ES

 

73  Uppskot til  samtyktar um ráðstevnu um samskifti við ES

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2003, 4. mars, legði Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Heitt verður á landsstýrið um at skipa fyri eini ráðstevnu, har allir týðandi samfelagsbólkar eru umboðaðir, sum skal lýsa almennu viðurskiftini av týdningi fyri eini støðutakan til samskifti Føroya við ES. Ráðstevnan skal vera byrjanin til eitt alment kjak, ið kann geva betri fortreytir fyri einum aðalorðaskifti í Løgtinginum um ES-spurningin.

Viðmerkingar:
Tá uppskotið til samtyktar um aðalorðaskifti viðvíkjandi fyrimunum og vansum við ES-limaskapi (tingmál nr. 37/2002) var til viðgerðar í Løgtinginum, mælti ein samd uttanlandsnevnd tinginum frá, at samtykkja uppskotið.

Nevndin metti ikki, at tíðin var búgvin at taka stig til aðalorðaskifti í Løgtinginum um málið, millum annað tí eitt slíkt aðalorðaskifti átti at verið væl fyrireikað frammanundan, og fortreytirnar fyri orðaskiftinum tær best møguligu.

Uttanlandsnevndin vísti í hesum sambandi á, at vinnan og aðrir samfelagsbólkar í Føroyum sita inni við vitan og sjónarmiðum um, hvønn týdning samskiftið við ES hevur fyri Føroyar.

Í hesum sambandi varð møguleikin nevndur at halda eina ráðstevnu við luttøku av øllum týðandi samfelagsbólkum, sum kann skapa eitt alment kjak, ið kann geva betri fortreytir fyri einum møguligum seinni orðaskifti í Løgtinginum um spurningin. Uttanlandsnevndin segði eisini í álitinum, at neyðugt er, at ein slík ráðstevna verður fyriskipað av uttanveltaðum, og vísti í hesum sambandi á, at uttanlandsdeild løgmans skuldi havt tær bestu fortreytirnar at skipa fyri hesum tiltaki.

Grundað á hesi sjónarmið leggur Sambandsflokkurin tí hetta uppskotið fyri tingið.

1. viðgerð 17. mars 2003. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 11. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2003 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 25. mars, 1., 8. og 11. apríl 2003.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Hergeir Nielsen, Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu og Jenis av Rana) hevur hesar viðmerkingar:

Uttanlandsnevndin hevur nýliga sagt sína hugsan um viðurskifti okkara við ES í tingmáli nr. 37/2002. Har varð m.a. sagt, at uttanríkisdeild løgmans skuldi havt tær bestu fortreytirnar at skipa fyri eini ráðstevnu við luttøku av øllum samfelagsbólkum, og har kunna um øll almenn viðurskifti av týdningi fyri víðari samskifti við ES.

Undir 1. viðgerð komu fram fleiri ítøkilig hugskot um, hvussu ein tílík ráðstevna kann skipast.

Í ES er breið politisk semja um høvuðsendamálini við ES-fiskivinnupolitikkinum, og óhugsandi er at geva nøkrum nýkomnum fremmandum áhugamálum nøkur serrættindi.

Í Føroyum er breið politisk semja um høvuðsendamálini við føroyska fiskivinnupolitikkinum, og óhugsandi er at geva nøkrum fremmandum áhugamálum javnbjóðis rættindi í føroyskum sjógvi.

Áhugamál okkara og ES-áhugamál sampakka soleiðis ikki, hvat høvuðsvinnuni á sjógvi viðvíkur.

ES er í einari rívandi menning bæði mentanarliga, vinnuliga og ikki minst á stjórnarskipanarliga økinum. Hesar rembingar fáa so eisini avleiðingar fyri føroysk viðurskifti. Hildið verður tí, at vit eiga at kunna okkum um øll viðurskifti í londunum uttan um okkum, áðrenn vit taka stig til eina ráðstevnu hesum viðvíkjandi.

