Undirsjóvartunnil - Sandoy

 

 

77  Uppskot til  samtyktar um at kanna møguleikarnar fyri undirsjóvartunli millum Suðustreymoy og Sandoy

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, løgdu tingmenninir Rúni Hentze og Gerhard Lognberg, vegna seg sjálvar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Heitt verður á landstýrismannin í vinnumálum um at kanna møguleikarnar fyri at gera undirsjóvartunnil millum Suðurstreymoy og Sandoynna.

Somuleiðis verður heitt á landsstýrismannin um at gera fíggjarligar metingar av hesi farleið, grundað á

  1. ferðslugrundarlagið gjøgnum tunnil millum Sandoy og Suðurstreymoy fyri seg
  2. og um sjóvegis farleið verður millum Sandoy og Suðuroy, hvørja ávirkan kemur hon at hava á ætlanina

Viðmerkingar
Nú tunnil er gjørdur til Vágarnar, og farið verður undir at bora til Klaksvíkar í nærmastu framtíð, so meta uppskotssetararnir, at Sandoyggin er tann næsta, sum farast skal undir. Hetta eru stórar íløgur, og fólkagrundarlagið er lítið í mun til íløguna, men samstundis meta vit, at Sandoyggin sum framleiðslueind, serliga av landbúnaðarvørum, hevur stóran týdning fyri landið, og møguleikar fyri bústaðarøkjum eru nærmast óavmarkaðir, og hetta kemur at hava stóran týdning fyri alt landið.

Tá so hugsað verður um farleið millum Sandoynna og Suðuroynna, og møguleikar fyri at økja týttleikan á sjóvegis farleið millum Sandoynna og Suðuroynna upp til t.d. 10 ferðir um dagin, gevur hetta Suðuroynni ein heilt nýggjan møguleika, og verður tá hugsað um samlaðu ferðsluna við fólkagrundarlagnum í Sandoynni og Suðuroynni, so eiga fíggjarkarmarnir at síggja hampiligir út.

1. viðgerð 10. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 4. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Tingmenninir Gerhard Lognberg og Rúni Hentze hava lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 10. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 3. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 8. apríl 2003. Uppskot til samtyktar samtykt 23-0-1. Málið avgreitt.