Roknskapur - Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu

 

 

71-5  Uppskot til  samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá Grunninum fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2001

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð

Ár 2003, 25. februar, legði Bárður Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Grunninum fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2001 við hesum viðmerkingum.

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1. Lógargrundarlag

Lógargrundarlagið er løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 "um Grunn fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu" sum broytt við Ll. nr. 159 frá 19. desember 1997. Í kunngerð nr. 37 frá 30. mars 1998 "um Grunn fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu" ásetti landsstýrismaðurin neyvari reglur fyri umsiting, lán og stuðul úr grunninum.

2. Endamál

Sambært § 1 í lógini hevur grunnurin til endamáls at veita lán og studning til vakstrarhús og uttandura grønmetisframleiðslu.

3. Fyrisiting

Sambært § 3 í lógini verður grunnurin fyrisitin av einum av landsstýrismanninum tilnevndnum stýri við 3 limum. Dagliga virksemið verður sambært § 1, stk. 1, í kunngerðini fyrisitið av Føroya Ídnaðargrunni. Føroya Ídnaðargrunnur varð tikin av við lóg nr. 81 frá 8. mai 2001 "um Vinnuframagrunn". Grunnurin verður nú fyrisitin av Vinnuframagrunninum.

Í stýrinum sita:

4. Fíggjarviðurskifti

Sambært § 4 í lógini varð Vakstrarhúsgrunnurin tikin av, og ogn grunsins varð flutt Grunni fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu, og er hetta saman við játtanum á fíggjarløgtingslógum fíggjarliga grundarlagið undir virksemi grunsins.

5. Roknskaparviðurskifti

Sambært § 6, stk. 2, í lógini skal ársroknskapurin verða grannskoðaður av løggildum grannskoðara og síðani verða sendur landsstýrismanninum við frágreiðing og viðmerkingum frá stýrinum.

-------------

Til tess at kunna Løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 2001, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1997-2000 tikin við.

6. Yvirlit yvir rakstur 1997-2001

(t.kr.)

2001

2000

1999

1998

1997

Rentur av útlánum

21

22

22

53

40

Rentur av peningi o.a.

184

121

105

162

163

Inntøkur tilsamans

205

143

127

215

203

Útgoldin studningur

0

0

0

0

0

Umsiting

44

38

40

82

20

Sett av til tap/avskrivað

0

15

515

1.045

0

Ársúrslit

161

90

-428

-912

183

7. Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1997-200

(t.kr.)

2001

2000

1999

1998

1997

Aktiv:
Útlán og eftirstøður

616

736

732

1.792

1.759

Sett av móti tapi

-530

-530

-515

-1.045

0

86

206

217

747

1.759

Tøkur peningur

4.272

3.992

3.889

3.787

3.682

Aktiv tilsamans

4.358

4.198

4.106

4.534

5.441

Passiv:
Skuld

7

8

6

6

0

Eginogn

4.351

4.190

4.100

4.528

5.441

Passiv tilsamans

4.358

4.198

4.106

4.534

5.441

8. Roknskapargrannskoðanin

Løgtingsgrannskoðararnir skulu m.a. ansa eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum. Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum byggir m.a. á frágreiðing frá roknskapargrannskoðanini, Grannskoðaravirkinum KPMG. Í grannskoðanarfrágreiðingini hevur roknskapargrannskoðanin ikki gjørt vart við átaluverd viðurskifti.

9. Viðmerkingar

9.1. Útlán og eftirstøður
Sum víst á, er Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu framhald av Vakstrarhúsgrunninum. Í 1990 vóru útlán og eftirstøður í Vakstrarhúsgrunninum umleið 4 mió.kr. Í 1997 lænti grunnurin út 550 t.kr. Annars hevur grunnurin einki útlánsvirksemi havt í nítiárunum. Grunnurin hevur síðani 1990 avskrivað 4,3 mió.kr., og í 1999 eru harafturat settar av 0,5 mió.kr. móti tapi.

Sostatt misti grunnurin alt, hann hevði lænt út, og bert ein partur av tilskrivaðu rentunum vórðu goldnar. Í ársfrágreiðingini heldur stýrið, at í framtíðini fer framhaldandi at verða trupult at fáa rentur og avdráttir inn.

Landsstýrismaðurin hevur í november 2002 kunnað roknskapargrannskoðanina um, at Vinnumálaráðið arbeiðir við lógaruppskoti um at leggja grunnin saman við Føroya Jarðargrunni, og at broyta lógina fyri Jarðargrunnin samsvarandi.

9.2. Tilknýtið til fíggjarlógina
Í november 2001 læt Fíggjarmálaráðið úr hondum eitt álit "um landsstovnar og –grunnar, tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap og grannskoðanarviðurskifti".

Niðurstøðan í álitinum er m.a., at Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu er ein landsstovnur, og er sostatt ogn landskassans. Tað er í stríð við stýrisskipanarlógina, at grunnurin ikki verður tikin við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Álitið vísir á, at trupulleikarnir kunnu verða loystir við, at alt virksemið verður at taka við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Í heilt serligum førum kann Løgtingið tó við lóg samtykkja at hava virksemið uttanfyri fíggjarlógina.

Í uppskoti til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2000 (Lm. nr. 85/2001) vórðu niðurstøðurnar í álitinum frá Fíggjarmálaráðnum umrøddar, og Løgtingið samtykti 12. mars 2002 at heita á løgmann um at síggja til, at stýrisskipanarlógin í framtíðini verður hildin, soleiðis at allir stovnar/grunnar, sum skulu við á fíggjarlógina, verða tiknir við á fíggjarlógina 2003.

Løgmaður kunnaði í skrivi 13. juni 2002 um, at álitið frá Fíggjarmálaráðnum hevði verið lagt fyri og gjøgnumgingið á landsstýrisfundi 11. desember 2001. Niðurstøðan á landsstýrisfundinum var, at hvør landsstýrismaður beinanvegin skuldi fara í holt við at gjøgnumganga landsstovnar og grunnar á sínum øki til tess at gera neyðugar broytingar samsvarandi álitinum. Møguligir ivaspurningar skuldu verða greiddir í samráð við Fíggjarmálaráðið.

Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu var ikki við sum landsstovnur/-grunnur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, og ongin lógarbroyting er samtykt, sum heimilar, at virksemið verður hildið uttanfyri fíggjarlógina.

Løgmaður kunnaði 12. desember 2002 um, at arbeitt verður við at fáa greiði á formligu viðurskiftunum. Síðani fer støða at verða tikin til, um neyðugar lógarbroytingar skulu verða gjørdar, so at heimild fæst fyri, at grunnurin kann liggja uttanfyri fíggjarlógina, ella um hann skal verða settur á fíggjarlógina. Sambært løgmanni halda Løgmálaráðið og Fíggjarmálaráðið, at uppskot um neyðugar lógarbroytingar kann verða gjørt so mikið skjótt, at tað kann verða lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

1. viðgerð 27. februar 2003. Tingmálini nr. 71-4 og 71-5/2002 vórðu viðgjørd undir einum og beind beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 5. mars 2003. Uppskot til samtyktar samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.