Skrįsetingargjald - akfųr

 

 

82  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um skrįsetingargjald į motorakfųrum v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Įlit
E. 2. višgerš (Einki oršaskifti)
F. 3. višgerš (Einki oršaskifti)

Įr 2003, 4. mars, legši Karsten Hansen, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi  

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um skrįsetingargjald į motorakfųrum v.m. 

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 175 frį 18. desember 1992 um skrįsetingargjald į motorakfųrum v.m., sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 100 frį 20. desember 2002, verša gjųrdar hesar broytingar:

1) § 12 veršur oršaš soleišis:
"§ 12. Einki avgjald er į kampingvognum."

2) § 17 veršur oršaš soleišis:
"§ 17. Fyri ellisakfųr, iš verša skrįsett, skal einki skrįsetingargjald rindast.
Stk. 2. Viš ellisakfųr sambęrt stk. 1 er at skilja motorakfųr, iš eru eldri enn 25 įr, og sum framvegis hava sama skap sum upprunaakfariš."

§ 2

Henda lóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

Almennar višmerkingar
Landsstżrismašurin viš skattamįlum męlir viš hesum til at gera 2 broytingar ķ lųgtingslóg um skrįsetingargjald į motorakfųrum v.m.

Tann fyrra broytingin er at taka burtur avgjald į kampingvognum. Hetta avgjald er ķ nśgaldandi lóg 45%. Fķggjarmįlastżriš hevur fingiš įheitan frį einum įhugabólki um at taka hetta avgjaldiš av, tķ taš foršar fyri, at kampingvognar verša keyptir til Fųroyar. Vķst veršur į, at ķ Danmark er einki avgjald. Av tķ sama eru taš fleiri fųroyingar, sum hava keypt sęr ein kampingvogn ķ Danmark og hava kent seg noyddar at lata teir verša standandi ķ Danmark fyri at sleppa undan avgjaldinum. Taš skal harafturat višmerkjast, at einki avgjald er į ųšrum višfestisvognum, og at avgjald longu er rindaš fyri bilin, sum togar.

Tann seinna broytingin er bęši ein mįlslig dagfųring, har męlt veršur til at broyta oršiš veteranakfųr til ellisakfųr, og ein lękking av aldursįsetingini fyri frķtųku fyri skrįsetingargjaldi į ellisakfųrum śr 30 įrum nišur ķ 25 įr. Hetta veršur gjųrt eftir ynski frį įhugafelagnum Fųroya Ellisakfųr, sum metir hetta hava stóran tżdning fyri mųguleikan hjį limum tess at varšveita gomul akfųr ķ teirra upprunaliga sniši. Henda broyting višfųrir eisini, at sama aldursįseting veršur nżtt ķ ųllum lógum višvķkjandi ellisakfųrum, tķ ķ lųgtingslóg um vektgjald (vegskatt) veršur 25 įr nżtt sum aldursįseting fyri ellisakfųr. Taš skal višmerkjast, at Vinnumįlarįšiš og Bileftirlitiš hava višmęlt hesa broyting.

Avleišingar av lógaruppskotinum
Lógaruppskotiš hevur bert smįvegis fķggjarligar avleišingar fyri landiš, tķ sum er verša eingir kampingvognar innfluttir. Hinvegin veršur taš ein fķggjarligur fyrimunur fyri teir borgarar, sum ynskja at ogna sęr ein kampingvogn og fyri mųguligar umbošsmenn ķ Fųroyum. Taš er ikki gjųrligt at siga, um lękkingin av aldursįsetingini fyri frķtųku fyri skrįsetingargjaldi į ellisakfųrum fer at hava viš sęr stųrri innflutning av ellisakfųrum, men roknast kann viš, at įhugin veršur nakaš stųrri.

Lógaruppskotiš hevur ikki stórvegis umhvųrvisligar avleišingar viš sęr, men taš, at aldurin į ellisakfųrum lękkar, fer at hava viš sęr, at fleiri akfųr koma at koyra į vegunum ķ Fųroyum, men hinvegin verša tey ķ betri standi. Somuleišis er mųguleiki fyri, at kampingvognar verša meiri sjónligir ķ nęrumhvųrvinum.

Uppskotiš hevur ongar umsitingarligar avleišingar viš sęr ella avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur, fyri landiš, kommunur, įvķsar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verša sosialar avleišingar fyri įvķsar samfelagsbólkar.

 

Fyri landiš/
Landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri plįss/ųki ķ landinum

Fyri įvķsar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fķggjarligar/
bśskaparligar
avleišingar

(Ja)

Nei

Nei

Ja

Ja

Umsitingarligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar
avleišingar

(Ja)

Nei

(Ja)

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun
til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleišingar

     

Nei

 

Višmerkingar til einstųku broytingarnar

Til § 1.

  1. § 12, stk. 1, veršur oršaš ųšrvķsi soleišis, at einki avgjald veršur į kampingvognum longur. Sama oršaljóš er nżtt sum ķ hinum greinunum um avgjaldsfrķtųku.
  2. Ķ § 17, stk. 2, veršur bęši gjųrd ein mįlslig dagfųring, har męlt veršur til at broyta oršiš veteranakfųr til ellisakfųr, og ein lękking av aldursįsetingini fyri frķtųku av skrįsetingargjaldi į ellisakfųrum śr 30 įrum nišur ķ 25 įr. Hetta samsvarar viš aldursįsetingina fyri ellisakfųr ķ lųgtingslóg um vektgjald (vegskatt).

1. višgerš 17. mars 2003. Tingmįlini nr. 82 og 83/2002 vóršu vigjųrd undir einum og beind ķ fķggjarnevndina, sum tann 19. mars 2003 legši fram soljóšandi

Įlit

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. višgerš tann 17.mars 2003 er taš beint fķggjarnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi tann 19. mars 2003.

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 25. mars 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 25-5-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 27. mars 2003. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 22-0-0. Mįliš avgreitt