Skattur

 

64  Uppskot til  samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um skatting av reiðaravirksemi (tonnaguskattalóg)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2003, 19. februar, legði Johan Dahl, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

U p p s k o t

til

samtyktar

Mælt verður landsstýrinum til at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um skatting av reiðaravirksemi (tonnaguskattalóg).

Viðmerkingar:
Við lóg nr. 264 frá 8. mai 2002 om beskatning af rederivirksomhed (tonnageskatteloven) hava danir fingið ein nýggjan skattingarhátt av reiðaravirksemi. Í stuttum verður skipanin lýst soleiðis:

Med loven indføres en tonnageskatteordning, som erstatter den almindelige selskabsbeskatning.

Skatten opkræves efter størrelsen af den anvendte tonnage, og deltagelse i ordningen er frivillig for rederierne, men er bindende for en periode på 10 år. Det fremgik af den skriftlige fremsættelse, at lovforslaget skulle ses i sammenhæng med L 93. Lovforslagene skulle sikre danske rederiers internationale konkurrenceevne og skulle ses i lyset af, at en række lande havde gennemført eller påtænkte at indføre lignende tonnageskatteordninger.

Viðgerðin av lógaruppskotinum á Fólkatingi er at finna á heimasíðu fólkatingsins

Uppskotssetarin heldur, at slík skipan eisini eigur at verða sett í verk í Føroyum.

Vit hava í Føroyum væl útbúgvið fólk til at umsita og hava leiðslu (management) av reiðarívirksemi fyri útlendsk feløg, sum vilja velja at skráseta síni skip her, tí tað hevur fyrimunir fíggjarliga og umsitingarliga fyri tey.

Hong Kong og Isle of Man eru dømi um tvær stórar skipaskráir, sum satsa upp á tey stóru reiðaríini.

  1. Tonnaguskattaskipan, har skattur verður goldin eftir nettotonnagu, men eingin partafelagsskattur verður goldin.
  2. FAS, DIS, NIS o.a., har reiðaríið antin fær endurgoldið ein part av lønini til manning ella bara rindar eina nettoløn.

Munurin millum FAS og tonnaguskattaskipan er í stórum lýstur niðanfyri:

FAS:

Landskassin:

Reiðaríið:

Almenn umsiting:

Øll manning skal hava :

Tonnaguskattaskipan:

Fyrimunir við tonnaguskattaskipan:

Kappingarparametur:

Hugsast kann, at reiðaríir fara at velja ta skipan, sum hóskar teirra tørvi, bygnaði og fíggjarstøðu best. Eisini er møguligt at stýra, hvørji skip koma í hvørja skipan við at lata tær hava ymisk krøv til skipini. Bara hugflogið setir mark.

Flagglandið:

So er tað spurningurin um flaggið.

Um skip, sum verða skrásett í Føroyum í FAS ella einari TONAGUSKATTASKIPAN, skulu flagga við Merkinum hevur sjálvandi eisini ávirkan á fyrisiting, eftirlit, útreiðslur o.a.

Tað er flagglandið, sum stendur fyri tekniska eftirlitinum av einum skipi. Tað vil siga, at um eitt skip flaggar við Merkinum og verður t.d. afturhildið í fremmandari havn, so er tað flagglandið Føroyar, sum fær tað í sína karakterbók.

Tí er alneyðugt, at Skipaeftirlitið setir stór krøv til trygd og dygd á skipum, sum skulu skrásetast, eins og klassin eisini hevur síni krøv at halda seg til.

Ein grundgeving fyri ikki at krevja, at skipið skal veitra við Merkinum, er tí, at tað verða ikki okkara myndugleikar, sum standa fyri eftirlitinum av tí, og tað er ikki Føroyar, tað gongur út yvir, um skipið ikki fylgir altjóða krøvum. Men tað eru altíð tvær síður av eini søk.

T.d. á Isle of Man er flaggið eitt krav – tað skapar nógv arbeiðspláss at hava eftirlit við einum stórum flota.

Fíggjarligar avleiðingar

Út frá útrokningum, sum vóru gjørdar í 2000, av hvussu nógv samfelagið Føroyar kann vænta sær í inntøku av at seta eina slíka skipan í verk, er mett, at tað kemur at geva landskassanum eina inntøku uppá umleið 50-60 mió. kr. árliga.

