Viðarvøkstur - frílendisrøkt

 

 

85  Uppskot til  løgtingslóg um viðarvøkstur og frílendisrøkt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Tikið aftur

Ár 2003, 4. mars, legði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um viðarvøkstur og frílendisrøkt 

Endamál

§ 1. Endamál lógarinnar er at skapa karmar fyri

  1. at viðarlundir og onnur lendi við viðarvøkstri verða varðveitt og vard,
  2. at økt verður um lendi og meingi av viðarvøkstri v.m.,
  3. at frílendi og siðsøgulig landsløg verða varðveitt og røkt eftir tørvi,
  4. at serligur dentur verður lagdur á at varðveita og fjølga um tað, ið eftir er av fornum viðarvøkstri,
  5. verju og ábót móti skaða av jørðoyðing v.m.,
  6. øktum lívfrøðiligum margfeldi,
  7. royndar- og menningararbeiði á økinum, og
  8. ráðgeving og tænastum.

Friðingar, skipan av brúksavtalum v.m.

§ 2. Viðarlundir í almennari ogn eiga at friðast sambært § 3.
Stk. 2. Garðar og tílík frílendi í almennari ogn kunnu friðast sbr. § 3 ella skipast í brúksavtalur sbr. § 4.

§ 3. Landsstýrismaðurin ger av, um øki, ið eru egnað til viðarvøkstur v.m. sbr. § 1 nr. 1-7, skulu friðast.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um skipan, røkt og umsiting av lendum, ið verða friðað eftir stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrið kann bera fíggjarligu útreiðslurnar av at umsita lendi, friðað eftir stk. 1.
Stk. 4. Friðingar eftir stk. 1 skulu vera tinglýstar sum ítak (servituttur) á ognini.

§ 4. Landsstýrismaðurin kann loyva, at øki, ið eru egnað til viðarvøkstur v.m. sbr. § 1, nr. 1-7, verða skipað í tíðaravmarkaðar brúksavtalur við ánararnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um skipan, røkt og umsiting av lendum, ið brúksavtalur verða gjørdar um eftir stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrið ber fíggjarligu útreiðslurnar av at umsita lendi, ið eru skipað eftir stk. 1.
Stk. 4. Ræðisavmarkingar sambært brúksavtalum, nevndar í stk. 1, skulu vera tinglýstar sum ítak (servituttur) á ognini.

§ 5. Fyri lendi, nevnd í §§ 2-4, skulu vetrarbitsrættindini vera avloyst.
Stk. 2. Fyri at tálma møgulig skaðaárin hevur landsstýrismaðurin fult ræði á øllum djóra- og plantulívi á økjum, fevnd av §§ 2-4.

§ 6. Almenningurin skal í mest møguligan mun hava atgongd til lendi, nevnd í §§ 2-4.
Stk. 2. Rætturin til atgongd kann skipast ella skerjast støðugt ella tíðaravmarkað, tá serlig atlit tala fyri tí.

§ 7. Virksemi sambært §§ 2-4 skal taka fyrilit fyri øðrum áhugamálum, so sum náttúru, siðsøgu, umhvørvi og frílendum.

Royndar- og menningararbeiði, søla v.m.

§ 8. Landsstýrismaðurin kann heimila ávísum landsstovni ella –stovnum at reka royndar- og menningararbeiði viðvíkjandi viðarvøkstri, urtagarðsvøkstri, plantualing o.ø. náttúru- og frílendisspurningum.

§ 9. Landsstýrismaðurin kann heimila landsstovni ella –stovnum at skipa fyri sølu av viðar- og urtagarðsvøkstri og vøru, ið hoyrir uppí.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um prísáseting v.m.

Kunning og ráðgeving

§ 10. Landsstýrismaðurin kann heimila landsstovni ella -stovnum at veita almennum og privatum kunning og ráðgeving í sambandi við viðar- og urtagarðsvøkstur, røktarspurningar, frílendis- og náttúruspurningar v.m.

Stuðul til verkætlanir

§ 11. Landsstýrismaðurin kann veita fíggjarligan stuðul til verkætlanir hjá einstaklingum, virkjum, feløgum, stovnum og kommunum.
Stk. 2. Stuðul verður latin eftir tilmæli frá fyrisitingini.
Stk. 3. Stuðul kann veitast til verkætlanir, hvørs endamál eru

  1. at fjølga um vavið av viðarvaksnum lendi,
  2. at skapa vernd móti jørðoyðing,
  3. at endurskapa gróður,
  4. at skapa størri lívfrøðiligt margfeldi, og
  5. at økja um frílendisnýtslu og frílendisrøkt.

§ 12. Umsókn um stuðul skal latast landsstýrismanninum.
Stk. 2. Saman við umsókn um stuðul skulu hesar upplýsingar latast um ætlanina:

  1. endamál og lýsing,
  2. ábyrgdarhavari,
  3. kostnaður, og
  4. fígging.

§ 13. Landsstýrismaðurin skal í seinasta lagi 1. februar árið eftir, at tilsøgn um stuðul er latin, hava frágreiðing um, hvussu stuðulin er nýttur.
Stk. 2. Stuðul, sum ikki er nýttur í seinasta lagi 31. desember í stuðulsárinum, fellur burtur.

Umsiting, eftirlit og kærumøguleikar

§ 14. Landsstýrismaðurin kann leggja umsitingar- og eftirlitsuppgávurnar eftir hesi lóg til ávísan landsstovn ella landsstovnar.

§ 15. Avgerðir um friðing og skipan av lendum eftir §§ 2-4 skulu fráboðast við almennari lýsing.

§ 16. Landsstýrismaðurin fær heimild at ognartaka neyðug lendi til viðarlundir, viðarvøkstur, frílendi og plantualing eftir reglunum í lóg nr. 69 frá 7. mai 1881 um skyldu at lata lendi til almennar vegir v.m..

§ 17. Eftirlitsmyndugleikin og løgreglan hava móti samleikaprógvi atgongd til almenn og privat øki, fevnd av §§ 2-4.
Stk. 2. Verður tað kravt, skal lógváttan sýnast fram.
Stk. 3. Eftirlitsmyndugleikin hevur rætt til innlit í øll skjøl, ið eru neyðug til fremjan av eftirlitinum.

§ 18. Landsstýrismaðurin hevur eftirlitið við, at

  1. lógin og tær við heimild í lógini ásettu reglur og treytir verða hildnar,
  2. avgerðir um boð ella forboð verða lýddar, og
  3. treytir, ásettar í friðingarbrøvum og brúksavtalum, verða hildnar.
  4. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva boð um, at viðurskifti, ið ganga ímóti lógini ella reglum, ásettar við heimild í lógini, skulu fáast í rættlag innan ásetta freist. Verða boðini ikki gingin á møti, kann landsstýrismaðurin gera av, at bøtandi atgerðir skulu fremjast fyri ánarans rokning.

§ 19. Avgerðir, tiknar við heimild í lógini ella eftir reglum, ásettar við heimild í lógini, kunnu kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað.
Stk. 3. Ein kæra setur steðg fyri íverksetan av avgerðini, til kærumálið er avgjørt.

Revsing og gildiskoma

§ 20. Við bót verður sektaður tann, ið tilætlað ella av grovum ósketni ger skaða á lendi, ið eru friðað ella skipað í brúksavtalur, ella ger skaða á herverandi vøkstur, djóralív, útgerð, og líknandi, ella misrøkir sínar skyldur eftir §§ 2-4.
Stk. 2. Er brotið framt av løgfrøðiligum persónum so sum partafelag, smápartafelag, lutafelag ella tílíkum, kann bótin verða kravd av felagnum sjálvum.
Stk. 3. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum verða áløgd bót.

