Landsstýrismannalønir

 

 

81  Uppskot til  løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð 
C. Orðaskiftið við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna 

§ 1. Endamálið við hesi løgtingslóg er at tryggja løgmanni dygt og væl grundað tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.

§ 2. Løgmaður velur eina nevnd við trimum fólkum, ið ikki eru løgtingsmenn, landsstýrismenn ella fólk, ið eru starvssett í Løgtinginum, í fyrisiting landsstýrisins ella á stovni undir landsstýrinum, at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.
Stk. 2. Nevndin skal í tilmæli sínum hava atlit at lønarlagnum í landinum yvirhøvur, og teirri tign og ábyrgd, sum liggja í størvunum. Nevndin skal eisini, við muninum á lønarlagi í huga, javnmeta við, hvussu samsvarandi størv verða lønt í grannalondum okkara. Nevndin kann herumframt hava atlit at øðrum viðkomandi viðurskiftum.

§ 3. Nevndin verður vald fyrst í hvørjum valskeiði og situr valskeiðið út. Nevndin verður tó fyrstu ferð sett 1. mai 2003.
Stk. 2. Landskassin ber kostnaðin av arbeiðinum hjá nevndini. Samsýningar til nevndina skulu góðkennast av løgmanni.
Stk. 3. Løgmanni verður heimilað at áseta nærri reglur um fyriskipan nevndarinnar.

§ 4. Nevndin skal lata løgmanni tað í grein 2 nevnda tilmælið í seinasta lagi í aðru tingsetu í hvørjum valskeiði.
Stk. 2. Løgmaður almannakunnger tilmælið.

§ 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

ALMENNAR VIÐMERKINGAR

Hin 3. mars 2001 legði landsstýrið fram uppskot um broyting í lógini um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. Uppskotið hevði til endamáls at javnseta eftirlønarviðurskiftini hjá landsstýrismonnum við tey hjá løgtingsmonnum.

Millum aðru og triðju viðgerð av uppskotinum kom eitt broytingaruppskot, sum setti uppskotið í gildi aftur til 1951. Hetta uppskot varð samtykt av Løgtinginum.

Mikil umtala og innsavnan av undirskriftum, sum mótmæltu, at Løgtingið lóggav heilt aftur til 1951, hevði við sær, at løgmaður tók málið til nýggja viðgerð við støði í upprunaliga uppskotinum frá landsstýrinum, sum ásetti, at lógin fekk gildi fyri løgmann og landsstýrsimenn, sum tóku sæti 15. mai 1998 ella eftir hendan dag, sum er sama tíðarskeið, sum fyri løgtingsmenn. Samstundis legði løgmaður fram uppskot um at taka av lógina, sum var samtykt at fáa gildi 1. januar 2002.

Landsstýrið metir, at tað er umráðandi, at vit ikki koma í eina slíka støðu aftur.

Nýskipanin við hesum uppskoti er, at løgmaður frameftir eina ferð í hvørjum valskeiði fær eitt væl grundað tilmæli, sum ikki er heft at áhugamálum í politisku skipanini, at nýta sum grundarlag fyri støðutakan um, hvørt lógaruppskot um broytingar í samsýningum og eftirløn landsstýrismanna skal setast fram.

Landsstýrið skjýtur tí upp, at Løgtingið játtar pening til samsýningar til nevndina.

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Fíggjarmálaráðnum. Fíggjarmálaráðið vísti í svarskrivinum m.a. á orðingar, sum kundu broytast, og setti spurning við, hví nevndin skuldi sita alt valskeiðið. Greitt er frá hesum í serligu viðmerkingunum undir § 3, og hædd er tikin fyri viðmerkingunum annars.

AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

Fíggjarligar avleiðingar
Uppskotið hevur einans tær avleiðingar, ið standast av samsýningum til nevndina. Torført er at gera ítøkiligar kostnaðarmetingar, men roknast kann við eini upphædd uppá umleið 100.000 kr. tað árið tilmæli verður latið. Herumframt ber uppskotið tær fíggjarligu avleiðingar við sær, ið verða at standast av, um tilmæli nevndarinnar verða fylgd, herundir væntandi at broytingarnar í samsýningunum verða meira líðandi, og í samsvari við lønarmenningina yvirhøvur, soleiðis at árinið á arbeiðsmarknaðin annars verður sum minst.

Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ikki aðrar umsitingarligar avleiðingar enn tær, ið standast av at seta nevndina.

Avleiðingar fyri vinnuna
Uppskotið hevur ikki fíggjarligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri vinnuna. Lønarásetingin hjá landsstýrismonnum fer væntandi ikki at nerva lønarsamráðingar á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.

Avleiðingar fyri umhvørvið
Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri umhvørvið.

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Uppskotið hevur ikki avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar.

Millumtjóða sáttmálar
Ongir millumtjóða sáttmálar eru viðkomandi í sambandi við uppskotið.

AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM

 

Fyri landið/ landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

Nei

 

SERLIGAR VIÐMERKINGAR

Til § 1 Endamálið við lógini er, at løgmaður fær eitt væl grundað tilmæli, sum ikki er heft at áhugamálum í politisku skipanini, at nýta sum grundarlag fyri støðutakan um, hvørt lógaruppskot um broytingar í samsýningum og eftirløn landsstýrismanna skal setast fram.

