Skattur - įsetingarlóg

 

66  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um įseting av skatti til landskassan (įsetingarlógin - skattalętti)

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Įlit
E. 2. višgerš
F. Oršaskifti viš 2. višgerš
G. 3. višgerš (Einki oršaskifti)

Įr 2003, 19. februar, legši Karsten Hansen, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi  

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um įseting av skatti til landskassan 

§ 1 

Ķ lųgtingslóg nr. 87 frį 1. september 1983 um įseting av skatti til landskassan, viš seinni broytingum, veršur gjųrd henda broyting:
  1. § 1, stk. 1 veršur oršaš soleišis:
"Vķsandi til § 54 ķ lųgtingslóg nr. 86 frį 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, viš seinni broytingum, veršur skattur teirra, iš nevnd eru ķ § 1, nr. 1-6, og § 2, stk. 1, litra d, e, og f ķ somu lóg, til landskassan įsettur soleišis:
 
  1. 1) Galdandi frį 1. januar 2003 til 31. desember 2003:
    Er inntųkan minni enn kr. 21.000,-, veršur latiš 0%.
Er inntųkan kr.
men minni enn kr.
veršur latiš kr.
av
og av restini %
21.000
65.000
0
21.000
8,0 %
65.000
120.000
3.520
65.000
19 %
120.000
160.000
13.970
120.000
23,5 %
160.000
23.370
160.000
37,0 %

2) Galdandi frį 1. januar 2004:
Er inntųkan minni enn kr. 22.000,-, veršur latiš 0%.

Er inntųkan kr.
men minni enn kr.
veršur latiš kr.
av
og av restini %
22.000
65.000
0
22.000
7,0 %
65.000
120.000
3.010
65.000
19 %
120.000
170.000
13.460
120.000
23,0 %
170.000
24.960
170.000
36,0 %"
§ 2
Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd, og hevur virknaš frį 1. januar 2003.

Kap. 1: Almennar višmerkingar
Viš hesum lógaruppskoti męlir landsstżriš til, at veittur veršur ein skattalętti. Sambęrt samgonguskjalinum skal mišast ķmóti, at skattatrżstiš skal minka hjį einstaklingum og familjunum.

Skattalęttin, iš veršur veittur frį 1. januar 2003 og aftur frį 1. januar 2004, kemur fyrst og fremst lįg- og mišalinntųkunum til góšar. Endamįliš viš lógaruppskotinum er eisini at minka um lųnartrżstiš komandi įrini, so at hetta ikki elvir til śtholing av reallųnini, prķsvųkstur, inflasjón og harviš versnandi kappingarfųri.

Skattalęttin veršur veittur viš, at skattastigin ķ hesi lóg - lųgtingslóg um įseting av skatti til landskassan (įsetingarlógin) - veršur lękkašur tvęr feršir, eina ferš ķ 2003 og aftur ķ 2004. Botnfrįdrįtturin ķ landsskattinum (eisini įsetingarlógin) veršur hękkašur ķ 2004 śr 21.000 upp ķ 22.000 kr. Inntųkumarkiš ķ skattastiganum, sum įšur var 150.000 kr., veršur ķ 2003 hękkaš til 160.000 kr. og ķ 2004 til 170.000 kr.

Samstundis veršur botnfrįdrįtturin ķ kommunuskattinum ķ lųgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) hękkašur eins og botnfrįdrįtturin ķ landsskattinum.

Kap. 2: Avleišingar av lógaruppskotinum
Mett veršur ikki, at lógaruppskotiš hevur viš sęr fyrisitingarligar avleišingar.

Fķggjarligu avleišingarnar av at gera broytingarnar ķ skattastiganum og av at hękka botnfrįdrįttin ķ landsskattinum verša fyri 2003 mettar at verša ein lękking ķ landsskattinum upp į 52 mió kr. Ķ 2004 veršur fķggjarliga avleišingin av at broyta skattastigan (ķ mun til 2003) og av at hękka botnfrįdrįttin ķ landsskattinum mett at verša ein lękking ķ landsskattinum upp į 71 mió kr.

Lógaruppskotiš veršur ikki mett at hava viš sęr nakrar sosialar avleišingar fyri įvķsar samfelagsbólkar ella felagsskapir, men uppskotiš vil lętta um hjį serliga mišalinntųkunum ķ 2003, og hjį bęši lįg- og mišalinntųkunum ķ 2004. Hjįlagt er fylgiskjal, iš vķsir, ķ hvųnn mun ymisku inntųkubólkarnir fįa lętta ķ skattinum.