§ 21. Viðarlundir, friðaðar við heimild í lóg nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir, varðveita hetta ítak (servituttin), til nýggj friðingarváttan er tinglýst eftir § 3 í hesi lóg, ella landsstýrismaðurin ger av at strika ítakið.
Stk. 2. Avgerðir, við heimild í lóg nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir, hava gildi, til tað við heimild í lógini ella reglum, ásettum við heimild í lógini, verður tikin nýggj avgerð.

§ 22. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Løgtingslóg nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, verður samstundis sett úr gildi.

ALMENNAR VIÐMERKINGAR

1. Inngangur
Endamálið við lógini er at dagføra lógargrundarlagið undir virkseminum, sum Skógrøkt landsins í dag umsitur fyri landsstýrið vegna Skógfriðingarnevndina. Galdandi lógargrundarlag er løgtingslóg nr. 53 frá 27. nov. 1952 um viðarlundir. Henda lóg er gomul, yrkisliga ótíðarhóskandi og ikki í samsvari við nútímans krøv til almenna fyrisiting.

Eftir galdandi lóg er umsitingin og eftirlitið lagt til eina skógfriðingarnevnd. Ymiskar avgerðir í seksti- og sjeytiárunum førdu til, at umsitingin og eftirlitið frameftir eisini varð myndað av einum skógfúta. Seinast í áttatiárunum tók landsstýrið undir við, at ein landsskógarvørður við embætisprógvi skuldi hava ovastu leiðsluna av stovninum. Í álitinum um bygnaðarbroytingar í miðfyrisitingini í nítiárunum varð Skógrøkt landsins og hennara virksemi lýst sum ein sjálvstøðugur stovnur. Spurningurin um at dagføra heimildargrundarlagið samsvarandi broyttu uppgávunum varð tó ongantíð veruliga viðgjørdur í hesum tíðarskeiði.

Uppskotið er evnað til av einum lítlum arbeiðsbólki, ið landsstýrismaðurin setti í november í fjør, umboðandi Skógrøkt landsins og Oljumálaráðið. Av tí at uppskotið í roynd og veru formliga er ein staðfesting av verandi fyrisiting og siðvenju, hevur ikki verið hildið neyðugt at senda tað til hoyringar. Við framtíðini í huga er ætlanin, at hesar reglur seinni verða fluttar í eina komandi náttúruverndarlóggávu, hvørs endamál verður at tryggja eina samskipaða og forsvarliga fyrisiting av uppgávum viðvíkjandi øllum náttúrurøktarmálum, herímillum eisini viðarvøkstri, skógrøkt og frílendisøkjum. Uppskotið um nýggja náttúruverndarlóggávu verður ætlandi lagt fyri Løgtingið í 2004, eftir at avvarðandi stovnar og felagsskapir hava havt tað til hoyringar.

2. Høvuðstættir í lógaruppskotinum
Niðanfyri verða høvuðstættirnir í lógini lýstir. Hesir snúgva seg um endamál, friðing og brúksavtalur, royndar- og menningararbeiði, sølu, kunning og ráðgeving, stuðulsskipan til verkætlanir, umsiting og eftirlit, umframt revsing og gildiskomu.

2.1 Endamál
Endamálið við lógini er at skapa karmar fyri skynsamari fyrisiting av viðarlundum í almennari ogn og at økja um lendi við viðarvøkstri. Fleiri viðarlundir eru friðaðar, nevnast kunnu viðarlundirnar í Tórshavn, Kunoy, Selatrað, Hoydølum, Trongisvági, við Marknagil í Tórshavn, í Mikladali og úti í Grøv í Klaksvík. Í talvu 1 og 2 til viðmerkingarnar er yvirlit yvir fastognir, ið Skógrøkt landsins og/ella Skógfriðingarnevndin eiga ella langtíðarleiga, og ognir, har Skógrøktin vegna nevndina hevur fyrisitingarliga ábyrgd sambært tinglýstari skógfriðingarskyldu.

Fleiri av viðarlundunum vórðu grundaðar í fyrru helvt av síðstu øld. Eftir herviligu skaðarnar í jólaódnini í 1988 hevur høvuðsdenturin ligið á at endurreisa gomlu viðarlundirnar. Harumframt eru nøkur nýlendi komin aftrat. Viðarlundirnar eru sera væl umtóktar millum manna. Hetta sæst aftur í mentanarlívinum, til hátíðarhald, frítíðarvirksemi v.m.

Ymiskt er, hvussu væl viðarlundirnar hava verið røktar upp gjøgnum tíðina. Kreppan í nítiárunum skerdi virkismøguleikarnar hjá Skógrøkt landsins. Ein onnur orsøk er eisini, at ikki allar kommunur hava havt neyðuga orku og førleika at røkja sín part av skyldunum mótvegis viðarlundunum. Tær størru kommunurnar, serliga Tórshavnar kommuna og Klaksvíkar kommuna, hava raðfest viðarlundirnar ovarlaga í virkseminum hjá sínum býargartnarum. Vandi er fyri, at viðarlundirnar í smærru kommununum farast, um tær ikki verða betur røktar.

Lógin miðar somuleiðis eftir at kunna varðveita og røkja onnur frílendisøki. Talan er um møguleika at varðveita ávís lendi av tí slagi, ið vanliga verða nevnd D 1 øki sbrt. býarskipanarásetingunum, umframt slík øki, sum í donskum høpi verða nevnd "områder til friluftsliv". Sum dømi um lendi við upprunavøkstri kann nevnast baraldurin úti í Svínoy, og sum dømi um lendi av siðsøguligum týdningi kunnu nevnast torvheiðar ymsastaðni. Hugsjónin er at verja tey øki, ið longu finnast, og á tann hátt fjølga um náttúruvirði til frama fyri trivnaðin hjá borgarunum. Henda hugsjón er eisini í samljóð við almenna ferðavinnupolitikkin.

Hervilig skriðulop hava verið ymsastaðni seinastu árini. Eisini eru berir moldblettar at síggja nógva staðni í haga og á fjøllum, tí jørðoyðing alsamt vindur upp á seg. Um neyðug orka verður sett av, ber til at bøta um hesi viðurskifti.

Royndarframleiðsla av viðarvøkstri og plantutilfari er ein fortreyt í langtíðar tilgongdini at framala plantutilfar, sum trívist undir náttúrugivnu vakstrarlíkindunum, sum vit hava. Um arbeitt verður við framtíðini í huga, kann hugsast, at plantutilfar frá royndarframleiðsluni kann verða sett niður til at tálma trupulleikum frá eitt nú jørðoyðing, luftdálking o.s.fr., og til at skapa lívd v.m. Tað almenna kann stuðla slíkari royndarframleiðslu við at bjóða fram lendi til niðurseting uttanfyri almennar bygningar, í sambandi við vega- og tunnilsgerð v.m.

Ráðgeving og kunning er natúrligur partur av virkseminum hjá nútímans stovnum. Skógrøkt landsins hevur longu í mong ár kunnað og ráðgivið almennum og privatum í røktarspurningum viðvíkjandi viðarvøkstri, frílendum, o.ø.

