Roknskapur - Landsroknskapur 2002

 

71-6  Uppskot til  samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2001

A. Upprunauppskot
B. Frágreiðing frá Landsgrannskoðanini
C. 1. viðgerð
D. Orðaskifti við 1. viðgerð
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Bárður Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar 

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2001.

1. viðgerð 20. mars 2003. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 1. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 20. mars 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 24. og 31. mars 2003. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við løgmann og Karsten Hansen, landsstýrismann, um spurningin um tilknýti hjá landsstovnum og grunnum til fíggjarlóg og landsroknskap.

Undir viðgerðini er upplýst, at arbeitt verður við at fáa eina endaliga avgerð um, hvørjir stovnar og grunnar skulu takast við í landskassaroknskapinum, og verður miðað eftir, at hetta arbeiðið er liðugt, innan uppskotið til fíggjarlóg fyri 2004 verður lagt fyri Løgtingið í heyst.

Við hesum viðmerkingum mælir ein samd nevnd Løgtinginum til at góðkenna roknskapin.

2. viðgerð 4. apríl 2003. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.