Almannapensjónir

 

65  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2003, 19. februar, legði Bárður Nielsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o. a.

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 3. desember 2002, verður í § 20, stk. 2, nr. 1 "verður" broytt til "er"

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi 1. juli 2003.

Viðmerkingar:
Sum støðan er í dag, verður grundupphæddin til fólkapensjón útgoldin uttan mun til fíggjarligu viðurskiftini hjá tí, ið fær pensjónina útgoldna. Men hevur fólkapensjónisturin aðra inntøku, verður viðbótin til pensjónina lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum.

Inntøkugrundarlagið verður roknað sum skattskylduga inntøkan sambært skattalógini, umframt aðrar inntøkur, harímillum renta av føroyskum lánsbrøvum og innistandandi peningi í peningastovni ella postgiro, ið verður skattað eftir reglunum í rentuskattalógini.

Tað, at lógin vísir til rentu, "ið verður skattað eftir reglunum í rentuskattalógini", merkir, at talan er um bruttorentu. Fyri at sleppa undan hesum, verður skotið upp, at orðið "verður" verður broytt til "er". Harvið verður víst til nettorentuna.

Tað kann ikki vera rætt, at pensjónistar, ið fyrst hava goldið rentuskatt av innistandandi peningi, harafturat skulu missa pensjón av tí, sum teir hava goldið í rentuskatti.

Mett verður, at uppskotið fer at hava við sær eina ávísa meirútreiðslu fyri landskassan, men sambært serfrøðingum er ómøguligt frammanundan at rokna út, hvussu stór henda upphædd verður.

1. viðgerð 26. februar 2003. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 26. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 19. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 26. februar 2003 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 19., 24. og 26. mars 2003 og hevur undir viðgerðini fingið til vega ummæli av uppskotinum frá Toll- og Skattstovuni og Almannamálaráðnum. Skjølini liggja sum nevndarskjøl í málinum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Rúni Hentze, Kristian Magnussen, Andrias Petersen, Jenis av Rana og Jørgen Niclasen) tekur ikki undir við uppskotinum og vísir á, at tað ikki er rætt, at munur verður gjørdur á inntøku, tá mótroknað verður í fólkapensjónini. Tað er ikki rætt, at bara netto renta av innistandandi verður mótroknað í pensjónini, tá arbeiðsinntøka áðrenn skatt verður mótroknað. Við øðrum orðum so fer uppskotið, um tað verður samtykt, at geva teimum, ið forvinna av innistandandi, sømdir, ið fólk, sum forvinna sær inntøku við arbeiði, ikki hava. Meirilutin mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin (Alfred Olsen og Sune Jacobsen) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Tó ynskir minnilutin at gera uppskotið neyvari og setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1 verður orðið "er" broytt til ""er eftir, tá ið skattað er"".

2. viðgerð 1. apríl 2003. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Alfred Olsen og Suna Jacobsen, til § 1 fall 8-1-19. §§ 1 og 2 fullu 7-0-22. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.