2.2 Friðing og brúksavtalur
Eftir gomlu lógini vóru heimildirnar hjá Skógfriðingarnevndini avmarkaðar til lendi, ið vóru skógarfriðað. Hetta førdi við sær ta óhepnu støðu, at talan annaðhvørt var um heimild at røkja uppgávur sambært lógini ella als ongar heimildir. Landsstýrið metir, at endamál lógarinnar betur kann røkkast, um arbeitt verður eftir tvinnanda skipanum. Mælt verður tí til at varðveita gomlu skipanina við friðing av lendum til viðarvøkstur v.m., samstundis sum tað verður heimilað at gera brúksavtalur. Skipanin við brúksavtalum hevur drúgvar royndir í grannalondunum og er ein øðrvísi og smidligari háttur at røkka endamálunum við lógini serliga í teimum førum, har ánarar sjálvir seta fram ynski um varðveitslu og røkt av viðarvøkstri, frílendum o.tíl. Roknast kann við, at slíkar brúksavtalur ikki verða gjørdar fyri styttri tíðarskeið enn 20 ár.

Hildið verður fast um, at umráðandi er at lata almenninginum atgongd til friðað øki og til øki, ið eru skipað í brúksavtalur. Avmarkingar kunnu gerast í almennu atgongdini, um hon er til ampa fyri endamálið við lendinum. Atgongdin kann skipast, skerjast ella verða noktað, har serligar umstøður tala fyri tí. Eisini verður mælt til, at landsstýrismaðurin skal hava fult ræði á øllum djóra- og plantulívi á hesum økjum, tí tørvur kann verða á at týna skaðadjór, her uppií t.d. at skjóta haru uttan fyri veiðitíðina eftir harulógini.

2.3 Royndar- og menningararbeiði, søla v.m.
Skógrøkt landsins hevur í longri tíð arbeitt við royndarframleiðslu og menning av viðarvøkstri og plantutilfari. Hetta arbeiðið hevur verið privatum plantusølum og almenningi at gagni. Áherðsla verður løgd á ikki at fremja kappingaravlagandi virksemi. Sum dømi kann nevnast, at Skógrøktin ikki selur jólatrø í kapping við privatar fyritøkur og vælgerðarfelagsskapir.

Gott samstarv við privatar útbjóðarar av plantutilfari hevur m.a. havt við sær, at plantusølur hava fingið eina støðuga tilgongd av fjølbroyttum og væl egnaðum plantutilfari. Slíkt samstarv betrar um møguleikarnar at fáa til vega og breiða út plantutilfar, ið hóskar til okkara gróðrarlíkindi.

2.4 Kunning og ráðgeving
Skógrøkt landsins hevur í mong ár veitt kunning og ráðgeving til bæði almenn og privat um viðar- og urtagarðsvøkstur. Ætlanin er framhaldandi at lata Skógrøktina røkja slíkar algongdar kunnandi uppgávur, tó við ásannan av, at tær ikki skulu vera kappingaravlagandi í mun til privatar útbjóðarar innan økið.

2.5 Stuðul til verkætlanir
Í partinum um stuðul til verkætlanir er hugsjónin, at Oljumálaráðið frameftir skal umsita játtanina til stuðul av ymiskum tiltøkum, ið samsvara við endamálið við játtanini. Talan er um verkætlanir, hvørs endamál er at økja um viðarvaksin lendi, at skapa vernd móti jørðoyðing, at endurskapa gróður eftir skriðulop v.m. Í hesum fíggjarári er játtanin 500.000 krónur, sí grein 6.33.2.10 punkt 09 í fíggjarlógini.

Oljumálaráðið hevur góðar royndir við umsiting av stuðulsjáttanini til umhvørvisverndartiltøk, og er tað ikki óhugsandi, at hesar stuðulsskipanir í framtíðini verða lagdar saman. Ein framtíðar samlað stuðulsjáttanarskipan innan umhvørvis-, náttúru- og lendisfyrisiting er í tráð við politisku ætlanina um at skipa eina samlaða umhvørvis-, náttúru- og lendisfyrisiting. Ein slík skipan fer at eggja til fjøltáttaðar verkætlanir, ið fevna breiðari enn hvør stuðulsjáttan sær. Ein úrslitagóð fyrisiting av stuðulsskipanini fer væntandi at gagna øllum og kann bøta um hugburðin til eina nútímans umhvørvis-, náttúru- og lendisfyrisiting.

2.6 Umsiting og eftirlit
Higartil hevur einari skógfriðingarnevnd, vald av landsstýrinum, verið heimilað at hava eftirlit við friðaðum viðarlundum, og hevur nevndin eisini havt útinnandi yrkisligar skyldur, so sum at seta niður, fella og tynna viðarvøkstur. Sum framhald av, at hetta arbeiðið so hvørt varð flutt yvir á skógfútan, og seinni landsskógarvørðin, at røkja, samstundis sum yrkisligu førleikakrøvini til leiðsluna alsamt vuksu, tykist tað í dag skilabest at taka av tær skyldur, sum higartil hava ligið á nevndini, og at flyta tær til ein ella fleiri landsstovnar at røkja. Skógrøkt landsins er í dag ein stovnur í stórari yrkisligari menning, sum við fakligari dygd kann røkja fjølbroyttu uppgávunar eftir nýggju lógini.

Lógin ásetur, at allar avgerðir um friðing og brúksavtalur skulu fráboðast við almennari lýsing. Endamálið við ásetingini er at tryggja eina sjónliga lendisfyrisiting og byrgja fyri grannaósemjum v.m. Tí er eisini ásett, at kærur skulu fáa avgerð, áðrenn tiltøk kunnu verða sett í verk á lendum, kæran snýr seg um. Líknandi skipan hevur roynst væl innan umhvørvisfyrisiting við fráboðanum um umhvørvisgóðkenningar. Lýsingarmiðilin kann t.d. vera dagbløðini.

Miðað verður eftir, at friðingar verða framdar í sátt og semju við ánararnar, og at avtalur verða gjørdar um endurgjaldið. Skuldi tað komið fyri, at semja ikki fæst um endurgjaldið, verða slík mál gjørd av eftir meginreglunum og mannagongdunum í lóggávuni um ognartøku, sí lóg nr. 69 frá 7. mai 1881 um skyldu at lata lendi til almennar vegir v.m. Hinvegin er tað ein sannroynd, at tann lóggávan er gomul og tung at virka eftir.

Landsstýrismanninum verður heimilað við kunngerð at áseta neyvari reglur um virksemið eftir lógini, og hann hevur eftirlitið við, at lógin og treytir sambært lógini verða hildnar.

2.7 Revsing og gildiskoma
Harðasta revsing eftir lógini er bót.

Friðingar eftir gomlu lógini verða verandi í gildi í skiftistíðini, til nýggj friðingarváttan er tinglýst eftir hesi lóg. Landsstýrismaðurin kann eftir nýggju lógini somuleiðis gera av ikki at varðveita friðingar eftir gomlu lógini.

3. Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar
Dagføringin av lóggávuni hevur bert smáar fíggjarligar avleiðingar við sær. Heimildin hjá landsstýrinum at bera útreiðslurnar av lendum, ið verða skipað við brúksavtalum, verður í fyrsta umfari hildin innanfyri verandi játtan hjá Skógrøkt landsins, tó so, at ynskjandi er at hækka hesa játtan við framtíðini í huga.