Lógaruppskotiš hevur ongar avleišingar fyri umhvųrviš ella altjóša avtalur og reglur.
  Fyri landiš/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
plįss/ųki ķ
landinum
Fyri įvķsar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fķggjarligar/
bśskaparligar avleišingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Nei

Fyrisitingarligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleišingar
     

Nei

 

Kap. 3: Serligar višmerkingar
Broytingarnar, iš verša gjųrdar ķ hesum lógaruppskotinum ķ § 1, eru trķggjar:

  1. Skattaprosentini fyri ųll stigini ķ skattastiganum verša lękkaš yvir tvey įr.
  2. Ovasta inntųkumarkiš veršur hękkaš viš 20.000 kr. śr 150.000 upp ķ 170.000 kr.
  3. Botnfrįdrįtturin veršur ķ 2004 hękkašur śr 21.000 upp ķ 22.000 kr.
Ad 1.

Įr 2003:
Skattur av tķ fyrsta inntųkuintervallinum ķ skattastiganum - t.e. inntųka śr 21.000 upp ķ 65.000 kr. - veršur eftir hesum uppskotinum 0 kr. av 21.000 kr. og 8,0% av restini av inntųkuni upp til 65.000 kr.

Skattur av ųšrum inntųkuintervalli - t.e. inntųka śr 65.000 upp ķ 120.000 kr. - veršur 3.520 kr. av 65.000 kr. og 19% av restini av inntųkuni upp til 120.000 kr.

Skattur av trišja inntųkuintervalli – t.e. inntųka śr 120.000 upp ķ 160.000 kr. – veršur 13.970 kr. av 120.000 kr. og 23,5% av restini av inntųkuni upp til 160.000 kr.

Skatturin av fjórša inntųkuintervallinum – t.e. inntųka oman fyri 160.000 kr. – veršur 23.370 kr. av 160.000 kr. og 37% av restini av inntųkuni oman fyri 160.000 kr.

Įr 2004:
Skattur av tķ fyrsta inntųkuintervallinum ķ skattastiganum - t.e. inntųka śr 22.000 upp ķ 65.000 kr. - veršur eftir hesum uppskotinum 0 kr. av 22.000 kr. og 7,0% av restini av inntųkuni upp til 65.000 kr.

Skattur av ųšrum inntųkuintervalli - t.e. inntųka śr 65.000 upp ķ 120.000 kr. - veršur 3.010 kr. av 65.000 kr. og 19% av restini av inntųkuni upp til 120.000 kr.

Skattur av trišja inntųkuintervalli – t.e. inntųka śr 120.000 upp ķ 170.000 kr. – veršur 13.460 kr. av 120.000 kr. og 23% av restini av inntųkuni upp til 170.000 kr.

Skatturin av fjórša inntųkuintervallinum – t.e. inntųka oman fyri 170.000 kr. – veršur 24.960 kr. av 170.000 kr. og 36% av restini av inntųkuni oman fyri 170.000 kr.

Fylgiskjųl
Ķ fylgiskjųlunum (trż ķ tali) sęst, hvussu teir ymisku inntųkubólkarnir fįa lętta ķ skattinum, eftir at broytingar verša gjųrdar ķ skattastiganum ķ 2003 og 2004, og eftir at botnfrįdrįttirnir ķ lands- og kommunuskatti verša hękkašir ķ 2004.
Ķ skjali 1 sęst, hvussu skattlęttin virkar ķ 2003.
Ķ skjali 2 sęst, hvussu skattalęttin virkar ķ 2004.
Ķ skjali 3 sęst, hvussu skattalęttin virkar ķ 2003 og 2004 samanlagt.

1. višgerš 26. februar 2003. Tingmįlini nr. 66 og 67/2003 vóršu višgjųrd undir einum og beind ķ fķggjarnevndina, sum tann 22. aprķl legši fram soljóšandi

Įlit

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 19. februar 2003, og eftir 1. višgerš tann 26. februar er taš beint fķggjarnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 19. og 24. mars, 2., 9. og 14. aprķl 2003. Mįliš er višgjųrt saman viš lųgtingsmįli 67/2002.

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš Karsten Hansen, landsstżrismann ķ fķggjarmįlum, og Grannskošaravirkiš Rasmussen og Weihe.

Nevndin hevur undir višgeršini bżtt seg ķ ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Óli Breckmann, Kristina Hįfoss, Torbjųrn Jacobsen og Kįri P. Hųjgaard) fųrir fram:

Ķ samgonguskjalinum veršur sagt:"Samgongan er samd um, at neyšugt er at linka skattin til at lętta um hjį familjum og einstaklingum, til at lękka kostnašarstųšiš og til at bųta reallųnina og styrkja kappingarfųriš. Tķ veršur botnfrįdrįtturin hękkašur og allir prosentsatsir į skattaskalanum stigvķst lękkašir, serliga hjį lįg- og mišalinntųkum. Marginalskattamarkiš veršur stigvķst hękkaš til at liggja omanfyri sįttmįlalųnina hjį verkafólki."

