Forsorg

 

 

79  Uppskot til  lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg"  

§ 1

Í "Lb. nr. 100 af 2. marts 1988 for Færøerne om offentlig forsorg" við seinni broytingum verður gjørd henda broyting:

Í § 9 verður sett sum nýtt stk. 4:
"Stk. 4. Kommunurnar afturrinda til landskassan tær útreiðslur, ið standast av, at Almannastovan veitir fyribils hjálp vegna vantandi barnaansing. Almannastovan krevur umvegis Toll- og Skattstovu Føroya peningin innaftur frá kommununum".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2003.

1. Almennar viðmerkingar
Í sambandi við viðgerð av fíggjarlógini fyri 2003 álegði fíggjarnevndin landsstýrismanninum í almannamálum at spara á teimum lógarbundnu útreiðslunum. Landsstýrismaðurin skjeyt tá upp, at ein møgulig sparing var at gera eina broyting í forsorgarlógini soleiðis, at kommunurnar afturrinda til landskassan tær útreiðslur, ið standast av, at Almannastovan veitir fyribils hjálp vegna vantandi barnaansing.

Endamálið við hesi lógarbroytingini er sostatt at minka um landskassans lógarbundnu útreiðslur á almannaøkinum.

Sambært kommunuálitinum er ætlanin at leggja forsorgarøkið út til kommunurnar at umsita. Fyribils hjálp til vantandi barnaansing er ein partur av forsorgarøkinum. Harumframt er fyribils hjálp vegna vantandi barnaansing nógv tengd at barnaansingarøkinum. Barnaansingarøkið er lagt út til kommunurnar at umsita við løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt. Mett verður, at tað er rímiligt, tá ið kommunurnar hava yvirtikið barnaansingarøkið, og tá ið ætlanin er í nærmastu framtíð at leggja forsorgarøkið út til kommunurnar, at útreiðslan til fyribils hjálp vegna vantandi barnaansing verður løgd út til kommunurnar.

Í § 3 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt er ásett, at kommunurnar kunnu geva børnum tilboð um dagstovna- ella dagrøktarpláss. Hetta verður ikki broytt við hesum lógaruppskoti. Tað verður framvegis ein valmøguleiki hjá kommununum, um tær ynskja at stovnseta dagstovnar ella dagrøktarskipanir í kommununi. Í hesum lógaruppskoti verður bert ásett, at um persónar eru í kommununi, ið tørva fyribils hjálp vegna vantandi barnaansing, skal kommunan, og ikki landið, rinda hesa útreiðsluna.

Tað ávirkar ikki rættindini hjá borgaranum, um henda lógarbroyting verður sett í gildi við afturvirkandi gildi frá 1. januar 2003. Borgarin hevur aftaná, at lógarbroytingin er komin í gildi, rætt til fíggjarliga hjálp vegna vantandi barnaansing frá kommununi í staðin fyri frá landinum. Talan er sostatt um eitt millumverandi ímillum land og kommunur og ikki um eina lógarbroyting, ið vil verða til bága fyri borgaran.

Mælt verður tí til at seta hesa lóg í gildi við afturvirkandi gildi frá 1. januar 2003.

2. Umsitingarligar avleiðingar
Óvist er, hvussu stórar umsitingarligar avleiðingar lógaruppskotið hevur við sær fyri landsfyrisitingina. Enn er ikki avgreitt við Fíggjarmálaráðið, hvussu innkrevjingin verður fyriskipað.

Sosialar avleiðingar
Lógaruppskotið fær ikki sosialar avleiðingar fyri borgaran. Lógarbroytingin førir við sær, at skyldan til at rinda útreiðsluna til vantandi barnaansing verður løgd frá landinum til kommunurnar.

Avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar og umhvørvisligar avleiðingar
Lógaruppskotið hevur ikki við sær avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar og umhvørvisligar avleiðingar.

Fíggjarligar avleiðingar
Lógaruppskotið merkir, at landskassans útreiðslur til hetta endamál lækka við umleið 7,5 mió kr. árliga. Fyri kommunurnar hækka útreiðslurnar samsvarandi, um kommunurnar ikki gera nakað fyri at nøkta tørvin á ansingarplássum. Kommunurnar eru ikki kunnaðar um lógaruppskotið fyrenn í ár 2003. Kommunurnar høvdu freist at lata inn fíggjarætlan fyri komandi ár 1. desember 2002.

Fyri tey foreldur, sum nú fáa fyribils hjálp, kann lógarbroytingin merkja, at tey kunnu fara frá hægstu dagpengaveiting upp á ta inntøkuna, tey annars høvdu fingið, um ansingarpláss vóru tøk.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 hevur Almannastovan mett, at tilsamans 278 persónar fara at fáa fyribils hjálp orsakað av vantandi barnaansing.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

Ja

 

Hoyring
Uppskotið hevur verið sent til hoyringar hjá Almannastovuni, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, landsstýrismanninum í kommunumálum og landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Hoyringssvar er komið frá øllum, og eru hesi hjáløgd.