Stuðulsskipanin hevur eina játtan upp á kr. 500.000, sí grein 6.33.2.10 punkt 09 í fíggjarlógini. Ynskjandi er, at júst henda játtanin verður hækkað, serliga tí náttúrugivnar umstøður kunnu økja um tørvin at stuðla tiltøkum til endurskapan av gróðrarlendum.

Sambært grein 3, stk. 3, er ásett, at landsstýrið kann bera útreiðslurnar av at umsita friðað lendi, ið eru egnað til viðarvøkstur. Somuleiðis verður ásett í grein 4, stk. 3, at landsstýrið ber útreiðslurnar av at umsita lendi, skipað eftir brúksavtalum. Her verður serliga hugsað um, at ein landsmálsetningur kann verða rokkin í felag, um landskassin rindar raksturin, og kommunurnar útvega lendini. Við at beina sum mest av rakstrarútreiðslunum av nevndu lendum útaftur á hesi plássini sum lønarútgjaldingar, ber eisini til at nýta lógaruppskotið í økismenningarhøpi. Í Íslandi hava samfelagsfrøðiligar kanningar víst, at teirra sokallaðu "skógarbænda" skipanir hava átt virknan lut í at fáa fólk at støðast í útjaðaranum.

Umsitingarliga verður ikki roknað við stórvegis avleiðingum. Tað, at stuðulsjáttanin verður flutt til landsstýrismannin at umsita, hevur ongar avleiðingar. Oljumálaráðið hevur longu eina slíka umsiting í sambandi við eina stuðulsskipan til umhvørvisverndartiltøk.

Landsstýrismanninum verður heimilað at leggja umsitingar- og eftirlitsuppgávur eftir lógini til ávísan landsstovn ella landsstovnar. Í fyrstu syftu er ætlanin at leggja hesar til Skógrøkt landsins, sum við lógini fær eitt dagført lógargrundarlag at virka eftir.

Henda lóg er fyrsta stigið á leiðini fram móti einari dagførdari umhvørvis-, náttúru- og lendislóggávu. Við framtíðini í huga er ætlanin at fáa sett á stovn eina samlaða og samansjóðaða fyristing, sum á virknan hátt kann eftirlíka nútímans krøvum til eina umhvørvis-, náttúru- og lendisfyrisiting.

    Yvirlit yvir avleiðingar

     

    Fyri landið /
    landsmyndugleika

    Fyri
    kommunalar myndugleikar

    Fyri pláss / øki
    í landinum

    Fyri ávísar
    samfelagsbólkar / felagsskapir

    Fyri
    vinnuna

    Fíggjarligar/
    búskaparligar avleiðingar

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Umsitingarligar
    avleiðingar

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Umhvørvisligar
    avleiðingar

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Avleiðingar í
    mun til altjóða avtalur / reglur

    Nei

     

    Nei

    Nei

    Nei

    Nei

    Sosialar avleiðingar

         

    Nei

     

    Yvirlit yvir fastognir, ið Skógrøkt landsins vegna Skógfriðingarnevndina eigur ella langtíðarleigar.

    Talva 1

     

    Matr. nr.

    Býur/bygd Vídd í m2 Eigari Skógfriðað Viðmerkingar
    1b, Kirkjubø Kirkjubø 18.400 Skógfriðingarnevndin Ja
    13/11. 1989
    Plantulendið í Kirkjubø
    108, Selatrað Selatrað 15.500 Skógfriðingarnevndin Ja
    5./10 1965
    Viðarlundin á Selatrað
    1338, Tórshavn Tórshavn 28.000 Tórshavnar býráð Nei Gróðurstøðin í Mið Hoydølum
    1nh, Hoyvík Tórshavn 40.641 Skógrøkt landsins Ja
    13/11. 1989
    Viðarlundin í Langadali
    49a, Hoyvík Tórshavn 20.900 Tórshavnar býráð Nei Gróðurstøðin í Mið Hoydølum
    122c, Trongisvágur Trongisvágur 1.793 Skógfriðingarnevndin Nei Viðarlundin í Trongisvági
    633, Froðba Tvøroyri 620 Skógfriðingarnevndin Ja
    5./10. 1965
    Garðurin á Sevmýru
    634, Froðba Tvøroyri 1.025 Skógfriðingarnevndin Ja
    5./10. 1965
    Garðurin á Sevmýru
      Lendi íalt 126.881 m2      

    Yvirlit yvir aðrar fastognir, har Skógrøkt landsins vegna Skógfriðingarnevndina hevur fyrisitingarliga ábyrgd sambært tinglýstari skógfriðingarskyldu.

    Talva 2

    Matr. nr. Býur/bygd Vídd í m2 Eigari Skógfriðað Viðmerkingar
    105, Hvalvík Hvalvík 6.600 Hvalvíkar kommuna Ja
    21./4. 1992
    Viðarlundin í Hvalvík
    1621, Klaksvík Klaksvík 33.000 Klaksvíkar kommuna Ja
    6./11. 1980
    Viðarlundin úti í Grøv
    31, Kunoy Kunoy 7.829 Kunoyar kommuna Ja
    16./3. 1954
    Viðarlundin í Kunoy
    384, Leirvík Leirvík 7.600 Ognarhagin Ja
    17./2. 1975
    Viðarlundin í Leirvík
    233a, Miðvágur Miðvágur 11.590 Miðvágs kommuna Ja
    11./7. 1980
    Viðarlundin á Tungu
    80, Miðvágur Miðvágur 190 Miðvágs kommuna Ja
    11./7. 1980
    Viðarlundin á Tungu
    72, Mikladalur Mikladalur 15.000 Mikladals kommuna Ja
    16./3. 1954
    Viðarlundin í Mikladali
    150a, Sandavágur Sandavágur 7.340 Sandavágs kommuna Ja
    13/12. 1988
    Viðarlundin á Abbreyt
    1023a, Tórshavn Tórshavn 12.900 Føroya landsstýri Ja
    30./3. 1982
    Sjómansskúlatrøðin
    1023b, Tórshavn Tórshavn 2.600 Føroya landsstýri Ja
    30./3. 1982
    Sjómansskúlatrøðin
    1025a, Tórshavn Tórshavn 7.300 Føroya landsstýri Ja
    30./3. 1982
    Müllerstrøð
    1026a, Tórshavn Tórshavn 10.100 Føroya landsstýri Ja
    30./3. 1982
    Debesartrøð
    1026b, Tórshavn Tórshavn 6.000 Føroya landsstýri Ja
    30./3. 1982
    Debesartrøð
    1037a, Tórshavn Tórshavn 11.400 Tórshavnar býráð Ja
    18./3. 1974
    Viðarlundin úti í Grið
    1160a, Tórshavn Tórshavn 282.800 Tórshavnar býráð Ja
    18./3. 1974
    Plantulendið í Havnardali,
    av Álakershaganum
    1174, Tórshavn Tórshavn 10.800 Tórshavnar býráð Ja
    18./3. 1974
    Plantulendið í Marknagili
    1177, Tórshavn Tórshavn 15.100 Føroya Jarðarráð Ja
    6./11. 1980
    Plantulendið í Marknagili
    1229, Tórshavn Tórshavn 32.100 Tórshavnar býráð Ja
    18./3. 1974
    Viðarlundin í Kerjum
    1265u, Tórshavn Tórshavn 3.857 Listafelag Føroya Ja
    19./.7. 1972
    Listasavn Føroya
    1457a, Tórshavn Tórshavn 8.400 Hanus við Høgadalsá Ja
    13./1. 1978
    Við Sortudíkið
    19, Hoyvík Tórshavn 45.300 Føroya Jarðarráð Nei Viðarlundin í Niðastu Hoydølum
    20, Hoyvík Tórshavn 4.390 Føroya Jarðarráð Ja
    9./7. 1993
    Ískoyti til viðarl. í Niðastu Hoydølum
    784a, Tórshavn Tórshavn 77.173 Tórshavnar býráð Ja
    2./11. 1965
    Viðarlundin í Gundadali
    152, Trongisvágur Trongisvágur 28.700 Tvøroyrar kommuna Ja
    7./12. 1965
    Viðarlundin í Trongisvági
    513, Froðba Tvøroyri 3.800 Tvøroyrar kirkja Ja
    19./9.1972
    Viðarlundin við Kirkjuna á Tvøroyri
    30, Vágur Vágur 11.680 Vágs kommuna Ja
    30./3. 1987
    Plantulendið vesturi á Vatninum
    41, Vágur Vágur 19.000 Vágs kommuna Ja
    7./12. 1965
    Viðarlundin í Vági
    44, Vágur Vágur 11.100 Vágs kommuna Ja
    7./12. 1965
    Viðarlundin í Vági
      Lendi íalt 693.649 m2      