Uppskotiš veitir uml. 125 mió kr. ķ skattalętta tilsamans ķ įr og komandi įr enn viš verandi skattastiga. Taš merkir 4-5.000 kr. ķ skattalętta um įriš hjį eini verka-, handverkara- og starvsmannalųn.

Ein króna spard ķ skatti svarar sum kunnugt til umleiš 2 kr. ķ hęgri reallųn. Hesin įrligi 4-5.000 krónu skattalęttin vigar taš sama sum ein brutto lųnarhękkan upp į nęrum taš dupulta, nevniliga 8-9.000 kr. um įriš meiri ķ lųn hjį hvųrjum lųntakara.

Hesin skattalęttin er lišur ķ einum langtķšar skattapolitikki, iš hevur til endamįls at lękka skattin į arbeiši. Vęntast skal tķ ķ samsvari viš samgonguskjališ eina framhaldandi minking ķ skattatrżstinum ķ 2005 og 2006.

Viš hesum višmerkingum męlir meirilutin Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) tekur undir viš uppskotinum, men hevur hesar višmerkingar:

Hóast tingiš hevur samtykt fleiri uppskot um skattalęttar tey seinastu įrini, so vķsa śtrokningar, at skattatrżstiš er hęgri ķ dag enn taš var ķ 1997. Hetta kemst av, at hįmarksinntųkurnar į tķ progressiva skattastiganum hava veriš hękkašar so lķtiš, at ein lųnmóttakari viš vanligum lųnarvųkstri beinanvegin hevur rent seg aftur ķ nżggju inntųkuloftini.

Endamįliš viš tķ progressiva skattastiganum er, at tęr breišastu heršarnar skulu bera tęr tyngstu byršarnar, men taš virkar jśst ųvugt.

Taš eru mišalinntųkurnar, sum alla tķšina renna seg ķ móti inntųkuloftunum.

Ķ farna valskeiši lękkašu landsstżriš og samgongan partafelagsskattin, iš var 27%, nišur ķ 20%. Hetta var ein munandi skattalętti til peningastovnar, tryggingarfelųg, advokatskrivstovur, grannskošaravirki og onnur, sum reka egiš virki viš einum partafelag ella smįpartafelag. Men tį talan er um at veita skattalętta til einstaklingar, hava hesir munaš minni enn lųnar- og kostnašarhękkingini ķ samfelagnum, tį eru brśkaragjųldini, sum sitandi landsstżri hevur sett ķ verk, ikki viš.

 

Nettoskattur

Nettoinntųka

Įrstal

Tķmalųn

Įrsinnt.

Skattur

Nettoinnt.

ķ % av innt.

Prķstalsvišgj.

Reallųnbroyt

1997

75,86

136.548

42.999

93.549

31,49

93.549

0

1998

76,62

137.916

43.618

94.298

31,63

98.000

-3702

1999

80,17

144.306

46.966

97.340

32,55

103.055

-5715

2000

83,72

150.696

50.510

100.186

33,52

108.109

-7923

2001

87,96

158.328

52.594

105.734

33,22

111.052

-5318

2002

92,2

165.960

55.921

110.039

33,7

111.655

-1616

2003

96,35

173.430

57.758

115.672

33,3

2004

100,69

181.242

59.741

121.501

32,96

Grundarlagiš ķ omanfyri nevndu śtrokningum er śt frį einum kommunuskattaprosenti upp į 19% , eini vanligari arbeišaralųn viš 1800 tķmum um įriš, eins og brśkaraprķstališ er brśkt til prķstalsvišgjųrdu lųnirnar.

Ein stórur partur av tķmalųntum, serliga innan fiskavirking, fįa vanliga ikki 40 tķma viku. Hesi eru tey veruliga lįglųntu, sum eingin skattalętti veršur latin.

Omanfyri nevnda talva vķsir m.a., at hękkingin ķ nettoskattinum frį 1997 til 2003 er uml. 2,2 prosent stig.

Vit mugu stašfesta, at skatturin er hęgri nś, enn hann var ķ 1997, og taš er als ikki nųktandi, tį havt veršur ķ huga, at bśskapurin hesi seinastu įrini hevur veriš ķ stųšugum vųkstri.

Minnilutin tekur sum nevnt undir viš uppskoti landsstżrisins, men metir tó śt frį omanfyrinevnda, at brśk er fyri at endurskoša okkara skattaskipan.

2. višgerš 24. aprķl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 21-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 29. aprķl 2003. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 19-0-0. Mįliš avgreitt.