Revsilóg

 

61  Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (revsiábyrgd fyri løgfrøðiligar persónar)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. februar, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (revsiábyrgd fyri løgfrøðiligar persónar) 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) til "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov nr. 474 af 12. juni 1996 om ændring af straffeloven (strafansvar for juridiske personer)"

Viðmerkingar
Orsøkin til uppskotið er, at í galdandi revsilóg eru ongar ásetingar um revsiábyrgd fyri løgfrøðiligar persónar v.m.

Endamálið við broytingini er at fáa ásett almennar reglur í revsilógini um felagsábyrgd. Tílíkar reglur eru tó í nógvu av serlógunum. Dømi eru um, at um serlóggávan ikki nóg ítøkiliga ásetur, um løgfrøðiligir persónar skulu kunna revsast, og hvørjir hesir løgfrøðiligu persónar eru, hevur ikki borið til hjá dómsvaldinum at døma løgfrøðiligu persónarnar fyri brot á viðkomandi serlóggávu.

Sum er má serlóggávan tí í hvørjum einstøkum føri taka støðu, hvørjir løgfrøðiligir persónar skulu koma undir revsing, og um land ella kommunur skulu koma undir revsing. Hóast revsilógin við broytingini staðfestir, at løgfrøðiligir persónar v.m. kunnu revsast, verður eisini aftaná broytingina neyðugt at áseta reglur um revsing í teim einstøku løgtingslógunum, har hesin ábyrgdarháttur verður ynsktur. Hetta gerst tó greiðari og einfaldari, við tað at serlóggávan tá einans nýtist at staðfesta, at løgfrøðiligir persónar v.m. kunnu revsast eftir almennu reglunum í revsilógini. 

Víst verður annars til almennu og serligu viðmerkingarnar hjá danska løgmálaráðnum í "Forslag til lov om ændring af straffeloven (Strafansvar for juridiske personer), L 201" sí skjal 3. 

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1: Uppskot til Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov nr. 474 af 12. juni 1996 om ændring af straffeloven (strafansvar for juridiske personer).
Skjal 2: Lov nr. 474 af 12/06/1996 om ændring af straffeloven (Strafansvar for juridiske personer).
Skjal 3: Forslag til lov om ændring af straffeloven (Strafansvar for juridiske personer), L 201.

1. viðgerð 7. februar 2003. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 13. februar 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 7. februar 2003 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 13. februar 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 19. februar 2003. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 21. februar 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0. Málið avgreitt.