Havnir - Vágur

 

68  Uppskot til  løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003,19. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági 

§ 1. Løgtingslóg nr. 45 frá 26. mars 2002 um stuðul at útbyggja havnina í Vági verður sett úr gildi.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Í sambandi við, at lógaruppskot er lagt fyri Løgtingið um at strika siglingina á Vág, verður eisini lagt fyri Løgtingið hetta uppskot, um at avtaka lógina um at útbyggja havnina í Vági. Um siglingin á Vág verður strikað, hevur landið ikki longur tørv á at gera samferðsluhavn í Vági, og lógin um hesa verkætlan má tí setast úr gildi.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1.    Fíggjarligar avleiðingar

A. Fyri landið
Lógaruppskotið viðførir eina sparing fyri landið, ið er upp til 18,5 mió kr., av tí at samferðsluhavnin ikki verður bygd. Tó skal viðmerkjast, at meirilutin í fíggjarnevndini í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina skeyt upp, at 5 mió kr. vórðu játtaðar á fíggjarlógini fyri 2003 sum kompensasjón til Vágs kommunu, og samtykti Løgtingið hetta broytingaruppskot.

Verður kompensasjónin til Vágs kommunu trekt frá sparingini, verður nettosparingin sostatt upp til 13,5 mió kr. Hinvegin er peningurin til Vágs kommunu játtaður, og er tí ikki ein beinleiðis avleiðing av hesum lógaruppskoti.

B. Fyri kommunurnar
Lógaruppskotið hevur væntandi ikki stórvegis fíggjarligar avleiðingar fyri Vágs kommunu. Sum nevnt omanfyri hevur Løgtingið samtykt at játta Vágs kommunu eina kompensasjón upp á 5 mió kr., og verður kommunan tí væntandi ikki verri fyri, hóast lógin verður strikað.

C. Fyri vinnuna
Lógaruppskotið hevur ávísar avleiðingar fyri byggivinnuna, tí útbyggingin av havnini í Vági verður nakað minni, enn um felags verkætlanin varð framd.

2.    Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

3.    Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur lítlar ella ongar umhvørvisavleiðingar.

4.    Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

5.    Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

(Nei)

Nei

Nei

(Ja)

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar    

Nei

Nei

 

6. Ummæli
Uppskotið er ikki sent til ummælis.

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

Til §§ 1 og 2:
Ongar serligar viðmerkingar.

1. viðgerð 4. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 14. mars 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 19. februar 2003, og eftir 1. viðgerð tann 4. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 6. og 13. mars 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum.

Vinnunevndin hevur skilt tað soleiðis, at breið politisk semja er um, at landið rindar Vágs kommunu eina kompensasjón fyri helvtina av byggikostnaðinum, tó í mesta lagi 9 mió kr., vísandi til at stig vóru tikin til eina felags verkætlan millum land og kommunu um útbygging av havnini í Vági, sum nú verður slept í sambandi við, at siglingin hjá strandferðsluni á Vág verður niðurløgd. 

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen og Gerhard Lognberg) leggur tó afturat, at skal lógargrundarlagið ikki takast undan eini tilsøgn til Vágs kommunu, metir meirilutin, at lógin eigur at verða broytt heldur enn tikin av. Við broytingini verður staðfest, at talan bara verður um ein peningaligan stuðul til Vágs kommunu, og hervið er greitt, at landið tekur seg burtur úr verkætlanini. Við tilsøgnini fær kommunan tað neyðugu fíggjarligu trygd, ið skal til fyri at kunna fara í holt við verkætlanina. 

Meirilutin í nevndini tekur tí undir við málinum, men vísandi til omanfyristandandi viðmerkingar mælir nevndin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

b r o y t i n g a r u p p s k o t i 

§ 1 verður orðað soleiðis: "Í løgtingslóg nr. 45 frá 26. mars 2002 um stuðul at útbyggja havnina í Vági verður gjørd hendan broyting: "§ 1 verður orðað soleiðis: "§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita fíggjarligan stuðul at útbyggja havnina í Vági. Stuðulin kann í mesta lagi vera 9 mió kr. Játtanin verður ásett á fíggjarlóg yvir tvey ár, við 5 mió kr. í 2003 og 4 mió kr. í 2004." " "

Minnilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið uttan broytingar.

2. viðgerð 18. mars 2003. Uppskot frá Johan Dahl um at beina málið aftur í nevnd fall 14-0-16. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen og Gerhard Lognberg til § 1 fall 14-0-16. §§ 1 og 2 samtyktar 16-14-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3. viðgerð 25. mars 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-15-0. Málið avgreitt.