Viðmerkingar til einstøku lógargreinirnar
§ 1. Endamál lógarinnar er at skapa karmar fyri
1) at viðarlundir og onnur lendi við viðarvøkstri verða varðveitt og vard,
2) at økt verður um lendi og meingi av viðarvøkstri v.m.,
3) at frílendi og siðsøgulig landsløg verða varðveitt og røkt eftir tørvi,
4) at serligur dentur verður lagdur á at varðveita og fjølga um tað, ið eftir er av fornum viðarvøkstri,
5) verju og ábót móti skaða av jørðoyðing v.m.,
6) øktum lívfrøðiligum margfeldi,
7) royndar- og menningararbeiði á økinum, og
8) ráðgeving og tænastum.

Viðmerkingar
Endamálsorðingin lýsir í stuttum karmin og tey mið og mál, lógin hevur.

Orðingarnar spegla eina nútíðar áskoðan, ið samansjóðar tey mál, sum eiga at verða umsitin í eini virkisførari heild. Galdandi lóg fevnir harafturímóti bert um viðarlundirnar. Somuleiðis fevnir lógin so mikið víða, at hon eisini slóðar fyri, at til ber at røkja altjóða ásettar uppgávur, sí annars frágreiðingina frá arbeiðsbólkinum viðvíkjandi Náttúru- & Umhvørvisvernd, ið landsstýrið legði fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis í januar 2002.

Í nummar 1 verður hugsað bæði um verandi viðarlundir, t.v.s. lendi, ið eru skógfriðað sambært galdandi lóggávu, og um onnur lendi við slíkum vøkstri, ið ikki eru friðað eftir galdandi lóggávu. Sum dømi um ikki friðað lendi kunnu nevnast privatar plantingar, sum garðurin hjá Konoy við Gøtugjógv, og almennar viðarlundir, sum trøini kring Suðuroyar Sjúkrahús. Harumframt verður hugsað um onnur lendi við viðarvøkstri, eitt nú pílakjarrið fram við ánni í Streymnesi og baraldin úti í Svínoy.

Nummar 2 miðar eftir meira viðarvøkstri, bæði tá talan er um lendi, mongd og fjølbroytni. Orsøkin er, at trot er á bæði vøkstri og lendum til hetta.

Við "frílendi" í nummar 3 er at skilja bæði býarskipanarhugtakið, sum fevnir um tað sokallaða D 1 øki, umframt danska hugtakið "friluftslivsarealer". Við "landsløg" er at skilja eitt heldur størri lendi, t.d. fjall, dalur ella líð.

Nummar 4 leggur áherðslu á týdningin av at varðveita tað, ið eftir er av forna upprunaviðarvøkstrinum. Sum dømi um slíkan vøkstur kunnu nevnast Baraldur (Juniperus communis L. subsp. alpina (Suter) Celak), Arktiskur pílur (Salix arctica Pallas), Loðpílur (Salix lanata L.) og Pálmapílur (Salix phylicifolia L.). Hesi viðarsløg eru ógvuliga sjáldsom her á landi nú, og eiga vit at gera tað, vit megna, til at verja tey.

Nummar 5 er ætlað at slóða fyri møguleikum at byrgja fyri skaða av jørðoyðing (erosjón), jarðarlopi og omanlopi, skalvalopi og tílikum. Hetta kann verða gjørt við broyting av brúksmynstri, gróðurseting av serligum vøkstri, sum t.d. viðarvøkstri og bjølgurtum. Somuleiðis er tørvur á at kunna bøta framdar skaðar.

Í nummar 6 er tað ynskið um at menna um margfeldið (biodiversitetin), hugsað verður um.

Nummar 7 ásannar, at neyðugt er við møguleikum fyri at gera royndir, granskingarverkætlanir v.m., bæði í innlendis og altjóða samstarvi, til tess at menna økið. Víst verður eisini til viðmerkingarnar til § 8.

Nummar 8 ásannar tørvin á ráðgeving og tænastum, bæði til vanliga borgaran, vinnulig áhugamál og myndugleikar. Víst verður eisini til viðmerkingarnar til § 8.

§ 2. Viðarlundir í almennari ogn eiga at friðast sambært § 3.
Stk. 2. Garðar og tílík frílendi í almennari ogn kunnu friðast sbrt. § 3 ella skipast í brúksavtalur sbrt. § 4.

Viðmerkingar
Eftir stk. 1 eigur tað almenna at ganga undan í at friða øki til viðarvøkstur og soleiðis at varðveita viðarlundir til komandi ættarlið. Tí verður mælt til eina áseting um friðing. Til tess at lata upp fyri ávísum smidleika verður tó orðingin "eiga" nýtt heldur enn "skulu".

Uttanduralendi í stk. 2 vil siga frílendi sum garðar og tílíkt. Almennir garðar, ið hoyra til gamlar embætisbústaðir ella stovnar, eiga at verða varðveittir og røktir tvørtur um stovnsmørk.

§ 3. Landsstýrismaðurin ger av, um øki, ið eru egnað til viðarvøkstur v.m. sbr. § 1, nr. 1-7, skulu friðast.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um skipan, røkt og umsiting av lendum, ið verða friðað eftir stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrið kann bera fíggjarligu útreiðslurnar av at umsita lendi, friðað eftir stk. 1.
Stk. 4. Friðingar eftir stk. 1 skulu vera tinglýstar sum ítak (servituttur) á ognini.

Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin fær eftir stk. 1 heimild at friða øki, ið eru egnað til endamálið sbrt. § 1, nr. 1-7). Hetta merkir, at møguleiki er at friða lendi til ávís endamál, og á henda hátt tryggja langtíðar samfelagsáhugamál. Friðingin tryggjar, at onnur áhugamál ikki kunnu troka seg inn í hesi lendi. Ein friðing kann broytast ella avtakast, um serlig viðurskifti seinni tala fyri hesum. Siðvenja er, at serstakliga góðar grundir skulu vera, skal ein friðing verða broytt ella tikin av. At tryggja støðug langtíðaráhugamál er ein megintáttur í sambandi við friðing.

