Vanlukkur - útreiðslur

 

88  Uppskot til  løgtingslóg um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
H. Orðaskifti við 2. viðgerð
I. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2003, 4. mars, legði Jacob Vestergard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur

§ 1. Við tí endamáli at tryggja fígging til hjálpararbeiði í sambandi við størri vanlukkur og stórskaðatilburðir verður heimilað landsstýrismanninum at halda útreiðslur til neyðugar hjálparveitingar, tá ið størri vanlukkur og/ella stórskaðatilburðir koma fyri, og bráðfeingis tørvur er á fígging.

§ 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.  

Kap. 1 Almennar viðmerkingar
Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2003 er fylgjandi ásett í C. átekning á síðu 9:

„Fiskimálaráðið, ið umsitur málsøkið tilbúgving, hevur í sambandi við størri vanlukkur og stórskaðatilburðir, har tað er neyðugt við bráðfeingis tilráðatøku av fígging, heimild at halda útreiðslur landskassans vegna. Útreiðslurnar verða, tá uppgjørt er, bókaðar á tær avvarðandi høvuðskonturnar".

Løgtingsins fíggjarnevnd hevur í fíggjarlógarviðgerðini strikað hesa C. átekning.

Fiskimálaráðið metir, at tað er alneyðugt, at landsstýrismaðurin fær eina greiða lógarheimild til at halda útreiðslur til neyðugar hjálparveitingar, tá ið størri vanlukkur og/ella stórskaðatilburðir koma fyri, og bráðfeingis tørvur er á fígging.

Við hesi lóg verður tryggjað, at landsstýrismaðurin beinanvegin kann seta í verk neyðug tiltøk, tá ið hesar vandastøður koma fyri.

Kap. 2 Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið hevur bert fíggjarligar avleiðingar við sær í tann mun, at tørvur verður á serligari fígging, tá ið størri vanlukkur og/ella stórskaðatilburðir koma fyri.

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

Mett verður ikki, at altjóða reglur og avtalur verða settar til viks við hesari lóg.  

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri pláss/økir í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja/Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

     

Nei

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

Til § 1.
Føroyar eru, gjøgnum Danmark, við í Nordisk Redningsoverenskomst, men vilja Føroyar heita á grannalondini um hjálp, um neyðugt, í sambandi við eina størri vanlukku.

Tá talan er um størri vanlukku, er tað avgerandi, at tær røttu avgerðirnar verða tiknar innan fyri teir fyrstu tímarnar ella møguliga minni. Tí er avgerandi, at tey starvsfólk, sum skulu taka hesar avgerðir, ikki ivast í, at hesar avgerðir kunnu takast uttan at hugsa um, um neyðug fíggjarlig heimild er til staðar. Og tíð verður ikki til at fara gjøgnum fíggjarnevndina til tess at fáa neyðugu heimildina.

Tað er givið, at undir eini og hvørjari vanlukku ella skaðatilburði verður í fyrsta lagi hugsað um at seta ta vanligu tilgongiligu tilbúgvingina í gongd. Men tann heimild, sum biðið verður um her, er útyvir hetta, við tað at vanliga tilbúgvingin ikki megnar tað.

Tá tosað verður um størri vanlukkur, ella stórskaðatilburðir, er talan t.d. um størri oljuvanlukkur, evakuering av einum stórum ferðamannaskipi í sambandi við eld ella eina størri flogvanlukku til havs.

Mett verður ikki, at vandin fyri misbrúki av hesi heimild er til staðar, tí talan er um sera álvarslig mál, um heimildin skal kunna nýtast. 

1. viðgerð 17. mars 2003. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 1. apríl 2003 legði fram soljóðandi

Álit 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2003, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2003 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og 1. apríl 2003.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 4. apríl 2003. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. apríl 2003. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 55 frá 22.04.2003