Harafturat verða fleiri arbeiðspláss á landi til management, skipaeftirlit og klassa, osfr.

1. viðgerð 21. februar 2003. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 2. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 19. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 21. februar 2003 er málið beint fíggjarnevndini.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 26. februar, 5., 19., 24., 31. mars og 2. apríl 2003.

Nevndin hevur undir viðgerðini haft fund við landsstýrismenninar Jacob Vestergaard, Karsten Hansen og Páll á Reynatúgvu. Saman við landsstýrismonnunum hava umboð fyri Fiskimálaráðið, Skipaeftirlitið, Fíggjarmálaráðið, Toll- og Skattstovu Føroya og Almannamálaráðið verið á fundi við nevndina. Eisini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Norsk Veritas og Tor Shipping.

Umboðið fyri Norsk Veritas segði, at felagið er eitt klassafelag og hevur sum so onga almenna meining um tonnaguskatt. Hann vísti á, at skal ein nýgg lóg gerast, so skal hon vera so einføld sum gjørligt. Reiðararnir vilja gjalda eitt ávíst krónutal fyri at skráseta skip síni undir einum álítandi flaggi. Umboðið fyri Norsk Veritas segði, at eigarar av cruise skipum av ótta fyri yvirgangi eru áhugaðir at skráseta skip undir flaggi hjá landi, sum ikki er hótt av ófriði t.d. orsakað av etniskum minnilutum í landinum.

Umboðið fyri Tor Shipping segði seg ikki at hava nakrar royndir við tonnaguskatti. Tor Shipping umboðar fleiri reiðarí, sum hava skip skrásett undir FAS. Umboðið fyri Tor Shipping segði, at skipanin um tonnaguskatt verður nógv nýtt, og um farið verður til hesa skipanina, er neyðugt, at hon gevur betri treytir, enn tær verandi skipanirnar geva.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vísti á, at skipaskráin, herundir Føroyska Altjóða Skipaskráin FAS, og skipaeftirlitið eru málsøki undir Fiskimálaráðnum, meðan skattalógin er undir Fíggjarmálaráðnum. Landsstýrismaðurin segði, at summi lond skráseta øll skip uttan mun til aldur, meðan onnur lond bert skráseta nýggjari skip, t.d. skip, ið ikki eru eldri enn 15 ár. Hann helt, at ein føroysk skipan bert átti at skráseta skip, ið eru undir ein ávísan aldur. 

Landsstýrismaðurin í almannamálum upplýsti fyri nevndini, at norðurlendskir ríkisborgarar, sum sigla við skipum, skrásett í FAS, hava rætt til almanna- og heilsuveitingar her í landinum sambært Norðurlendsku avtaluna um sociala trygd og socialar tænastur. Arbeitt verður við at dagføra føroysku lóggávuna sambært hesi avtalu.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum upplýsti fyri nevndini, at Fíggjarmálaráðið arbeiðir við uppskoti til tonnaguskattalóg. Tá ið uppskotið er liðugt, fer Fíggjarmálaráðið at viðgera uppskotið saman við Fiskimálaráðnum. Ætlanin er, at uppskotið skal sendast til hoyringar í mai mánaði og at leggja málið fyri tingið í komandi tingsetu.

Nevndin hevur undir viðgerðin býtt seg í ein meiriluta og 2 minnilutar.

Meirilutin í nevndini (Óli Breckmann, Olaf í Garði Joensen, Kristina Háfoss og Kári P. Højgaard) vísir til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst fyri fíggjarnevndini, at hann fer at leggja fram uppskot um tonnaguskatt í komandi tingsetu, og mælir tí frá at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti í nevndini (Lisbeth L. Petersen og Finnleif Guttesen) vísir til viðmerkingarnar í uppskotinum og mælir tinginum til at samtykkja tað.

Hin meirilutin í nevndini (Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir við málinum og setir einki uppskot fram. 

2. viðgerð 8. apríl 2003. Uppskot til samtyktar fall 11-0-13. Málið avgreitt.