Uttanlandsnevndin fer í heyst á kunningarferð til evropeiska meginlandið, har ætlanin er at kunna seg við ymisk viðurskifti av týdningi fyri Føroyar og føroysk viðurskifti. 

Nevndin ætlar eisini at kunna seg nærri um tilknýti hjá EFTA-londunum og Sveits til evropeiska marknaðin.

Meirilutin er av teirri áskoðan, at umráðandi er at skipa eina ráðstevnu eftir einum greiðum leisti, og at raðfestingar verða gjørdar saman við serkønum í vinnulívinum og í almennu umsitingini yvir innihaldið í hesi stevnu, og at løgmaður ráðførir seg við uttanlandsnevndina hesum viðvíkjandi.

Soleiðis sum uppskotið til samtyktar er orðað, verður ikki hildið skilagott at taka undir við tí, tá tað er alt ov lítið ítøkiligt.

Meirilutin heldur sostatt fast um orðingar sínar í uppskoti nr. 37, men leggur við hesum afturat, at nevndin í ætlanum sínum kemur at samstarva við løgmann um víðari átøk á hesum øki.

Minnilutin (Heðin Mortensen, Jóannes Eidesgaard og Katrin Dahl Jakobsen) tekur undir við uppskotinum, og hevur hesar viðmerkingar:

Í álitinum til tingmál nr. 37/2002, segði ein samd uttanlandsnevnd millum annað soleiðis: "Nevndin heldur, at ein ráðstevna, við luttøku av øllum týðandi samfelagsbólkum og grundað á eina kunning um almenn viðurskifti av týdningi fyri eina støðutakan til samskifti við ES, kann skapa eitt alment kjak, ið kann geva betri fortreytir fyri einum møguligum seinni orðaskifti í Løgtinginum um spurningin. Neyðugt er, at ein slík ráðstevna verður fyriskipað av uttanveltaðum, og heldur nevndin, at uttanríkisdeild løgmans skuldi havt tær bestu fortreytirnar at skipa fyri hesum tiltaki."

Minnilutin tekur sostatt undir við eini áheitan á landsstýrið um at skipa fyri eini ráðstevnu, har allir týðandi samfelagsbólkar eru umboðaðir til tess at lýsa almenn viðurskifti av týdningi fyri okkara samskifti við ES. Ein lýsing av hesum viðurskiftum hevði í fyrsta lagi givið okkum eina mynd av, hvussu okkara samskifti veruliga er í dag, og í øðrum lagi hevði møguliga borið til at peika á samskiftismøguleikar, sum geva okkum størri fyrimunir enn vit í løtuni hava.

Út frá hesum er minnilutin av teirri fatan, at semja er um, at slík ráðstevna fer at skapa betri fortreytir fyri einum kvalifiseraðum orðaskifti í Løgtinginum um okkara viðurskifti við ES, eins og uttanlandsnevndin áður hevur víst á.

Eisini heldur minnilutin fast við, at slík ráðstevna skal verða fyriskipað av uttanríkisdeild løgmans.

Í spurninginum um, hvørji almenn viðurskifti kunnu hava týdning fyri okkara samskifti við ES, kann eisini hugsast, at uttanríkisdeild løgmans tekur hini norðanlondini við á líknandi ráðstevnu. Hetta kundi eisini givið okkum uppaftur størri íkast til kjakið.

Tað hevur sera stóran týdning, at føroyingar verða væl og virðiliga kunnaðir um ES, fyri betur at kunna taka støðu til okkara samskifti við henda felagsskap. Hetta gerst best við neyvari og sakligari upplýsing.

Út frá hesum viðmerkingum mælir minnilutin til, at tingið samtykkir uppskotið.

2. viðgerð 23. apríl 2003. Uppskot til samtyktar fall 11-0-13. Uppskot til samtyktar sostatt fallið. Málið avgreitt.