Verandi viðarlundir og neyðugur partur av tí lendi, har forni upprunaviðarvøksturin er at finna, eru millum tey øki, ið fyrst eiga at verða friðað eftir nýggju lógini. Við atliti at ásetingunum í stk. 3 eiga friðingarnar at verða góðkendar av landsstýrismanninum. Eftir gomlu lógini kundi skógfriðingarnevndin góðkenna eina friðingarskyldu uttan um landsstýrismannin.

Sambært stk. 2 verða tær innihaldsligu reglurnar um røkt og umsiting av friðaðum lendum ásettar við kunngerð.

Við "røkt" er at skilja tað stigið, miðað verður eftir í gerandisverkliga haldinum av lendunum. Við "umsiting" er at skilja ein og hvør, ið ábyrgdina hevur av lendinum og av at lúka ásetingarnar fyri lendið.

Mangan hevur trot verið á atgongd til lendi at nýta til ymisk áhugamál. Soleiðis er eisini við lendi til viðarlundir, annan viðarvøkstur, frílendi, náttúrulendi v.m. Tað eigur tí at verða eitt landspolitiskt aðalmál at økja um vavið av slíkum lendum. Ein gongd leið at røkka hesum er, at landskassin í størri mun ber fíggjarligu útreiðslurnar av at umsita hesi lendi. Aðrir samstarvspartar, t.d. kommunur og privatfólk, kunnu tá leggja sín lut í við at lata sjálvt lendið til ætlanina.

Eitt dømi kann vera, at ein kommuna letur lendi at friða til viðarlund, og at fyrisitingarmyndugleikin síðani ber útreiðslurnar til rakstur og umsiting. Hesar upphæddir eiga tá í mest møguligan mun at verða nýttar til lønarinntøku hjá fólki í teirri kommunu, sum legði lendi til endamálið. Hetta ber bert lutvíst til eftir gomlu lógini.

Fíggjarligu avleiðingarnar fyri landskassan verða ikki størri enn politiski viljin í hesum máli. Nýggj lendi verða ikki friðað uttan góðkenning av landsstýrismanninum, og tá er greiða eisini fingin á fíggjarligu avleiðingunum av friðingini.

Samlaðu útreiðslurnar til Skógrøkt landsins, skógfriðaðu viðarlundirnar í Føroyum og til verkætlanarstuðul, eru íalt fyri 2003 áleið:

Fíggjarløgtingslógarjáttanin til Skógrøkt landsins kr. 2.640.000
Fíggjarløgtingslógarjáttanin til viðarvøkstur kr. 500.000
Fíggjarætlanarjáttan - Tórshavnar kommuna kr. 405.000
Fíggjarætlanarjáttan - Klaksvíkar kommuna kr. 150.000
Fíggjarætlanarjáttan - Tvøroyrar kommuna kr. 100.000
Aðrar kommunur íalt (mett) kr. 100.000

Eftir stk. 4 skal friðingin tryggjast á rættarligum grundarlagi, við tað at friðingin verður tinglýst sum ítak (servituttur) á ognini við veðrætti framman fyri allari pantiskuld og framman fyri øllum ítøkum og øðrum heftingum, og við áttalurætti landsstýrismansins.

§ 4. Landsstýrismaðurin kann loyva, at øki, ið eru egnað til viðarvøkstur v.m. sbr. § 1, nr. 1-7, verða skipað í tíðaravmarkaðar brúksavtalur við ánararnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um skipan, røkt og umsiting av lendum, ið brúksavtalur verða gjørdar um eftir stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrið ber fíggjarligu útreiðslurnar av at umsita lendi, ið eru skipað eftir stk. 1.
Stk. 4. Ræðisavmarkingar sambært brúksavtalum, nevndar í stk. 1, skulu vera tinglýstar sum ítak (servituttur) á ognini.

Viðmerkingar
Ásannandi, at tørvur eisini er á virkismøguleikum innan karmar, ið hava leysari og smidligari ásetingar enn vanligt er, tá talan er um beinleiðis friðingarmál, verður í stk. 1 mælt til eisini at hava eina skipan við tíðaravmarkaðum brúksavtalum við ánararnar. Hesar eiga vanliga ikki at verða gjørdar fyri styttri áramál enn 20-30 ár, soleiðis at veruligur møguleiki er at náa tí endamáli, ið ætlað varð við avtaluni. Víst verður eisini til tað, ið greitt er frá um § 3, stk. 1, og § 2, stk. 2.
Stk. 2. Víst verður til viðmerkingarnar til § 3, stk. 2.
Stk. 3. Víst verður til viðmerkingarnar til § 3, stk. 3.
Stk. 4. Við ræðisavmarkingar er at skilja ein nærri lýst avmarking í rætti eigarans. Víst verður til viðmerkingarnar til § 3, stk. 4.

Galdandi lóggáva hevur ongar slíkar heimildir. Viðvíkjandi teimum fíggjarligu avleiðingunum verður víst til viðmerkingarnar til § 3.

§ 5. Fyri lendi, nevnd í §§ 2-4, skulu vetrarbitsrættindini vera avloyst.
Stk. 2. Fyri at tálma møguligum skaðaárinum hevur landsstýrismaðurin fult ræði á øllum djóra- og plantulívi á økjum, fevnd av §§ 2-4.

Viðmerkingar
Ongar broytingar eru í mun til ásetingarnar í galdandi lóggávu. Í stk. 1 er talan um at avloysa tey rættindi til vetrarbit hjá húsdjórum, ið yvirliggjandi hagi hevur sambært kapittul 8 í hagalógini (Lov nr. 172 af 18. Maj 1937 for Færøerne om Haugers Styrelse og Drift m.m. við seinni broytingum).
Eftir stk. 2 er heimild at regulera djóra- og plantulívið á nevndu lendum, leyst av ásetingum í aðrari lóggávu, soleiðis at endamálið við ætlanini ikki verður mist.

§ 6. Almenningurin skal í mest møguligan mun hava atgongd til lendi, nevnd í §§ 2-4.
Stk. 2. Rætturin til atgongd kann skipast ella skerjast støðugt ella tíðaravmarkað, tá serlig atlit tala fyri tí.

Viðmerkingar
Í stk. 1 er grundleggjandi aðalreglan ásett, so viðarlundir og onnur frílendi í mest møguligan mun skulu vera atkomulig hjá almenninginum, serstakliga har talan er um lendi, ið eru almenn ogn ella hava fingið almennan stuðul. Hetta er eisini í samsvari við tíðarandan og rákið í grannalondunum.

Eftir stk. 2 er heimild tó at skipa, skerja ella ganga ímóti hesum atgongdarrættindum. Serlig atlit sum vøkstur, djóralív ella onnur náttúruviðurskifti kunnu tala fyri, at atgongdarrætturin verður skerdur í styttri ella longri tíð, ella tá friður má valda á ávísum øki, meðan ávís arbeiði eru í gerð, ella um lendið er tengt at øðrum virksemi, ið ikki er sameiniligt við atgongd almenningsins.

Í galdandi lóggávu er ásett, at almenningurin onga atgongd hevur til viðarlundirnar uttan eftir loyvi frá Skógfriðingarnevndini. Sostatt verður støðan vend við. Í verki er broytingin ikki tann stóra, tí at kalla allar núverandi viðarlundir eru atkomuligar fyri almenninginum.

§ 7. Virksemi sambært §§ 2-4 skal taka fyrilit fyri øðrum áhugamálum, so sum náttúru, siðsøgu, umhvørvi og frílendum.