Til § 2 Skotið verður upp, at løgmaður setir eina nevnd við trimum fólkum at gera tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.


Fyri at tryggja, at nevndin er óheft, verður skotið upp, at nevndin verður tilnevnd eftir somu meginreglum, sum eru galdandi fyri kanningarstjórar sambært stýrisskipanarlógini. Tað vil í hesum sambandi siga, at nevndarlimir kunnu ikki vera løgtingsmenn, landsstýrismenn, starvsett í Løgtingi ella fyrisiting landsstýrisins ella stovnum undir fyrisiting landsstýrisins. Løgmaður kunnar landsstýrið um, hvørjar limir hann ætlar at seta.

Til stk. 2. Her verður staðfest, hvørji høvuðsatlit nevndin í minstalagi skal leggja til grund. Nevndin kann herumframt taka onnur atlit afturat, um hon metir tað vera skilagott.

Til § 3 Til tess at kunna fylgja við innan virkisøkið, fyri at hava støðufesti og til tess at viðgera møguligar ivaspurningar, situr nevndin alt valskeiðið. Tó er nevndin einans beinleiðis virkin, tá boð eru eftir henni, og verður tí samsýnt samsvarandi. Nevndin verður fyrstu ferð sett 1. mai 2003 orsakað av, at valskeiðið longu er nakað fráliðið.

Til stk. 2. Her verður ásett, at landskassin ber kostnaðin av nevndararbeiðinum, sum í høvuðsheitum verður samsýning til nevndina, og at løgmaður góðkennir samsýningina.

Til stk. 3. Í reglugerð fyri virksemi nevndarinnar verða m.a. ásetingar um tíðarskeið, hvussu nevndin fyriskipanarliga skipar seg, og hvussu samsýningarnar verða ásettar.

Til § 4 Løgmaður fær tilmæli um samsýningar og eftirlønir landsstýrismanna í seinasta lagi aðru tingsetu í hvørjum valskeiði. Nevndin situr tó alt valskeiðið.

Til § 5 Einki at viðmerkja.

1. viðgerð 24. mars 2003. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 22. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 24. mars 2003 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 31. mars, 2., 9. og 14. apríl 2003.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Óli Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristina Háfoss og Kári P. Højgaard) tekur undir við uppskotinum, men hevur hesar viðmerkingar:

Løgmaður hevur upplýst fyri fíggjarnevndini, at nevndin umframt at geva løgmanni tilmæli um samsýning og eftirløn landsstýrismanna eisini skal geva tilmæli um kostnaðarendurgjøld, og metir meirilutin, at hetta eigur at verða við í lógartekstinum á sama hátt sum í lógini um samsýning landsstýrismanna.

Meirilutin heldur eisini, at tað í lógini eigur at verða staðfest, hvønn førleika tey, sum manna nevndina, skulu hava. Meirilutin setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í heitinum og í § 1 verður eftir orðið landsstýrismanna sett "v.m."
  2. § 2, stk 1 verður orðað soleiðis: "Løgmaður velur nevnd við trimum fólkum at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landstýrismanna v.m. Ein av limunum skal vera løgfrøðingur, ein skal vera kønur í lønarmálum og ein skal vera roknskaparkønur"

Ein minniluti (Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar:

Tað er als ikki neyðugt hjá løgmanni at biðja Løgtingið um heimild til at seta eina nevnd, sum skal geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna, tí hesa heimild hevur løgmaður.

Løgmaður kann, uttan at spyrja Løgtingið, seta nevndina, og út frá tilmælinum, sum nevndin kemur við, kann løgmaður síðani gera eitt lógaruppskot, sum hann leggur fyri tingið til støðutakan.

Einasta endamálið hjá løgmanni við at biðja Løgtingið um heimild til at seta nevndina er ein roynd at binda Løgtingið frammanundan til at taka undir við tilmælinum, sum nevndin kemur við. Løgmaður kann tá vísa á, at nevndin hevur gjørt eitt arbeiði, sum Løgtingið sjálvt hevur biðið um.

Minnilutin tekur ikki undir við, at løgmaður einsamallur velur eina nevnd, sum skal geva løgmanni tilmæli um, hvussu lønarviðurskiftini hjá m. a. løgmanni sjálvum skulu verða.

Tað má eisini sigast at vera ein sera illa vald løta at koma fram aftur við hesum máli um samsýning og eftirløn landsstýrismanna um somu tíð, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sessast við samráðingarborðið at samráðast um nýggjar lønarsáttmálar. Sambært uppskotinum skal nevndin til verka 1. mai 2003, sum er sama dag, sum lønarsáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum fara úr gildi.

Út frá hesum mælir minnilutin Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Hin minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir við málinum. Javnaðarflokkurin viðger ikki uppskotið um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna, fyrr enn eftirlønarviðurskiftini hjá samlaða arbeiðsmarknaðinum eru avgreidd.

2. viðgerð 24. apríl 2003. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristinu Háfoss og Kára P. Højgaard, til heitið og §§ 1 og 2 samtykt 12-0-9. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 12-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 29. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 15-0-13. Málið avgreitt.