3. Serligar viðmerkingar

Til § 1:
Við hesum verður ásett, at kommunurnar afturrinda til landskassan tær útreiðslur, ið standast av, at Almannastovan veitir fyribils hjálp orsakað av vantandi barnaansing.

Til § 2
Gildiskoma.

Fylgiskjøl
Skjal 1:
Hoyringssvar frá Almannastovuni
Skjal 2:
Hoyringssvar frá Føroya Kommunufelag
Skjal 3:
Hoyringssvar frá Kommunusamskipan Føroya
Skjal 4:
Hoyringssvar frá landsstýrismanninum í kommunumálum (Løgmálaráðnum)
Skjal 5:
Hoyringssvar frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum

1. viðgerð 20. mars 2003. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 9. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 20. mars 2003 er tað beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 2., 7. og 9. apríl 2003 og hevur undir viðgerðini havt fund við umboð fyri Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag og við landsstýrismenninar í almanna- og lógamálum. Eisini hevur nevndin frá landsstýrismanninum í almannamálum fingið skrivligt tilfar um forsorgarhjálp vegna vantandi barnaansing.

Ein meiriluti í nevndini (Alfred Olsen, Marjus Dam, Kristian Magnussen og Andrias Petersen) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar.

Meirilutin átalar, at samgongan við hesum uppskotinum brýtur skrivaðar og óskrivaðar reglur um ikki at áleggja nøkrum eykaskatt við afturvirkandi megi, umframt at álagt verður í hesum uppskotinum kommununum at halda útreiðslur, ið tær ikki hava ábyrgd av, soleiðis sum Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag og Løgmálaráðið vísa á.

Landsstýrið, ið ferð eftir ferð hevur víst á, at greitt ábyrgdar- og heimildarbýti skal gerast, áðrenn møguligar uppgávur verða lagdar til kommunurnar at umsita, heldur nú hánt um hesar meginreglur við tí grundgeving, at landskassin skal spara innan lógabundnu útreiðslurnar á almannøkinum. Henda framferð landsstýrisins brýtur niður tað neyðuga álitið, ið skal til, fyri at kommunurnar ekkaleysar kunnu átaka sær fleiri uppgávur, sum í dag eru almennar.

Um semja var millum land og kommunur um, at kommunurnar skuldu hava ábyrgd av forsorgarveitingum vegna vantandi barnaansing, átti kommunurnar at fingið eina rímiliga skiftistíð soleiðis, at tær høvdu ein realistiskan møguleika at nøkta barnaansingartørvin, og ikki sum nú, har landsstýrið áleggur teimum eykaútreiðslur við afturvirkandi megi innan eitt øki, ið tær onga ábyrgd hava av.

Verandi samgonga, ið er framhald av samgonguni, ið bleiv skipað aftaná valið í 1998, tykist ikki sørt dupultmoralsk í hesum løgtingsmáli, tá hugsað verður um, hvussu langa skiftistíð hon ynskti frá dønum fyri at tillaga búskapin, nú hon áleggur kommunum útreiðslur afturvirkandi.

Við hesum viðmerkingum mælir meirilutin Løgtinginum til at fella uppskotið.

Ein minniluti (Jørgen Niclasen, Rúni Hentze og Jenis av Rana) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið vísandi til viðmerkingarnar niðanfyri.

Økið hevur ikki verið nógv politiskt viðgjørt fyrr enn nú í sambandi við aktuella uppskotið.

Almannastovan hevur upplýst fyri nevndini, at greiðar mannagongdir og uppfylgingar verða fyri útgjaldi, har kommunali myndugleikin í hvørjum einstøkum máli skal vátta vantandi barnaansing. Um borgari sýtir fyri at taka av ansingartilboði frá kommunu, verður forsorgarhjálp ikki útgoldin.

Bæði borgari og kommunur hava skyldu at fráboða Almannastovuni, um so er, at viðkomandi, ið fær forsorgarhjálp vegna vantandi barnaansing, verður boðið ansingarpláss.

Harafturat hevur nevndin undir viðgerðini fingið váttan fyri, at øll mál verða eftirkannað hjá kommununum triðja hvønn mánað.

Áður hevur borið til hjá borgara, sum ikki hevur fingið boðið pláss á ansingarstovni, men bert dagrøkt, at nokta og tá fáa forsorgarhjálp. Nevndin hevur fingið upplýst, at hetta ikki ber til longur. Er tilboð um ansing, verður forsorgarhjálp ikki útgoldin.

Minnilutin metir, at rættast er, at ábyrgd og avgerðir fylgjast. Minnilutin mælir tí landsstýrinum til í arbeiðinum við einum greiðari uppgávubýti millum land og kommunur at leggja alla umsiting av forsorgarhjálp vegna vantandi barnansing út til kommunurnar í framtíðini.

Tó metir minnilutin, at soleiðis sum slík mál verða viðgjørd sambært hesum uppskoti, eru kommunurnar so nógv við í viðgerðini, sum til ber, áðrenn fullkomna yvirtøku.

Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 11. apríl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 14-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 22. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-14. Málið avgreitt.

Ll.nr. 65 frá 02.05.2003