Viðmerkingar
Í stk.1 verður áherðsla løgd á, at virksemið eftir hesi lóggávu skal verða framt í samskipaðum verki og við atliti at øðrum áhugamálum og øðrum brúkarum av lendi og náttúru. Í hesum samstarvi er serliga týdningarmikið at vísa til núverandi lóggávu um býarskipanir, landsvegir, náttúrufriðing, fornfriðing og virksemi jarðarráðsins. Slík samskipan og atlit eru neyðug til tess at fáa virksemið eftir hesi lóg felt inn í virksemi eftir aðrari lóggávu.

Galdandi lóggáva hevur onga slíka áseting.

§ 8. Landsstýrismaðurin kann heimila ávísum landsstovni ella –stovnum at reka royndar- og menningararbeiði viðvíkjandi viðarvøkstri, urtagarðsvøkstri, plantualing o.ø. náttúru- og frílendisspurningum.

Viðmerkingar
Talan er um eina heimildaráseting til tess at loyva neyðugum arbeiði við royndum, granskingarverkætlanum og øðrum menningararbeiði, bæði í innlendis og altjóða samstarvi.

Skógrøkt landsins samstarvar í dag við fleiri stovnar og einstaklingar uttanlands, serliga í Norðurlondum og Bretlandi, men eisini í USA (Alaska), í Eldlandinum og á Falklandsoyggjunum. Skógrøkt landsins tekur eisini lut í verkætlanum við fígging frá t.d. norðurlendskum granskingarráðum. Skógrøkt landsins er fastur limur í norðurlendska arbeiðsbólkinum Nordisk Arboretudvalg og røkir landsstýrisins umboðan í SamNordisk Skogsforskning.

Ynskiligt er, at heimildin fevnir so mikið víða, at alt virkisøkið innan viðarvøkstur, urtagarðsbrúk og náttúru- og frílendisrøkt annars, verður fevnt av henni, soleiðis at ein heildarmeting kann verða nýtt, tá virksemið verður lagt til rættis.

Landsstýrismaðurin kann heimilað einum ella fleiri landsstovnum at røkja uppgávurnar. Ein slík smidlig áseting tykist skilagóð, so lagt er uppfyri møguligum fyrisitingarligum bygnaðarbroytingum í framtíðini.

Núverandi lóggáva hevur ongar slíkar ásetingar. Hesum hevur saknur verið í leingi.

§ 9. Landsstýrismaðurin kann heimila landsstovni ella –stovnum at skipa fyri sølu av viðar- og urtagarðsvøkstri og vøru, ið hoyrir uppí.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um prísáseting v.m.

Viðmerkingar
Eftir stk. 1 er talan um at veita heimild til ta plantusølu, ið nú fer fram á Gróðurstøðini hjá Skógrøkt landsins. Virksemið hevur ment seg, síðan Skógfriðingarnevndin fekk leigað Skraddaratrøðna í Mið Hoydølum frá Tórshavnar kommunu til plantuskúla og arboret.

Sølan av trøum og runnum, bæði smásøla og heilsøla til yrkiskundar og kommunur v.m., er ein høvuðsstuðul undir teirri menning av gróðurseting, ið nú fer fram kring alt landið. Sum er, er Skógrøkt landsins avgjørt størsti veitari av trøum og runnum til føroyska brúkaran. Harumframt kemur, at brúkarin á hendan hátt fær lut í tí plantutilfari, sum hildið verður hóskiligt til føroysk gróðrarlíkindi. Somuleiðis verður annar úrdráttur úr viðarlundunum eisini seldur føroyska brúkaranum. Ynskjandi er, at heimildin fevnir so mikið víða, at alt virkisøkið innan viðar- og urtagarðsvøkstur og vøru, ið hoyrir uppí, verður fevnt av henni.

Sambært stk. 2 kann landsstýrismaðurin áseta reglur um prísáseting v.m. Umráðandi er, at at sølan ikki er kappingaravlagandi, í mun til privatar útbjóðarar innan økið. Hetta merkir, at handilsvøran skal seljast fyri marknaðarprís. Núverandi lóggáva hevur ongar slíkar ásetingar. Hesum hevur leingi stórur saknur verið í. Landsgrannskoðarin hevur fyrr víst á, at heimild vantaði á hesum øki.

Plantusøluvirksemið v.m. gevur møguleika fyri inntøkum til stovnin. Bruttoinntøkan í 2002 var knappar 700 túsund krónur, undantikið MVG.

§ 10. Landsstýrismaðurin kann heimila landsstovni ella -stovnum at veita almennum og privatum kunning og ráðgeving í sambandi við viðar- og urtagarðsvøkstur, røktarspurningar, frílendis- og náttúruspurningar v.m.

Viðmerkingar
Stk. 1 heimilar landsstýrismanninum at lata almennum landsstovni uppgávur viðvíkjandi kunning og ráðgeving. Tørvur er á ráðgeving og tænastum. Skógrøkt landsins hevur í dag eina virkna ráðgeving í náttúru- og træplantuspurningum, umframt øðrum spurningum, ið hava tilknýti til virksemið.

Skúlar hava í nógv ár brúkt Skógrøkt landsins til kunningarvirksemi. Sum dømi kunnu nevnast kunning um við og tílíkt fyri trædeildini á Tekniska Skúla í Tórshavn, kunning um náttúruviðurskifti við atliti at viðarvøkstri fyri Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Harafturat hevur stovnurin javnan vitjan av flokkum úr fólkaskúlanum og dagstovnunum í somu ørindum. Nærum árliga er stovnurin vertur fyri skúlanæmingum í yrkisvenjing. Skógrøkt landsins er góðkent lærupláss til "grønar" útbúgvingar í Føroyum.

Galdandi lóggáva sigur einki um hesar tættir.

§ 11. Landsstýrismaðurin kann veita fíggjarligan stuðul til verkætlanir hjá einstaklingum, virkjum, feløgum, stovnum og kommunum.
Stk. 2. Stuðul verður latin eftir tilmæli frá fyrisitingini.
Stk. 3. Stuðul kann veitast til verkætlanir, hvørs endamál eru
1) at fjølga um vavið av viðarvaksnum lendi,
2) at skapa vernd móti jørðoyðing,
3) at endurskapa gróður,
4) at skapa størri lívfrøðiligt margfeldi, og
5) at økja um frílendisnýtslu og frílendisrøkt.

Viðmerkingar
Sambært stk. 1 kann landsstýrismaðurin veita stuðul til verkætlanir. Treytin er, at endamálið við verkætlanini liggur innanfyri teir í stk. 3 nevndu karmar. Stuðul kann latast til almennar eins og til privatar verkætlanir. Ætlandi fær eingin umsókn játtað meira enn eina helvt av samlaðu stuðulsjáttanini, tí endamálið er at fáa so nógvar og fjøltáttaðar verkætlanir, sum gjørligt. Stuðul verður latin eftir tilmæli frá Skógrøktini.

§ 12. Umsókn um stuðul skal latast landsstýrismanninum.
Stk. 2. Saman við umsókn um stuðul skulu hesar upplýsingar latast um ætlanina:
1) endamál og lýsing,
2) ábyrgdarhavari,
3) kostnaður, og
4) fígging.

Viðmerkingar
Oljumálaráðið umsitur vegna landsstýrismannin játtanina til viðarvøkstur og frílendisrøkt. Í stk. 2 er neyvari ásett, hvørjar upplýsingar skulu latast um verkætlanina, íroknað upplýsingar um eginfígging v.m. Ynskjandi er, at verkætlanir partvíst eru eginfíggjaðar, annaðhvørt beinleiðis við peningaligum íkasti ella gjøgnum verkligt arbeiði.

