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola
§ 1.
Løgtingslóg nr. 87 frá 28. november 2002 um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola verður sett úr gildi.
§ 2.
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
ALMENNAR VIÐMERKINGAR
Danska uttanríkisráðið hevur um ríkisumboðsmannin í Føroyum boðað frá, at Trygdarráð Sameindu Tjóða hevur við hjáløgdu samtykt 1448 hin 9. december 2002 avgjørt at seta tiltøkini mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola úr gildi. Samtyktirnar nr. 864 (1993), nr. 1127 (1997), nr. 1173 (1998) og nr. 1176 (1998) hjá Trygdarráði Sameindu Tjóða hava sostatt ikki gildi longur.
Landsstýrið mælir Løgtinginum til at samtykkja løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar sam- felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
Nei |
|
SERLIGAR VIÐMERKINGAR
Ongar serligar viðmerkingar eru.
1. viðgerð 6. februar 2003. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 4. mars 2003 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 6. februar 2003 er tað beint uttanlandsnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 4. mars 2003.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 6. mars 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 10. mars 2003.
Av tí at telduskipanin ikki var tøk, vórðu allar atkvøðugreiðslurnar sambært § 76
í tingskipanini. Atkvøtt varð við navnakalli. Formaðurin heitti á tingmenninar
Heðin Mortensen og Jógvan á Lakjuni um at telja atkvøðurnar.
Ja atkvøddu: Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Bárður
Nielsen, Kaj Leo Johannesen, Heini O. Heinesen, Rúni Hentze, Kristina Háfoss, Tórbjørn
Jacobsen, Niklái Petersen, Jógvan Arge, Gerhard Lognberg, Andrias Petersen, Katrin Dahl
Jakobsen, Henrik Old, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Jenis
av Rana, Kári P. Højgaard, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Jógvan
á Lakjuni, Óli Breckmann og Edmund Joensen.
Eingin atkvøddi nei.
Eingin atkvøddi blankt.
Burturstaddir: Johan Dahl, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Jørgen Niclasen og Jógvan
við Keldu.
Uppskotið endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.
Ll. nr. 33 frá 18.03.2003