§ 13. Landsstýrismaðurin skal í seinasta lagi 1. februar árið eftir, at tilsøgn um stuðul er latin, hava frágreiðing um, hvussu stuðulin er nýttur.
Stk. 2. Stuðul, sum ikki er nýttur í seinasta lagi 31. desember í stuðulsárinum, fellur burtur.

Viðmerkingar
Sambært stk. 1 skal frágreiðing latast um, hvussu stuðulin er nýttur. Freistin er ásett til 1. februar árið eftir at stuðulin er latin. Orsøkin er, at vanliga gongur rúm tíð frá tí, at farið verður undir verkætlanir av hesum slag, og til úrslitið av teimum sæst.

Ikki brúktur stuðul í einum fíggjarári fellur burtur av sær sjálvum.

§ 14. Landsstýrismaðurin kann leggja umsitingar- og eftirlitsuppgávurnar eftir hesi lóg til ávísan landsstovn ella landsstovnar.

Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin kann leggja umsitingina og eftirlitið til ein ella fleiri stovnar. Í fyrstu atløgu er ætlanin at lata Skógrøkt landsins flestu umsitingar- og eftirlitsuppgávurnar eftir lógini. Við framtíðini í huga er ikki óhugsandi, at bygnaðarbroytingar kunnu føra til eina meiri samskipaða umhvøris-, náttúru- og lendisfyrisiting.

§ 15. Avgerðir um friðing og skipan av lendum eftir §§ 2-4 skulu fráboðast við almennari lýsing.

Viðmerkingar
Ætlanin er, at slíkar avgerðir skulu fráboðast almenninginum eftir somu skipan, sum kend er frá umhvørvisgóðkenningum. Ein slík áseting tryggjar tann sjálvsagda opinleika, ið hoyrir eini nútímans fyrisiting til.

§ 16. Landsstýrismaðurin fær heimild at ognartaka neyðug lendi til viðarlundir, viðarvøkstur, frílendi og plantualing eftir reglunum í lóg nr. 69 frá 7. mai 1881 um skyldu at lata lendi til almennar vegir v.m..

Viðmerkingar
§ 16 ásetur, at landsstýrismaðurin fær heimild at ognartaka lendi, ið eru neyðug at røkka nevndu endamál við lógini. Ognartøka er sostatt ein síðsti møguleiki í førum har ongin avtala fæst í lag um friðing ella brúksavtalu. Aðalreglan er tó, at avtalur um friðing skulu fáast í lag í sátt og semju við ánararnar.

§ 17. Eftirlitsmyndugleikin og løgreglan hava móti samleikaprógvi atgongd til almenn og privat øki, fevnd av §§ 2-4.
Stk. 2. Verður tað kravt, skal lógváttan sýnast fram.
Stk. 3. Eftirlitsmyndugleikin hevur rætt til innlit í øll skjøl, ið eru neyðug til fremjan av eftirlitinum.

Viðmerkingar
Eftirlitið er týðandi partur av landsstýrisins arbeiðssetningi í sambandi við hesa lóg og tær reglur og treytir, ið verða ásettar við heimild í lógini. Eftir stk. 1 hevur eftirlitsmyndugleikin beinleiðis atgongd til lendi, ið eru friðað ella skipað í brúksavtalur. Eftir stk. 2 er ásett, at ánarar kunnu nokta eftirlitinum atgongd uttan so, at lógváttan kann sýnast fram. Henda áseting er í samsvari við nútímans rættarfatan.

Eftir stk. 3 hevur eftirlitsmyndugleikin rætt til innlit í øll skjøl.

§ 18. Landsstýrismaðurin hevur eftirlitið við, at

  1. lógin og tær við heimild í lógini ásettu reglur og treytir verða hildnar,
  2. avgerðir um boð ella forboð verða lýddar, og
  3. treytir, ásettar í friðingarbrøvum og brúksavtalum, verða hildnar.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva boð um, at viðurskifti, ið ganga ímóti lógini ella reglum, ásettar við heimild í lógini, skulu fáast í rættlag innan ásetta freist. Verða boðini ikki gingin á møti, kann landsstýrismaðurin gera av, at bøtandi atgerðir skulu fremjast fyri ánarans rokning.

Viðmerkingar
Eftirlitsmyndugleikin hevur eftirlitið við, at lógin eins og reglur og treytir, ásettar við heimild í lógini, verða fylgd. Eisini kann eftirlitsmyndugleikin geva boð um, at viðurskifti, sum eru ímóti lógini, verða fingin í rættlag innan neyvari ásetta freist. Møguleiki er eisini at lata bøtandi atgerðir verða framdar fyri ánarans rokning.

§ 19. Avgerðir, tiknar við heimild í lógini ella eftir reglum, ásettar við heimild í lógini, kunnu kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, avgerðin er fráboðað.
Stk. 3. Ein kæra setur steðg fyri íverksetan av avgerðini, til kærumálið er avgjørt.

Viðmerkingar
Avgerðir kunnu kærast til landsstýrismannin. Hugsað verður serliga um avgerðir, ið eru alment fráboðaðar sambært § 15. Verða slíkar avgerðir kærdar, setur hetta steðg fyri íverksetan av ætlaða arbeiðinum, til kærumálið er avgjørt.

§ 20. Við bót verður sektaður tann, ið tilætlað ella av grovum ósketni ger skaða á lendi, ið eru friðað ella skipað í brúksavtalur, ella ger skaða á herverandi vøkstur, djóralív, útgerð, og líknandi, ella misrøkir sínar skyldur eftir §§ 2-4.
Stk. 2. Er brotið framt av løgfrøðiligum persónum so sum partafelag, smápartafelag, lutafelag ella tílíkum, kann bótin verða kravd av felagnum sjálvum.
Stk. 3. Er brotið framt av landinum, einari kommunu ella einum kommunalum felagsskapi, kann landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum verða áløgd bót.

Viðmerkingar
Hægsta revsing er bót. Treytin fyri revsing er, at ein fysiskur ella løgfrøðiligur persónur hevur framt skaða, annaðhvørt tilætlað ella av grovum ósketni. Ikki verður revsað fyri ósketni.

§ 21. Viðarlundir, friðaðar við heimild í lóg nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir, varðveita hetta ítak (servituttin), til nýggj friðingarváttan er tinglýst eftir § 3 í hesi lóg, ella landsstýrismaðurin ger av at strika ítakið.
Stk. 2. Avgerðir, við heimild í lóg nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir, hava gildi, til tað við heimild í hesi lóg ella reglum, ásettum við heimild í hesi lóg, verður tikin nýggj avgerð.

Viðmerkingar
Hetta er ein skiftistíðaráseting, ið staðfestir, at rættindi og skyldur eftir gomlu lógini varðveita sítt gildi eisini eftir, at nýggj lóg er komin. Her verður serliga hugsað um verandi friðingar, leigusáttmálar o.t.

§ 22. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Løgtingslóg nr. 53 frá 27. november 1952 um viðarlundir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, verður samstundis sett úr gildi.

Viðmerkingar
Ongin viðmerking.

1. viðgerð 20. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina.

Á tingfundi 28. apríl 2003 boðaði løgtingsformaðurin frá, at uppskotssetarin við skrivi, dagfest 28. apríl 2003, hevur tikið málið aftur.